fríggjadagur 22. oktober 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ÍA
Nr. 201 - 22. oktober 1999
Hondbóltur: Neistin sýndi til tíðir satt meist-
araspæl í fyrra hálvleiki, men í seinna sett
vestmenningar alt upp á pláss
Neistin-VÍF 20-27 (15-11)
JÁKUP MORK
Tá farið varð til hálvleiks í dyst-
inum millum mansliðini hjá Neist-
anum og VIF, hoyrdust graml um,
at hetta neistaliðið sá út til at hava
møguleikan fyri ti stóra í hesum
kappingarárinum. Skal rætt vera
rætt, so var eisini líkt til, at opti-
mistisku áskoðararnir høvdu okk-
urt at grunda sínar vónir á.
Við fullari ferð
Neisin byrjaði nevnliga á júst
sama hátt, sum teir gjørdu ímóti
hoyvíkingum fyri 10 døgum síð-
ant við at fáa eina 5-1 leiðslu bein-
anvegin. Hesu ferð sá eisini út til,
at høvdu lært nakað av tí dystin-
um, tí vestmenningarnir fingu
ongan tíð rættuligan frið til at
koma aftur í aftur fyrra umfarið,
og hóast teir ta einu løtuna fingu
4 mál á rað, so hevði neistaliðið
alla tíðina eina trygga leiðslu.
Líkt var til, at neistavenjarin
heyði bøtt nógv um verjupartin
seinastu venjingartimarnar, og
sera væl varð ansað eftir, at Sámal
Joensen ikki kundi seta ferð á, fyri
síðani at leggja eitt lop afturat
sínum 2 metrum áðrenn hann
langaði til. Tá vestmenningarnir
so endiliga komu igjøgnum, stóð
Bogi Hendriksen fyri teimum, og
tá hann hevur ein sovorðnan dag,
sum hann hevði mikudagin, gerst
lívið ofta súrt hjá mótstøðumonn-
unum.
Einastu løtuna VIF beit frå sær
hetta umfarið, var tá Ingi brádliga
fór at hugsa meira um at skjóta
mál enn at spæla viðleikarar til
skot. Hann skeyt 3 mál á rað, har-
av serliga málið til 7-12 var ein
sonn perla, har hann við sínum
lætta fótskifti sendi alla neista-
verjuna eftir hæli, áðrenn hann
langaði bóltin í málið.
Í hinum endanum vóru vest-
menningar ivaleyst sera fegnir
um, at Bárður Nielsen, sum hesu
ferð varð valdur fram um Eli
Miiller, stóð seg eins væl, og tå
hann sunnudagin kom inn í dyst-
inum móti Kyndli. Fleiri ferðir
helt hann vestmenningar nøkun-
lunda inni í dystinum við bjarg-
ingum, tá neistamenninir vórðu
spældir upp til skot, og tað hendi
ofta, við tað at teir bláklæddu
sýndu sera skjótt, og til tíðir smart
álopsspæl.
Hamskift
Hvat Hjalmar Klein Olsen, sum
nú er venjari, hevur sagt við sínar
leikarar í steðginum, er ikki gott
at vita. Í hvussu so er vóru teir
fullkomuliga hamskiftir, tá teir
komu úr umklæðingarrúminum.
Eitt er, at neistamenninir ikki tókt-
ust at vera eins avgjørdir seinna
umfarið, men vestmenningarnir
vóru ikki sinnaðir at geva teimum
frið í so mikið sum eitt sekund í
seinna umfarinum.
Sjúrður kom inn at styrkja um
verjupartin, og brádliga fór VIF
at eta burtur av leiðsluni, sum
Neistin heyði vunnið sær í fyrra
hálvleiki. Eftir 8 minuttir stóð á
jøvnum 16-16, og hóast Neistin
so dánt megnaði at fylgja við til
tíðindablaðið
e-mail: sveinurØsosialurin.fo
19-20, so hevði tå nú varhugan
av, at VIF nú av álvara fór at spíla
ség út
Tað gjørdu teir so sanniliga, og
neistaliðið, sum nú tóktist meira
og meira mótfallið, byrjaði brádl-
iga at gera eitt hav av tekniskum
feilum, sjålvt tá teir ikki vórðu
settir undir trýst av ágangandi
verjuni hjá vestmenningum.
Í eini seinastu roynd at venda
dystinum sendi neistavenjarin Pet-
ur Magnusson inn at verja málið,
men hóast hann hevdi onkrar g60-
ar bjargingar, fekk hann so at siga
einki gjørt fyri at forða fyri eyð-
mýkingini.
Seinastu 10 minuttirnar fekk
VIF 8 mál, ímeðan Neistin fekk
1, og sigur hetta ivaleyst alt um,
hvussu leikur fór hesa løtuna. Teir
bláu høvdu nú givið skarvin yvir,
og hóast munurin í tólum ikki var
so stórur alla tíðina, varð als eing
in ivi um, at stigini bæði fóru til
Vestmanna
Glottar og tó
Neistin vísti í byrjanini stóra fram-
gongd í verjupartinum, sæð í mun
til undanfarna dyst, men tað eigur
ikki at koma fyri hjá einum liðið,
sum ætlar sær at enda í toppinum,
at talan er ein slíkan kollektivan
niðurtúr. Eftir at hava verið greitt
oman á fyrstu 20 minuttirnar,
taptu teir seinastu 40 minuttirnar
við 8 - 22!
