Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. oktober 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið jarðskjálvtar við Føroyar Fyri fyrstu ferð nakrantid er ein jarðskjálvti máldur i før- oyskum oki. Hetta hendi 29. september á Lúsabanka. Bert eina ferð áður, tað man veit um, hevur jarðskjálvti verið í Føroyum. Hetta var í Vági í 1967. Tann jarðskjálvtin var so tætt at bygdum oki, at ristingarnar merktust væl. Vit eiga ikki at óttast nýggjar jarðskjálvar og heldur fær tað avleiðing fyri komandi oljuleiting heldur leiðslan á Jarð- frødissavninum JAN MULLER Um onkur heldur tað man vera steindeytt á Jarðfroðis savninum, so fer hann skeivur. Komandi oljuleit ing vid Føroyar hevur við sær nogv og livligt virksemi á hesum stovni, ið hevur ein rættiliga týðandi og sentral- I an leiklut í ti útbjóðing, sum í næstum fer at verða um- rødd á løgtingi og í midl- unum. Harumframt eru tey á Jarðfroðissavninum sera spent um tað, sum hendir í undirgrundini, og her verð- ur hugsað um broytingar so sum jarðskjálvtar. Vanliga plaga vit ikki at knýta jarðskjálvtar og eina livandi undirgrund at Før- oyum. Í hvussu ikki i nýggj- ari tíð. Hetta er nakað vit bara hoyra um hendir aðra- staðni. Men nú hava vit so fingið prógv fyri, at eisini um okkara leiðir eru rist- ingar í undirgrundini. Hetta hevur møguliga altíð verið so, men av tí at vit ongi måtitol hava havt i Før-oy- um eru heldur ongar rist- ingar máldar. Til fyri nyliga. Tann 29. september slapp nýggja mátitólið á Húsa- reym at royna seg fyri fyrstu ferð. Mátarin máldi risting- ar á Lúsabanka í ein útsynn- ing úr Føroyum. Talan var um ein minni jarðskjálvta uppá 3,0. Episentrid, tvs sjálv kjarnan í skjálvtanum var 17 kilometrar undir hav - botninum. Skjálvtin varð eisini måldur í sjey ymsum plássum í Onglandi, Orkn- oyggjunum og Hebridun- um. A Jarðfróðissavninum hava tey ilt við at goyma „gleðina“ um hetta „nýggja“ fyribrigdið í tí annars „steindeyðu“ før- oysku undirgrundini. Slíkar ristingar eru áhugaverdar, ti tær kunnu siga okkum nak- að um undirgrundina fyrr og kanska eisini í framtíðini. Allar broytingar kunnu geva okkum nýggja vitan. Eingin vandi Er nakar vandi á ferð fyri folk og fæ spurdu vit stjóran á Jarðfroðissavninum, Martin Heinesen - og kann staðfestingin av slíkum rist- ingum fáa óhepnar avleið- ingar fyri eina komandi oljuleiting? -Man kann sjålvandi ikki siga nakad vid 100% vissu, men eg haldi ikki, at føroy- ingar bråddliga skulu fara at kenna seg ótryggar og ímynda sær komandi skjálvtar sum teir vit hoyra um í øðrum londum. Heldur ikki haldi eg, at oljufeløg og umhvørvismyndugleikar skulu kenna hetta sum nakra hóttan. Heri Ziska sigur seg tora at lova fólki, at tað fara ikki at koma jarðskjálvtar í Før- oyum, sum skaði fer at standast av. Hvat oljuleiting viðvíkur so heldur Martin Heinesen ikki, at hetta kann koma at skaða nakað Martin Heinesen og Heri Ziska, ið báðir eru fakfólk á økinum, hava harafturi- móti seinastu og fyrstu mát- ingina av einum jarð- skjålvta við Føroyar hava stóran vísindaligan týdning. Hetta eru týðandi upplýs- ingar hjá teimum, sum dag- liga arbeiða við at kannna føroysku undirgrundina. Hevdi Jóannes Rasmussen. sáli livad, so høvdu útslagið á mátaranum á Húsareyni verið kærkomið, tí tað hevdi kunnað givið honum nýggj- ar upplýsingar at arbeiða við. Neyvan nakar føroy- ingar mundi vitað so nógv um føroysku