Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 202 — 23. oktober 1999 17 »Småbarnamål í fjólmiðlunum< — Málburðurin í før- oysku fjølmidlunum er å so lågum stødi, at eg i roynd og veru ikki havi orð fyri tí. Hvørjumfall verður so tuskað til, at tú sjálvur ert farin at ivast í, hvat er rætt, sigur Jóannes Skaale, fråfarin lærari í før- oyskum Høgni Mohr I 35 ár var hann lærari í føroysk um, 25 teirra á Sjómansskúla- num. Hann fór úr starvi á nýggj- árinum, og tekst nú við at týða m. a. sjóvinnu- og oljulógir fyri føroysku landsumsitingina. Har- umframt lesur hann rættlestur i onkrari skaldsøgu. Føroyskt var hansara liv og breyð í arbeiðsár- um, men nýklakti pensjónisturin sleppur ikki undan rættaraleik- luti sínum. Tað er tí Sosialurin vitjar hann í dag. Vit eru stødd í Grønulid 10 í Tórshavn, har hjúnini Jóannes og Oluva Skaale húsast. Í túni- num stendur grái Mercedes 190 bilurin, men hann man kenna seg einsamallan, tí úrvalið í túninum, sum randar stóru vink- ulbygdu husini, er litríkari enn so. Her stendur ein rustað DBS- súkkla, kringsett av deymandi oljudunkum, og móti dimm- grónu húsagrundini stendur ein tómur kaggi. Kortini er ongin vandi fyri hunguri í Grønuliød, tí undir trappuni hanga einar fjør- uti greipur av væl turkaðum seiði. Triðja flutningstólið í túninum hjá Skaale-familjuni er eitt prutl. Og hetta er kanska frægasta ímyndin av harranum í húsinum. Talan er um eina trummandi og væltrekkjandi Puch Rider Macho við góðari tendring. Og Jóannes Skaale er kveiktur og til reiðar við niðurskrivaðum dómum um málsliga fávitsku í somu lotu, vit báðir myndamað- urin, trína innar. — Eg las herfyri, at >menn doyggja áðrenn teir fylla, og konur eftir at tær eru fyltar<. Fyltan lunda havi eg fingið, men ongantíð fylt konufólk, leggur hann skemtandi fyri áðrenn vit sessast í stovuni. Undir myndatøkuni fisir Jó- annes skemtandi at hann átti at verðið avmyndaður við grinda- knívi, so fólk sóu, hvussu óður hann er. Hverjumfallssjúkan Málburðurin í føroysku fjøl- miðlunum fær av at vita í Stov- uni hjá teimum báðum, Jóannesi og Óluvu, ið sambært Jóannesi sjálvum nú eru best kend sum foreldrini hjá Esmari Eysturoy, í veruleikanum Sjúrði Skaale. — Fjólmiðlafólk duga ikki at fáast við fyrisetingar, og dømini um skeivar fyrisetingar eru ótelj- andi. >Landið skuldi gjalda Jóannes Skaale, målvinur, hølvar føroyska fjølmidlamålid av studningin fyri skúlan<. Setn- ingurin sigur, at skúlin skal gjalda studningin, men tað er neyvan veruleiki. — Bart út sagt er onki skil er á fyrisetingunum í fjølmidlamåli- num. Vit sóu øll Sigurð Joensen, sála verða endursendan í Bestu- bitum í SVF herfyri. Hann tosaði um hvgnnfallssjúkuna. Føroyski fjølmidlaheimurin og serliga Útvarpið hevur nú fingið hvørj- umfallssjúkuna. Og hon nívir! Tað tykist, sum ongin kennir annað enn hvørjumfall og har- við onga aðra fyriseting, enn fyri í Sortudíki. Eitt dómi: >Fyri- tøkur hava fingið fyri óvana at...<, í staðin fyri at síga >til óvana<. Hetta er smábarnamál, sigur Jóannes algoystur. Eftir hansara tykki er málpolitikkur ikki til í fjølmidlunum, og kem- ur hetta til sjóndar á hvørjum degi. „Setið målkøn í starv« Jóannes Skaale lurtar sum flestu føroyingar eftir Utvarpinum fleiri tímar um dagin, og mál- frødiliga nidurstøda hansara er púra greið. — Málburðurin er á so lágum stødi, at eg í roynd og veru ikki havi orð fyri tí. Hvørjumfall og hugtøk verða so tuskað til í Ut- varpinum, at tú sjálvur ert farin at ivast í, hvat ér rætt. Soleiðis gerast málspillur partur av máli- num, sigur hann og leggur aftur- at, at húsfólkið mangan undrast yvir, at lurtitólið enn stendur heilt á stovuhyllini. Máldómarin er heldur ikki í iva um, at tað gongur skeiva vegin við fullari ferð. — Ongin talar at. Føroyskir fjølmiðlar hava slept takinum á málinum, júst sum danir, ið ongan málpolitikk hava. Utvarp- ið hevur størstu ábyrgdina í hesum máli, tí so nógv verður lurtað eftir