Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 20. oktober 1999 tíðindablaðið 19 e-mail: sveinurQDsosialurin.fo lesið eisini ítróttin á netinum www.sosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - TIf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 Fingu ikk I loyvi at spæla i Svendborg Fótbóltur: Nýggj donsk áseting forðar fyri, at Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen sleppa at spæla í Svendborg í hes- um árinum Tad kom óvart á bæði spælararnar og felagið, tá tað gjørdist greitt, at teir báðir Kl-spælararnir Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni ikki fingu loyvi at spæla við Svend borg tað sum eftir er av hesum kappingarárinum Ein nýggj áseting hjá danska fotboltssambandinum forðar fyri. at hetta Kann lata seg gera. Tað var annars ætlanin, at teir báðir landsliðsspælararnir, sum venja í Svendborg hesa vikuna. eisini skuldu spæla onkran dyst við 1. liðnum í felagnum, sum spælir í 1. deild Men fáar dagar áðrenn teir báðir klaksvíkingarnir komu til Svend- borg avgjørdi DBU, at framyvir skulu spælarar, sum koma úr lond- um, har heimliga kappingin er lið- ug, ikki kunnu spæla í Danmark. Føroyska kappingin var av, áðrenn Heðin og Rógvi komu til Svend- borg, og tí forðar nýggja åsetingin fyri. at teir kunnu spæla í danska felagnum í hesum árinum. DBU hevur tikið hetta stig fyri forða fyri, at donsk felog skulu kunna styrkja seg ógvusliga við spælarum úr til dømis Noregi. har kappingin er liðug áðrenn tann danska. Í grundini kundi eitt felag sum Rosenborg spælt ein dyst í donsku kappingini, eftir at tann norska var liðug, men hetta forðar nýggja ásetingin fyri. At lógin so rakar føroyskar spælarar, sum skulu royna seg f einum donskum felag, fær eingin gjørt nakað við Fara til Englands at venja Heðin á Lakjuni og Rógvi Jac obsen fara tó at venja í Svendborg alla hesa vikuna Teir bíða nú eftir endaligum boðum um, nær teir skulu til Ong- lands at venja. Tað er 1. deild arfelagið Queens Park Rangers, sum fer at fáa vitjan av teimum báðum KlI-spælarunum. Væntandi fara teir báðir til London komandi vikuskiftid, og so skulu teir venja í QPR í einar tvær vikur. — Tí venja vit saman við 1. liði í Svendborg alla hesa vikuna. Vit kunnu halda formin við líka her, og so kunnu vit eisini blíva meira tryggir við gras, áðrenn vit fara til London, siga teir báðir. Vit hava tað ótrúliga gott í Svendborg. Býurin er passaliga stórur og hugna-ligur, og fólkini í felagnum er ómetaliga hjálpsom og fyrikomandi. Ferðin til Svendborg er komin í lag, eftir at tveir mans úr felagnum vóru í Klaksvík í einar 10 dagar í fyrr í heyst. Teir hugdu eftir møg- uligum spælarum til danska fel- agið, og teir fullu fyri teimum báðum ungum vinstrabeintu spæl- arunum. sø Eftir landsdystin í Prag fóru Heðin og Rógvi beinleiðis til Svendborg, men steðgurin, sum Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen avmyndadir uttan- fyri venjingarstadion hjá Svenborg Mynd: Jonhard Hammer skuldi verða einar fýra vikur. er nú skorin niður í helvt, og tað kemst av, at teir ikki fáa spælt við felagnum. Ístaðin verður leiðin løgd til London, har Jákup í Stóru- stovu hevur skaffað teimum báð- um møguleikan at venja i QPR Svendborg hevur framvegis áhuga í teimum báðum spælarun um, og ter tosa nú um at fáa Heðin og Rógva aftur til Danmark tíðliga næsta ár, tá teir so kunnu royna at spæla onkrar dystir við felagnum I Svendborg er metingin hon, at teir báðir føroyingarnir eru sera væl fyri kropsliga, og at teir va kunnu standa seg í donsku deildini Bæði Heðin og Rógvi hava mála við KÍ næsta ár, men ta hevur verið almenni politikkurin hjá KI. at teir ikki forða fyri. at spælarar í felagnum kunnu ger: yrkisspælarar í útlondum, um møguleikin er fyri ti ek Eisini lokalu fjølmiðlarnir í Svendborg hava víst teimum báðum klaksvíkingunum áhuga. Her práta førovingar- nir við ein blaðmann frá Fyns Amtsavis Mynd: Jonhard Hammer