Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 23. oktober 1999 Okkara børn skulu læra at góðtaka sínar avmarkingar Eingin forðing er fyri, at børn við arm- og beinbreki far: at klára seg eins væl og onnur, tá ið tey gerast vaksin. Nú heita foreldur at børnum við arm- og beinbreki í Føroyum á onnur í somu støðu um at koma saman í felag Turið Kjølbro Í mun til fólkatalið verða fleiri børn fødd við arm- og beinbreki í Føroyum í mun til í Danmark. Í fjør vórðu trý børn fødd í Føroyum vid slikum breki i mun til 18-20 i Danmark å hvørj- um åri. Hvi børnini eru fødd vid hesum breki, veit eingin greitt at siga. I Føroyum er einki felag fyri foreldur og børn vid hesum breki. Nøkur for- eldur hava tó funnið sam- an, og nú vóna hesi, at fleiri fara at gera vart við seg, soleiðis at tey kunnu seta á stovn ein bólk ella eitt felag. - Tað eru børnini vit fyrst og fremst hugsa um, at tað fer at gagna teimum, ið hava hesi brek, at vit hittast og síggja, at onnur eru úti í føroyska samfelagnum, ið eisini mangla arm, bein, hond ella fingrar, siga tær báðar Margrit Debess og Jonhild Dam, ið eiga åvik- avist Teit og Hergeir, sum bådir vanta vinstru hond Vit hava sett okkum i samband við danska fel- agið, og haðani hava vit fingið at vita, at tað hevur alstóran týdning fyri trivn- aðin hjá børnunum, at tey síggja og hitta onnur, sum hava somu brek. Eisini skulu tey mennast soleiðis, at tey uttan trupulleikar góðtaka, at tey eru fødd við breki, uttan at tað skal verða ein ólukka hvørja ferð, tað verður nevnt, sigur Margrit Debess. Familjurnar, sum koma saman í Føroyum, eru limir í danska felagnum "Foren- ingen af arm-/bendefekte”. Kreppan, ið kemur Felags fyri hesi børn, ið vanta hond, arm ella bein, er, at tey koma í eina kreppu, tá ið tey gerast umleið trý ára gomul. Tá eru tey meiri tilvitandi um, hvat tey kunnu og ikki kunnu Ikki fyrr enn børnini gerast meiri sjálvbjargin, sæst, hvussu tey klára seg Tad er ein sannroynd, at børn við brekum eru sera treisk og gevast ikki á hendur fyrr enn tað, sum tey hava í kvittanum eydn- ast. Tað valdast brek, men eisini her er tað av stórum týdningi, at børnini kenna møguligar avmarkingar. Eingin forðing er tó fyri, at tey fara at klára seg eins væl og onnur, tá tey gerast vaksin, nærum uttan mun til, hvørja lívsleið tey velja sær, sigur Margrit Debess. Tí er tað av stórum týdn- ingi, at foreldrini saman við pedagogum og øðrum hjálparfólki eru tilreiðar at stuðla børnunum likamliga, sálarliga og sosialt. Kann- ingar uttanlands vísa, at børn við arm- og beinbreki. 10 ikki koma í vøggustovu ella barnagarð, eru verri fyri sálarliga, tá ið tey koma í skúla Hvorki hoyrd ella sæð Hesi børnini hava hvorki verið hoyrd ella sæð í al- manna- ella sjúkrahúsverk- inum. Eitt nú eru eingi hagtøl yvir henda bólk av børnum. Eigur tú eitt barn, sum er føtt við breki, hevur tú rætt til ymiskt sambært lóg. Í Danmark fáa foreldur at vita, hvagar og nær tey skulu venda sær til stovnar, læknar, serlæknar, ser- kunnleika og onnur, ið kunnu vera teimum ein hjálp. - Í Føroyum er einki ein sjálvfylgja, og tí eru for- eldur noydd at stríðast fyri tí minsta, tey skulu hava til børnini. Ýmsir spurningar og trupulleikar eru dagliga uppi