leygardagur 23. oktober 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Nr. 202 — 23. oktober 1999
Tær gitnu Winnie the Pooh/Peter Plys-bøkurnar á før-
oyskum. A.A. Milne: Palli Pumm. Ernest H. Shephard
myndprýddi. Gunnar Hoydal týddi eftir Winnie the Pooh.
Bókadeild Føroya Lærarafelags 1999. 143 s. kr. 118
Jógvan Isaksen
Seinasta ár gav Bókadeildin
út myndabókina „Mín fyrsta
bók um Palla Pumm“ í týð-
ing eftir Gunnar Hoydal, og
har varnaðist tú tann liðiliga
málburðin og tey snøggu
føroysku nøvnini. Nú er
tann fyrra av teimum upp-
runaligu Winnie the Pooh-
bókunum komin á føroysk-
um, og týðarin er tann sami.
Enski høvundurin Alan
Alexander Milne (1882-
1956) var longu kendur sum
høvundur av skemtiligum
tekstum og sjónleikum, tá
ið hann í 1926 gav út
„Winnie the Pooh“ og í
1928 „The House at Pooh
Corner“. Sonurin Christop-
her Robin og spælidjórini
hjá honum manna pallin í
Pumm-bókunum, sum
skjótt gjørdust alheims-
kendar. Seinni vildi Christ-
opher Robin Milne vera við,
at tað var í ólukkumáta, og
at bøkurnar hjá pápanum
høvdu gjørt honum fortreð
alt lívið. Í endurminningum
sigur hann, at hann ongantíð
hevur fingið frið fyri fólki,
sum vil hitta tann veruliga
Christopher Robin, og tað
er líka við, at hann ynskir
Palla Pamm-bøkurnar niður
og norður. Men tað gera vit,
lesararnir, ikki, tí tað er á
sjáldsaman hátt eydnast
høvundinum at skriva ein
tekst, sum bæði børn og
vaksin hava fragd av at lesa.
Palli Pumm (bjørn),
Purkil (grísur), Asnar (esil),
Kaninus (git!), Uglas (git
aftur!) og onnur vinfólk
búgva í 100 Metra Skógi-
num, har tey eru fyri al-
skyns hendingum. Hesar
eru oftani stórar og vanda-
miklar - í hvussu er í egnum
huga - og djórini royna sum
frægast at klára seg, men
mugu onkuntíð fáa stuðul
frá Kristoffuri Róa. Og
hvorki djór ella hendingar
víkja stórvegis frá tí, sum
menniskjur flest eru fyri.
(Siga vit at 100 Metra skóg-
urin er ein mynd av mann-
aheiminum, hvør er so
Kristoffur Rói? Fyri ikki at
tala um fråsøgumannin?)
Beinharður logikkur
Tað, sum ger bøkurnar bæði
stuttligar og áhugaverdar
annars, eru tær stak logisku
og um somu tíð fullkomi-
liga ólogisku samrødurnar
og hugasambondini. Lesar-
in verður javnan tikin á bóli,
sum her, har Palli Pumm
hongur undir einari ballón
og vil hava Kristoffur Róa
at skjóta ballónina, so hann
sleppur niður:
„Ei!“ segði Pumm.
„Rakti eg ikki?“ spurdi
tú
„Tað er ikki tað, at tú ikki
rakti,“ segði Pumm, „men
tú rakti ikki ballónina. “
Í tí næsta stutta orðaskifti
er Palli Pumm eisini púra
reinmeintur: ,,,A, bjørnin
mín!“ segði Kristoffur Rói.
„Sum eg eri góður við teg!“
„Eisini eg,“ segði Pumm.'
Høvdu vit onnur verið líka
ærlig, sum tann lítla bjørnin,
høvdu vit mangan svarað
sum hann.
