leygardagur 23. oktober 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 23. oktober 1999
tíðindablaðið
Ríkisfelagsskapurin ein táta:
Rottulortar, smágrót og grús
Fyrrverandi íslendski forset-
in hevur funnið gomul eina-
handilshús í Keypmanna-
havn, sum hon nú hevur ætl-
anir um at seta í stand saman
við øðrum líkasinnaðum.
Umleið 100 mió. kr. er hetta
umvælingararbeiði mett at
fara at kosta
Ætlanin er at húsið skal
nýtast sum islendsk, føroysk
og norsk miðstøð til varð-
veitslu av mentunarvirðinum
og ikki minst minninum um
danska einaveldis handilin.
Norðmenn hava longu
boðað frå, at teir ikki eru
sinnaðir at verða við í hes-
um »projekti«. Fyristødu-
maðurin á føroysku Viðskift-
astovuni í Keypmannahavn
sigur seg luttaka, sum før-
oyskt umboð? Danskir stats-
menn, eldri og yngri millum
teirra Bernstorff virkandi
fyri 200 árum síðani fyri
fremjan av fríum handli og
sigling á høvunum.
Teirra hugsanir vunnu
frama hjá stjórnini í Keyp-
mannahavn.
Talan varð um avtøku av
kongaliga einahandlinum.
Handilsfólk í Keypmanna-
havn órógvaðust av hesum
og sendu stjórnini mótmæl-
isskriv í 1793, sum millum
annað segði »Byen Køben-
havn er for sin eksistens helt
og aldelels
denne handel. Ikke alene
København, men også bønd-
erne udenom byen som hvert
år afsætter mere end 8000
tønder korn til denne handel,
korn som eller er utjeneligt
til menneskeføde, fuldt af
rottelort, småsten og grus,
som det er«. ,
Handilin við Ísland varð
avtikin, meðan føroyingar
måttu halda fram vid at eta
hetta korn sum bleiv skýrt
»utjeneligt til menneskeføde,
fuldt af rottelort, småsten og
grus«, í 60 ár aftrat.
Danski landbúnaðurin
hevði einkarrætt til kornsølu
>i den sgnderfjeldske
Norge< til 1814. Í øldir
tugdu íslendingar og føroy-
ingar seg gjøgnum hetta sum
langt frá kann kallast mann-
afødi, og vóru á henda hátt
við til at fíggja byggjan og
dagliga raksturin av donsk-
um harragørdum. Frá 1780-
1783 doyði millum ein trið-
ingur og helvtin av íslendska
fólkinum í hungri, kulda og
ðrum ólukkum.
Fyri umleið 100 árum síð-
ani fluttu túsundtals íslend-
ingar til USA og Canada, tí
stødan var vorðin so hættus-
lig. Føroyingar sum vunnu
til dagin á Eystlandinum sóu
við egnum eygum, hvussu
neyðarsligt og illa stødd
fólkið har á leiðini var um
hetta mundi.
Latir, likasælir føroying-
ar og grønlendingar
Kongalig kanningarnevnd
var í 1840-unum sett at
kanna um hugsast kundi, at
føroyingar kundu fara undir
havfiskiskap. Urslit: Ohugs-
andi. Nidurstødan var, at før-
oyingar vóru ov latir og lík-
asælir. Ein líknandi kann-
afhængig af
ingarnevnd varð sett í 1940-
unum, at kanna um grøn-
lendingar kundu fara undir
havfiskiskap. Nidurstødan
var tann sama. Ohugsandi -
ov latir og likasælir.
Friur handil
I 1840-unum kannaðu
danskir myndugleikar um
føroyingar ynsktu at sleppa
av við einahandilin. Urslit:
Allir søgdu nei, uttan í Suðri,
har søgdu teir ja.
1856 var fyri abba mín
størsta árið í lívi hansara.
>Einahandilin avtikin<
»Hann føddur« Grosserers-
societet i København« sendi
frammanundan skriv til
stjørnina og visti å g60ar inn-
tøkumøguleikar teirra um
einahandilin varð avtikin.
Soleiðis hendi tað
Loysing
I 1918 togaðust íslendingar
og danir um loysing ella ikki.
Tað árið hevði »Konser-
vativt Parti< fund í Grundt-
vigs Hus< í Studiestræde í
Kjøpinhavn, har Knud Fab-
ricius professari og konser-
vativur = fólkatingsmaður
kravdi verjuskyldu fyri før-
oyingar. Kommandørur og
seinri kontraadmiralur og
ovasti i herskipaflotanum,
Godtfred Hansen segði á
sama fundi >længe nok har
vi fundet os í de islandske
uforskammetheder. Jeg fore-
slár derfor, at vi udruster og
afsender et militært ekspe-
ditionskorps til Island. Først
skal vi lære dem at ryste og
bæve for os, dernæst at se
op til os i angst og beundr-
ing«
Island segði takk fyri við
at taka loysing, men gav
dønum sleikisneis.
