Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið Nr. 201 - 22. oktober 1999 Neistakvinnurnar fingu bank Hondbóltur: Áskoðararnir til dystin mikukvøldid fingu okkurt at skriva um til dagbókadagin. Tað man vera langt síð- sum talan varð um í hesum dysti amt at I. Neistin-VIF 14-24 (5-11) JAåkUP MORK Neistakvinnurnar fingu ein dyggan undir vangan, tå tær mikud: gin tóku ímóti vest- nnagentunum. Beinan- sin frå byrjan sást, at tær gulu úr Vestmanna vóru nógv grammar! og kvikari. Tá Nestin harumframt misti ettt av bestu álopskortunum, við tað at Katrin Dam á Neystabo koykti fótin eftir tveimum minuttum, lá lík- asum í luftini, at hetta kundi gerast dekan ov tungt fyri havnargenturnar. V Frá fyrsta bríksli VIF byrjaði eisini nógv bet- ur, og tá Neistin fekk fyrsta málið, eftir 10 minuttir, hevði Oluvå Djurhuus longu verið 4 ferðir inni i meskunum eftir bóltinum. Stílurin var so at siga longu lagdur hesa fyrstu lotuna, og vestmannagenturnar litu ongan tíð aftur um bak, tað sum eftir var av dystinum. Se vóru tað tær báð- loana og Jacklin, sum se sær imillum meira og meira rådaleysa Neista- liðið. Av teimum 11 målun- um, sum VIF fekk henda hålvleikin, fingu tær bådar 5 hvør. Tå vestmannagenturnar i vikuskiftinum leiktu móti hinum havnarlidnum, skriv- aðu vit, at høgra verjusíða teirra var sera opin. Soleiðis var eisni mikudagin, men heldur ikki neistakvinnur- nar megnaðu at gera sær dælt av hesum. Tao fyrstu lotuna spældi Mildrid Jac- obsen á vinstra vongi, men hóast hon hevði fleir møgu- leikar, fekk hon bert tað eina málið. Síðani varð roynt kvinnulið Neistans hevur fingið ein sovorðnan umgang, Ioana Råpa å veg igjøgnum verjuna hjå Neistanum. Vestmannakvinnur fingu i posa og i sekk tå tær — burtur år Neistanum eina løtu vid Gudny Næs, men heldur ikki hon fekk stórvegis burtur úr. Tá hetta er sagt, skal tó eisini viðmerkjast, at mál- verjin hjá mótstøðuliðnum eisini eigur stóran heiður, fyri at taka allar tær mongu royndir, sum vórðu tveittar eftir henni frá vonginum. Sama skilið annað umfarið ; Seinna hålvleik byrjadi VIF har tær sleptu i fyrra, og tå hålvleikurin var hålvrunnin høvdu tær skotid 6 mål, i- medan Nestin bert hevdi tveitt eitt brotskast i vest- mannamålid. Seinastu løtuna tóku tær gulu sær av løttum, og hóast Neistin teir sidstu 15 min- uttirnar fekk fleiri mål enn yvirmaktin, so hevdi hetta einans kosmetiskan ty ídning fyri úrslitið. VÍF fekk eisini í seinna hálvleiki víst, at tær hóast nógv tos um tað øv- ugta, hava aðrar streingir at spæla upp á enn Jacklin og Joanu. Neistin royndi nevn- iliga at mansverja báðar tvær samstundi, men hetta vidførdi einans, betri pláss varð til restina av viðleik- arum teirra. Eingin kundi hótta Við tað at Katrin so at siga ikki var við í dystinum, var tað nærum bert Inga á Neistaliðnum, sum kundi hótta við skotum úti frá. Mikudagin mátti hon tó sanna, at skotini ikki sótu so væl, sum tey onkun tíð hava gjørt, og var fleiri ferð- ir, at bólturin støkk í træ- verkið og út, ístaðin fyri inn. Tá Inga so eina løta eisini varð mansvard, varð neista- liðið so at siga lamið, hvat viðvíkti skothóttanum. Marj- un Jógvansdóttir royndi seg nakrar ferðir, men heldur ikki hjá henni vildi bólturin fara inn. Tað tykist kortini løgid, at skothóttaninar frå Neist- anum eru so fåar og spjadd- ar. Beinta og Birita Wardum hava i hvussu so er hæddina Mynd: Ålvur Haraldsen til at gera seg galdandi, men ivaleyst er hetta eisini ein spurningur um sjålvsålit. I hvussu so er var tað sera sjáldan at tær royndu seg, og tá hetta so endiliga varð gjørt, var tað ongantíð meira enn hálvhjartað. Annað skinn um bak Hjá VIF tykist hetta ikki at verða nakar trupulleiki. Io- ana og Jacklin hava báðar eina ødiliga skotstyrki, at teirra sjálvsálit breiðir seg eisini til restina av liðnum, soleiðis at tær tora at spæla nógv