Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 20. oktober 1999 Saknar skattalættár Logtings- tíðindablaðið Jenis av Rana úr Miðflokkinum saknar skattalættar í fíggarlógaruppskotinum JOHN JOHANNESSEN Tað eru fleiri metingingar í fíggjarlógaruppkotinum. ið fella mær fyri bróstið. Hetta segði Jenis av Rani millum annað í framsøgu- rødu síni til fyrstu viðgerð ina av fíggjarlógaruppskot- inum fyri ár 2000. Jenis av Rana sipar í hesum sam bandi serliga til tað brotið, ið viðgerð skattalætta. Hann vísti á brotið í upp- skotinum til fíggarlóg, har tað stendur: >at búskapar- vøksturin hevur verið stórur í 1999, er orsøkin til, at eingir skattalættar eru fram- dir í 1999. Um skattalættar skulu nýtast sum búskapar- politiskt amboð, so hevur tíðin ikki verið búgvin til hetta seinasta árið, við stór- um virksemi og búskapar- vøkstri. Hetta helt Jenis av Rana vera Ogvuliga løgna grund- geving, og loyvdi hann sær tí at spyrja fíggjarmálaráð- harran um hetta vil siga, at av ti at nøkur hava havt møguleika at forvinna meira seinasta árið, so verð- ur hetta nytt sum orsøk til ikki at veita øðrum ein skattalætta. Jenis av sipaði í hesum ført til ein skattalætta, ið fyrst og fremst skal gagna óvinnufórum. Kaldur hugsunarháttur Framsøgumadur Miðfloks- ins staðfesti, at hetta merkir, at nøkur ella kanska fleir hava vunnið meira av pen- ingi í ár, enn undanfarin ár, og tí skulu hini, ið ikki hava havt hendan møgulleikan, ikki hava skattalættan, sum allir flokkar áðrenn valið kappaðust um at veita. Hetta helt Jenis av Rana vera kaldan hugsunahátt frá fíggjarmálaráðharranum. Jenis av Rana heitti tískil á fíggjarmálaráðharran, um ikki at lata einstaka borgar- an og trivna og tørv hansara hvørva í køldum og for- nemmum setningum, sum til dómis búskaparlig am- boð og tíðin hevur ikki verið búgvin. — Hjá tí einstaka kann spurningurin um skattalætta vera ein spurningur um at yvirliva, hvørki meir ella minni, segði hann. Oheftir serfrødingar ella? Jenis av Rana helt seg eisini hóma sama kulda, tá tikið verður fram, at fleiri óheftir serfrødingar hava givið rik- na fíggjarpolitikkinum posi- tiv viðmæli. Hann segði seg loyva sær at ivast í, hvussu óheftir hesir serfrødingar hjá Bú- skaparráðnum og Lands- bankanum veruliga eru. Harnæst segði hann seg eis- ini ivast í, um hesin búskap- arfróðingar veruliga hava givið sítt -vælsignilsi til, at føroysku politikkararnir pri- oritera Tórsvoll, nýtt løg- tingshús, løgtingsmanna- lønir, undirsjóvartunlar í rúgvuvís og so fram vegis fram um viðurskifti barn- anna og teirra gomlu. Jenis á Rana vísti á, at tað Lógtingsfíggjarlógarupp- skotið fyri ár 2000 hevur nú verið til fyrstu við- gerðar. Andstødan hevur ført seg harðliga fram móti = afturhaldsinnaða figgjarpolitikkinum hjá fullveldislandsstýrinum, og vidhvørt hevur leikað figgjarlogin hart á. í komandi blød- unum fara vit at hyggja eitt sindur at innihaldi- num í framsøgurødunum hjá ymisku flokkunum. Vit byrja í við Miðflokk- inum og Javnaðarflokki- num. er løgtingsins skomm, at raðfestingin í samfelagnum er so mikið skeiv, at fólk klára at verða fødd, eldast og doyggja, áðrenn