Christian 10 kundi enn
nøkur ár bera heitið >Kong-
ur av Íslandi< og danska utt-
anríkismálaráðið mátti átaka
sær uppgávur fyri Island
nøkur ár afturat á teimum
umráðum har íslendingar
ynsktu tað. Loysingarsátt-
málin rakk til 1944 men
longu tá teir undirskrivaðu
sáttmálan í 1918 gjørdu ís-
lendingar dónum greitt, at
teir fóru at uppsiga sáttmál-
an, og harvið seta á stovn
fullveldi. ,
I 1944 segði Ísland sátt-
málan við Danmark upp til
at fara úr gildi beinanvegin.
Íslendingar vildu ikki hava
sitandi á sær, at teir sam-
eindu møguliga fóru at rokna
við dónum, sum sameindir
hjá Nazi-Týsklandi. Og tað
vildu teir ikki hava sitandi á
sær.
Ránsveiðuvernd
Ólavsgkutingið viðtók í øldir
klagu til kongs um ránsveiðu
hjá fremmandum skipum inn
at føroysku klettunum. Men
hetta tóku donsku myndug-
leikarnir slett ikki til eftir-
tektar.
Fyri umleið 100 árum síð-
ani komu fyrstu donsku verj-
uskipini á Føroya-leidina,
men tey gjørdu einki sum
helst fyri at forða hesum 6-
skili. Danskur ágangur á
bretsk fiskiskip mátti undir
øngum umstødum nerva
landbúnaðarútflutningin hjá
dónum til Bretlands. At
henda ránsveiða hvort ár
kostaði føroyingum stórar
upphæddir heyði ongan tyd-
ning hjá dónum.
Tað eydnaðist bretskum
trolarum at troka føroyingar
undan Føroyum til Islands
og víðari til Grønlands.
Amerikanarar, fransar,
portugisar og hålendingar
fiskadu í øldir inn at klett-
unum í Grønlandi, eins og
teir søktu lívd og annað
teimum lysti uttan forðingar
av nøkrum slag.
I( Føroyum kom vend í tá
Kaj Nolsøe Bang komman-
dørur jagstraði fiskirånsveid-
uskipið »Red Crusader« all-
an vegin til Skotlands og inn
í havnina í Aberdeen, har
hann legði hald á skipið.
Føroyingurin í honum og
alskurin til Føroyar vann á
øllum.
Fyrsta árið, Danmark
hevði fast fiskiveidueftirlits-
skip undir Grønlandi, var
sama árið, føroyingar byrj-
aðu at fiska har á leiðini.
Danska eftirlitsskipið kom
ikki á leiðina fyri at hjálpa
og stuðla donskum ríkis-
borgarum sum búðu í Før-
oyum, men harafturímóti at
vinna teimum neisir har tað
var møguligt.
Føroyska Skipara- og Na-
vigatørfelagid gjørdi bókling
»Danmark, Færøerne og
Grønland« burtur ur før-
oyskum skipsdagbókum,
sum greiddu frå, hvussu før-
oysk skip og manningar vóru
viðfarin í Grønlandi av
donsku marinuni og rættar-
valdinum.
Tað er ongin loyna, at
danski uttanríkispolitikkurin
kostaði føroyingum dýrt í
30 'unum á spanska og ital-
ska marknaðinum. Meðan
danski samhandilin við hesi
lond var lítil og eingin, var
Spania størsti og virðismikl-
asti marknaðurin hjá føroy-
ingum. Italia kom á øðrum
plássi.
Danir vóru á ongum sinni
sinnaðir at geva føroyingum
nakrar skaðabótur fyri mista
inntøku orsakað av teirra utt-
anríkispolitikki.
Danska stórveldið
vísir tenn
Klaksvíkingar, ung, gomul,
kvinnur, menn og børn stóðu
tigandi á kajuni og bíðaðu.
Tvey stór skip nærkaðust.
Tað størsta var ein fregat hjá
danska herflotanum.
Bráttliga hoyrdust róp frá
fregattini um at verða klárir
við kanónini og snara teim-
um móti landi.
Eitt annað skip legði til
bryggju og 150 vápnaðir løg-
reglumenn saman við
glúpskum hundum stormaðu
í land.
