Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 1999síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 202 — 23. oktober 1999 24 2 Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: postæsosialurin.fo a Frálík handbók í heimi og skúla Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærara- felags hava í felag givið út alfróðina Heimsins lond. Talan er um eina bók hjá forlagnum Dorling Kindersley í før- oyskari týðing. Magni Joensen hevur tytt bókina úr enskum. Eitt lið av land: frødingum hevur skrivað og lagt bókina til rættis, sum hevur upprunaheitið Geogr: phy of the World Henda litfagra bókin er framúr góður leiðvísari í øllum frælsum londum og heimspørtum í dagsins umskiftiliga heimi. Tú ognar tær skjótt og lætt, týdningarmiklar upp- lýsingar um m.a. fólkatal, mål, átrúnað, stýri og gjaldoyra. Chopin 150 ár Seinasta sunnudag vóru 150 ár liðin, síðani tónaskaldið Fréde- ric Chopin andaðist. Chopin var bert átta ára gamal, tá ið hann fyrstu ferð sat við klaverið til eina almenna konsert. Hetta j60førid helt hann seg til bæði sum tónaskald og tónleikari. Um klaverid flokkaðust ungar, vakrar og ríkar kvinnur fyri at fáa frålæru, og okkurt annað við. Áðrenn Chopin fór úr Pólandi til París í útlegd, trúlovaði hann seg við 20 ára gomlu Constantina Gladkowska. Tey sóu aldri hvort annað aftur. I París fekk Chopin sær aðra kvinnu, nevniliga Delfina Potocka, sum var songkvinna og greivinna. Nærum samstundus trúlovaði hann seg í loyndum við ungu Maria Wodzinska í Tysklandi. Men pápi hennara loyvdi ikki sambandinum, so árið eftir knýtti hann seg enn tættari við George Sand. Hetta kenda sambandið, sum heyði avgerandi týdning fyri tónleikin og lívið hjá Chopin, vardi í tíggju ár. Tvær kvinnur afturat royndu at forføra Chopin, sum att Háskúlin 100 ár Mánadagin í Háskúlin varð settur á stovn. Hann byrjaði virksemi sítt aðru viku, Í. nov „eru 100 ár liðin, síðani norðuri í Klaksvík í 1899, og fór síðani í Føgrulid á Borðoynni. Fyrst í øldini fór hann til Havnar, har hann hevur verið síðani. Ymiskt verður tyriskipad í hesum sambandi, eitt nú skipa Klaksvíkar kommuna og Norðoya Fornminnissavn fyri tveimum håskulakvøldum 29. og 30. okt. Æltanin er eitt nú at hava eina framsyning, ið lýsir fyrstu tíðina hjá háskúlanum. Góð ráð til pápar Nýggj donsk bók er komin á marknaðin, sum eitur 10 råd til nybagte fædre. Undirheitið er: Sådan får du hurtigt kontakt til dine børn. Tað er Tore Wangeler, ið hevur skrivað. Hann eigur tvey børn, og endamálið hjá honum við at skriva hesa bókina er skjótast gjørligt at yvirhála mammuna, tá ið tað ræður um tætt samband við barnið. Høvundurin hevur bert verið pápi í trý år, men frá arbeiði sínum sum leiðari hevur hann evnini til at seta royndirnar Listafólk við gávum Antin hevur tå listagåvur ella ikki. Men tú kanst eisini hava gávurnar, og einki gera við tær. Og so steðgar tú upp. Tú mást arbeiða fyri at styrkja gávurnar. Øll kunnu læra at tekna á ymiskum stóðum. Þú kanst læra at tekna tað tekniska, men um tú ikki hevur gávurnar, fært tú aldri ta brennandi kensluna fram, sigur Rannvá Kunoy, listakvinna í Fjølni nr. 4 1999 Subject: Teldubræv Date: Fri 22. okt. 1999 To: post(Dsosialurin.fo From: infoQnordinst.aland.fi í bás. I bókini kókað niður til tíggju ráð. lívið fann íblástur til tónleikur frá kvinnum. Reply to: nioQnordinst. aland. fi TELDU- PORTUREN: Fullveldið: Nei takk! Soleiðis søgdu ålendsku veljararnir, nú teir valdu nýtt løgting her á oyggjunum seinasta sunnudag. Boðskapurin var greiður: Tey fáu sum hava torað at nevnt møguleikan fyri fullveldi ruku út úr tinginum, meðan Lib- erali Flokkurin, ið harðastur hevur afturvíst tankanum um álendskt fullveldi, gjørdist størsti flokkur og fer helst at mynda kom- andi landsstýrið Ikki tí, spurningurin um álendskt fullveldi hevur ikki verið tikin upp á tungu undir valstríðnum. Tað sindrið av kjaki, sum hev- ur verið um málið fór fram fyri fleiri mán- aðum síðani. Men tankin er enn so fremm- andur fyri flestu álendingum, at teir fáu politikkarar, sum tíðliga í vár úttalaðu seg til frama fyri álendskum fullveldi, tykjast at hava skatt sítt trúvirði