hósdagur 21. oktober 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 21. oktober 1999
tíðindablaðið
17
e-mail: sveinurQsosialurin.fo
aA
Tad hevur verið nakað av
ófriði í felagnum hjá Óla
Johannesen hesa vikuna
Mánadagin søgdu fleiri
liðfelagar hjá Óla við
Ekstra-Blaðið, at teir hildu
tað vera best, um felagið
fann sær nýggjan venjara
fyri tann sera nógv virda
Peter Rudbæk.
AGF-venjarin skiftir
næsta summar til meistara-
felagið AaB, har hann skal
vera venjari, og tað halda
fleiri spælarar er ein trup-
ulleiki.
- Vit vita, at hann skjótt
er fortíð, og tað hevur helst
fingið fleiri spælarar at
slaka upp á respektina fyri
honum, sigur ein av spæl-
arunum, Kenny Thorup, við
Ekstra-Blaðið.
Tí halda fleiri spælarar, at
tað heyði verið best, um fel-
agið fann nýggjan venjara
beinanvegin.
Peter Rudbæk verður
mettur at vera ein av bestu
venjarunum í Danmark, og
hann traðkar altíð fram sum
ein væltalandi, skemtiligur
og fyrikomandi venjari, tá
hann er í fjølmidlunum. Eitt
skifti var hann upp á tal sum
danskur landsliðsvenjari,
men so komu Morten Olsen
og Michael Laudrup á pall-
in.
Vil hava ræði
á spælarunum
Fleiri AGF-spælarar vísa á,
at Peter Rudbæk ansar væl
eftir, hvat spælararnir siga
við fjølmidlarnar.
Hann vil helst hava full-
komiligt ræði á tí, sum
spælararnir siga við fjøl-
miðlarnar. Og av tí sama
verður tað sjáldan skrivað
nakað negativt um hann.
Hann er jú sera væltalandi
og skilagóður, sigur Anders
Bjerre.
Eitt dómi um, hvussu Pet-
er Rudbæk stýrir sínum
spælarum, var gívið, tá
AGF fyri 10 døgum síðani
tapti 2-0 fyri Brøndby. Tá
vóru allir spælararnir bidnir
um at koma í skiftirúmið,
og tá hurðin síðani var latin
upp fyri pressufólkunum,
høvdu spælararnir fingið at
vita frá venjaranum, hvat
teir skuldu siga.
— Peter Rudbæk er framúr
góður til at geva eina góða
mynd av felagnum, men
hann virðir tað ikki, um
spælararnir hava eina aðra
hugsan, enn hann hevur,
sigur Gunnar Lind, sum í
løtuni er leigaður Arhus
Fremad. Tað heldur hann
sjálvur komst av, at hann
ikki segði venjaranum frá,
at tveir fótbóltssølumenn
høvdu sett seg í samband
vid hann.
Leggur einki i skaddar
spælarar
Spælarar i AGF, sum hava
verið skaddir, lata illa at
viðferðini, sum teir hava
fingið frá Peter Rudbæk.
Eg haldi, at hann leggur
ov lítið í teir spælararnar,
sum sita uttanfyri. Hann
tosaði lítið við meg, tá eg
gekk skaddur í eitt heilt ár,
sigur Kenny Thorup.
— Ert tú fastur spælari á
liðnum, kanst tú ikki fáa
betri venjara, men ert tú
marginalspælari, so er ikki
líka stuttligt, at hava við
Rudbæk at gera.
Peter Rudbæk vil íkki
gera viðmerkingar til alt tað,
sum spælararnir siga um
hann, men hann vísur á, at í
øllum fyritøkum eru tað 6-
nøgd fólk, og um Ekstra-
Blaðið hevði gjørt ein stórri
innsats, so høvdu teir funnið
enn fleiri ónøgd starvsfólk
í AGF.
— Stjórar í fyritøkum tosa
ikki alla tíðina við sitt ar-
beiðsfólk, men spælararnir
hjá mær hava altíð vita, at
lesið eisini
ítróttin
á netinum
www.sosialurin.fo
' AGF-spælarar vilja av við venjaran
Fótbóltur: Liðfelagar hjá Óla Johann-
esen halda, at leiðslan í AGF skal
finna nýggjan venjara sum skjótast
5 ÞG
hurðin til mína skrivstovu
er opin, um tað er okkurt,
teir vilja tosa við meg um,
sigur Peter Rudbæk
Onkrir spælarar, sum tos
aðu við Ekstra-blaðið mán-
adagin, vóru bidnir um at
koma til samtalu við leiðsl-
una í AGF týsdagin, men
sambært felagnum er lok
lagt á málið, og spælararnir
fáa onga revsing fyri sínar
viðmerkingar.