Uppgávan hjá teimum var
at niðurberja fólkaviljan hjá
>Vort fredelige folk udi
Færø«.
Meðan skipini enn lógu í
Klaksvík doyði komman-
dørurin hjá danska herskip-
11
inum. Seinni frættist, at hann
hevði beint fyri sær sjálvum,
tí hann hevdi fingið ringa
samvitsku av, at fyrstu ferð
skip hansara skuldi brúkast
til at niðurberja ófrið, var
móti fólki, hann uppfataði
sum sínar egnu landsmenn
Vit skilja hann væl tá hann
skuldi liva upp til so matar
menn sum Herluf Trolle,
Ivar Hvidtfeldt, Torden-
skjold, Jessen, Olfert Fisch-
er og Willemoes.
Men rikisfelagsskapurin
skuldi verða heilur og nakrir
útjaðara føroyingar mátti
ikki trúgva, teir høvdu nak-
að sum helst at siga og ei
minni gera, móti valdsharr-
unum í Kjøpinhavn. Hesi
harraboð vóru honum ov-
boðin, og tí valdi hann at
taka sítt egna lív.
Føroyski skapandi viljin
Tórshavnar býráð bjóðaði
fyri umleið 40 árum síðani
umboðum fyri Hetland til
Føroyar fyri at finna úv, um
føroyingar kundu hjálpa
teimum við at broyta gongd-
ina til tað betra.
Hetlendingar útfluttu ár-
liga 600.000 tunnur av sild
saman við øðrum fiskaúr-
drátti fyri 100 árum síðan.
Um hetta mundi var føroyski
búskapurin lítil móti tí het-
lendska.
Meðan fólkatalið og bú-
Karl Nolsøe heldur, at ríkisfelagsskaprin er ein táta. A
ti at partur av greinini var burtur í blaðnum hósdagin -
prenta vit greinina í fullum líki
skapurin stillisliga vaks í tey
næstu árini i Føroyum, gekk
tað skjótt niður á bakka hjá
hetlendingum.
Við í ferðalagnum til Før-
oya vóru eisini skotskir bú-
skaparfrødingar. Ein bók var
útgivin av hesum lærdu
monnum kvinnum um ferð-
ina til Føroyar eftir heim-
komuna. Bókin kallast >Far-
oe Report<. Í hesi bók greiða
serfrødingarnir frá, hvat eftir
teirra meting hevur haft
størst ávirkan á niðurgondina
í Hetlandi í hesi old.
Í Hetlandi er ongin vilji til
sjålvstødugan búskap. sera
serfrødingarnir.
Meðan føroyingar har aft-
ur ímóti arbeiða miðvíst fyri
framburði á egnum beinum,
síggja vit ongan vilja til hetta
í Hetlandi
Arvur
Ríkisfelagsskapurin og
minnini um hann er arvur
sum hevur sín uppruna frá tí
tíðini tá korn fult av rottu-
lorti, smágróti og grúsi, 6-
egnað til mannafødi var dag-
ligur kostur hjá fóroyingum
og íslendingum, fyri at varð-
veita og til fyrimuns fyri rík-
isfelagsskapin og onnur
donsk áhugamál, sum til eina
hvørja tíð vunnu á teimum
føroysku, uttan at tann tap-
andi parturin var eftirspurdur
og heldur ikki var hædd tíkin
fyri, hvat hetta >hundalív<
kravdi av føroyingum.
Karl Nolsøe
Altíð
betri
Húsarhaldstól í 100 ár
Vaskimaskina -
Novotronic W844 tom
Vanl. prisur
11.795,-
Kontantprísur
9.439,-
Kann eisini gjaldast
við 430,- um
mánaðan í 18
mánaðar
+ útgjald á 2.850,-
Uppvaskimaskina
G660
Vanl. prísur
9.495 -
Kontantprisur
6.795.-
Kann eisini gjaldast
við 315,- um
mánaðan í 18
mánaðar
* útgjald á 2.000.-
| Vaskimaskina Turkitrumla
i Novotronic W986 = -— Novotronic T490 |
Vanl. prisur — BF Vanl. prisur |
15.295,- IT 8.195,- H
Kontantprisur: Kontantprisur Í
12.239,- 6.895,- |
Kann eisini gjaldast | Kann eisini gjaldast í
við 550,-um j við31S,-um ;
månadan i 18 | månadan í 18 i
månadar ? mánaðar i
+ utgjald á 3.700,- — am + Utgjald á 2.100.-
NS
Køksmidstødin
Á Hålsi - FO 110 Torshavn - Tel. 314949 - Fax 311330 - E-mail: hthduipost olivant fo