Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 202 — 23. oktober 1999 nógvar reaktiónir frá fólki. - Vit vóru tó ikki í iva um, at skjaldrini skuldu halda fram, og tað ber til at byggja uppá hetta, siga tey bæði. - Hetta var jú um at doyggja út, og t.d. fólk her í SVF, sum eru lærlingar, vita einki um hetta, sigur Páll Vár sigur, at Omman í send- ingini, Vilhelmina Larsen, ið syngur skjaldur við teimum, hevur fingið sera góða móttøku millum yngri fólk, tí tey kenna, at tey fáa innlit í nakað, ið er teimum ókent. Eitt hugskot við at hava skjaldur við, er eisini at byggja brúgv millum ættarliØini, tí tað eru tey eldru, ið geva arvin víð- ari. Esini meta Vár og Páll, at skjaldur og kvæðini er okkara arvur, meðan onnur lond hava aðarar bókmentaligar klassikarar at byggja uppá. - Skjaldur er jú áhugavert í sær sjálvum, tí allar náttúru- mentanir hava tónar, sum tey syngja fyri bórnunum. Júst hesir tónar eru í skjaldrunum, so talan er kanska um frummegi, sigur Vár og Páll skoytir uppí, at hetta er fyri at fáa børnini at verða still - at gera tey rólig. - Um vit venda aftur til okkara arbeiðsgongd, konseptið, so er skjaldrið til síðst. Børnini eru kanska vill, kedd av, at nú er lidugt. Ti var umrådandi hjå okkum at hava eina gongd, so vit røkka eitt hæddarpunkt, fyri síðani at dempa aftur, sigur Vár. - Vit hava eisini hoyrt frá fólki, at júst hetta er staðfest. Børnini góðtaka, at sendingin er liðug, kanska mótvegis tí, ið foreldur eru von við, siga Páll og Vár. Eingi nøvn Tað er við vilja, at eingi ngvn eru í sendingini. Tað eru systi og beiggi, omma og gubbi og so framvegis. - Børn kenna okkum, tá tey hitta okkum á gøtuni, sigur Páll, og minnist, at í byrjanini ætlaðu tey at hava eina bamsu ella okk- urt annað, so tey ikki komu til sjóndar, men tey valdu so at hava leiklutir ístaðin. - Børnini spyrja nú: Spælir tú við í Likkulikkuleia, sigur Páll. - Og tey siga eisini: Arbeiðir tú í Likkulikkuleia, ella tey spyrja, um eg eri við í Likku- likkuleia, tí eg líkist júst henni í Likkulikkuleia, sigur Vár. Páll og Vár eru samd um, at bórnini duga at skilja ímillum. 19 Beiggi, omman og systi. Meinigarnar er ymiskar, hvort tað er ræt a hava skjaldur við í Likkulikkuleia, men Páll og Vár eru ikki í iva. Hetta er okkara arvur, meðan onnur lond hava aðrar bókmentaklassikarar at byggja á, siga tey Karmarnir halda Páll og Vár siga, at meiningin var, at komu fleiri sendingar, so skuldu karmarnir broytast nak- að. Nú eru tey farin undir næstu partarnar, men stórvegis er ikki broytt, tí ætlanin vísir seg at halda, sum hon er, men tey bæði vissa um, at broytingar koma, um hildið verður fram. Kanska verður talan um úti- upptøkur, og aðarar broytingar koma eisini. Ikki Mtv Tað er greitt, at Páll og Vár hava hugsað gjølla um sendingarnar. Um sjálva hugsanina við send- ingini siga tey, at tey fegin ynskja at standa við tað, tey gera. Tey hava hugsað nógv um tempo og innihald. - Hetta, at klippini skulu kunna standa og ikki bera á sama bógv, sum Mtv, við skjót- um myndum og klippum. Hetta at tora ganga ímóti tíðaranda- num og standa við tað, ein ger. So ljóðar tað romantiskt og tjóð- skaparligt, tá skjaldur eru við eisini, men hvar leitar ein annars eftir føroyskum arvi, sigur Páll. - Tá eg gjørdist mamma, so sang eg fyri børnunum, tá tey grótu. Tað líktist skjaldri og tí havi eg trúð uppá skjaldrini, hóast