mikudagur 20. oktober 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5 ÆT GO
> 20
tidindabladid
Nr. 199 - 20. oktober 1999
——
Etlanin at gera tunnil undir Vestmannasund er so burturvid, at tjóðveldisflokkurin fer ikki at atkvøda fyri tunlinum.
«lun 5 i ætlanin
verður broytt,
Tjóðveldisflokkurin kolldømir tunnilsætlanina sum er:
Ongin undirsjovartunnil
sum stødan er i løtuni
—Størsti samgonguflokkurin atkvødir
Vestmannasundi, fyrrenn hon er broytt,
AK! BERTHOLDSEN
maður í størsta samgongu-
flokkinum á tingi, heldur. at
málið um undirsjóvartunnil
undir Vestmannasund er
handfarið so illa, at verður
ætlanin ikki broytt. fer
hansara flokkur ikki at at-
kvøda fyri ti
sum serliga møtir
ikki fyri undirsjøvartunnlinum undir
sigur formaður floksins. Myndin er frå royndarboringum undir Vestmannasundi
sigur formaður tjóðveldisfloksins
mótstøðu í tjóðveldisflokk-
inum, er ætlanin hjá sam-
ferðslumálaráðharranum.
Finnboga Arge, um at
stovna eitt partafelag til at
standa fyri arbeiðnum at
gera undirsjóvartunnilin
„Anleggslógin“ sum lóg-
in, ið skal slóðað fyri parta-
felagnum, verður nevnd, er
gjørd og send flokkunum til
viðmerkingar.
Men Heini O. Heinesen
sigur, at sum málið liggur í
løtuni, fer tjóðveldisflokk-
urin ikki at atkvøda fyri
málinum.
Hann heldur nevniliga „at
tað er heilt burturvið at
stovna eitt partafelag at
standa fyri arbeiðnum
Partafelagið skal so
bjóða arbeiðið at gera tunn
tlin, út
Avleiðingin av hesum
er. at tað verður okkurt út-
| | sum
ggifelag.
mur at a tunnilin
Og formaður tjóðveldis
floksins heldur. at tað er so
heilt burturvið at brúka al
mennan pening ul at slúsa
okkurt utlendskt byggifelag
mn 1
landið. at .anlegg
lógin“ fær ikki atkvødurnar
hjá Tjodveldistlokkinum í
tinginum, soleiðis sum mál
ið liggur í løtuni
8-
Landsverkfrødingurin
skal bora
Heini O. Heinesen sigur, at
tað er ongin ivi um, at
Landsverkfrødingurin er
tann rætti at gera undirsjóv-
artunnilin undir Vestmanna-
sund.
Tað einasta, samferðslu-
málaráðharrin hevur fingið
burturúr at tvíhalda um, at
eitt partafelag skal standa
fyri arbeiðnum, er, at tað er
seinkað í ólukkumát.
- Nú er valskeiðið hálv-
runnið og spakin er ikki
settur í enn.
Hevði Landsverktrød-
ingurin ístaðin sloppið at
hildið fram, har hann slepti
fyri 10 árum síðani, var
tunnilin longu komin hálva
leið undir Vestmannasund.
Tað einasta, sum er
komið burturúr arbeiðsmát-
anum hjá samferðslumála-
ráðharranum, er málið er
blivid ein hurlivasi, ístaðin
fyri at lata Landsverkfrød-
ingin gjørt arbeiðið.
Hann sigur, at hann trýr
onki uppá, at eitt útlendskt
partafelag kann gera arbeið-
10 bíligari enn Landsverk-
frødingurin
Landsverkfrødingurin
ger arbeiðið fyri tað, sum
tað kostar at gera og onki
meir.
Hinvegin skal eitt út-
lendskt partafelag eisin
hava vinning afturat sjál
um kostnaðinum
Hann skoytir eisini up;
at eitt partafelag skal hav
eina umsiting, men tað
hevur Landsverkfrødingu
in longu
Hann vísir á, at Land
verkfrødingurin he
drúgvar royndir í at bor
tunlar
Og eg trúgvi onki up;
at undirsjóvartunnilin verð
ur ein lika trupul uppgár
sum Sumbiartunnilin var
Og hana loysti Land
verkfrødingurin
Og verður tað neyðug
við serkønari hjálp uttanifr:
til ávís endamál, er onki í
vegin við, at Landsverk
frødingurin kann útvega
tað, einsvæl og nakar annar
Heini O. Heinesen skilir
ikki. hví, arbeiðið uppá und
irsjóvartunnilin avgjørt skal
haldast uttanfyri landskass
an.
— Tað verður í øllum før
um landskassin, sum skal
gjalda tunnilin.
Og gongur ikki eftir
vild, fer rokningin sjálvsagt
eisini í landskassan, sama,
hvor ger arbeiðið.
— Sagt verður, at tá ið ar-
beiðið er liðugt og goldið,
skal tað handast latast
landskassanum.
- Tað er nakað nógv av-
gjørt, at kalla tað eina gåvu,
sum landskassin framman-
undan hevur goldið fullan
prís fyri, heldur formaður
tjóðveldisfloksins á tingi.
Hann stúrir eisini fyri
gongdini, um skjøtil fyrst
verður settur á ein arbeiðs-
hátt at oysa almennan pen-
ing í eitt partafelag. tá ið
almenn arbeiði skulu gerast.
