leygardagur 23. oktober 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Dánjal Højgaard,
journalistur, skrivar:
Fótin á i bremsuna!
øg 10. Vit i feløg av ollum møguligum slagi
S ast móti ymiskum vandamálum. Hesi fe "løg ski 1på
5 røring kring tey mål, sum tey hava
sett sær Í økja. Men tá ið tað kemur til eitt tað
størsta vandamálið í okkara samfelag — ferðsluvanlukk
er eink afelag. Tað er einki felag móti
erðsludeyða. Løgid 'sað verður um ristingarnar,
S erðsludeyðin ferð eftir ferð sendir igjøgnum sam-
i eru ferðsluvanlukkurnar vorðnar eitt
Eitt evni, sum vit ikki tora at taka um rótina á og
við tí eldhugi, tað hevur uppiborið. Veruligt kjak
n fer rdsk itrygd er einki - ja tå hevur næstan fatan av, at
foroysk ferðslumentan er ein náttúrulóg, sum vit bara
ru læra okkum at liva við. Vit øtast, hava samkenslu,
tosa kanska um at bøta um onkran vegastubba
koyra: i Vit víðari
Í roynd og veru er tað ein katastrofa fyri okkara land, á
vit ár eftir ár missa ungfólk í besta blóma. Ein See 1
sum er so ræduligt, at hon av réttum átti at verið handfarin
ka klófast sum nåtturuvanlukkur, kreppur og hungur
Vit áttu oll sum er at høgt bremsuna í og nytt alt okkara
skil og uppfinnsemi til tess at basa katastrofuni. Allir
hugsandi møguleikar áttu at verið vendir. Vit áttu at hugsað
nýtt og í ótraditionelt og víðgongt, um tað kann bjarga
mannalívum
Vit kundu byrjað við okkum sjálvum. Eru vit tilkomnu
bilførarar nøkur góð fyrimynd hjá teimum yngru. Hvussu
mangan er kilometurvisarin ikki farin uppum 80, meðan
ítli Hanus sat á forsetnnum. Ungur nemur, gamal fremur.
Leggja skúlarnir nóg stóran dent á ferðslufrálæruna, og
er tað nakað, sum koyrilærararnir kundu gjørt betri
Uppskot er um at fáa eina glíðubreyt. Men hvat við at
fingið Trygd og Tryggingarfelagið at sponsorerað nakrar
kappkoyringarbreytir. So kundu tey ungu sloppið at rasa
út - uttanfyri alfaraveg. Tað verður dýrt, gamaní. Men
ferðsluskaðarnir eru sanniliga eisini dýrir fyri
tryggingarfeløg og sjúkrahúsverkið. Og mannalív kunnu
og so
ikki gerast upp i milliónum
Uppskot hevur verið frammi um at blombera bilarnar,
so at teir ikki kunnu koyra ov skjótt. Landsstýrismaðurin
í ferðslumálum og bilasølumadurin, Finnbogi Arge, havn-
aði hesum uppfinnsama uppskot, tí tað eftir hansara tykki
fór at skerja tað persónliga frælsi og fór at vera ov nógv.
Alvaratos. Er tað kanska persónligt frælsi at sleppa at
koyra út av vegnum við miklari ferð — og viðvíkjandi
kostnaðinum: spurningurin er um sjúkrahúsverkið ikki
hevði spart allar pengarnar innaftur, sum tað hevði kostað,
um tað almenna fíggjaði blomberingina.
Er revsingin fyri at koyra ov skjótt ov lin, kundu vit
eisini spurt. Attu tey ungu, sum eru í vandabólkinum, at
fingið koyrikortið eina royndartíð - til tey hava prógvað
at tey duga at koyra. Kundi tað ikki verið eitt hugskot at
bilseljarar, tryggingarfeløg og onnur, sum hava ábyrgd av
ferdsluni, fóru undir eitt stórt og åhaldandi marknaðarátak.
