Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið Goymdu kjarnorku- vapn í hvørjum króki Undir kalda krígnum goymdi USA kjarnorkuvápn í 27 londum kring heimin. Etlanin var at bumba Sovjetsamveldid sundur og saman, brast kríggj á mill- um eystur og vestur ta DumDan n vegur aftur Amerikumenn goymdu í y túsundtals kjarn orkubumbur kring heimin, g teir ætlaðu fullkomiliga at oyðile a Sovjetsam veldið, um kríggj brast á Ein nýggj kanning, sum tríggir amerikanskir gransk- arar hava gjørt av áður loyn iligum skjølum hjá Penta- ísa, at amerikumenn son. Visa goymdu kjarnorkuvåpn og lutir til hesi í 27 londum kring heimin Og USA smæddist ikki við at goyma kjarnorkulød- ajørð lógu kjarnorkuvápn, sum skuldu brúkast í einum møguligum kriggi við eyst urheimin Eitt av hesum londunum var okkara grannaland Is- land, har amerikumenn, sambært kanningini hjá am- erikansku granskarunum, goymdu bædi kjarnorku bumbur og lødingarnar til hesar eitt skifti í 50'unum, uttan at nakar íslendingur visti um hetta Tann dag i dag nokta am- erikumenn fyri, at kjarnork- uvåpn nakrantíð hava verið goymd á íslenskari jørð. Best goymdu loyndarmálini avdúka Tað er virda tíðarritið The Bulletin of the Atomic Sci- eina hjá , Sum ava arbeitt við at la kjarnorkupoli hjá USA undir tm Tá hugsað verður um, at stórur ansur altíð hevur verið veittur kjarnorkuváp num, kann tað tykjast logið, at vit í grundini hava vitað so lítið um, hvar, hvussu og nær USA hevur goymt kjarnorkuvåpn uttanlands, siga teir triggir, sum hava gjørt kanningina, sum verð- ur rópt "Where they were". Men nú teir hava fingið fatur á einum loyniligum skjali, sum amerikanska verjumálaráðið Pentagon hevur verið noytt at leys- geva, eru teir førir fyri at avdúka nøkur av teimum bestu goymdu kjarnorku- loyndarmálunum hjá amer- ikansku stjórnini. Og hesar avdúkingar vísa, at USA goymdi kjarnorku- våpn í so viðkvomum stød- um sum Íslandi, Grønlandi, Japan og Taiwan. Men øll frágreiðingin hjá granskarunum byggir á, at teir sjálvir hava verið noyddir at funnið fram til tey ymsu londini. Pentagon upplýsti navnið á nýggju støðum, har USA goymdi kjarnorkuvápn, meðan tað var stríkað út yvir hini 18 støðin. - Men tað hevur ikki verið serliga trupult at seta nøvn á tey londini, halda gransk- ararnir. Týskland var høvudsstød Vesturtyskland hýsti nógv størsta talinum av kjarnork- uvåpnunum, sum USA flutti út um síni egnu landamørk, og tað komst av, at landið lá dygst upp at fíggindanum eystantyri 21 ymisk sløg av kjarn- orkulødingum vóru goymd í Vesturtýsklandi frá 1955,0g tann dag í dag eru nógvar av hesum lødingum framvegis at finna í Týsk- landi. Sum heild heyði USA nógv kjarnorkuvápn í Eur- opa, og tá talið var upp á tað mesta — tað var í 1971 vóru 7,300 kjarnorkubum- bur á goymslu í europeisku NATO-londunum Umframt Týskland, har okkurt um helvtina av bumbunum vórðu goymdar, vóru hesar bumbur eisini goymdar í Belgía, Grikka- landi, Italia, Hollandi og Furkalandi Amerikumenn sjálvir = kjarnorkuvåpnini undir sínum valdi - á ser ligum støðum, har strangt vaktarhald allatíðina var Men seint i 50'unum av gjørdi USA, at teir vildu lata nakað av síni vitan til tey sameindu londini í Europa, og tí fingu fólk haðani ven ing í at brúka kjarnorku vapnin Eitt skifti høvdu tyskir tlogskiparar sjålvir kjarn orkubumbur undir hond, tå serligar støður uppstóðu, men hetta vildi John F Kennedy ikki vita av, og hann syrgdi fyri, at strangari eftirlit varð við kjarnorku- vápnunum. høvdu Island vid i spælinum Island var sambært ameri- kansku frágreiðingini eitt av londunum, har USA goymdi bæði kjarnorku- bumbur og lødingarnar til tær. Og hendan avdúkingin kemur fullkomiliga óvart á bæði íslendingar og onnur, tí USA hevur allatíðina tví- hildið um, at kjarnorkuvápn hava ongantíð verið á ís- lendskari jørð. Sambært frágreiðingini goymdi USA kjarnorku- bumbur á stødini