Eg havi ilt við at finna orð fyri,
hvussu vestmenningar vendu
19
lesið eisini
ítróttin
á netinum
www.sosialurin.fo
Ótrúliga væl komið afturíaftur
Alopið hjá VíF koyrdi sum
smurt, men verjan koyrdi enn
betur í dystinum móti Neistan-
um mikukvøldid. Havnamenn-
inir fingu bara fimm mål i
seinna hålvleiki
Mynd: Alvur Haraldsen
dystinum, men talan varð um eitt
satt lidavrik. Allikavæl kann eg
ikki bara mær fyri at nevna teir
triggjar Harald, Inga og Såmal i
álopspartinum, ímeðan Sjúrður
var ein sannur brandur í verju
partinum.
Eitt, sum eisini má sigast at vera
undrunarvert, er at vestmenn
ingarnir megnaðu at spæla somik
ið aggresivt í verjupartinum so at
siga allan seinna hålvleik. Allur
leikararnir góvu seg 100%, og
neistaliðið fekk ongantíð frið til
at koyra bóltin runt, og tá teir
endiliga komu fram við verjuni,
tók Bárður tað sum var. Neista
liðið hevði 3 brotskøst í dystin
um, og eftir at Bárður heyði tikið
tey bæði fyrstu. slapp Eli inn at
»orØna« tað seinasta
Snøgt sagt riggaði alt sum tað
skuldi í seinna hálvleiki, og verður
hetta lagið framyvir, skulu hini
liðini arbeiða hart fyri at kunna
gera nakað sum helst við teir
Málskjúttar:
Neistin: Finnur Hansson 6, Aki Ol-
sen 4, Heini Joensen 4, Elmar Osá
3, Regin Didriksen 2, Karl O. Andre-
asen Í
VIF: Ingi Olsen 8, Harald Bjørgvin
7, Sámal Joensen 5, Johnny Joensen
3, Martin Hummeland 2, Petur F
Joensen og Agnar Joensen I
Brotskest: Neistin 3
Gul kort: Neistin 3 - VIF 3
Utvisingar: Neistin 3 - VIF 3
Dómarar: Hanus Kúrberg og
Hans Thomassen
SD
me
Av ti at Esbjerg fekk stig i dystinum måti AaB miku-
kvøldid føru Oli Johannesen og AGF nidurum strikuna
AGF niðanfyri strikuna
Fótbóltur: Oli Johannesen og liðfelagarnir liggja nú á
niðurflytingarplássi
Mikukvøldid datt AGF nið-
ur um nidurflytingarstrik-
una í superliguni, og tað
gjørdu teir, hóast teir ikki
spældu.
Tað gjørdi hinvegin aft-
asta liðið í deildini. Esbjerg,
spældi mikukvøldid útsetta
dystin ímóti meistaraliðnum
AaB, og við einum javnleiki
togaðu teir seg upp um nið-
urflytingarstrikuna.
Dysturin, sum var spæld-
ur í vesturjútska býnum, var
vánaligur, og hann endaði
eisini málleysur. Venjarin
hjá Esbjerg helt eftir dystin
fyri, at dysturin var tann
vánaligasti hjá Esbjerg í
superliguni. Men hetta var
dysturin, sum sendi Esbjerg
upp um bæði Vejle og AGF.
Bert eitt stig er á muni
millum trý tey aftastu liðini,
men ístaðin fyri at liggja
beint omanfyri niðurflyt-
ingarstrikuna, liggja Oli Jo-
hannesen og teir nú undir
strikuni, og tað er týðandi
munur — í hvussu so er, tá
kappingin er av.
Vejle leggur saman
Í vikuni varð kunngjørt, at
pe
ec
Vejle, Kolding og Freder-
icia frå næsta summari fara
at leggja saman og spæla
undir navninum FC Tre-
kanten.
Avgerdin um hetta er tik-
in eftir, at Vejle hevur staðið
seg so illa í hesum kapp-
ingarárinum, og fyrra hálvár
hevði felagið eitt undirskot
upp á 4,7 milliónir krónur.
Okkurt mátti gerast, og
leiðslan í Vejle hevur tí leit-
að sær hjálp frá øðrum fel-
øgum í umráðnum
Nýggja samstarvið skal
syrgja fyri, at Vejle (og hini
bæði feløgini) kunnu verða
við í toppinum í donskum
fótbólti
Gjørdu vit ikki hetta,
var vandi fyri at Vejle flutti
fleiri deildir niður. Nú hava
vit aftur sett ferð á frameftir,
sigur Henrik Lund, sum
verður stjóri í nýggja felag
num.
Felagsliðið í Jútandi var
skiftandi at hava heimavøll
í Vejle og Kolding, meðan
bíðað verður eftir, at nýtt
stadion verður bygt
Og frá næsta summar! er
navnið Vejle burtur
fremstu rød í donskum fót
bólti, um aðalfundirnir í
teimum trimum feløgunum
góðkenna samanleggingina