Saman við eini kappkoyringarbreyt kundi ein slíkt herferð
kanska gjørt, at ungdómurin fór at halda tað vera óneyðugt
og bygdarsligt at koyrt ov skjótt á alfaraveg.
Og hví ikki tosa hart um ferðslumentanina. Er tað ein
náttúrulóg, at øll skulu hava bil. Um tann almenna ferðslan
var bíligari og betri, hevði tað so ikki tikið broddin av
okkara motormani. Og hevði tað verið líka stuttligt at
tikið bilin við í dans, um bussurin koyrdi hvønn tíma alla
náttina.
Og felagið móti ferðsludeyða.... Eitt privat åhugafelag
møguliga við umboðum fyri foreldur at ungum í vanda-
bólkinum - hevði ikki havt somu bindingar sum Ráðið
fyri Ferðslutrygd. Við áhaldandi trýsti kundi tað kanska
fingið onkran politikara at vakna úr sínum Tornurósudúri,
ti í løtuni er skammiliga stilt um hetta stóra vandamálið á
politiska pallinum.
Sjálvandi er nógv av hesum lættari sagt enn gjørt. Men
ferðsludeyðin er eitt so stórt vandamál í okkara samfelag,
at vit verða noydd at viðgera tær víðgongdu loysnirnar og
at lata allar møguleikar standa opnar. Hava vit kanska ráð
at lata vera?
Nr. 202 — 23. oktober 1999
Barnamentan á dagsskránna
Danski mentamálaráðharrin, Elisabeth Gerner Nielsen, hevur orðað ein poli-
tikk, sum skal førast á barnamentanarøkinum í Danmark. Í hesum liggja stór-
ar ætlanir fyri bórnini. Hóast politisku framsøgufólkini sum heild hava tikið
væl ímóti uppskotinum, eru fleiri, ið sakna frábrigdi í
í uppskotinum, sum eru
ætlað teim minni priviligeradu børnunum og børnum, sum hava eina aðra
mentanarliga bakgrund
Turið Kjølbro
Barnamentan hevur søgu-
liga aldri verið høgt í met-
um, hvorki hjá teimum, ið
seta út í kortið, hvat børnini
skulu hava, ella hjá teimum,
ið játta pengar til tað. Sum
hugtak merkir barnamentan
tilboð, sum vaksin evna til
børn. Innan mentanarsosi-
ologi verður barnamentan
greinað sum ein generellur
lívsformur, sum fevnir um
bæði materiellar og hug-
myndafrødiligar | dimen-
sjónir. Hugtakið er dynam-
iskt og er undir stødugari
ávirkan av tí, ið fer fram í
landinum og tí eisini undir
ávirkan av fjøl- og marg-
miðlum.
Í mentanarálitinum Av-
markaður marknaður, sum
arbeiðsbólkurin, ið lands-
stýrismaðurin í menta-
málum setti í 1995 at gera
tilmæli um ein framtíðar
mentanarpolitikk, eigur før-
oyska barnamentanin bert
eitt beinleiðis tilmæli: Mælt
verður til at stuðla útgávuni
av føroyskum bókum, undir
hesum eisini barna- og ung-
dómsbókmentum.
Bókadeild Føroya Lærar-
afelags, sum gevur út meiri
enn 90 % av øllum barna-
og ungdómsbókum i Føroy-
um, fær eina millión krónur
um árið til útgávuvirksemi,
og játtanin hevur ikki verið
skerd meðan búskapar-
kreppan hevur staðið við. Í
álitinum verður sagt, at
Landskassin fær milliónina
aftur í ollum góðum í skatti
og øðrum gjøldum, og tískil
kostar tað landinum lítið og
einki í krónum at veita
barna- og ungdómsbók-
mentum henda lívsneyðuga
stuðul, men mentanarligi
vinningurin má haraftur
ímóti sigast at vera stórur.
