mikudagur 20. oktober 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
S sig sevðaskinn
rå
SC i Is
= iC end
KÁAS EInari DINgjU, sun
síðar erður avreidd til
IRF ella KOB. har oll
*'nda sum roykur á
nu luftina kring
Á undanfarnu síðum hava
vit verið í Havnardali, har
vit vitjaðu Poul Miller.
bónda, ímeðan hann tók
og fletti nakrar
Ein av teimum spurning-
vit settu honum
undir vitjan okkara var.
um hann nýtti skinnini til
nakað sum helst. og var
Svarið stutt og greitt nei!
Orsøkin til hetta er, at tað
als IKKI Kann svara seg njá
bóndunum at selja skinni-
ni. Eftirspurningurin er lít-
il og eingin, og tískil er
prísurin heldur ikki tann
stóri. Harumframt eru eisi-
ni útreiðslur av hesum, við
tað at skinnini skulu hand-
farast vælum tey skulu
seljast. Eisini er neyðugt
salta tey, fyri at tey skulu
halda sær, og tá farmagjald
verður íroknað, stendur
bóndin eftir við einum tapi,
um so er at hann ætlar sær
at selja skinnini
Eisini ullin
Ikki eru tað bara skinnini.
sum tveitt burtur.
Stórur partur av ullini, sum
stavar frá seyðinum, endar
eisini sínar dagar sum burt-
urkast. Fyrr varð tikið til at
verða
»ull er Føroya gull«, men
tað man vera langt síðani,
at henda lóg var galdandi
fyri Føroyar.
Ístaðin verður ullin brend,
ella tað sum verri er, rekst
fyri vág og vind, soleiðis
at hon er til ampa fyri fólk
og fæ
A Suðuroyar Ullavirki
hava vit fingið fatur á
Arna Brattaberg, og hava
vit spurt hann, hverja
áskoðan teir hava á henda
trupulleika.
Arni sigur størsta trupul-
leikan vera, at tað er lítil
nytta í at hava eina góða
vøru, um so er at hon ikki
verður keypt av teimum
fólkum, sum hon er ætlað
til. Hetta vil aloftast við-
føra, at framleiðarin av
vøruni fær stórar trupul-
leikar, tí ov lítið av
peningi kemur í kassan.
A Suðuroyar Ullavirki
hava teir tó gjørt eina
roynd at gera nakað við
henda trupulleika. Ullin,
sum har verður nýtt,
verður sjálvsagt virkað til
tógv, men sambært Árna,
so er hetta als ikki nóg
mikið til at bera virkið.
Tískil hava teir eisini lagt
seg eftir at geva brúkaru-
num eitt liðugt produkt.
Teir hava fignið fólk at de-
signa nakrar vørur, sum
kunnu framleiðast úr tógv-
inum, og er úrslitið av hes-
um, at tað í dag ber til at
keypa alskyns verur frá
Ullavirkinum. Talan er
sjálvandi um væl kendu
føroysku vørurnar so sum
troyggjur og líknandi, men
eisini ber til at keypa sær
kjólar, niðurdeilir, jakkar
og frakkar.
Nr. 199 - 20. oktober 1999
Sumt verður bundið og
sumt verður vovið. men
felags fyri allar vørurnar
er, at tær eru virkaðar úr
somu råvøruni.
Á Torginum í SMS
Arni greiður okkum
annars frá, at teir í dag
byrja eina framsýning á
Torginum í SMS, har tað
ber til hjá fólki at síggja,
hvussu vørur teirra síggja
út.
Er onkur sum hevur góð
hugskot til aðrar fram-
leiðslur úr hesi råvøruni,
eru boðini frá Arna, at teir
er opnir fyri øllum hugs-
kotum, og fólk eru
vælkomin at seta seg í
samband við teir.
Arnir sigur annars, at hetta
eftir hansara tykki er best
gongda leiðin, um vit vilja
Mynd Jens K. Vang
menna hesa vinnu í Føro-
yum. Hann vísur í hesum
sambandi á, hvussu langt
Íslendingar eru komnir í
sínari menning av vinnuni.
Um tað eitt nú hevði borið
til at ment hesar vørur, so-
leiðis at tað gjørdist »in«
hjá ungum fólki at gingið
í hesum vørum, so hevði
nógv verið vunnið fyri
vinnuna. Onkur vil kanska
halda, at tað ljóðar ikki
serliga smart at fara í dans
í einum niðurdeili úr før-
oyskum tógvi, men hin-
vegin er tað heldur ikki
altíð, at tað sum er móti
sær serliga smart út við
fyrsta eygnabráði.