fríggjadagur 22. oktober 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 22. oktober 1999
tíðindablaðið
Hjalmar nýggjur venjari hjá VIF
Hondbóltur: Daniel Rápa er farin frá sum venjari hjá
fyrsta mansliði hjá vestmenningum, og Hjalmar Klein
Olsen hevur tikið við eftir hann
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað var ikki eitið á elddópur
sum venjari Hjalmar Klein
Olsen fekk.
Lið hansaravar aftanfyri
15-11 í steðginum, men tá
Hanus á Hans bríkslaðu fyri
seinastu ferð var úrslitið 27-
20 til VIF.
Tað var tí ein sjónliga
fegin venjari vit fingu orð á
eftir dystin.
— Orsøkin til skifti er, at
leikararnir á fyrsta liði vildu
hava eitt skifti. Kemiin
millum leikarar og venjara
var ikki til staðar longur, og
tí hildu leikararnir at tað var
neyðugt við einari broyting,
sigur Hjalmar Klein Olsen.
Men hvørjar royndir hev-
ur tú til at gerast venjari?
— Ongar! Men eg havi
spælt hondbólt í so nógv ár,
at eg havi fingið nógvar
royndir tann vegin, og har-
afturat havi eg tikið ymiskt
til mín frá teimum venjarum
eg havi vant undir, sigur
Hjalmar Klein Olsen
hevur tikið við sum
venjari hjá VÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Hjalmar Klein Olsen, sum
eitt nú hevur vant undir Leif
Mikkelsen, sum hevur verið
danskur landsliðsvenjari, og
júst nú hevur avloyst á hes-
um plássi eina tíð.
Rápa verið óheppin
Tað kann ikki sigast annað
enn, at Rápa hevur verið
stak óheppin síðani hann
kom til Vestmanna.
— Ætalanin var, at hann
skuldi spæla, men hann
hevur havt so nógvar skað-
ar, at tað als ikki hevur borið
til. Í ár var so ætlanin, at
hann skuldi spæla og eg
skuldi sita á beinkinum og
leiða dystirnar, sigur Hjalm-
ar Klein Olsen
Nú gjørdist hetta veru-
leiki á ein annan hátt enn
upprunaliga ætla, men fyri
tað fer Hjalmar at fáa alla
hjálp frá Rápa, sum tilber.
— Vit hava einki >úti-
standandi<, og hann hevur
lovað mær, at eg kann fáa
tað at vita frá honum, sum
eg havi brúk fyri.
"Nýggi venjarin hjá VÍF
vónar at tað fer at bera til
hjá Rapa at koma við sum
spælari tá hann er frískur av
skaðanum.
Tað verður Jákup Dur-
huus, sum verður skiftileid-
ari hjá VIF, meðan Daniel
Rápa fer at taka sær av venj-
ingini av fyrsta kvinnuliði
hjá vestmenningum, saman
við konuni loanu.
Stórt vonbrot í Liktinstein
U-16 landsliðið: Avrikid var einki at reypa av, tá årgangurin, sum altíð hevur
verið mettur at vera ein hin besti, hevdi síðsta høvi at vísa síni kynstur
Seinnapartin í gjár skuldu
u-16 dreingirnir koma aftur
í Vágar, eftir at teir í vikuni
hava verið við í EM undan-
kapping í Liktinstein. Í fyrr-
adagin spældu teir seinna
dystin. Hann var ímóti vert-
unum, sum vunnu 1—0, og
undan fráferðini úr Liktin-
stein varð ikki fjalt yvir, at
føroysku spælararnir vóru
sera vónbrotnir.
— Avrikið hesa ferð var
ikki á hædd við tað, sum
hesir dreingirnir ofta hava
víst. Teir hava ofta spælt
næstan javnt ímóti tjóðum,
sum verða roknaðar at vera
nógv betri, enn vit. Tapini
hava verið tepur, og tað er
meiri enn so komið fyri, at
vit ikki hava hildið, at eydn-
an hevur verið við.
Hetta segði Jógvan Mart-
in Olsen úr Liktinstein.
Hann hevur havt við U-16
landsliðið at gera síðani
1994. Fram til og við 1998
var hann venjari. Í ár hevur
Mattias Davidsen havt
ábyrgdina og og harvið valt
liðið.
Nógvir av spælarunum á
liðnum eru teir somu, sum
vóru við í fjør, og burtursæð
frá fýra, so var dysturin í-
móti Liktinstein síðsti møg-
uleikin hjá øllum hinum at
royna seg á u-16 landsliðn-
um:
— Okkara dreingir spældu
heilt greitt betri ímóti Finn-
landi, enn teir gjørdu ímóti
Liktinstein. Tað gekk ov
seint fyri seg, og tí bar tað
næstan ikki til at koma
igjøgnum í borðunum.