Tí væntar hann, at upp-
skotið um anleggslógina fer
ikki mjúka viðferð í tingin-
um.
Og hann ivast ikki i, at
tað vera fleiri enn tjóðveld-
isflokkurin, sum fara at
verða ímóti at lata eitt parta-
felag gera arbeiðið.
Føroyingar betala 331
milliónir ov nógv í skatti
— Meiri peningur
átti at verðið játt-
aður til heilsu-
verk, samferðslu,
pensjonistar, 0.a.,
sigur fíggjarpol-
itiskt framsøgu-
maðurin hjá
stórsta andstødu-
flokkinum
Ak! BERTHOLDSEN
Føroyingar betala 331
milliónir ov nógv í skatti.
Tað heldur Vilhelm Jo-
hannesen, løgtingsmadur.
Hann er fíggjarpolitiskur
framsøgumadur hjá størsta
indstøduflokkinum í tingin
--Tað er burturvid, at sam-
gongan goymir 331 mió,
samstundis, sum nógv øki
í landinum eru nidurpind,
sigur Vilhelm Johannesen
um, javnaðarflokkinum.
Tá ið uppskotið til fíggj-
arlóg fyri næsta ár var til
viðgerðar, fanst hann hvass-
liga at tí førda fíggjarpol-
itikkinum hjá Landsstyrin-
um.
Hann segði, at ætlanin við
at taka skatt frá borgarunum
er at útvega pening til at
fíggja útreiðslurnar hjá
landskassanum.
- Men nú er yvirskotið
hjá landskassanum 331
milliónir tá ið avdráttir til
danska statin eru goldnar.
— Tvs, at landskassin tek-
ur 331 milliónir meiri enn í
skatti enn tað, sum krevst
fyri at hava samfelagshjól-
ini gangandi.
Hetta átalaði Vilhelm Jo-
hannesen, tí samstundis eru
tað nógv øki í samfelagn-
um, sum eru so nidurpind,
at tað er Oforsvarligt.
Hann vísti m.a. á, at pen-
sjónirnar eru lágar og at
nógv låg- og midallønt eru
niðurpínd í skatti.
Hann mælti tí til at brúka
100 milliónir meiri til
skattalætta til tær lægru inn
tøkurnar, ikki minst til húski
vid børnum.
Hann mælti eisini til at
brúka 100 mió til at hækka
pensjónirnar og til eldraøk-
ið í síni heild, og til onnur
endamál, eitt nú heilsuverk.
til útjaðaran, til samferðslu
o.a. Hetta kundi verið gjørt
samstundis sum vit varð-
veittu eitt yvirskot á fíggj-
arlógini upp á yvir 100
milliónir, segði Vilhelm Jo-
hannesen
Ov litlar iløgur
Men Vilhelm Johannesen
helt eisini, at fløgurnar hjá
landskassanum eru ov lágar.
Hóast nógv oki eru nið-
urpind, ætlar landsstýrið
ikki at brúka meiri enn gott
150 milliónir til ílogur.
-Hinvegin meta búskap-
arfrødingar, at tað er ráðiligt
at iløgurnar í einum landi
eru 20% av bruttotjóðarúr-
tøkuni. Eftir ti, kundu iløg-
urnar í Føroyum verið 1,2
milliard tilsamans. Siga vit
leysliga at privatu ílogurnar
eru 600 mió, eru 600 mió
efur, sum tað landið og
kommunurnar kunnu gera
íløgur fyri. Av teimum
kundi landið gjørt iløgur
fyri einar 300 mió. Tvs. at
íløgurnar Kunnu tvifaldast,
sigur Vilhelm Johannesen.
Má ikki hækka
Men Vilhelm Johannesen
fekk lítla undirtøku í sam-
gonguni.
M.a. førdu samgongu-
menn fram, hvussu týdning-
armikið tað var landskassin
ikki gjaraði út í góðum tíð-
um fyri at búskapurin ikki
skuldi hitna ov nógv, og fyri
at hava nakað at standa í-
móti ið, um tíðirnar versn-
aðu aftur.
Anfinn Kallsberg. løg-
maður, segði, at fíggjarlógin
varð logd fyri samgonguna,
har semja var um karmarnar
í henni, áðrenn hon varð
løgd fram.
Og nú fíggjarlógin skal
til víðari viðgerð. áðrenn
hon verður samtykt, er tað
umráðandi, at karmarnir
ikki hækka.
So verða játtanir broytt-
ar, er tað umrådandi, at tað
verður spart aðrastaðni, so
at útreiðslurnar í henni ikki
hækka, segði løgmaður.
Vistu onki
Hergeir Nielsen úr tjóðveld
isflokkinum, sum er í sam
gongu var ikki rættiliga
samdur í, at fíggjarlógin
varð løgd fyri samgonguna.
áðrenn hon varð løgd fyri
tingid.
— Tad er landsstyrid, sum
einsamalt hevur gjørt fíggj-
arlógina og hann visti so
onki um, at samgongu-
flokkarnir sum so hevði ver-
ið uppi í arbeiðnum. Fleiri
aðrir = samgongutinglimir
vóru eisini sera misnøgdir
við, at teir fingu so lítið at
vita um fíggjarlógina, áðr-
enn hon varð løgd fram.