Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 22. oktober 1999 Yvirfriding- tidindabladid arnevndin evsta vald Tá landsstýrismaðurin í umhvørvismålum í tinginum í gjár svaraði fyrispurningi frá Andriasi Petersen, varð staðfest, at avgerðir hjá yvirfriðingarneyndini ikki kunnu kærast JOHN JOHANNESSEN Hósdagin 23. september boðaðið løgtingsformadurin tinginum frå fyrispurningi frå Andriasi Petersen, vara- manni å tingi fyri Dan R. Petersen. Fyrispurningurin var stílaður til Eyðun Elttør, landsstyrismann i umhvørv- ismålum, og snúi hann seg um útbyggingarætlaniniar, Eiði 3 og Eiði 4, hjá SEV. I tingfundi seinnapartin í gjár svaraði Eyðun Elttør fyrispurninginum, ið inni- bar sjey spurningar. Hildið seg til loyvið Í fyrsts spurninginum varð spurt, um landsstýrismaður- in veit, um SEV hevur hild- ið seg til loyvið til Eiði 3 frá 1983. Til hendan spurningin svaraði landsstýrismaðurin, at um spyrjarin sipar til øk- ið, ið Eiði 3 fevndi um, so hevur landsstýrismaðurin skilt, málið soleiðis, at Vest- urdalur ikki var partur av upprunaligu Eiði 3 ætlanini. Men sipar orðingin til loyvistreytirnar, so hevur yvirfriðingarnevndin í úr- skurði frá 2. juli 1999 stað- fest, at ikki allar treytir í 1983 úrskurðinum eru lok- nar enn. Her er talan um treytirnar 4 - 8. Men víst verður í sama sambandi á, at SEV hevur givið frá- greiding um orsøkirnar til, at so er, og hevur yvirfrið- ingarneyndin síðani mælt til, at SEV lýkur hesar treyt- ir. Landsstýrismaðurin greiddi frá, at SEV ásannar at Vesturdalur ikki var við í upprunaligu Eiði 3 ætlanini, og søkti felagið tí við brævi dagfestum 12. januar 199 um loyvi til framhaldandi vatnorkuútbygging í Eyst- Vit loyva SEV at taka vatnið úr áunum við Funningsfjórð, men uroynni. Hann vísti somu- leiðis á, at Fridingarnevndin fyri Eysturoyar Sýslu gekk umsóknini hjá SEV á móti 18. februar 1999, og varð avgerðin staðfest av yvir- friðingarneyndini 2. juli 1999. SEV skal gjalda I øðrum spurningi verður spurt, um landsstýrismað- urin veit, um SEV hevur hildið tær treytir, sum vórðu álagdar SEV í sambandi við Eiði 3 ætlanina, og um tær ikki eru hildnar, vil Andrias Petersen hava at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri, at tær skulu verða hildnar. Til hetta svaraði lands- stýrismaðurin, at í úrskurð- inum frá yvirfriðingar- nevndini frå 30. desember 1983 verða ymsar treytir settar í sambandi við Eiði 3 ætlanina. Hann segði, at í sambandi við umsóknina um loyvi til núverandi verk- ætlan (Vesturdal), hevur SEV við brævi dagfestum 29. juni 1999 greitt yvir- fridingarnevndini frå, hvussu og f hvønn mun ym- su treytirnar eru hildnar. Sidani greiddi landsstyr- ismadurin frå oman fyri nevnda úrskurðinum frá 2. juli 1999, har yvirfriding- arnevndin sigur, at allar treytir ikki eru loknar enn. Men landsstýrismaðurin vísti á, at fleiri av treytunum frá 1983 einki hava við ver- andi útbygging at gera, men at punkt 8 í 1983 úrskurð- inum áleggur SEV at bera kostnaðin av framhaldandi livfrødiligum kanningum av Funningsfirði. Sidani greiddi landsstyr- ismaðurin frá, at eftir hans- ara tykki, átti stóða at takast til, hvør skal gera hesar kanningar og nær. Hann vísti á, at kanningin sjávsagt skal vera so objektiv og 6- vildug, sum til ber, og mælir hann til samarbeiði vid út- lendskar stovnar å økinum. Tød ikki skolast burtur Í triðja spurningi varð spurt, um landsstýrismaðurin met- ir tað vera rímiligt, at ein stórur partur av vatninum millum Fjarða verður burt- urleiddur, tá havandi er í huga, at hetta er landbúnað- arðki burturav, og at hetta kemur at skapa stórar trup- ulleikar viðvíkjandi tæðing hjá landbúnaðinum í øki- num. Landsstýrismaðurin