Onkrir møguleikar
Sambært Jógvani Martin
Olsen var talan um eina
javna uppgerð, har føroy-
ingar høvdu bóltin stórra
partin av tíðini, og har bæði
liðini høvdu einar tríggjar
målmøguleikar í part. I 1.
hålvleiki sendu føroyingar
eitt frispark i stólpan og so
út av vøllinum, og í 2. hålv-
leiki raktu teir eina ferð i
stólpan. Liktinstein rakti
eina ferð í stólpan, og ret-
urbólturin varð úr góðari
støðu sendur upp um málið.
Einasta málið kom, tá ein
hálvur tími var farin. Før-
oyingarnir mistu á miðjuni,
og í skjótum mótálopi
spældi = heimaliðið seg
ígjógnum. Styrkin hjá L ikt-
instein lá i, at tríggir teir
fremstu spælararnir vóru
heilt góðir. Aftaru menninir
frætta vit vóru at tosa við,
men tað eydnaðist altso ikki
at fáa mál ímóti teimum.
Vagnur Mohr Mortensen
fekk bóltin í netið eftir horn-
aspark. Tað var fimm min-
uttir eftir, at heimaliðið
hevði skorað. Dómarin koll-
dømdi málið, men føroy-
ingarnir søgdu seg ikki vita,
hví málið ikki var góðkent.
Í dag fara Liktinstein og
Finnland at spæla um, hvat
av teimum báðu liðunum
skal halda fram í kapping-
ini. Finnland vann mána-
dagin 3—1 ímóti Føroyum.
Føroyska liðið sá soleiðis
út ímóti Liktinstein: Pól
Næs Joensen, B36 — Arn-
hold Berg, Skáli, Kristian á
Lakjuni, KI, Vagnur Mohr
Mortensen, HB, Elfinn Ørv-
arodd, SIF — Jann Ingi Pet-
ersen, B68, Hjalgrim Elttør,
KI, Simun Joensen, lidfor-
maður, KI, Sólbjørn Olsen,
B36 (Atli Danielsen, KI,
60.) — Jón Rói Jacobsen,
HB, Bjarni Jørgensen, HB.
jh
21
i | eikárar
uveljast!
| samband við at stór gallaveitsla verður hildin leygar-
dagin 30. oktober 1999, skipar Sosialurin fyri atkvødu-
greiðslu, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan
um, hverji vóru bestu leikarar og dómarar i føroyskum
1. deildarfótbólti í farna kappingarári
Atkvødur kunnu latast okkum við at utfylla atkvødu-
seðilin niðanfyri, og senda okkum hann á fax nr. 314720
ella við posti til
Tíðindablaðið Sosialurin, postsmoga 76, 110 Tórshavn.
Eisini ber til at senda okkum atkvødur við telduposti á
fotboltæsosialurin.fo.
Drigid verdur millum innkomnu atkvødurnar, og hepni
vinnarin fær ein túr til fótbóltsdyst uttanlands
Vinnararnir av atkvoðugreiðsluni verða avdúkaðir á galla-
veitsluni, og skulu atkvødurnar tiskil vera okkum í hendi
í seinasta lagi friggjadagin 29. oktober 1999 á miðdegi
ÁRSINS LEIKARI
[>
Kvinnur
LALA
ennen
ÁRSINS MÁLVERJI
Kvinnur ;
nine
2222...ennenABR
f
: ÅRSINS VERJULEIKARI :
: Kvinnur :
: Menn :
)
: ARSINS MIÐVALLARLEIKARI 24
: Kvinnur :
: Menn z
*
Kvinnur
BASKSRRERARSRKRARRRRRSASKAA RA
4 ….
ele AL NED) )}
: ARSINS ALOYPARI
#
»
Menn
Fasuan sno nt 0E BORDS EO 0SASRAT STERN DER ORDO…
i
»
p
.
.
*
PE ØR,
we)
: ÁRSINS STJØRNUSKOT y
: Menn :
peresobsenrenennnennMR
: ÅRSINS VENJARI
.
TILL
: Menn
”snansnsenn es nsnv een TOR n EEK ONS RE ORDOEDARDEASE
ÅRSINS DOMARI
RA
Kvinnur
FRDURSGEDERORSTRSORSUNSRUS RUE RUG RD REVUE
er
………”e
)