Og stødan hjá Peter Rud-
Rosenborg tekur oll á bóli
Fótbóltur: Norðmenninir liggja á odda í sínum bólki í Champions League, eftir at teir niður-
spældu týska stórliðið Dortmund tyskvøldid
Tvey norðurlendsk lið
vunnu sær rættin at spæla
í bólkaspælinum í Cham-
pions League í ár, og tað
er eitt sindur ymiskt,
hvussu tey standa seg.
AIK Stockholm úr
Svøriki liggur aftast í sín-
um bólki og hevur bara
fingið eitt stig higartil.
Hinvegin liggur norska
Rosenborg úr Tróndheimi
á odda í sínum bólki, og
norðmenn eru á gosi eftir,
at liðið niðurspældi Bor-
ussia Dortmund tyskvøld-
ið.
Týska stórliðið var eyð-
mýkt á heimavølli, tá norð-
menninir vunnu heili 3-0 og
annars stóðu fyri einum
avrikid, sum norsku fjøl-
miðlarnir í gjár kallaðu tað
støsta í norsku fótbólts-
søguni.
— Tað er ótrúligt, at eitt
lið við norskum spælarum
skal vinna so sannførandi á
einum týskum stórliði við
spælarum úr fleiri londum.
Hetta er størsta norska fót-
bóltsavrikið nakrantíð,
skrivaði blaðið VG í gjár.
Tá Rosenborg skoraði til
3-0, fór helvtin av áskoð-
arafjøldini á fótur og rýmdu
av stadionum. Tað var eitt
mark fyri, hvussu vildu
síggja sítt lið verða eyð-
mýkt.
Vinna
League
Spælararnir hjá Rosenborg
komu heimaftur til Trónd-
heim sum hetjur í gjár, og
nú hevur liðið góðar møgu-
leikar at spæla seg víðari í
Champions League. Rosen-
borg liggur á fremsta plássi
í bólkinum við 8 stigum.
Dortmund og Feyenoord
hava 5 stig og Boavista hev-
ur 2 stig.
Men norðmenn lata seg
ikki noyða við >bara< at
koma víðari í Champions
Leauge.
— Hesin dysturin vísti, at
Rosenborg nú kann vinna
Champions League.
Tað er eingin stórri av-
bjóðing enn dystur móti ein-
um týskum oddaliði á úti-
velli. Nú kann Rosenborg
líta fult á sínar eginleikar
- teir kunnu vinna á
øllum, skrivar VG.
AIK Stockholm spældi
týsdagin móti Fiorentina,
og sviarnir taptu 3-0 fyri
italiumonnunum. AIK
Stockholm hevur fingið
eitt stig í bólkaspælinum
higartil, og teir liggja aft-
ast í sínum bólki. Barce-
lona, sum vann 4-2 á Ars-
enal, er á odda í bólkin-
um. Fiorentina nummar 2
og Arsenal nummar 3.
ek
AAA:
Venjari AGF's, Peter
Rudbæk er i andglett-
inum, m. a. ti at tað
gongur av skriduni hjå
AGF og samstundis skal
nyggjur venjari setast.
Kortini ætlar hann sær
ikki at leggja kongin og
fara
bæk er óbroytt. Hann heidur
fram sum venjari hjá Óla
Johannesen og teimum fram
til næsta summar ek
Rumbul i
Englandi
Telefonnetid i Englandi var
um at brenna saman, tå at-
gongumerkini til stórdystin
millum England og Skot-
land vóru seld týsdagin.
Dysturin, sum fer at avgera
hvat av liðunum sleppur til
EM-endaspælið, verður
spældur á Wembley 17.
november.
Ahugin fyri heusm dyst-
inum er so stórur í Bret-
landi, at ein millión fólk
royndu at skaffa sær at-
gongumerki til dystin. Ein
arbeiðsdagur var avsettur til
at selja tey 80.000 atgong-
umerkini, men tey mongu
sølufélki fingu tidliga frí
týsdagin. Atgongumerkini
vóru seld eftir lítlari lotu.
ek