meira frigjørt. Til tíðir gekk spælið sera væl, hóast tað eisini vóru nøkur tekn- isk lýti. Tað einu ferðina vóru tær t.d. 6 móti 3, ors- akað av at Neistin hevði 3 útvísingar samstundis, uttan at tær megnaðu at skjóta upp á mál. Verjan riggaði eisini sera væl, og og hóast Neistin gjørdu verjuuppgávuna 6- neyduga lætta, skal einki takast frå vestmannagentun- um fyri tað. Liðið er eisini rættuliga ungt, so tað áttu at verið góðir møguleikar fyri at ment einstøku leik- ararnar, umframt saman- spælið teirra millum, so samanumtikid kann hetta gerast eitt rættuliga spenn- andi kappingarár fyri kvinn- uliðið hjá vestmenningum. Neistakvinnurnar skulu hinvegin taka annað skinn um bak, skulu tær standa seg nøkunlunda í kapping- ini. Skulu tær megna nakað sum helst móti ovaru lið- unum í kappingini, verða tær noyddar at geva seg minst 100% í hverjum dysti, soleiðis sum gjørt varð, tá tær seinasta viku- skifti mundu >stolið< bæði stigini frá VB. Málskjúttar: Neistin: Inga F. Danberg 5 (3), Mildrid Jacobsen 3, Gunnleyg Berg 2, Bjørg Patursson, Marjun Jógvans- dóttir, Susan Brockie og Birita Wardum | VIF: loana Rapa 10 (3), Jacklin Durhuus 7, Eyðna Johannesen 3, Frida Jo- hannesen, Oluvå Poulsen, Angeli Joensen og Randi Kurberg | Brotskøst: Neistin 4 - VÍF 3 Gul kort: Neistin I - VIF 3 Utvisingar: Neistin 5 - VIF 3 Diskvalifikatiónir: Neistin 1 Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Fyrstu stigini í sog- uni hjá Tjaldur Hondbóltur: Menninir hjá Tjaldri fingu við sigrinum á KÍF mikukvøldid fyrstu stigini nakrantíð KÍF-Tjaldur 19-23 (11-11) SVEINUR TRÓNDARSON Tað var ikki hissini uppgáva Sverri Justinussen tók á seg tá hann tók við sum venjari í ár, bæði tí at tað gekst so illa í hond í fjør, og ti at eingin veruliga visti hvor fór at spæla við Tjaldri í ár Tá venjingin byrjaði vóru bara fimm mans til venjing, men útlit vóru til at aðrir - og sterkari - leikarar komu til. og við tí í huga vóru vónirnar fyri ári góðar. Og nú tríggjar vikur eftir at kappingin fór í gongd eru metingarnar hjá Tjaldurs- monnum gingnar út, ti fyrstu stigini nakrantíð eru komin til høldar við sigri á KIF í dystinum mikukvøld- 10. Verjan tett Men hvor er so orsøkin til at at runavíkingar nú knapp- liga eru farnir at vinna? - Vit hava fingið spælarar sum styrkja munandi um verjupartin. Bæði Elias Hansen og Tummas Magn- ussen eru stórir og sterkir spælarar og roynast væl í verjuni og tað ger, at vit betri eru førir fyri at standa ímóti álopstrýstinum, sigur Sverri Justinussen, sum leggur afturat, at Henning Jarnskor í málinum eisini er ein fongur hjá teimum. Sverri leggur eisini aftur- at, at dysturin mikukvøldid visir, at Tjaldri als ikki er so illa fyri, sum fólk hjalda, og at tað eftir ollum at dóma fer at vera munandi torførari at fáa stig móti fjarbúgvun- um í år enn í fjør. Sekstan mans til venjing Sum vera mann fegnast venjarin hjá Tjaldri um sigurin mikukvoldið, tí sum hann sigur, so er tað móti teimum niðaru liðunum at stigini fyrst og fremst skulu fåast. — Vit hava ikki havt tað besta útgangsstøði, tí í byrjanini møttu bara fimm mans til venjing, og tað er alt ov lítið. Men tað eru treytirnar tá menninir eisini spæla fótbólt. Nú er vend komin í av álvara og í seinastu viku vóru ikki færri en 16 mans til venjin, sigur Sverri Justinussen at enda. Málskjúttar: KIF: Petur M. Johansen 7, Egil Steintórson 5, Emil Petersen 3, Jákup Dam 2, Petur M. Poulsen 1, Vagn- ur Johannesen I Tjaldur: Sverri Justinussen 8, Tummas Magnussen 6, Elias Hansen 5, Pole Han- sen 2, Súni Fríði Johanne- sen 1, Arnfinn Langgaard 1 Brotskest: KÍF 2, Tjaldur 3 Ávaringar: KÍF 2 „Tjaldur 3 Útvísingar: KÍF 2, Tjaldur 3 Burturvísing: Tjaldur | Dómarar: Hjalmar Peter- sen og Kristian Johansen Arnfinn Langgaard fekk reytt kort fyri at kjakast við dómararnar um eina útvísing! savnsmynd