fríggjadagur 22. oktober 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið
Nr. 201 - 22. oktober 1999
Staturin
i statinum
Dan Petersen, løgtinglismur, heldur tað vera vanvirðing
av fólkaræðinum, at avgerðir hjá yvirfriðingarneyndini
ikki kunnu kærast til dómsvaldið og heldur ikki til løgting
ella landsstýri
JOHN JOHANNESSEN
Eg kann sum tingmaður
als ikki góðtaka, at vit í Før
oyum hava ein stat i stati
ið ikki kann nertast
Hetta sigur tingmadurin
Dan R. Petersen eftir, at um
ráðharrin í ung
svaraði 7 fyri-
amanni
Petersen
Felagið hevur
at tóma Sstoru
i millum Fjarða
Hesum hava fólk
s mótmælt. Men
| Ul utby« id.
n«
)<
og tá nyttar ikki
mótmæla.
Hetta verður
svarinum hjá umhvørvis-
málaráðharranum, Eyðuni
Elttør. Hann vísir á, at av
gerðir hjá lokalu friðingar-
nevndunum kunnu kærast
til yvirfriðingarneyndina
Men samstundis staðfestir
hann, at avgerðirnar hjá
staðfest í
yvirfridingarnevndini eru
endaligar, og kunnu ikki
skjótast inn fyri dómstólar-
nar
Einki fólkaræði
Dan R. Petersen, ið hevur
fingið skirvliga svarið frá
umhvorvismálaráðharran-
um, er heldur, at tað prógv-
ar, at fólkaræðið í Føroyum
verður sett til viks
Eg ætli mær at spyrja
bæði tingfólk og landsstýr-
isfólk, um tey veruliga kun-
nu góðtaka, at vit i Føroyum
hava ein stat í statinum, sig-
ur hann og sipar í hesum
ført til yvirfriðingarneynd-
Harafturat visir Dan R
Petersen á, at orkumálaráð-
harrin, tá hann fyri mánaða
síðani tekk somu spurning-
ar, svaraði, at hann einki
vald hevur á størstu orku
keldu í Føroyum. Hetta
heldur hann vera ógvuliga
logi. Og ikki minni logi
heldur hann tað vera, at um-
hvorvismálaráðharrin í ting-
inum í gjár svaraði, at hann
ikki einki kann gera við eitt
byggifelag, ið setir stór sár
eftir seg í náttúruni.
Hetta er óguliga logi.
Og serstakliga logi haldi eg
tað vera, yvirfriðingar-
nevndin er omanfyri valdið
hjá dómstólunum.
Stórur áhugi
Nú hava bæði orkumálaráð-
harrin, Finnbogi Arge, og
umhvorvismálaráðharrin,
Eyðun Elttør svarað fyri
spurningunum viðvíkjandi
útbyggingini hjá SEV.
Nidurstødan er, at teir einki
kunnu gera fyri at forða fyrr,
at vatnið verður tømt úr åu-
num kring hana, hóast ser-
frødingar vísa á, at hetta er
vandamikið fyrr náttúruna.
So er spurningurin til Dan
R. Petersen, hvat hann nú
ætlar sær at gera við málið.
- Eg ætli mær at reisa
spurningin fyri tinginum,
um tað kann góðtaka, at
fólkaræðið verður sett til
viks, og eg rokni við, at
tingfólk verða upprørd um
hetta mál.
Dan R. Petersen vísir á,
at tá orkumálaráðharrin fyri
mánaða síðani svaraði fyri-
spurningunum um sama
mál, vóru tingfólk ógvuliga
upprørd, og hann væntar, at
tinfólk verða uppaftur meira
upprørd um málið á hesum
sinni.
Dan R. Petersen, ið hevur fingið
skirvliga svarið frå umhvorvismálaráð-
harranum, er heldur, at tað prógvar, at
fólkaræðið í Føroyum verður sett til viks
Krevja vatnið aftur í Vinstraánna
I 50 ár hava bygdafólkini í fjalla-bygdini Skåbu liva vid árinunum eftir vatnorkuútbyggingina av ”Vinstra-ånni ”. Nú
vilja tey hava vatnið aftur í ánna
Gunnar Tore Larsen,
Skábu. Liss Hansen týddi
Utbyggingin av Vinstra-
ånni var ein av teimum
størstu og mest umfatandi
vatnorkuútbyggingunum i
Noregi beint eftir seinna
heimsbardaga. Tiggju fjall-
avøtn vórðu ávirkað frå Tyr-
in og oman til Vinstra. Ain
varð fullkomiliga turrløgd.
Í Skábu í Nord-Fron, Nor-
eg, varð vatnið Olstappen
regulerad, og á tí stóra ferd-
avinnumálinum Kam-foss-
en varð ikki vatndropin eft-
ir. Á staðnum, har tað fyrr
var ein stór skúmandi á, eru
nú bara stórir grásvartir
stemar
- Hetta kundi als ikki hent
nú á døgum, sigur Leif B.
Bjørnstad, seyðabóndin,
sum fór úr høvudsstadnum
fyri at búseta seg í Skábu
fyri fimm árum síðani og er
leiðari fyri konsesjonsutval-
get. Eftir 50 ár við el-fram-
leiðslu av Vinstra-ánni er nú
tíðin komin at kanna, um
naka skal broytast. Tað
stendur í avtaluni. Nú vilja
fólkini í Skábu hava okkurt
aftur fyri teir fyrimunirnar,
tey í sínari tíð hava givið til
stórsamfelagnum.