Ikki minni enn ein koll-
velting er farin fram í átta-
tiårunum, tá ið tað ræður um
barnabókaútgávu, tí ongan-
tíð eru so nógvar barnabøk-
ur komnar út. Størru børnini
og tey ungu eru tó fram-
vegis við skerdan lut, og her
mugu munagóð stig takast,
skulu hesir aldursbólkarnir
ikki heilt detta burturímill-
um. Sambært kanning hjá
Jette Forchhammer, ment-
anarsosiologi, av sjónvarps-
og frítíðarvanunum hjá før-
oyskum børnum i nyggjari
tíð, eru tað hesi, ið lesa
minst, og tað er einfalt eitt
úrslit av, at so lítið kemur
út til teirra.
Góðar ætlanir
Í Danmark eru tey komin
eitt sindur longri enn vit. Í
farnu viku legði danski
mentamálaráðharrin, Elisa-
beth Gerner Nielsen, fram
eina heildarútgreinan av,
hvønn politikk danska
stjórnin fer at reka innan
barnamentanargkið í fram-
tíðini. Eitt av tilmælunum
hjá mentamálaráðharranum
er at seta á stovn eitt Barn-
aráð, hvørs uppgåva skal
vera at vegleiða um barna-
politiskar spurningar og
tryggja, at møguleikarnir
hjá børnum at gera vart við
seg, vekja stórri ans í ment-
anarpolitikkinum.
Sum heild eru politisku
framsøgufélkini á Christi-
ansborg positiv, men fleiri
hava funnist at mentamåla-
ráðharranum fyri at vera ov
íðin eftir at geva børnunum
eitt felags mentanargrund-
arlag og felags virði.
- Børn skulu ikki stýrast.
Vit skulu ikki oyðileggja tey
við at finna uppá alt ov nógv
hugskot til, hvussu tey
kunnu verða betri, førdi Bri-
an Mikkelsen, framsøgu-
maður hjá Konservativa
flokkinum, fram á Fólka-
tingi.
Eisini framsøgumadurin
hjá SF, Ole Sohn, var varin,
tá tosað varð um at vaksin
skulu blanda seg meiri í
barnamentanina.
- Tað er umráðandi, at
børn fáa loyvi at vera børn,
uttan alla tíðina at hava fyri-
lit fyri virðum í lívinum hjá
teimum vaksnu. Vit skulu
ikki skipa fyri øllum møg-
uligum fyri børn uttan at
spyrja tey eftir, men heldur
saman við teimum, segði
Ole Sohn, sum sum heild
saknaði, at rættindini hjá
børnum vórðu sett á dags-
skránna.
- Tey vaksnu, sum skulu
geva børnum okkara lut í
okkara mentan, nýtast ikki
at hava ein koyril í hondini.
Ikki nógv vert
Formaðurin fyri menta-
mála- og útbúgvingar-
nevndina i Høje Taastrup
kommunu, Svend Erik
Dalsgaard, ið situr á Fólka-
tingi fyri Sosialdemokratar-
nar, heldur ikki, at fínu ætl-
anirnar hjá mentamálaráð-
harranum eru nógv verdar,
um tær ikki verða settar í
samband við sosial- og bú-
staðarpolitikkin.
- Ætlanirnar eru góðar,
men í veruleikanum er stød-
an ein onnur. 21 prosent av
øllum børnum í Danmark
hava eina aðra mentanarliga
bakgrund enn eina danska.
Tey eru fødd og vaksin upp
her, men hava framhaldandi
ógvuliga trupult við at laga
seg til danska samfelagið.
Peter Sass, fólkatingslim-
ur fyri sama flokk, er samd-
ur.
- Vit eiga ikki at gloyma,
at tað eru børn, sum ikki eru
so priviligerað. Børn, sum
vanliga ikki gera nýtslu av
tilboðum í musikkskúlum,
ítróttarfelógum ella øðrum.
Hesi hava eisini tørv á ein-
um tilboði, men tað er eing-
in sum rópar upp fyri tey.
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2'aran: turid &sosialurin.fo. Åby
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
jóri: Jan Miiller. Blaðstjórn: Turið Kjølbro.