tey so mikið sum sleppa framat í bidirødunum til eldrasabyli, ellisheim og líknandi. Hann visti å, at just hetta er ein vána varði fyri Føroya Løg- ting, og um ætlanin við at byggja nýtt løgtingshus skal skapa ein varða, heldur hann, at tey, ið arbeiða við hesum varða, fyrst og fremst skulu arbeiða fyri at taka teir vánaligu varðarnar burtur. Og her meinti hann við, at fáa viðurskifti teirra eldru í rættlag. Uppskot Jenisar til at bet- ra um viðurskifti teirra gomlu var at bygg 29ja heim um ånd i fimm år eitt Heilsuvidurskifi Jenis av Rana tosaði eisini nógv um landssjúkrahúsið sum niðurslitið central- sjúkrahús. og visti hann á, at tað er ógvuliga átrokandi at fáa tað umvælt sum skjót- ast. Tingmaður Miðfloksins røddi eisini um tørvin á fleiri skulalæknum, og nam hann eisini vid spurningin um fosturtøku. Harafturat vísti hann á, at frægari er at avtaka kontoina til menn- ingarhjålp, enn einans at játta 200.000 krónur á hesari konto. Politiskt bringuprýði Velheld Johannesen heldur 331 milliónir stóra avlopið í fíggjarlógaruppskoti- num fyri ár 2000 vera politiskt brynguprýði hjá landstýrisfólkum, meðan pen- sjónistar fáa 26 milliónir at býta ímillum sín JOHN JOHANNESSEN Skotið verður upp at geva fólkapensjónistunum 26 milliónir krónur afturat. Hetta gevur í miðal umleið 500 krónur til hvønn pen- sjónist um mánaðin. Hvat er hetta, sammett við tær 331 milliónirnar í avlopi á fíggjarlógini, sum verða nýttar til brynguprýði hjá Annfinni Kalsberg, løg- manni, Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra og Hel- enu Dam å Neystabø, lands- styriskvinnu í almanna- og heilsumålum. Her er bringuprýði fyri umleið 110 milliónir í part til tríggjar persónar. Hetta vóru nøkur av orðunum, javnaðartingmað- urin, Vilhelm Johannesen heyði at siga i framsøgu- rødu síni í unginum undir fyrstu viðgerð av fíggjar lógaruppskotinum fyri ár 2000. Vilhelm Johannesen held- urtað ikki vera rætt, at halda fram at fremja risastórar sparingar á fíggjarlógini, tá yvirskotið er so stórt. Knógva undir byrðum Framsógumaður Javnaðar- floksins vísti á, at lág- og miðalinntókurnar framvegis knógva undir tungum byrð- um. Hjá hesum inntøkum er skattatrýsuið lutfallsliga høgt. Og meirvirdisgjaldid, gjaldið á brenniolju og onn- ur gjøld ul landskassan gera saman við høga skattatrýst- inum, at tað er torfør hjá hesum familjum at fáa end- arnar at røkka saman. Vilhelm Johannesen spur- di, hví júst tær barnaríku familjurnar og familjur við lág- og midalinntøkum skulu hava torført við at fáa endarnar at rókka saman. — Hví skulu hesi gjalda nógv meira til tað almenna, enn tað, sum neyðugt er, fyri at halda samfelagshjól- unum gangandi? Segði Vil- helm Johannesen og spurdi, um hetta bert var fyri at landsstýrismenninir kunnu prýða seg við einum risa- stórum avlopi á fíggjarlóg ini. A sama hátt kom Vilhelm Johannesen eisini inn á tey veiku og sjúku í samfelag- num, og helt fyri, at hesa verða knúskað av risastór- um sparingum á fíggjarlóg- ini. Hann vísti á, hvussu stórur tørvur er á stovns- plássum, bæði hjá teimum eldru, hjá teimum brekaðu og hjá hjá børnum, og helt fyri, at