leygardagur 23. oktober 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
i ST-aðalskr
Sameindu Tjóðir hava fødingardag í
morgin. Felagsskapurin, sum Føroyar
gerast limir í, verða ætlanir
landsstýrisins framdar í verki, hevur
nú í 54 ár virkað fyri friði og semju
og móti kríggi, fåtækradømi og ólesi
arin, sum tók við í 1997
HOGNI MOHR
Nógv hevur verið gjørt burt-
ur úr ST, síðani orðaskiftið
um Hvítubók fór av barka
stokki í lærarskúlanum her
fyri. Beinleiðis orsøkin til
nógvu umtaluna, flagg og
stong hava fingið millum
føroyskar politikarar, er
landsstýrismaðurin i sjálv
stýrismálum. A kjakfundi
endurgav hann alheims tíð
indastovuna Reuter fyri at
siga, at hitt 186. flaggi við
ST-høvudsborgina í New
York eftir øllum at dóma fór
at verður føroyska Merkið
Tað verða føroyingar, ið
sleppa at taka hesa avgerð.
men undir øllum umstødum
er ST-dagur í morgin 24
oktober.
Greið aðalendamál
Hendan dagin í 1945 tá oyð
andi leiktólini á kriggspall
inum umsíðir vóru tagnað
og kólnað so frægt, at tjald
ið kundi verða drigið fyri,
varð ST-sáttmálin undir
skrivaður. Seinni Heimsbar-
dagi var nú farin í søguna.
og lond og leiðarar vóru
skelkað. Milliónir høvdu
latið lív og stórir partar av
Evropa lógu í sori.
Tey 26 londini, ið undir-
skrivaðu formliga ST-sátt-
málan á hesum degi høvdu
longu í 1942 tikið undir við
aðalendamálinum, tá um-
boðsfólk hittust til fundar í
Washington. Øll kendi tey
ein tørv á einum sterkum
felagsskapi, ið kundi stuði
að upp undir frið, og royna
at steðga kriggi og bardøg
um í komandi tíðum
Sameindu Tjóðir hava
nøkur greitt skilgreinað
aðalendamál. At varðveita
frið í heiminum. At knýta
friðarlig sambond millum
lond. At berjast móti fátæk
radømi og ólesi. At stríðast
fyri rættindum og frælsi
hins einstaka. Felagskapur-
in skal harumframt virka
sum tingingarstaður alra
landa. ið skal stuðla upp
undir, at hesi røkka fram
ímóti tí, tey hava sett sær
fyri
Einans fræls lond, ið eru
vidurkend í alheims høpi
kunnu fáa limaskap í ST. I
dag eru 185 lond limir i ST,
og verða Føroyar sostatt
186. limalandi, verður ætlan
landsstýrisins framd í verki.
aðalfundum hevur hvort
landi bert eina atkvødu. A-
hugavert er, at Kina, har 0.u.
I 2 milliardir fólk búgva og
Føroyar við sínum 45.000
sálum, høvdu staðið åjøvn í
styrki á hesum fundum.
Frá Lie til Annan
Andlit Sameindu Tjóða á al-
heims pallinum er aðal-
skrivarin. Tey 54 árini, fel-
agsskapurin hevur verið til,
Nr. 202 - 23. oktober 1999
T-dagur í morgin
hava 7 aðalskrivarar verið.
Fyrstur var norðmaðurin,
Trygvi Lie, sum sat í 6 ár
Honum á baki kom aftur ein
norðurlendingur. Tað var
hin so navnframi Dag Ham
erskjøll, ið var aðalskrivari
í samfull 8 ár. til hann í 1961
doyði í flogvanlukku á afri
kanska = meginlandinum.
Burmesin, U Thant, tók síð-
ani um endan. U Thant var
aðalskrivari til 1971.
maðurin. ið hevur
longst í sessinum
Maðurin. sum tók við
starvinum eftir burmesan
var hin seinni so umstríddi
eysturríkarin, Kurt Wald
heim, sum seinni gjørdist
forseti í Eysturríki. men alla
sína politisku tíð noyddist
at stríðast ímóti fortíð síni
sum nasistiskur yvirmaður
Í ST-aðalskrivaraembæti
num megnaði hann kortini
at sita í 9 år, frå 1972 til
1981 tá Javier Péres de
Cuéllar úr suðurameri-
kanska landinum Peru
gjørdist aðalskrivari. Péres
røkti starvið í 9 år men av-
loysarin, hin tvínevndi
Boutros Boutros-Ghali úr
Egyptalandi, ið var hildin at
vera ov veikur til starvid,
var einans aðalskrivari í tíð
arskeiðinum 1992-96. tá ST
valdi sær ein annan; Kofi
Annan úr Ghana, sum
kanska verður maðurin ið
fer at taka í hondina á Før
og er
SItið
oya Løgmanni og bjóða fø
oyingum vælkomnum á a
tjóða pallin.