å- sannaði, at tað undir ávísum umstødum kann vera 6- heppið, um stórir partar av vatninum verða tiknir úr einum øki. Men hann visti á, at yvirfriðingarnevndin hevur havt umstødurnar í huga, tá avgerð varð tikin um málið 2. juli 1999, og segði hann, at upplýst er, at talan verður ikki um at leiða alt vatn burtur. Harafturat vísti lands- stýrismaðurin á, at tað ikki er nøkur góð grundgeving, tå ført verður fram, at um áin verður turr, verður hetta til stóran ampa fyri land- búnaðin, ið ikki sleppur at skola tød burtur. Tí um- hvørvisreglur siga nevni- liga, at taðast skal soleiðis, at hetta ikki elvir til dålking av åum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærhendis. Verður ikki turrlagt I fjórða spurningi varð spurt, um landsstýrið metir tað vera rætt út frá einum vistfrødiligum og rekreativ- um sjónarmiði, at megin- parturin av økinum millum SEV hevur gjørt inntøk úr fjallinum upp í áirnar í Funningsfirði. Pilurin vísir eitt av hesum inntøkum, sum skal føra vatnið, sum annars fór í Funningsfjørd, í Eiðisvatn - og víðari gjøgnum turbinuna og í Sundalagið... Fjarða verður turrlagt. Men í hesum sambandi svarðai landsstýrismaðurin, at hann roknar við, at loyvið frá yvirfridingarnevndini er givið út frá teirri fyritrey, at meginparturin av økinum ikki verður turrlagdur. Attu havt kannað Til spurningin, um lands- stýrismaðurin heldur tað vera rætt, at arbeiðið at leiða vant burtur verður gjørt áðr- enn kanningar eru framdar, svaraði hann, at tað helt hann ikki. Tí vísti hann á, at kanningar eiga at verða gjørdar áðrenn arbeiðið við Vesturdalsá byrjar. Mótmælini onga ávirkan í sætta spurnigi varð spurt, um mótmælini frá hagaán- arunum hava havt ávirkan á avgerð landsstýrismann- sins. Men í hesum spurngi vísti landsstýrismaðurin á, at avgerðirnar hjá yvirfrið- ingarnevndini eru endaligar. Eru vit 50 ár aftanfyri norðmenn? Hesi seinastu árini hevur SEV verið í ferð við at byggja út vatnorkuna í Eysturoynni. Fyrst gjørdu teir verkætlanina »Ei0i-1«, sum fevndi um byrgingina vid Eidisvatn. I hesum døgum eru teir um at vera lidnir vid verk- ætlanina >Eiði-3<, sum fevnir um at bora tunlar gjógnum fjøllini inn eftir vestaru síðu av Funnings- firði, upp í allar áirnar, og føra tær til turbinuna sunn- an fyri Eidi, samstundis vid at teir taka part av >Eiði- 4< uppí >Eiði-3<. Ætlanin hjá teimum er fyribils at steðga við Vest- urdalså, men teir fara óiva at halda fram við >Eiði-4< seinni, sum fevnir um økid frá Vesturdalsá og út á Veðranes. Tá eru allar áir- nar á Eystaru síðuni av Skálafjørðinum turrlagdar. Seinni fara teir helst í holt við at taka >Eiði-2<, sum fevnir um gkið frá Veðra- nesi til har >Eiði-1< tekur við. Tá allar fýra verkætlan- irnar eru liðugt útbygdar, verður allur norðari part- urin av Eysturoynni turr- lagdur, tí hvønn einasta á, og hver einasti løkur verð- ur tíkin við, og førdur gjøgnum tunnlarnar til tur- binuna, sum stendur sunn- an fyri Eiðis bygd. Soleiðis verður øll norðursíðan av Eysturoynni turrløgd á sama hått, sum gjørt var i Mynd: Jens Kristian Vang Gegni í sjeynda spurnigi varðr spurt, um landsstýrismaður- in metir, at gegnið hjá lim- unum í yvirfriðingarneynd- ini er í lagi. Til hetta svaraði hann, at yvirfriðingarneyndin tekur egnar og endaligar avgerðir samsvarandi lógini um nátt- úrufriðing. Hon er ikki til- mælandi myndugleiki. Men landsstýrismaðurin metir tað ikki liggja til sítt máls- oki, at meta um gegnið hjá hesi nevnd. Noregi fyri 50 árum síðani. Í norska blaðnum >Aft- enposten« stóð nú ein dag- in grein, sum greiðir rætti- liga væl frá, hvat er í væntu í Eysturoynni um 50 ár. Vit hava týtt greinina, sum stóð í Aftenposten: