leygardagur 23. oktober 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 23. oktober 1999
tíðindablaðið =
13
Hvar hevur vanligi føroyingur størst personligt
frælsi - innanfyri ella uttanfyri rikisfelagsskapin?
I hesum døgum er orðið
frælsi/ófrælsi vorðið eitt á-
hugavert hugtak í politiska
kjakinum. Frælsi merkir,
tað at vera frælsur, mótsætt
trælur. Frá gamlari tíð
kenna vit tað frá seyða-
frælsi, gåsafrælsi, rossa-
frælsi v.fl. Orðið frælsi sig-
ur onki um ognarviðurskif-
ini, men um rættindi. O-
frælsi hinvegin merkir, tað
at vera ófrælsur, eitt nú djór
sum ganga í haga uttan
loyvi ella tað at halda fólki
í ófrælsi og vesaladómi. Vit
føroyingar hava sostatt allir
frælsi og ófrælsi fellur ong-
um føroyingi í lut at eiga í
dag.
Ein møgulig loysing hev-
ur við sær mist rættindi og
harvið frælsi innanfyri ríkis-
felagsskapin. Tað er hetta
mista frælsid, sum okkara
loysingarpolitikkarar eru so
ræddir fyri, og tí koma sam-
ráðingarnar við danir eina-
mest at snúgva seg um,
hvussu vit vinna mista
frælsið innaftur, um vit
loysa frá Danmark. Í polit-
iskari terminologi verður
tosað um góða ella minni
góða avtalu, alt eftir hvussu
nógv vit fáa Danmark at
gjalda fyri okkum. Hetta er
ein óverdigur og ófrælsur
hugsunarháttur, og tí má ein
møgulig loysing fyrst og
fremst byggja á fíggjarligt
frælsið.
Fíggjarligar konsekvens-
analysur, við vælferðini hjá
Palliba og Marsannu í huga,
lógu ikki í loysingar-leisti-
num til Hvítubók. Talsfólk-
ini fyri tey víðgongdu loys-
ingarfólkini hava ikki hildið
hetta vera neyðugt. Kanska
tí tey fækstu av teimum eru
at finna í føroyska vinnu-
lívinum, og at tað tí er teim-
um eitt feitt, um blokkurin
kemur úr Danmark ella frá
einum framskrivaðum til-
tonktum føroyskum vinnu-
lívi, men so einfalt er tað
kortini ikki. Lønarlagid og
figgjarorkan yvirhøvur hev-
ur alstéran tydning og ser-
liga hjå teimum minnu
mentu. Hetta siggja vit best
av ti orku, sum fakfeløgini
leggja i fyri at vinna limum
sinum sømulig kor bædi
figgjarliga og sosialt, eitt nú
við arbeiðsstegði, streiku
v.m.
Stór øsing og ótryggleiki
stóðst av einum ávísum 2-3
mill. kr. niðurskurði í løg-
tingsfíggjarlógini, hvussu
mikið meir verður ikki alt á
gosi, tá vit innanfyri eitt
stutt tíðarskeið skulu siga
farvæl til 1000-1500 mill.
kr. netto árliga. Krøvini fyri
at yvirliva her å Klettunum
verða tå >blóð, sveitti og
tår«. Vanligi føroyingurin
velur tí heldur persónliga
frælsið við at vera altjóða
borgari innanfyri nútíðar-
gjórdan — rikisfelagsskap
heldur enn at vera ófrælsur
arbeiðstrælur uttanfyri rík-
isfelagsskapin.
Utbugvingarøkid
Innanfyri rikisfelagsskapin
hevur føroyingurin fritt at
fara á útbúgvingargkinum,
men velja vit loysing missa
vit henda rættin. Vit noyðast
tí at samráða okkum til
nýggj rættindi ella frælsi.
Sambært føroyska sið-
menning fær eingin frælsi
uttan at eitthvort er at viga
uppímóti við, annars er tað
at rokna sum olmussa. Inn-
an undirvísing hava vit ikki
nógv at bjóða dønum upp-
ímóti, so okkara umbøn
verður ein olmussu- og
biddaragongd, um vit ikki
sjålvi eru før fyri at gjalda
kostnaðin. Umleið 2.000
fóroyingar eru fyri tíðina
undir útbúgving í Danmark.
Kostnaðurin er ymiskur fyri
tær ymiskur útbúgvingar-
nar. Sambært danska Und-
ervisnings Ministeriet kost-
aðu útbúgvingarnar pr. fólk
fyri lidna útbúgving í 1994:
sí talvu
Samlaði árligi kostnaðurin
fyri allar føroyingar undir
útbúgving í Danmark stavar
frá omanfyristandandi
tólum og S.U. (Statens
Uddannelsesstøtte) 60 mill.
kr. umframt >boligsikring<,
ansingarpláss og skúla til
børnini hjá teimum lesandi.
Kostnaðaryvirlit fyri útbúgvingar í 1994 smbr. danska Undervisnings Ministeriet
Gymnasium
Hægri Handils. Hhx
Hægri teknisk. Htx
Civilingeniørur
Handil og kontór
Jarnsmiður 151.000 kr. Humaniora, danskt
Timburm./ Elektrik. 146.000 kr. Jura
Kokkur 130.000 kr. Psykologi
Frisør 159.000 kr. Medisin
Tannlækni 961.000 kr.
Fólkaskúlalærari 397.000 kr. Nátúrvísind, biologi
Journalistur 201.000 kr. Teologi
Ein leys meting sigur íalt
um 200 mill. kr. árliga. Ein
ikki so lítil »blokkur«, sum
loysingarfólk hava kannað
sær frammanundan. Bara
tær 60 mill. kr. frá S.U. er
meira enn alt nettovirði av
okkara 60.000 seyðum, sum
vit drepa árliga.
Ísland fekk loysing í
1944, men verður av hinum
norðurlondunum ikki enn
mett gjaldført á útbúgving-
arøkinum, og sleppur ti
undan at gjalda tær sym-
bolsku 22.000 krónurnar
fyri hvønn lesandi tey hava
í hinum norðurlondunum,
sum hini norðurlondini ann-
ars gjalda smbr. avtalu. Her
hava ávís loysingarfólk eis-
ini kannað sær bitan framm-
anundan, føroyingar skulu
203.000 kr.
HF 129.000 kr.
213.00 kr.
304.000 kr.
579.000 kr.
56.000 kr.
Sosialráðgevi
Cand. merc
Fysio-/Ergoterapeut
Diplomingeniørur
|
264.000 kr
356.000 kr
339.000 kr.
356.000 kr
416.000 kr
357.000 kr.
377.000 kr.
722.000 kr.
637.000 kr.
399.000 kr. |
sleppa ókeypis, hini skulu
gjalda fyri okkum. Fyri
okkum ikki politikarar kann
tað virka ørkymlandi, at tå
talan er um blokkin, er tað
vaskikonan á Vesterbro,
sum skal gjalda, men tá um
útbúgvingarsnultarí ræður,
nevnir ongin vaskikonuna.
Fundamentalistiskt
hugrák
Øll hava vit hoyrt um å-
trúnaligar og politiskar
fundamentalistar. Teirra ser-
kenni er trot uppá demo-
kratiska siðvenju. Fólka-
ræðið hjá teimum er ein bý-
ur í Kína og >jeg alene
vide<. Okkara fólkaræðis
sidvenja loyvir ikki slíkum,
og tí er tað hugtungt, tá tað
vísir seg, at ávísir av lands-
ins kosnu rabiatu loysing-
armonnum bæði í skrift og
talu hava eitt hugrák, sum
einans kann tulkast sum
fundamentalistisk. Mann
kann so spyrja, hvat vilja
teir í einum frælsum og
demokratiskum forum, tí
runt um í heiminum har
fundamentalistar hava ført
seg fram fylgir, ikki annad
enn harðrent ófrælsi við.
Sum stødan er í dag,
ynskja flestu føroyingar at
varðveita sítt persónliga
frælsi, og tað letur seg bert
gera innanfyri ríkisfelags-
skapin. Ein loysing, sum
ikki skerjir persónliga
frælsi, má byggja á fíggjar-
ligt og búskaparligt sjálv-
bjargni, og tað hava vit ikki
enn. Okkara >fulltime< pro-
Tele-trukkurin
síggj hann við nýggjum eygum!
Skjóttskift eykaútger
JCB "hugsandi" gerv
Fittligt ROPS/FOPS hú
Lastitrýstvísari
+
Trygdarventilar á trykkslangunum
Lukkað bremsuskipan
(KJ)-HYDRAULIK jcs umboð í Foroyum
Postsmoga 110 * Kambsdalur * FO-530 Fuglafjørdur
Tel. 44 41 70 * Fax 44 42 65 * e-mail: kjækj-hydraulik.com
. om
pagandaministarin kann
lesa so nógv loysingarævin-
týr fyri Føroya fólki, sum
honum lystir, men tað
broytir ikki tað faktum, at
føroyingurin er eitt stolt
fólk við persónligum frælsi,
sum ikki er til sólu fyri fag-
urlitt orð og læntar ol-
mussufjarðar. Ella sum
kvoðið verður: »Lat meg
fyrst tann gullringin sjá, síð-
an skal eg tær sova hjå«.
Regin Eikhólm