Leikluturin hjá aðalskri
aranum er m.a. at leggja n
fyri trygdarráðið, me
hann onkran trupulleika s
álvarsaman, at heimsfriðu
in er í vanda. Harumfrai
kann hann taka mál upp í
viðgerðar á aðalfundunun
Mangan sæst aðalskrivari
sum semingsmaður í poli
tísku brennideplum heims
ins.
ST-dagurin verður hildi
kring allan knøttin í morgin
og í flestu londum verður
flaggið vundið í húnar hátt
Eisini her í Føroyum verðu!
Merkið vundið á stong ti
tess at vísa felagsskapinun
virðing og minna fólk
góðu endamálini
Kósin er sett móti fullveldinum Føroyar
alvstyr
dir føroyingar standa
studla hvørjum
ødrum, ti mótstóðan er
um vit vilja
land og
sjålvandi skulu vit sjålvi
styra hesum landinum. Vit
hava okkara egnu søgu,
okkara egna mål, okkara
egnu mentan og her búgva
væl útbúgvin-, dugnalig- og
røsk fólk
I framtíðini skulu vit ikki
selja okkum fyri ein posa
okkara
tí tað eru onnur
lívsvirði, sum hava nógv
stórri týding og geva okkum
rikidømi. Virði av
stoltleikanum, virði aw
frælsinum og virði av at
umboða
av pengum,
stórri
okkum sjálvi í al-
tjóðasamstarvi kunnu ikki
roknast í pengum, tey hava
lógv stórri virði enn so. Vit
vilja ikki longur byggja
samfelagið á falskt
kreditvirði. Vit eiga eitt ríkt
land og megna saktans at
framleiða eins nóg og onnur
lond, tað einasta sum skal
til er trúgv og vilji
Føroya fólki vanvirt
Føroyar eru å einum vega-
móti. Vit stevna beina kós
móti fullveldinum Føroy-
um. Hetta er eitt stig å leid-
ini til at stovnseta Tjóðveld-
ið Føroyar, sum eftir øllum
røttum langt síðan átti at
veri stovnað.
Okkara forfedrar strídd-
ust fyri at varveita tað ið
føroyskt er. Teir stríddust
fyrr, at vit kundu tosa okk-
ara móðurmál í kirkjum og
skålum, teir stríddust fyri at
sleppa at flagga við merki-
num og teir stríddust fyri
einum sjálvbjargnum Før-
oyum. Teir sigraðu. Før-
oyska málið doyði ikki út,
merkið veitrar í dag og hin
14. september í 1946 segði
fólki ja til, at Føroyar loysti
frá Danmark.
At vit ikki loystu í 1946,
er tí at danska yvirmaktin
og føroyskir politikkarar
vanvirdu fólkaræðið. I stað-
in fingu vit heimastýrislóg-
ina, sum varð vrakað við
fólkaatkvøðuna. Minniluta-
fólkaræðið sigraði.
Stríðið helt áfram við
Tjóðveldisflokkinum á
odda. Men måtstødan var
hørð og skitin. Sambands-
kreftirnar fingu sær hjálp frá
dønum og NATO, fyri at
tjóðveldisflokkurin ikki
skuldi koma til valdið. Her
var talan um lutvíst koloni-
veldi, við sambandskreftu-
num sum einaveldismynd-
ugleika umboðandi danir og
við stuðuli frá teimum.
Hesaferð skal røkka
Hóast óreiðiligu métstødu-
na doyði frælsisandin í før-
oyinginum ikki. Vit skulu
skjótt aftur á fólkaatkvgðu
og hesaferð skal rókka. Men
vit skulu vita, at mótstóðan
verður hørð. Longu nú hava
sambandskreftirnar leitað
sær hjálp í Danmark og teir
eru glaðir, tá ið danskir pol-
itikkarar siga seg vilja mót-
arbeiða einari føroyskari
loysing. Eg veit ikki um
NATO eisini er við í leiki-
num hesaferð, men eitt er
so greitt, at danir saman við
føroysku sambandskreftu-
num, gera alt fyri at steðga
fullveldisætlanini. Danir
vita væl, hvat virði Føroyar
hava og vilja tí eiga okkum.
Føroysku sambandskreftir-
nar halda hinvegin ikki, at
vit hava nakað virði.
Hesaferð skal fullveldið
náast, hóast harða mót-
stóðu. Ta komandi tíðina
mugu allir sjálvstýrissinn-
aðir føroyingar bera síni
sjónarmið fram. Skrivið,
yrkið, syngið og brúkið
annars øll evni tykkum er
borið til. Eydnast ikki hes-
aferð, muga vit bíða leingi.
Um nøkur ár taka vit
næsta stigið og stovna Tjóð-
veldið Føroyar. Vit kunnu
tá vera stolt av, at vit strídd-
ust fyri einum frælsum Før-
oyum og kunnu kenna stolt-
leikan at kalla okkum eina
frælsa tjóð.
Rói Joensen
Formaður í
Norðstreymoyar Unga
Tjóðveldi