fríggjadagur 22. oktober 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Heimsins besti Gísmundur er
javnan at hoyra í útvarpinum.
Vit hava roynt at fregnast um,
hvussu hann trívist her í Foroyum
Jákup Mørk
Seinastu tíðina hava Katrin og Jonna í barnaløtuni
havt vitjan av Gísmundi 2 ferðir hvorja viku. Nógv
eru børnini, sum hesa lotu sita við útvarpstólið, har
tey við andakt sita og lurta eftir, hvorjar sogur hann
veit at siga teimum.
Hittu ikki Gísmund
Vit hava roynt at fingið fatur á Gísmundi, men hann
hevur ikki verið at hitta. Tískil hava vit tosað við
Katrin og Jonnu, fyri at vita, hvat tær vita at siga
okkum um Gísmund.
Gísmundur kemur sjálvsagt úr Gíslandi. Eingin
veit, hvar hetta land liggur. Heldur ikki er nakar,
sum veit, hvussu hann er komin til Foroya, men tær
Einasta mynd,
ið finst av Gísmundi
Hann sigur seg altíð hava droymt um, at sleppa at
vera útvarpsvertur hjá barnaløtuni, og hann er
sjálvsagt ovurfegin, nú hann hevur fingið hetta
starv
Býr í einum kassa
Nú Gísmundur er í Foroyum, heldur hann til í ein-
um kassa niðri í plátusavninum hjá Útvarpinum, og
tað sigst vera sera sjáldan, at hann sníkir seg úr
hesum. Sjálvandi kemur hann tó upp, tá barnaløtan
er á skránni, men annars er tað eingin, sum hevur
sæð hann
Onkuntíð man hann tó hava sníkt seg út, tí hann
veit altíð eina rúgvu um, hvat gongur fyri seg
uttanfyri, eins og hann hevur sæð eina rúgvu av
ymsum lutum. Hann er heldur ikki serliga stórur, so
hann hevur ivaleyst lætt við at krógva seg, tá hann
úti í býnum
Reypar nógv
Eingin veit at siga, hvussu gamal Gísmundur er. Tó
er púra vist, at hann hevur eitt barnsligt lyndi, og
ofta hevur hann hug at spyrja um ymiskt, sum
børnini halda er býtt at spyrja um. Hann er tó ikk
nakar býttlingur, men dugir hin vegin væl at síggja
hvussu býtt vaksin fólk eru viðhvort
Annars kunu tær báðar siga okkum, at Gísmundur
etur vanligan mat, eins og vit onnur. Hann hevur
ofta hug til at reypa nakað nógv, og sum dømi um
hetta nevna tær, at sjålvt um hann í næstan hvørjari
sending fortelur, hvussu nógv kaffi hann drekkur
so hava tær ongan tíð sæð hann fingið sær so
mikið sum ein smakk.
At enda siga tær báðar, at tær eru sera fegnar um
at hava Gismund í útvarpsstovuni, og lítið er at iv-
ast í, at børnini eisini eru fegin um hetta
báðar halda seg kenna á sær, at Gísmundur
kanska fer at avdúka hetta onkran dagin.
AR
ANE
Utvarpanin hevur
hækkað orðaskiftið
á tingi
Orðaskiftið á tingi um Hvítubók farg-
ar alla farnu viku. Tað er gott, at vit
fáa høvi til at lurta eftir ósensurerað-
um orðaskifti úr okkara fólkavalda
løgtingi. Er stoðið á rødunum ikki
hækkað tey seinastu fáu árini? Eru
ikki tey, sum stinga síni egnu í rygg-
in ella koma við persónligum útspill-
ingum við at fækkast á tingi?
Gjøgnum útvarpið fær vanligi føroy-
ingurin høvi til at hoyra, hvor ið
roynir at loysa politisku trupulleikar-
nar, og hvor ið bara er við tí ringa
orðinum. Hetta er gott og sunt fyri
okkum øll.