játtanin til rakstur av stovnum á hesum økium verður hildin niðri á sama ÓLAVUR Í Bern Í farnu viku legði fíggjar- málaráðharrin, Karsten Hansen, fram uppskot við- víkjandi at panta fyri skatt sum er álíknaður eftir løg- tingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur figgjar- málaráðharrin, at í sam- bandi við skipan av Figgj- armálastýrinum er inn- kreyjing og panting av skatti, avgjøldum o.g. við gildi frå 1. mai 1998 flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Før- oya. — Lógargrundarlagið varð ikki broytt í sam- bandi við yvirflytingina, og ber hetta við sær, at heimildin til m.a. panting fyri skatt o.a. hevur verið Panting fyri skatt Við hesum lógarbroytingum fær Toll- og Skattstova Fóroya heimild til at panta fyri skatt og at rokna avgjøld í sambandi við panting. Lógargrundarlagið skal nú broytast tá heimildir- nar eru fluttar frá Gjaldstovuni til Toll- og Skattstovuna hjá Føroya Gjaldstovu. Fyrr í ár vórðu broytingar gjørdar í toll-, skatta- og avgjaldslógunum soleiðis, at tær heimildir, id fyrr lógu hjá Føroya Gjald- stovu viðvíkjandi inn- krevjing og panting, nú eru hjá Toll- og Skatt- stovu Føroya. Og viðvíkjandi hesum broytingunum, verður sagt, at tær lógarbroyting- ar, ið nú verða lagdar fyri Løgtingid, eru m.a. broyt- ingar í løgtingslég um panting fyri skatt og um avgjøld í sambandi við panting. Við hesum lógar- | broytingum fær Toll- og | Skattstova Føroya heimild | til at panta fyri skatt og at | rokna avgjøld í sambandi | við panting. | Vilhelm Johannesen, tingmaður Javnaðarfloksins hátt, sum tá herviliga krepp- an var í hæddini og herjaði landið. Hópuppsagnir hóast yvirflóð Vilhelm Johannesen greiddi frá, at síðani fíggjarlógar- uppskotið varð lagt fram, hava vit so at siga hvønn dag hoyrt skelkandi tíðindi um hópuppsagnir á al- mennu stovnunum. Serstak- liga í sjúkrahúsverkinum. Hann vísti á, at eitt sjúk- rahús skal siga 40 fólk úr starvi og eitt annað skal siga 20 starvsfólkum upp. Hetta helt Vilhelm Jo- hannesen vera løgi fyri- brygdi í dag, tá peningurin floymir inn í landskassan og avlopið á landskassarokn- skapinum setur eitt met fyri og annað eftir. Neydtøka av skattaborgaranum — Eg fati ikki, at Oli Breck- mann, formaður Fólka- floksins á tingi, skal finna seg í, at Karsten Hansen, fíggarmálaráðharri, skal sleppa at taka heilar 331 milliónir meira frá skatt- gjaldarunum inn í lands- kassan, enn tørvur veruliga er á, fyri at landskassin skal svara hvørjum sítt. — Við mínum besta vilja, dudi eg als ikki at fata, at Oli Breckmann skal góð- taka ein tilikan almennan inntøkupolitikk. Er hetta ikki ein neydtøka av skatt- gjaldarans peningi, uttan at veruligur tørvur er å, at hes- in peningur verður tikin inn í landskassan?, spurdi Vil- helm Johannesen millum annað. Hann setti í hesum sam- bandi spurningin, um For- oyar eru við at gerast ein politistatur. Ikki í smálutir Vilhelm Johannesen nam við fleiri onnur viðurskifti í sambandi við fíggjarlógar- uppskotið, men vildi tó ikki fara í smálutir í hesum um- farinum. Tó lovaði hann, at hann sum figgarnevndar- umboð skuldi viðgera allar smálutir í uppskotinum.