fólk vóru ivasom um hetta, sigur Vár. Hetta við at byggja brúgv um ættarlið og ikki bert hava ungar vertir í sendingini hevur týdn- ing, sigur Vár og leggur afturat, at á ein hátt er meining aftanfyri allan vegin, men at í løtum fær ein eisini okkurt upp í hendur- nar. Tá skipað var fyri tiltaki í Norðurlanahúsinum í samband við elrdaárið, so undirhildu vert- irnir úr Likkulikkuleia, og tey duga at síggja tað náttúrliga í ag hesum, tí ætlanin er júst at byggja brúgv, og tey eru fegin um, at tey vóru við til tiltakið. Tey eru samd um, at konsept- ið, arbeiðsætlanin við Likku- likkuleia heldur, hóast tað kann tykjast at ganga ímóti rákinum og tí, sum uppi er í tíðini. - Eg havi hitt fleiri ungfólk, ið siga seg duga at síggja eina meining við sendingunum, hóast tey hava hildið, at tað sá heldur fjollut og tvætlut út at byrja við, sigur Vár. Páll og Vár halda, at tey hava hildið fast við karmarnar. Allir leysu partarnir hanga saman. Eitt tema er gjøgnumgangandi í hvørjum parti. Talan er í dag bert um at fínpussa upprunaliga hugskotið. - Um talan bert var um tant og fjas, so høvdu kanska bert børn- ini tíma at hugt, men eisini onn- ur merkja nú, at her er ein mein- ing við, sigur Vár. - Ein er alla tíðina á veg. Men sendingarnar eru tíðarleysar. Vit hava ikki tikið nakað inn, sum er uppi júst nú. Einu løtuna eru tað rulluskoytur ella yo-yo. Kemur nakað slíkt inn, so er tað av tilvild. Vit vildu helst ikki vera bundin at hesum. Heldur ikki av, at tað kanka er føstulå- vint, men sjálvsagt skal onkur Eg skal siga fyri meg, sum vaksnan mann eftir hondini, at ganga og spæla barn tað skuldu øll rroynt. Ein er í eini arbeiðsgongd, ein tvætlar og spælir, men tá tað eydnast allar best, tað er , tá tú finnur barnið í tær sjálvum. Ikki hugsa um, hvat tað er tú gerst, sigur Páll Mynd: Jens Kristian Vang Mynd: Jens Kristian Vang taka sær av at gera tær sending- arnar, men vit hava ikki hug at gera bundnar sendningar, men tær tíðarleysu og abstraktu, siga Páll og Vár. - Tað er heilt klárt munur á fyrstu sendingunum og teimum, ið vit gera og koma at gera. Vit byggja uppá alla tíðina og fylla uppá, men vit hava t.d. eisini fleiri upptøkut6l nú, enn fyrr. Ein má finna uppá okkurt nýtt alla tíðina, men av tí, at hugskotið hevur hildið, so eru vit nú meria inni í síðuleypandi arbeiðsgongdini, har vit fín- pussa, siga Páll og Vár. Barnið í tær sjálvum - Páll metir eitt av loyndarmálu- num við væl dámdu sendingu- num vera, at í øllum pørtunum er okkurt at flenna at. - Eg skal siga fyri meg, sum vaksnan mann eftir hondini, at ganga og spæla barn, tað skuldu øll roynt. Ein er í eini arbeiðs- gongd, ein tvætlar og spælir, men tá tað eydnast allar best, tað er, tá tú finnur barnið í tær sjálvum. Ikki hugsar um, hvat tað er tú gerst, sigur Páll. Tónasmíð Sangurin í Likkulikkuleia hevur eisini fangað. Tað er Vár, ið hevur skrivað sangin og børnini hjá Páll og Vár, ið syngja. Stammen Stantchev hevur lagt til rættis. - Orðini skrivaði eg, men eg ætlaði at fáa onkran at gera lag til og setti meg tí at finna útav, hvussu eg kundi hugsað mær tað. Eg gjørdist heilt kløkk, tí áðrenn eg visti av hevði eg gjørt helvtina av lagnum, sigur Vár, sum soleiðis eisini hevur roynt seg sum tónasmið. Fyri framman liggja nógvar uppgávur. Páll skal spæla sjón- leik og, ivaleyst síggja vit meira til Páll og Vár á sjónvarpsrúti- num.