Nógv skemt er í Palla
Pumm-bókunum, men at
kalla altíð snarað, so at tað
er fleirtýtt. Her er Pumm
farin at vitja Kaninus, og tá
ið hann verður spurdur:
„Vilt tú hava hunang ella
súltutoy aftur við breyðbit-
anum?“ varð hann so glað-
ur, at hann segði: „Bæði,“
og so legði hann aftrat fyri
ikki at vera grammur: „Men
sama ger við breyðbita-
num.“
Hvat ið melur í høvdinum
á bjørnini við tí lítla skili-
num, sum hon fleiri ferð
verður umrødd, kemur
greitt til sjóndar í hesum
orðaskiftinum stutt fyri søg-
ulok. Purkil spyr Pumm,
hvat tað fyrsta er, hann sigur
við seg sjálvan, tá ið hann
vaknar á morgni:
„Hvat skal eg nú fáa mær
at eta?“ segði Pumm. „Hvat
sigur tú, Purkil?“
„Eg sigi: Hvat spennandi
man fara at henda í dag?“
Pumm nikkaði í djúpum
tonkum.
„Tað er tað sama, sum eg
meinti við.“
Palli Pumm
á øllum mótum
Bøkurnar hjá A.A. Milne
um ta lítlu bjørnina og vinir
hennara hava borið við okk-
Bamsufilosofi
23
urt viðkvæmt hjá mongum,
tí tað finst upp í leypar av
bókum, sum brúka Palla
Pumm-bøkurnar til egin -
ofta filosofisk - endamál.
Tað finnast ivaleyst kjokk-
fult av beinleiðis tolkingum
av bókunum - eg kenni tær
ikki, men soleiðis plagar tað
at vera - men tað eru kortini
ikki tær, sum hava vakt
størstan ans. Tað eru hinar,
sum brúka Palla Pumm á
næstan øllum lívsins og
vinnulívsins økjum. Ein eit-
ur „Winnie-the-Pooh and
the Philosophers“ eftir John
Williams, og hon hevdar, at
øll vesturlendsk filosofi,
líka frá teimum griksku kos-
mologunum og upp til teir
fronsku eksistentialistarnar,
bara er forarbeiði til Palla
Pumm. Stikk denn!
Eingilskmadurin Benja-
min Hoff hevur skrivad
tvær bøkur, har hann vil
vera við, at Palli Pumm er
ein av heimsins størstu tao-
istisku meistarum, og at
Purkil - sum altíð er bangin
- sæddur í mun til taoism-
una er av djarvastu verum.
Bøkurnar eita „The Tao of
Pooh“ og „The Te of Piglet“
og finnast eisini á donskum
(Peter Plys og hans Tao og
Den tapre grisling).
Ein av teimum nýggjastu
J OD
bókunum er skrivað av
tveimum kendum amerik-
onskum vinnulivsrådgev-
um, Roger E. Allen og
Stephen D. Allen. Hon eitur
„Winnie-the-Pooh on Prob-
lem Solving“ (á donskum:
Peter Plys som problemløs-
er) og sigur m.a., at bøkur-
nar um Pumm visa, hvussu
tå gert tær greitt, hvør ein
trupulleikin er, hvussu tå
síðani loysir hendan og síð-
ani hevur eyguni eftir hon-
um. Skilliga er einki mark
fyri, hvat Palli Pumm og
hini spælidjórini kunnu
brúkast til.
Væleydnað týðing
Føroyska útgávan er snøgg,
og tekningarnar hjá Ernest
H. Shephard, sum eiga sín
stóra lut í bókunum, eru væl
endurgivnar, nógv betur enn
í einari samlaðari enskari
útgávu, sum eg havi. Inn-
anperma er kort av økinum,
har Palli Pumm og hini
halda til, men teir hond-
skrivaðu stavirnir í for-
oysku útgávuni eru ikki al-
tíð líka lættir at lesa mótsett
ensku Utgåvuni.
Tað eru upp í lógvar av
ørindum í bókini og orða-
spøl við, og nogv av hesum
hevur ikki verið lætt at flutt
yvir í føroyskt, men Gunnar
Hoydal er sloppin óvanliga
væl frá síni týðing. Tað, eg
havi funnið av villum er
ikki vert at nevna. Týðarin
hevur meira enn einaferð
skeitt í donsku „Peter Plys“,
at síggja hvørja loysn hon
hevur valt. Hetta tekur kort-
ini einki frå endurgávuni hjá
Gunnari, sum í flestu førum
fer sínar egnu leiðir.
Til fyri kortum hava fólk
vanliga lisið hesar bøkur á
donskum ella sjálvi týtt so
hvørt, men nú er bara at
leggja í vaðið og kunna seg
við Palla Pumm og vinir
hansara í 100 Metra Skógi-
num.