og venda heima, og soleiðis átti tað ikki at verið. Tað tekur dirvið frá nógvum. Vit lasta ikki nøkrum nakað, tí eingin hevur slóðað fyri. Men kortini halda vit, at tað kundi gingið lættari og skjótari at komið ígjógnum skipanina. Serliga á Hjálpi tólarmiðstøðini gongur tað ógvuliga seint og striltið fyri seg, sigur Jonhild Dam Somuleiðis sakna tey eina fasta mannagongd á sjúkrahúsunum, tá ið eitt barn við arm- og beinbreki verður føtt. Sambært Mar- grit og Jonhild áttu starvs- fólk at verið til taks, sum kundu greitt foreldrunum frå um brekid beinanvegin, soleidis at sleppast kann undan ótryggleika og 6- neyðugum spekulasjónum. Foreldur saman um sorg og gleði I Havn koma seks familjur, ið eiga børn við arm- og beinbreki, saman regluliga, og tey meta, at tey fáa stórt gagn av samveruni. Hesar vóna nú, at fleiri familjur gera vart við seg og seta seg í samband við tey. - Børnini skulu vita, at tey eru ikki einsamøll í verðini, at onnur eru sum tey, og at tey kunnu læra av hver øðrum. Koma fleiri foreldur saman í eitt felag ella í ein bólk, kunnu vit tosa saman um, hverjar royndir, hvor einstakur hevur gjørt sær, hvørji krøv vit hava til hentleikar frá tí almenna, og annað, ið kann gagna børnunum, sigur Margrit Debess. Nakrar av familjunum hava verid å Solbakken i Danmark, id er ein venj- ingar- og skeidsdepil fyri foreldur og børn vid arm- og beinbreki. Hadani hava tey fingið størri innlit í brekið, hvat børn teirra skulu og mugu igjøgnum í uppvøkstrinum, og hvussu tey sum foreldur kunnu stuðla teimum. - Eftir møguligan skelk eftir at hava fingið eitt slíkt Málið hjá foreldrunum at børnum við arm- og beinbreki er, at børn teirra gerast eins sterk og onnur børn likamliga, sålarliga og sosialt. Á myndini eru Hergeir Dam, sum er gott eitt ár, og Teitur Debess Olsen, sum er næstan tvey ár. Mynd: Jens Kristian Vang barn, skulu vit sum foreld- ur læra at góðtaka støduna og kenna okkum væl uttan mun til eygnabráð og spurningar av ymsum slagi. Hetta er fyritreytin fyri, at barnið kann koma at kenna seg væl og góðtaka seg sjålvt. Nøkur foreldur fáa ein stóran skelk, tá ið tey fáa eitt barn sum vantar eina hond ella ein fót, með- an onnur beinanvegin góð- taka tað. Beint sum brekið er staðfest fáa vit at vita, at børn við arm- og beinbreki ofta hava onnur smærri brek eisini. Og tað er rætti- liga nervapirrandi so leingi, tú ikki veitst meir. - A Solbakken fingu vit at vita, at børn við arm- og beinbreki skulu vera sjålv- bjargin, tå id javnaldrarnir eru tad. Ti er sera umråd- andi, at tey longu sum heilt lítil sleppa at finna út av ymiskum sjálv. Tað mennir tey ótrúligt, og tað positiva er eisini, at tey veruliga vilja sjálv, sigur Jonhild Dam Í hyggju at stovna bólk Margrit Debess og Jonhild K. Dam hava saman vid øør- um foreldrum í hyggju at seta á stovn ein bólk ella eitt felag fyri foreldur og børn við arm- og beinbreki uttan mun til, hvat arm- ella beinbrek talan er um, hvussu stórt tað er, ella um tað er vidføtt ella komið av óhappi. Í løtuni koma seks foreldrapør saman, men tey vóna, at fleiri gera vart við seg. Eydnast tað, kunnu fólk av Solbakken koma til Føroya at halda skeið. Margrit og Jonhild kunnu hittast á tlf. 321500 og 318534