- Vatnorkuútbyggingin
tók stóran part av grundar-
lagnum fyri framtíðar vinn-
umøguleikum í Skábu, sig-
ur Bjørstad.
- Fiskurin hvarv i Vinstra-
ånni og Olstappen, sum i
sínari tíð vóru kendar fyri
sílini um alt Østlandet.
Møguleikarnir fyri at liv-
bjarga sær við ferðamanna-
vinnu hvurvu, og landbún-
aðurin í bygdini varð nógv
skerdur. Arinini á náttúru,
umhvervi og djóralív eru
ógvuslig, men eru ongantíð
útgreinað.
Leiðarin fyri "konse-
sjonsutvalget” heldur, at tíð-
in nú er komin til at rætta
upp á tær liviumstødur, sum
vóru oyðilagdar fyri 50 ár-
um síðani.
- Eingin í Skábu heldur,
at vit kunnu fáa Vinstra-
ánna aftur, sum hon var. Ol-
stappen verður heldur ong-
antíð aftur líka rík uppá fisk,
sum hon einaferð var. Vit
mugu bara liva við vatnork-
uútbyggingini, men vit
biðja kortini um at fáa rætt-
að upp á nøkur viðurskifti,
sum kunnu bóta uppá skað-
arnar, sum eru gjørdir, so-
leiðis at tey keðiligu árinini
minka. Tað er eisini møgu-
ligt at gera tað, sigur Bjør-
stad.
Meiri vatn
Fólkini í Skábu biðja um,
at tað verður tikið minni
vatn úr Olstappen, at eitt
minstamark verður sett til
vatnmongdina í ovara parti
av Vinstra-ánni, endurgjald
fyri lendið, sum hvarv or-
sakað av útbyggingini, ein
vinnulívsgrunn og eina fak-
liga og grundleggjandi met-
ing av árinunum á náttúruna
og umhvørvinum í økinum.
- Olstappen, sum liggur
mitt i bygdini, verður í løt-
uni mestsum turrløgd
størsta partin av várinum og
fyrru helvt av summrinum.
Vatnið stendur sum ein oyð-
imørk, og tú sleppur turr-
føttur yvirum, ella tú kanst
koyra við bili, um tú vilt,
sigur Bjørnstad. Leiðarin
fyri konsesjonsutvalget vís-
ur eisini á veðurlagsbroyt-
ingarnar og vansarnar sum
koma, eftir at teir fara at
taka vatn í fyrst í marsmán-
aði.
— Tá vatnið verður tikið,
verða nakrar stórar ísfannir
liggjandi, sum køla alt um-
ráðið við fjallavatnið. Urs-
litið er, at vakstrartíðin
minkar við upp til einum
mánaði við teimum fylgj-
um, tað fær fyri landbúnað-
in. Tá so ísurin bráðnar
koma viðhvort beinleiðis
sandstormar úr umráðnum,
sigur Bjørnstad, sum heldur,
at vatnorkuútbyggjararnir
eisini eiga at rudda upp eftir
sær, nú 50 ár eftir at verkið
var liðugtbygt.
- Enn liggja trærøtur o. a.
eftir á teimum niðurbyrgdu
økjunum, og hetta er nakað,
sum hevur kostað fiski-
monnunum á staðnum rætt-
iliga fitt av peningi gjøgn-
um árini, tå hugsað verður
um mistan reiðskap av yms-
um slag. Fleiri av grótbrot-
unum liggja eisini enn sum
opin sár í umhvørvinum,
sigur Bjørnstad.
NVE tekur avgerðirnar
Sjålvt um loyvini nú skulu
endurnýggjast, er tað >Nor-
ges Vassdrags- og Energi-
verk< (NVE) sum avgera,
um tað er neyðugt at revi-
dera. Avgerðin hjá NVE fær
eisini týdning fyri allar hin-
ar utbyggingirnar, sum
vórðu gjørdar fyrst í fimti-
árunum, eins og við
Vinstra-ánni hevur konse-
sjónsavtalur, sum geva høvi
til endurskoðan av livium-
støðunum eftir 50 ár.
- Saman við Nord-Fron
kommunu hevur konse-
sjonsnevndin havt fundir
við Glommens og Laagens
Bruksejerforening, sum
umboðar tey orkufelggini,
sum hava áhuga í Vinstra-
ánni. Tey høvdu eisini ein
kunningarfund í fjør, sigur
Bjørnstad.
- I desembur i fjør søgdu
Glommens og Laagens
Bruksejerforening seg vilja
umhugsa nøkur av krøvu-
num frá fólkunum í Skåbu.
Uppskotið hjá brúks-eig-
arafelagnum merkir í roynd
og veru næstan einki sam-
anborið við teir skaðar, sum
eru hendir við umhvørvi
teirra eftir útbyggingina,
sigur Bjørnstad.
Leiðarin av loyvisnevnd-
ini heldur als ikki, at fólkini
í Skábu eru órímilig, tá tey
nú biðja um eina ávísa rætt-
ing av umstødunum.
— Eftir at hava fingið
stóra = orkumongd úr
Vinstra-ánni í 50 ár, er tað
ikki meiri enn rímuligt, at
stórsamfelagið eigur at
kunna lata nakað, sigur Leif
B. Bjørnstad, sum umboðar
eitt samt bygdasamfelag í
hesi sek.