í Keflavík frá februar mánaði í 1956 til juní mánaða í 1966. Frá september í 1956 til desem- ber í 1959 vóru kjarnorku- lødingarnar til bumburnar eisini at finna á stødini stutt frá Reykjavík. Ísland hevur altíð havt ein politikk, sum hevur gingið ímóti brúki og goymslu av kjarnorkuvápnum, men sambært frárgeiðingini virdu amerikumenn hetta ikki. Íslendingar hava fleiri ferðir fingið at vita úr USA, at kjarnorkuvápn ongantíð hava verið í landinum, og eftir at amerikanska frå- greiðingin fyrr í vikuni vildi verða við, at hesi vápn hava verið í Íslandi, hava íslend- ingar enn einaferð vent sær Nr. 201 - 22. oktober 1999 USA ger royndir við Pershing-rakettum í 1967 til anerikumenn. David Oddson segði i Alt- inginum fyrradagin, at USA enn einaferð hevur sagt ís lendingum, at teir hava ikki goymt kjarnorkuvápn í Ís landi, og hetta lítur Oddson d Ein av amerikansku granskarunum sigur, at teir eru sannførdir um, at kjan orkuvåpn hava verið i Is landi, og hann visur å, at USA áður hevur avsannað. at slík vápn hava verið í Grønlandi. Seinni mátti USA viðurkenna, at tað hava verið kjarnorkuvápn í Grønlandi, og tað fer helst eisini at henda viðvíkjandi Íslandi, heldur hann. Grønlendskar avdukingar Amerikansku granskararnir siga í teirra frágreiðing, at Danmark er tað landið, sum hevur kannað sína kjarnork- usøgu best, og teir vísa á, danir hava sjálvir langt síð- ani fingið staðfest, at USA goymdi kjarnorkuvåpn í Grønlandi. Ein kanning hjá tveimum donskum serfrødingum av- dúkaði í 1995, at kjarnork- uvápn vóru goymd í Grøn- landi. Danski verjumálráð- harrin, Niels Helveg Peter- sen, helt stutt eftir at hendan frágreiðingin var komin fram, ein tíðindafund í Keypmannhavn, har eisini amerikanski verjumálaráð- harrin, William Perry, var hjástaddur. Teir báðir avsannaðu, at kjarnorkuvápn vóru goymd í Grønlandi, men teir vátt- aðu, at amerikansk flogfør høvdu flogið yvir Grønlandi við kjarnorkubumbum um- borð. Í 1968 datt eitt amer- ikanskt flogfar niður í Grøn- landi; umborð vóru fýra kjarnorkubumbur. 10 dagar seinni sendi William Perry danska verj- umálaráðharranum eitt bræv, har hann mátti við- ganga, at kjarnorkuvápn høvdu verið goymd í Grøn- landi í 1958. Hóast Perry vildi hava innihaldið í bræv- inum at verða loyniligt, legði Niels Helveg Petersen tað alment fram. Ein nevnd var sett at kanna málið, skjól vóru funnin fram, og ein umfatandi frágreiðing skriva um málið Amerikansku granskarar- nir halda tó, at tað fram vegis er okkurt í kjarnorku søguni hjá Danmark, sum kundi verið kannað nærri Vanlukkur við kjarnorkubumbum Frágreiðingin "Where they were" vísur, at flutningurin av kjarnorkuvápnunum ikki altíð var so tryggur, sum hann skuldi verða. Tá USA í 1950 skuldi flyta eina kjarnorkubumbu uttan løding — til Guam datt flogfarið nidur, stutt eft- ir at tað var farið á flog úr California. 12 av teimum 20 fólkunum umborð lótu lív og í alt doyðu 19 fólk og 58 fingu skaðar í ødiliga brest- inum, tá kjarnorkubumban fór í luftina. Trýstið frá brestinum kundi merkjast einar 50 kilometrar burtur, men almenna frágreiðingin hjá herinum var, at tað vóru 10 vanligar bumbur sum fóru í luftina samstundis, tá flogfarið datt niður. I 1968 datt eitt amerik- anskt flogfar niður i Grøn- landi, og i 1950 fekk eitt amerikanskt flogfar motor- trupulleikar yvir Kanada. Umborð var ein kjarnorku- umba uttan løding. Avgjørt var at sleppa bumbuna i eina stora å, og tå bumban var komin langt undir vatn, brustu amerikumenn hana. Ristingarnar í økinum vóru ødiligar, men aftur hesaferð søgdu amerikumenn, at tal- an var um eina vanliga bumbu, og sannleikin um hesa hending kom ikki fram fyrr enn 40 ár seinni. Við nýggju amerikansku frágreiðingini er nýggj vitan komin fram um ágangandi kjarnorkupolitikkin hjá USA , men granskararnir aftan fyri frágreiðingina halda, at enn er nógv eftir at kanna og fáa greiðu á.