leygardagur 23. oktober 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
2
Børnini geva
mær livsgledi
- Eg havi ongantíð havt tørv á at gera myndugleikar varugar við viðurskifti, eg ikki eri nøgd við. At
fólkapensjónistar fáa meiri pening næsta ár, hugsi eg als ikki um. Íslendingar siga, at tey sum fáa
meiri, vilja hava meiri. Og tað er nakað um tað!, sigur Edith í Jákupsstovu í Havn
Turid Kjølbro
I sera hugnaligum húsum i Tórs-
byrgi i Havn byr Edith i Jåk-
upsstovu. Hesin bylingurin er
håttadur sum ein gomul føroysk
bygd, samanbygd hus, ymisk i
sniði. Fólk í øllum aldri búgva
har, og grannin er ikki longri
burtur, enn hevur tú brúk fyri
honum. rópar tú á hann. Tað
kundi ikki verið betri, heldur
Edith í Jákupsstovu, sum á pall
borðsfundinum í Norðurlanda-
húsinum í sambandi við Eldra-
dagarnar herfyri, greiddi frå,
hvussu týdningarmikið tað er, at
eldraíbúðum
Eg varð beinanvegin boðin
við í bindiklubb, tá ið eg flutti
higar, og børnini í grannalagnum
n og ut og spyrja. um
Um lív og
heilsa verður
“omma" er inni. Her eri eg ikki
einsamøll, men eg vil kortini
siga, at tú skalt sjálv vera opin,
fyri at fólk skulu tíma at tosa við
teg, sigur Edith í Jákupsstovu.
Utiseti undir krignum
Edith í Jákupsstovu er ættað úr
Lamba. Hon er 83 ára gomul og
eigur átta børn, tveir synir og
seks døtur. Sum blaðung fór hon
til Danmarkar at arbeiða. Systur-
in, sum arbeiddi sum diakonissa.
útvegaði henni arbeiði á einum
barnaheimi, har hon skuldi læra
barnarøkt. Har varð hon verandi
í tvey ár. Heimkomin fekk hon
arbeiði á barnaheiminum, sum tá
var í Vestmanna.
Eftir nøkur ár í Føroyum fór
eg aftur til Danmarkar, har eg
gjørdist barnagenta í einum
privatheimi, og nakað eftir fekk
Hetta er fimta og seinasta samrødan í
greinarød í Sosialinum, har prátað verður
við eldri fólk í sambandi við, at altjóða
eldraár er í ár.
Í nógvum londum rundar fimti hvør í-
búgvi 60 ár ella meira um aldaskifti, siga
vísindafólk. Oftari nú enn fyrr verða tey
eldru umrødd sum eitt samfelagsligt vand-
amál, ið fer at vaksa og vaksa. At fólk
sjálv kunnu hava ávirkan á sína framtíð, er |
nakað vit kunnu vóna. |
Í greinarødini hava vit tosað við fólk um, |
hverja hugmynd hvør einstakur hevur um
nútíðina og framtíðina. Hetta hóast eingin
okkara veit, nær sólin fer í kav og vit ikki
eru her longur.
I rødini hava samrødur verið við Onnu
Petersen í Vági, Sverra Egholm í Havn,
Jóhonnu Johannesen í Vestmanna, og
Jógvan Gerðalíð í Klaksvík.
eg arbeiði á einum frítíðarheimi
á Norrebrúgv, greiðir Edith frá.
Í Danmark hitti Edith mannin,
sum hon stutt eftir gifti seg við.
Hann var úr Fuglafirði og las
løgfrødi í Keypmannahavn. Fyri
at vinna pening undir lestrinum
fekk hann sær fyrst útbúgving
sum løgreglumaður.
- Vit giftu okkum í 1940, vit
fingu ein son í 1941 og hálvt
annað ár seinni aftur ein son. Tá
tann yngri var tveir mánaðir
gamal, doyði maður mín av
blóðkrabba. Tað var hart, ikki
minst tí, at eg slapp ikki heim til
Føroya.
Eg - Vit kunnu gleðast um, at javnstøda gerst
hevdi . 1 £ « 2 2
tó vanlig, og ikki minst, at so nógv fólk fáa sær góða
ng útbúgving. Betur útbúgvin fólk eru, lættari er at
har, fremja javnstødu
fekk
dreingirnar í dagrøkt, og so fór
eg til arbeiðis á Fólka-
yvirlitinum, ið júst tá var sett á
stovn. Øll skuldu skrásetast, og
nógv var at gera. Vit umsótu
eisini ratióneringsmerkini.
Edith hitti seinna mannin,
Jákup, í Keypmannahavn, og tey
vórðu gift, áðrenn tey fluttu
heim til Føroya beint eftir krigs-
lok. Jákup var ættaður úr Sør-
vági, og hagar fluttu tey. Jákup
kom upp í politikk beinanvegin,
varð valdur inn fyri Javnaðar-
flokkin, men av tí at hann var
loysingarmaður, varð hann
koyrdur úr flokkinum. Eftir at
Tjóðveldisflokkurin varð stovn-
aður, fór hann uppí har.