undirgrundina sum nettupp Jóannes Ras- mussen. Tå ristingarnar voru i Vågi setti hann seg i samband vid måtarastødir i grannalondum okkara fyri at vita, um tær høvdu målt ristingarnar í Vági. Men har visti tað seg, at tað hevði verið rættiliga fridarligt. Ristingarnar í Vági stavaðu eisini frá einum skjålvta, ið var ovarliga í jarðskorpuni. Teir sterku skjálvtarnir eru oftast sera djúpt niðri. Eftir Nr. 200 - 21. oktober 1999 skjálvtan í Vági vóru ynski frammi um at vita, hvat veruliga fór fram og síðani tá hevur tað verið eitt ynski hjá JarOfrødissavninum at fåa sett upp måtarar i Føroy- um. Tað er Heri Ziska, sum stendur fyri hesum partin- um av arbeiðinum á Jarð- frødissavninum. Hann er útbúgvin geofysikari, og tí eru ristingarnar á Lúsa- banka nakað, sum hann eis- ini kann arbeiða við. -Hetta er ótrúliga spenn- andi, tí hetta er fyrstu ferð, at jarðristingar eru máldar við Føroyar sigur hann men vísir á, at tað menn vita um, so hava ristingar verið eina ferð áður. Tað var í 1967, at undirlendið í Vági og har í nánd risti so mikið, at fólk gjørdust rættiliga kløkk og bangin. Tá varð nógv gitt um, hvat hetta mundi vera fyri nakað. Onkur gitti, at ristingarnar kanska mundu stava frá seismikkskjóting. Tá brúktu seismikkskipini nevniliga dynamitt í sínum arbeiði. Eisini varð gitt, at ristingarnar stavaðu frá om- anlopum í undirgrundini - at grót kanska ruddið oman í op í undigrundini. Ein ís- lendskur = jarðfrøðingar, sum kom til Føroya fyri at kanna fyribrigdið, metti tó, at her mundi vera talan um ein jarðskjálvta. Ristingar- nar merktust so væl, ti skjålvtin var serliga grunn- ur, episentrið varð bert góð- an kilometur niðri í und irgrundini. Mett verður, at tann skjålvtin hevur havt eina styrki uppá 2,2. Sjálv- ur máldi íslendingurin eina risting uppá 1,0. Kann seguligt tilfar A Jarðfróðissavninum hava tey sett fólk at kanna søgu- ligt tilfar eitt nú í bløðunum, um ristingar hava verið í Føroyum fyrr. Tað er Tina Mikkelsen, sum tekur sær av hesi uppgávuni og hon sigur, at enn er hon ikki komin fram á nakað, sum bendir á, at tað hava verið jarðskjálvtar í Føroyum í søguligari tíð - við undan- taki av ristingunum i Sud- uroynni fyri meira enn 30 Jarðskjálvtin, sum varð máldur herfyri, var einar 70 kilometrar undir Lúsa- banka. Si pil Tá oljufel- øgini fara at bora við Føroyar um gott og væl eitt ár, verður tað helst í landssynningshorninum av landgrunninum, í nánd av verandi kendu bretsku keldunum. Sí píl Martin Heinesen og Heri Ziska, sum standa fyri tí týdningarmikla arbeiðinum á Jarðfróðissavninum í sambandi við oljuleiting men nú eisini mátingum av jarðskjálvtum við Førovar. A kortinum siggja vit, hvar ristingarnar vórðu i 1967. Her vid Våg. árum síðani. Hon hevði annars verið fegin, um fólk, sum hava hoyrt søgur um ristingar fyrr i tíðini, vilja seta seg í samband við seg. Telefonin er 312306. Jarðfróðissavnið sam- starvar annars við almenna bretska jarðfróðiliga kann- ingarstovnin, „British Geo- logical Survey“. Har eru tey komin nakað áleiðis við tí projektinum, men enn eru eingi tekin til ristingar fyri 1967. Ætlanin er at seta upp fýra mátarar aftrat kring Føroy- ar. Hesir verða í Froðba, Sørvågi, Haldarsvík og í Svínoy. Tað er m.a. GEM- verkætlanin, sum hevur latið stuðul til uppsetingina av mátarunum. Henda verk- ætlan er eitt samstarv mill- um oljufeløg og føroyskar myndugleikar undan fyrstu