tí, heldur Jóannes og mælir leiðsluni í Utvarpi Føroya til at seta fólk í starv at ráðgeva tíðindafólkum í málspurningum. Útvarp Føroya fær kortini eisini rósandi orð frá Jóannesi, men hesi falla í andanum á aft- urhvarvinum. — Útvarpið eigur t.d. heidurin av, at mong orð, t.d. telda og tyrla, hava vunnið sær hevd millum fólk, sigur hann. Jóannes Skaale hevur leingi hildið, at Sjónvarp Føroya hevur verið ein mun frægari enn Ut- varpið. Kortini heldur hann nú, at Sjónvarpið hevur slept enda- num, sum hann tekur til. Avisir upplesarar í Sjónvarpinum fáa kortini rós fyri at vanda sær um mål og føll. Skammast av bløðunum Spurdur um hann heldur, at munur eigur at vera á málsligu króvunum, sett verða loftmiðl- um og bløðum, játtar Jóannes við ti grundgeving, at stórri krøv eiga at verða sett til skriftmál enn talumál. Kortini við tí fyri- varni, at upplisnir tekstir í loft- miðlunum skulu vera eins máls- liga borðbærir, og skrivaðir tekstir eiga at vera. — Annars haldi eg, at føroysku blødini bera brá av at vera gjørd í skundi, og hevur tú ikki eina ófatiliga góða føroyska barlast, so er skjótt at fara út av málsligu eggini, sigur Jóannes, sum eisini vendir máltummlinum niður eftir, nú prátið fellur á blødini. — Nógv av tí er ófatiliga vána- ligt. Málburðurin er út av lagi, og ofta kemur bland í hugtøk og orðafelli á ein slíkan hátt, at tú skammast. Eg minnist ein at hava skrivað nakað soleiðis: >...og midvøllurin sveik i eyr og seyr...<. Her er onki skil á hvorki falli ella hugtaki. Upp- runaliga er talan um eitt ramligt føroyskt tiltak, sum eigur at ljóða soleiðis: Tað lekur í eyri og seyri. Sipað verður til okkurt, ið lekur ógvuliga illa... Nú Jóannes hevur so avgjørd- ar hugsanir um føroyskan mál- burð, spurdu vit hann, hvussu málið skal loysast. Hvat er týdn- ingarmiklast, umfevnandi tíðind- aflutningur ella rættur málburð- ur, og hvussu eigur at verða farið fram til tess at finna gylta millumvegin? — Tíðindir, sigur tú? Tað er jú ítróttur frá permu til permu og tað, sum ikki er ítróttur, eru gráar og gular síður. Ov lítið er av tíðindum, tað er vist. Fiski- skapur, avreiðingar og annað, sum heldur landinum uppi, hvar eru tey tíðindini?, spyr Jóannes hugsunarsamur. Vilji til bata Hann viðgongur, at tá hann lesur blødini, er tað hverja ferð við málsligum rættaraeygum. Mang- ar ferðir verður gamli lærarin í føroyskum so uppøstur av vána- liga målburdinum, at Sosialar og Dimmur fara sendandi gjøgnum luftina. — So frægt av tendring er ti- betur í mær enn, sigur hann, og i T pps 8 | Mynd: Jens Kristian Vang minnist, at hann fyri stuttum ikki kom longur enn til for- síðuna á einum blaði, har yvir- skriftin var, >Nú má bera ella bresta« (før: nú má røkka ella stókka!). Spurdur, um hann hevði farið og arbeitt sum rættari á blaði, fer hann at ivast. — Er hugur til tess á blødu- num, ljóðar tað áhugavert, men hinvegin; tað nyttar onki at leiða tað inn í kór, sum sjålvt vil í flór. Viljin skal vera millum teirra, ið skriva, sigur hann. Ráðini frá Jóannesi til okkara, sum fáast við at skriva, eru m.a., at vit eiga at vanda okkum um føll og fyrisetingar, eins og vit eiga at nýta og endurgeva orða- felli og hugtøk rætt. Setningarnir eiga at verða styttir, og hetta ber sambært Jóannesi til at læra, verður hugt at føroysku sagn- unum. Hann tekur eitt hugsað dømi: »Oli búði í Sandvík. Hann var stórur og prúður, men ikki sagd- ur at vera vitur maður<. — Her ber ikki til at fara skeiv- ur. Ongar fyrisetingar at vevjast i, sum vanligt er í longum blad- setningum. Heldur telegrammstíl enn at fara til stoks í einum setningi og síðani knappliga noyðast at seta eitt punktum til tess at fáa ondina aftur. Tað er sum at standa við línurulluna og fáa endan á kjaftin púra óvænt- að. Tá stendur tú sum kánus, sigur Jóannes og smírist. — M. a. hetta ber til at sleppa undan, um ein tímir at læra seg føroyskt, ljóða hyggjuráðini frå Jóannesi til føroysku fjølmidlar- nar.