Jákup fór í starv sum skrivari í
Fiskimannafelagnum, og familj-
an flutti ul Havnar. Ringt var at
sleppa av við húsini í Sørvågi,
sum vóru nýbygd og væl út-
gjørd, so Edith og Jákup gjørdu
ikki mætari enn at taka húsini
niður og seta tey upp í Jóannes
Paturssonargøtu í Havn, har tey í
dag hýsa ymsum feløgum og
bera navnið Jákupsstova. Jákup
gjørdist sjúkur, men helt kortini
fram i arbeidinum. Eftir 18 år i
Fiskimannafelagnum, misti hann
starvið, tí nýggi formaðurin helt
tað ikki vera neyðugt at hava
skrivara.
Øll árini í Sørvågi og í Havn
arbeiddi Edith heima, har hon
var um øll børnini. Men tå ið
Jákup doyði í 1974, mátti hon út
at arbeiða fyri at forsyrgja sær
og børnunum. Fleiri av teim
eldru børnunum vóru í lestrarør-
indum uttanlands. Hon fekk
timalønt arbeiði á Frimerkja-
deildini, og har var hon í fleiri
ár.
Nógv samband
við yngri ættarlið
Síðani hon gjørdist fólkapen-
sjónistur, hevur Edith í Jákups-
stovu ongantíð havt aðra inntøku
enn fólkapensjónina.
- Tá ið tú veitst, hvat tú fært
hvønn mánaða, lærir tú at klára
teg fyri tað. Eg veit, hvat eg fái,
og hvat eg skal av við, og so má
restin røkka. Tað havi eg altíð
dugað, og tá ið børnini vóru
smá, gjørdi eg teimum klæðir.
Gomul fólk duga eisini at klára
seg fyri minni enn yngri fólk og
krevja sum heild minni. Mær
dámar ikki, tá sagt verður, at
gomul fólk liva á hungursmarki-
num. Nú eru sjálvsagt ikki oll
líka, sigur Edith í Jákupsstovu.
Nógv hevur verið tosað um
2
Húsini hava altíð staðið opin,
eisini fyri vinfólkunum hjá mín-
um børnum, og av tí sama verð-
ur ein sjálv opin. Hóast eg bert
havi sjeynda klassa, havi eg lært
so ómetaliga nógv av teimum.
Havi lurtað væl, og tað hevur
givið mær lærdóm.
- I dag hava yngri fólk ikki so
gott tol at lurta eftir gomlum
fólki, tá ið tey hava hug at siga
frá teirra lívsroyndum. Tey taka
ikki altíð tað til eftirtektar, sum
gomul fólk siga, og sigur tú við
yngri fólk, at fyrr í tíðini gjørdu
Vit so Og SO, Svara tey tær aftur,
at nú er ikki fyrr. Og tað er
alt meiri jú rætt. Alt er broytt so
nógv, og tí ber ikki til altíð
at tosa um, hvussu alt var
fyrr.
Stúri ikki fyri framtíðini
Av lyndi er Edith
bjørtskygd og lættsint. Hon
stúrir ikki fyri framtíðini, hvorki
fyri tey, sum eru gomul í dag
ella fyri eftirkomararnar.
- Eg havi altíð verið so heppin
at hava fólk rundan um meg,
mær dámar væl at pråta við fólk,
og eg eri opin fyri øllum. ØØr-
vísi er hjá teimum, sum sita
einsamøll. Tá stúrir tå lættliga.
- Eg stúri als ikki fyri, hvussu
Føroyar verða, tá ið vit fáa full-
veldi. Maður mín plagdi at siga,
- Í mínum hugaheimi er tað hvørki ringt, eyðmýkj-
andi ella nøkur skomm at biðja um hjálp frå tí
almenna. Tað er bara nakað, sum skal avgreiðast
virðilig ellisár í sambandi við
Eldraárið. Yvirskriftin til áður
umrødda pallborðsfundin í
Norðurlandahúsinum var "67 ár
og hvat so?". Á fundinum førdu
fleiri fram, at virðingin fyri tí
einstaka fer, tá ið ein verður 67
ár. Frá at hava verið virkin í
samfelagslívinum, verður ein
viðskiftafólk uttan myndugleika
á Almannastovuni. Men Edith í
Jákupsstovu heldur ikki, at fólk
nýtast at mála myndina so svart-
skygda.
- Eg havi ikki verið varug við,
at virðingin fyri mær er farin, tí
eg eri vorðin gomul. Av tí, at
stórur aldursmunur er millum
mini elstu og yngstu børn, havi
eg altíð havt ungdóm í húsinum.
at tá ið vit loysa, missir Dan-
mark ein fosturson, men fær
ístaðin ein bróður. Eg harmist
um, at kjakið um fullveldi ikki
stingur djypri enn til pengarnar.
Hjá nógvum hevur tjóðskapar-
kenslan einki at siga. Hví skal
alt mátast í pengum? Eingin
tosar um, hvussu teir skulu og
kunnu brúkast. Vit oyðslaðu alt
burtur í áttati árunum og settu
okkum í risastóra skuld. Eg
skilji væl, at fólk verða frustrer-
að av at hava sett seg í stóra
húsaskuld, men livimátin ger, at
fólk velja slíkt.
- Nøkur spåa, at livistóðið
verður lægri, tá ið vit fáa full-
veldi, men tað veldst um, hvussu
tú sjálv ert. Vit hava ongantíð átt