Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

* Nr. 202 — 23. oktober 1999 - Bernini spyrja nú: Spælir tú við í Likkilikkuleia, sigur Páll. - Og tey siga eisini: Arbeiðir tú í Likkulikkuleia, ella tey spyrja, um eg eri við í Likkulikkuleia, tí eg lík- ist júst henni í Likkulikkuleia, sigur Vår arnið í tær sjálvum Páll Danielsen og Vár B. Jacobsen standa fyri barnasendingunum Likkulikkuleia í SVF. Sendingar, ið ganga ímóti tíð- arandanum og MTV skjótleikanum, men sum hóast hetta hava vunnið sær sess á ovastu rók hjá stórum og smáum, børnum og foreldrum. Arbeiðsetningurin er greiður og hugskotið hevur havt góða tíð at búnast Dagfinn Olsen - Likkulikkuleia, hver vil eiga. Soleiðis plagdi abbi mín at siga, og so hevði hann hendurnar saman, sum heyði hann okkurt i, sigur Vár, tá hon verður spurd um upprunan til navnið á væl umtóktu barnasendingini í SVF Sendingin hevur rættiliga fingið rúm í hjartanum á bæði stórum og serstakliga smáum. Tað var meðan Vár las drama- turgi niðri, og Páll starvaðist sum sjónleikari, at tey spældu sær við hugsanir um barnasend- ing. Páll er útbúgvin sjónleikari og hevur starvast í Danmark í fleiri ár sum slíkur. Vár hevur útbúgving sum dramaturgur og so komu hugsanirnar, um tey skuldu leita sær heim aftur til Foroya, ella búgva niðri. Var nakað at koma heim til. Tey kannaðu málið, og SvF var á- hugað í at samstarva við tey. - Sendingarnar eru spontanar, men hugskotið er gamalt. Sostatt er ætlanin og karmurin, kon- septið, heilt greitt. Tað er ein bók, filmur og so tey bæði í upptøkuhølunum. Reglan er at gera tað einfalt. Hetta er undir- hald við nakað av frálæru. Tað snýr seg um at brúka hugflog og tað, sum er til taks, siga Vár og Páll og minna á, at børn upp til eini 7 ár, áðrenn skúlaaldur, hava eitt stórt univers, har alt ber til. - Siga vit, at hatta er ein stein- ur, so er tað so. Børnini góðtaka tað. Tey eru ikki enn komin til tað, at hatta er ikki ein á, tí einki vatn er í. Tey eru enn ikki komin inn í skipanina, sum tey størru børnini, við at nú ringir út, og so er rokning á skránni, siga Vár og Páll. Eisini er arbeiðið í tráð við tað mong vænta av sendingunum, tað, ið tey væntast at gera og sum tíðin, sum er tillutað teim- um, loyvir. Long arbeiðsgongd Vár og Páll hava bæði bakgrund í kabarettunum í åttatiårunum. Tá tey seinnu árini hava verið heima í summarfrí, hava tey skipað fyri føroyakvøldum í Norðurlandahúsinum. Í august 1998 gjørdu tey av at flyta heim afur. Tey hava sáttmála við SvF eitt ár í senn. Tey arbeiða ikki fulla tíð, og hava sostatt møgu- leika at gera annað eisini. Mil- um annað hava tey arbeitt við at gera Søguskrinid, har tey hava lisið barnasøgur á fløgu. Men tað er eingin loyna, at arbeiðið við barnasendingini tekur drúgva tíð. Upptøkurnar verða gjørdar út í eitt. 16 send- ingar verða gjørdar í upptøku- hølunum uppá tvær vikur. Men frammanfyri liggur fyrireiking, tað at skriva partarnar, føroyskar bøkur skulu finnast, filmast, lesast og síðani skal redigerast. Vár og Páll meta, at tey nýta okkurt um 3 - 4 mánaðar uppá 16 sendingar. Men í fjør tóku tey sær t.d. eisini av jólasend- ingum, og rokna tey í dag eftir, so gjørdu tey 56 sendingar uppá eitt ár - 52 vikur. Tað er meira enn ein sending um vikuna. Hetta ber til, tá ein sleppur at arbeiða í blokkum, annars ikki, eru tey bæði samd um. Omman og skjaldur Páll og Vár fegnast um, at eisini vaksin hava víst sendingunum áhuga. - Tað er fyrst og fremst undir- hald, men kanska við nakað av lærdómi í, sigur Vár. Mynd: Jens Kristian Vang Lættari tá tú hevur funnið - Børnini fanga tað. Har er litríkt og tað er hetta við, at hvat finnur ein uppá, tá ein einki hevur at taka sær til, heldur Páli. At nógv er í sendingini, film- ur, bók og tey í upptøkuhølunum ger, at okkurt er fyri tey flestu. - Vit eru undirhald. Bókin er eitt sunt avbrot á føroyskum og Pingu er heldur ikki valdur av tilvild, tí hann tosar sum so eisini føroyskt, sigur Páll. At tey hava skjaldur við, meta tey sum tann partin, ið hellir mest til tað lærandi. - Hetta er kanska tyngsti part- urin. Tað var tað fyri okkum í byrjanini, tí tað var so ókent. Soleiðis hevur tað óivað eisini kenst fyri hyggjaran. Summi hava hildið hetta verið prikkin yvir i'num, meðan onnur hava aðara meining. Meiningarnar hava verið sera ymiskar um júst hetta, siga Páll og Vár, ið fáa