leygardagur 23. oktober 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
nógvar pengar, men kortini hava
vit havt ráð at keypa bøkur og
myndir. So spardu vit onkra aðra
staðni. Bil hava vit ongantíð átt.
- Uttanlands havi eg eisini
verið seinastu árini, men tá hava
børnini og ommubørn boðið
mær. Í so máta ber til. Tað ber
ikki til at leggja pengar av til
ferðing av eini fólkapensjón, tí
tað eru altíð onkrar eykaútreiðsl-
ur. Viðvíkjandi mati og klæðum
havi eg ikki stór króv. Klæði
eigi eg nóg mikið av.
Einki hóvasták burtur úr
Edith hevur ikki skrivað seg upp
til nakað ellisheim ella sambýli.
Hon kundi als ikki hugsað sær at
flutt nakra staðni.
- Eg havi ikki hugsað so langt,
at eg ein dag ikki fari at klára
meg sjálva. Kanska tí eg havi
børn. Kemur tað hartil, at eg má
á ellisheim, taki eg tað sum tað
kemur. Eg veit, at nógv sita
ógvuliga einsamøll og bara
síggja heimahjálpina. Eg havi
heimahjálp ein tíma um vikuna,
og børnini og ommubørnini
síggi eg ofta. Um tað er rætt at
hugsa, at børnini taka sær av
tær, tá ið tú verður óhjálpin, veit
eg ikki.
- Hevur tú brúk fyri hjálp frá
tí almenna, biður tú sjálvsagt um
tað. Í mínum hugaheimi er tað
hvorki ringt, eyðmýkjandi ella
nøkur skomm, men bara nakað,
sum skal avgreiðast. Eg geri
einki hóvasták burtur úr slíkum.
Skalt tú hava nýggjar brillur,
rindar tú meginpartin sjálv, men
sjálvsagt fert tú eftir teimum
krónunum, tú fært aftur frá
Sjúkrakassanum.
- Gomul fólk ella teirra av-
varðandi lata ofta verri at enn
teimum nýtist. Hinvegin skilji
eg væl avvarðandi, sum kæra
sína neyð, tá tey dag og nátt
mugu taka sær av teirra gomlu
foreldrum. Tað er bæði strævið
og bundið.
Tá ið vit spyrja Edith, um
gomul fólk skulu taka til takkar
fyri stóðuna sum hon, sigur hon,
at hon hevur einki at fílast at.
- Eg eri glad fyri støðuna, sum
hon er. Eg havi ongantíð havt
tørv á at gera myndugleikar vart
við viðurskifti, eg ikki eri nøgd
við. At fólkapensjónistar fáa
meiri pening næsta ár, hugsi eg
als ikki um. Íslendingar siga, at
tey sum fáa meiri, vilja hava
- Eg stiri als ikki fyri, hvussu Føroyar verða, tá ið
vit fáa fullveldi. Nøkur spáa, at livistóðið verður
lægri tá, men tað veldst um, hvussu tú sjálv ert
meiri. Og tað er nakað um tað!
Tað hevur aldri staðið á hjá
Edith at hava eitthvørt at takast
við, heldur ikki á ellisárum.
- Mær dámar ógvuliga væl at
lesa, og havi altíð bundið og
vovið nógv. Tiltøkini, sum hava
verið fyriskipað í sambandi
Eldraárið, hava dámt mær væl.
Annars havi eg altíð gingið nógv
til fyrilestrar, framsýningar,
konsertir, og annað. Nú eri eg
kortini noydd at fáa onkran at
koyra meg, tí eg fái ikki so væl
gingið. Bussin havi eg annars
altíð brúkt nógv.
Kvinnupolitiskt hevur Edith
eisini verið virkin. Eitt skifti,
beint eftir hon var komin til
Havnar at búgva, sat hon í
nevndini í Kvinnufelagnum, og í
1989, tá ið stóra kvinnuráð-
stevnan var í Oslo, var Edith við
í ferðalagnum.
- Størsta uppgávan øll árini,
eg var virkin í felagnum, var at
fáa javnstødul6gina viðtikna.
Tað var spennandi at fylgja við,
og vit vóru allar glaðar, tá ið
lógin loksins varð samtykt. Vit
kunnu gleðast um, at javnstøda
gerst alt meiri vanlig, og ikki
minst, at so nógv fólk fáa sær
góða útbúgv.ng. Betur útbúgvin
fólk eru, lættari er at fremja
javnstødu. Sum foreldur hava vit
- Eg havi ikki verið varug við,
at virðingin fyri mær er farin,
tí eg eri vorðin gomul. Av tí, at
stórur aldursmunur er millum
mini elstu og yngstu børn,
havi eg altíð havt ungdóm í
húsinum, sigur Edith í Ják-
upsstovu
Mynd: Jens Kristian Vang
strongt á okkara børn um at
útbúgva seg, men tey hava sjálv
verið áhugað í at útbúgva seg
væl. Tað eri eg sera glað fyri í
dag. Gorki hevur eina ferð sagt,
at um børn tíni ikki eru betri enn
tú sjálv, hevur tú alt tey skeivt
upp, sigur Edith í Jákupsstovu at
enda í viðtali.