fríggjadagur 22. oktober 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 22. oktober 1999
tíðindablaðið
Spara 10% við lemmum úr Vagi
— Skiparin á stóra flakatrolaranum úr
Klaksvík, Skálaberg, hevur bara
góðar royndir av teimum nýggju trol-
lemmunum úr Vági
AKI BERTHOLDSEN
Hetta var ein góð iløga.
Róin Biskopstø, skipari á
Skálaberg, úr Klaksvík,
angrar ikki, at teir gjørdi av
at fáa sær teir nýggju trol-
lemmarnar úr Vági umborð
á hendan stóra flakatrolar-
an.
Tað var fyri nókrum árum
síðani, at teir á Skálaberg
gjørdi av at skifta teir van-
ligu lemmarnar út við teir
nýggju úr Vági.
Og tað hava hava teir bara
havt góðar royndir av.
Lemmarnar úr Vági eru
nýskapandi í alheims fiski-
vinnuni, tí teir eru gjørdir
eftir heilt nýggjum grund-
reglum.
Tað er flågviverkfrøding-
urin, Helgi Larsen, sum he-
vur uppfunnið teir.
Hann hevur nevniliga
brúkt vitan sina um um luft-
streymar, tá ið hann formaði
nýggju lemmarnar.
Og tað stóra patentið við
teimum, er, at teir eru gjørd-
ir útfrá tí grundreglu, at
somu lógir eru galdandi í
vatni sum í luftini.
Síðani lemmarnir komu
fram, hava teir vakt ans víða
hvar, bæði her heima og
uttanlands.
Millum teir stóru bátarnir,
sum hava útvegað sær teir
nýggju lemmarnar, eru teir
bæaðir stóru flakatrolararnir
í Klaksvík, Skálaberg og
Sundaberg.
Vit vóru teir fyrru at fáa
okkum hesar nýggju lemm-
arnar Men vit reypaðu so
nógv av téimum, at Sunda-
berg fekk sær eisini nýggjar
lemmar úr Vági, sigur Róin
Biskopstø.
Nógv lættari at fáast
við
Skiparin á Skálaberg sigur,
at tað eru fleiri stórir fyri-
munir við teimum nýggju
lemmunum.
Teir eru nógv lættari at
fáast við enn teir gomlu
vóru.
Eitt nú ber tað til at
royna á nógv verri botni enn
vit kundu fyrr.
Har vit fyrr ofta stóðu
fastir, kunnu vit nú toga
uttan trupulleikar.
Helst kemur tað av tí,
at teir ganga teir ikki so fast
í botninum, sum teir gomlu.
Men teir eru eisini nógv
lættari at hála og enn er tað
ongantíð komið fyri at tað
er blivið óklárt hjá okkum
ella farið runt, tá ið vit hava
skotið.
Spara 10% í olju
Men ikki minst heldur skip-
arin á Skálaberg, at ein stór-
ur fyrimunur er, at teir
nýggju lemmarnir krevja
væl minni motororku enn
teir gomlu gjørdu, tá ið toga
verður.
Og tað førir við sær, at
teir spara heilt fitt av olju
við hesum nýggju lemmun-
um
— Tað hevur víst seg, at
síðani vit fingu hesar
nýggju lemmarnar, er olju-
nýtslan hjá okkum fallin 9-
10%, sigur Róin Biskopstø.
Og tað er ikki so heilt
lítið.
Tí Skálaberg brúkar um-
leið 10 tons um døgnid.
Sostatt gera teir nýggju
lemmarnar, at Skálaberg
sparir eitt tons av olju um
Få
Teir nýggju trollemmarnir úr Vági hava vakt ans. Eisini
teir stóru flakatrolararnir í Klaksvík hava sera góðar
royndir av teimum
døgnid, tað eru 1.000 litrar
Og tað munar tá ið rokn-
skapurin skal gerast upp á
nýggjárinum, tí hvor liturin
kostar kostar 1,50 krónur,
ella har á leið. Tvs, at Skála-
berg sparir 1.000 - 1.500
krónur um dagin í olju.
Hinvegin kunnu aðrir
trolarar, teir minnu, sum eis-
ini hava brúkt teir nýggju
lemmarnar, vísa á eina en
stórri sparing í oljunytsluni,
síðani teir eru farnir at brúka
teir nýggju lemmarnar.
Tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa fatur á Sunda-
berg. Men eftir, hvat skilst,
hava teir somu góðu royndir
av nýggju lemmunum, sum
Skálaberg hevur
Hava fiskað 365 tons
Teir á Skálaberg siga, at
hinvegin hava teir nýggju
lemmarnir ikki ført við sær,
at teir hava fiskað meir.
Men skiparin vísir eisini
á, at enn eru teir ikki vísir í,
at teir hava fingið ta réttu
stødina umborð.
Vit eru kortini so mikið
væl nøgdir við hesar nýggju
lemmarnar, at vit hava bí-
lagt okkum nýggjar.
Men teir eru stórri enn
teir, vit hava nú.
Og tá kann tað henda,
at tað eisini fer at vísa seg
aftur í betri fiskiskapi, sigur
Róin Biskopsto.