Vetrarskráirnar hjá fjølmidlunum eru
á tremur, og hesin ummælarin
verður noyddur at velja - lat okkum
siga - ein tíma um dagin. Her eru
spurnarkappingar, barnasendingar,
morgunsendingar, bestubitar, eydn-
uspøl, ungdómssendingar, 0. s. f.
Seks í Rútara er stuttligt spæl fyri
allar aldursbólkar. Poul Jákup
Thomsen dugir sera væl at vera
vertur, og hyggjarin sleppur (fyri
eina ferð skyld) at brúka sín lítla
heila fyri at gita, hvor ið krógvar seg
á tí sundurpettaðu myndini. Gott er
at oll, sum sleppa til, vinna okkurt.
Slept uppá fjall
Fríggjakvoldið 15. okt var sokallað
"Millumsending" í sjónvarpinum.
Hetta vóru avbera góðar
filmsupptokur heiman av Sandi.
Sjáldsamur tónleikur (japanskur -
foroyskur?).
Men tú verður sum hyggjari sleptur
upp á fjall av teimum vantandi
upplýsingunum um tað, tú sært.
Hvor hevur filmað? Hver er tónleik-
urin? Hvat er hetta í heila tíkið fyri
nakað? |fylla? Hetta er ein aftur-
vendandi trupulleiki í sjónvarpinum.
Tónleikur er í tykkara verð mestur
sum bara ífylla, og tað er bæði synd
og skomm.
At brúka hendurnar er ein lívstreyt
hjá nógvum okkara. Tí er tað so
sera stuttligt at síggja sendingar
sum hana leygardagin 16. okt, har
maðurin Leth inni í sínum heima-
verkstaði við tí gamla
snikkarabonkinum leggur okkum lag
á, hvussu vit skulu bera okkum at,
tá vit biksa við eitthvort.
Tað er vælgerandi at síggja livandi
menniskju fáast við annað enn
knøttar og knappar.
Sjónvarpskokkarnar havi eg ikki
enn havt hovi til at síggja, men tað
gleði eg meg til. Aftur eitt dømi um
fólk, sum duga at brúka hendurnar
og hugflogið, og duga at skapa nak-
að, sum bæði gleðir eygað, smakkin
og luktin.
Motorar hevur hesin ummælarin
ikki nógv skil fyri. Kortini sat hann
sum negldur og fylgdi við í "Maðurin
og motorarnir". Aftur eitt dømi um,
hvussu lívsjáttandi tað er at skapa
nakað við hondunum. Olivar Rasm-
ussen "brendi" fyri hesum áhuga-
num, motorunum, og sanniliga um
hann ikki í sendingini fekk lív í aftur
ein 100 ára gamlan Hein-motor.
Hann, motorurin, ljóðaði sum fínasti
tónleikur. Teir gomlu motorarnir hava
eitt vakurt ljóð og eina góða rútmu.
Teir minna ein aftur á tað ýðjandi
lívið um várarnar úti við Høgukai í
Havn - millum snurriváðsbátar, jollur
og sjómenn úr Álesund.
Olivar Rasmussen hevur við sínum
motorsavni gjort alt forarbeiðið til
eina attraktión í heimsklassa: eitt
Oddvør
Johansen, i»
rithøvund-
ur, skrivar
museum, sum fer at dragsa hópatal
av bæði útlendingum og før-
oyingum, leikum og lærdum inn å
gólvið. Kanska kundi sendingin verið
klipt oðrvísi. Fyrra helvtin var eitt
sindur orkymlandi í so máta.
Besta brotið í Degi og Viku hesa
vikuna var undanfilmurin úr Fugloy,
har menn eru í Skorðunum eftir
seyði. Fyri ein sum dagliga gongur
og "melur millum húsini í Havn" er
hetta sanniliga ein kulturskelkur av
fyrstu skuffu. Hårini reisa seg å
høvdinum, og ein fær tann tankan,
at hetta áttu oll at verðið tvingað til
at síggja.
Oddver Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva Útsjón