Hann sigur, at lemmarnir,
sum Sundaberg hevur fing
ið, eru stórri enn teir á
Skálaberg, men fiskiskap-
urin hjá Sundaberg hevur
eisini verið heldur frægari
enn tann hjá Skálaberg
Annars er ikki tann heilt
stóri fiskiskapurin eystan-
fyri í løtuni, tó at tað er
hampiligt kortini.
Tad eru nú tveir mánaðir
síðani Skálaberg fór hend-
an túrin og higartil hava teir
fingið 365 tons av flaki.
Teir ætla at fiska í tveir
mánaðir afturat og at koma
heim til jóla
Býráð í Suðuroy biðja figgjarnevndina
um tveir túrar við Smyrli — hvønn dag
- Peningur kann útvegast við at hækka ferðaavgjaldið á flogvøllinum, heldur býráðsformaður
AKI BERTHOLDSEN
Smyril skal sigla ímillum
Suðuroynna og Havnina
tvær ferðir hvønn dag - alt
árið.
Hetta er boðskapurin frá
teimum báðum býráðunum
í Suðuroynni til fíggjar-
nevnd løgtingsins.
Býráðið í Vági og á Tvor-
oyri hava tí sent fíggjar-
nevndini eitt bræv, har heitt
verður á hana um at hækka
játtanina til suðuroyarsigl-
ingina so at Smyril kann
sigla ímillum Havnina og
” Suðuroynna tvær ferðir um
dagin, hvønn dag, alt árið.
Hesa áheitanina er so ætl-
anin at figgjarnevndin skal
taka við í viðgerðini, nú hon
fær fíggjarlógaruppskotið
fyri næsta ár til viðgerðar.
Í fjør sendi Tvøroyrar Bý-
ráð figgjarnevndini eina
sama slag áheitan
Og Páll Vang, býráðsfor-
maður, gevur hesum æruna
fyri, at játtanin til suduroy-
arsiglingina hækkaði so
frægt í ár, at tað bar til at
sigla tvær ferðir ímillum
Havnina og Suðuroy eisini
mánadag og hósdag í alt
summar.
Hesir túrarnir komu aft-
urat dupulttúrunum, sum
frammanundan vóru miku-
dag, friggjadag, leygardag
og sunnudag i summar.
Må ikki hækka
Annars åtalar Påll Vang ætl-
anina at hækka ferðaseðla-
prisin og farmagjaldið hjá
Strandferðsluni, sum ætlan-
in er, tí at jåttanin er ov lág.
— Tosað hevur verið um
at hækka prísin á ferðaseðl-
um einar 10 krónur, um-
framt at farmagjaldið verð-
ur dýrari.
Men suðuroyingar
mugu gera púra greitt, at tað
verður ikki góðtikið.
— Í løtuni verða suðuroy-
ingar viðfarnir sum triðja-
floks borgarar. Og sleppur
Strandferðslan at hækka
prísirnar, hava løtingslimir
og landsstýrismaður bitið
høvdid av allari skomm,
sigur Býráðsformaðurin á
Tvøroyri.
Hann sigur, at gongdin i
prisunum må verða tann
beint øvugta, tí tað er neyð-
ugt at lækka prísirnar, skal
útjaðaranum verða lív lag-
að. Endamálið má sjálvandi
vera, at tað til seinast verður
ókeypis at sigla við Strand
ferðsluni og at flyta frakt.
Tí fyri mær er eru ferjurnar
ikki ødrvisi enn landsveg-
irnir norðanfjørðs.
- Men norðanfyri kann
farmur sendast norðast úr
Eysturoynni til syðst á
Streymoy fyri onki Men tað
kunnu tey, sum skuu brúka
skipini, ikki.
Og eitt húski úr Eysturoy,
tvey, vaksin og tvey børn,
sum skulu úr Fuglafirði til
Havnar í bili, gera tað fyri
onki, hóast tey bæði brúka
veg, brúgv og berghol, men
eitt húski úr Suðuroy skal
betala 520 krónur.
Hetta er ikki javnrætt-
ur. Og at hækka farmagjald-
ið er steinur omaná byrðu
hjá vinnulívinum í útjaðar-
anum og ger kappingarførid
enn verri.
Eitt nú veit hann dómi um
eitt alibrúk í Suðuroy, sum
hevur 850.000 krónur meiri
í útreiðslum um árið enn eitt
alibrúk í meginøkinum
hevði.
Ti má løgtingid jåtta
neyduga peningin og å-
leggja landsstyrismannin-
um at nokta Strandferðsluni
at hækka prisirnar.
Manglar peningur, kann
hann útvegast við at hækka
ferðaavgjaldið á flogvølli-
num 80 krónur, tí tað gevur
átta milliónir, uttan at nakar
leggur merki til tað.
dem
OLSENS BANDENS
SIDSTE STIK
A DAS
ERKKRI>
gr NORTON
Ka
MALKOVICH
SIDSTE SPIL
FRA SKABERNE AF
BA OG DUMMERE
2 ”KINGPIN
[HIN RED LINI
VILD MED MARY
Leiga videofilmar å hesum stødum:
Statoilstødin i Gundadali tel
Statoilstødin í Kollafirði tel
Statoilstødin i Saltangarå tel
Statoilstødin i Klaksvik tel
Statoilstødin i Sørvågi tel
Statoilstødin i Skålabotni tel
Statoilstødin i Leirvik tel
Ó STATOIL
stødirnar kring landið
314770
421083
449133
457353
332001
441200
443360