so dyggiliga, at tað merktist nú á valinum næstan eitt ár seinni. Gongdin í fullveldismálinum í Føroyum sá annars eina tíð út til at skula geva íblástur til eitt nýtt tjak um rikisrættarligu viður- skiftini millum Aland og Finland. (Viður- skiftini landanna millum vera í dag skipað eftir eini sjálvstýrislóg, sum kann minna eitt sindur um okkara heimastýrisskipan, men við munandi meira avmarkadum heim- ildum enn Føroyar hava.) Tað var ein søgulig hending í álendskum politikki seinasta heyst, tá nakrir politikk- arar úr teimum trimum borgaraligu flokku- num, sum mynda álendska landsstýrið (Landskapsstyrelsen) alment søgdu seg ganga inn fyri tankanum um álendskt full- veldi, sum eitt mál, ið álendingar eiga at seta sær fyri framtíðina. Hetta var fyrstu ferð, at tankin um álendskt fullveldi varð reistur av „seriðsum politikarum“, sum tikið var til. Aður hevði tankin bert undirtøku í einum evarska lítlum bólki á ytsta høgra- veinginum. Men serigsiteturin og politiska tyngdin hjá teimum nýggju fullveldismonnunum (ti higartil eru tað bara menn) hevur íkki rinið vid álendingarnar. Teir eru enn ikki til reiðar at taka spurningin upp til viðgerðar. Og heldur ikki eydnaðist fullveldispolitikaru- num at fáa flokkar sínar við sær. Allir pol- itiskir flokkar hava víst fullveldistankanum aftur og vilja halda fast við sambandið við Finnland og menna verðandi sjálvstýris- skipan. At fullveldiskjakið á Álandi skuldi líða hesa lagnu var ikki óvæntað. Tí hóast Før- oyar og Aland á mangan hátt eru lík sam- feløg, so eru politiska mentanin og vidur- skiftini sera ymisk. Fyri ålendingar er spurningurin um broyt- ingar i rikisvidurskiftunum fyrst og fremst ein spurningur um pengar. Á Alandi vera pengar mettir sera høgt; alt verður mett og vigað í pengum: Ognir, fólk, mannavirði, mentan, hugsjónir. Og tjóðskaparligt frælsi stendur ikki í høgum kursi fyri tíðina. Og her á Alandi er tað kortini ikki nøkur milj- ardinntøka frå Finlandi, ið stendur upp á spæl. Tvørturiméti. Álendingar gjalda meira í skattum og avgjøldum til finska stat- in enn teir fáa aftur í blokki og veitingum. Men bara hugsanin um hægri almennar útreiðslur og stórri og dýrari umsiting er nóg mikið at fáa flestu álendingar at venda tankanum um fullveldi bakið, áðrenn hann av álvara er tonktur hart. Ein onnur orsøk til at fullveldishugsjónin er álendingum so fjar, eru politisku við- urskiftini við Finland, sum gera, at ein stórur partur av politisku orkuni fer til at verja tað lítla sjálvstýri, ið Aland hevur, og tey rætt- indi, ið eru vunnin. Alendska sjálvstýrisskipanin er, og hevur altíð verið, undir støðugum politiskum og umsitingarligum trýsti úr Finlandi. Skipanin kom í lag eftir fyrra heimsbardaga og bleiv åløgd Finlandi gjøgnum altjóða avtalur sum treyt fyri, at Aland kom undir finska yvir- vøld. Hetta hevur tryggjað, at Finland ikki einsíðugt hevur kunnað broytt sjálvstýris- lógina, sum millum annað tryggjar, at bert svenskt er alment mál á Ålandi, og at bert álendingar kunnu keypa jørð og reka vinn- uvirksemi her. Men samstundis hevur undirtøkan fyri skipanini f Finlandi ongantid verid heil- hugað. Finska stjórnin letur treydugt álend- ingum størri heimildir. Hetta seinasta árið hevur stjórnin m.a. víst aftur einum ynski frá einum samdum álendskum løgtingi um yvirtøku av partafelagsskattingini. Javnan eru røddir frammi í finska ríkisdegnum um at avtaka serrættindi álendinga. Og tann sera miðsavnaða meginumsitingin í Helsingfors roynir støðugt umsitingarvegin at hála inn- aftur tað vald, ið annars politiskt er latið álendingum. Innlimanin í ES hevur t.d. víst seg at skapa ein „valdsleka“ frá sjálvstýris- myndugleikunum til ríkismyndugleikarnar. ES góðtekur bert ein stjórnarmyndugleika í hvørjum limalandi, og tað hevur ført við sær, at stjórnarmyndugleikarnir í Helsing- fors hava lagt seg á umsitingina av øllum økjum, ið eru umfatað av ES-lóggávu, eisini har hesi av réttum eru yvirtikin av álendska sjálvstýrinum. Undir hesum umstødum bera ålendskir politikkarar ótta fyri, at eitt tjak um fullveldi fer at flyta fokus ov nógv frá teimum á- troðkandi málum, ið eru at loysa her og nú í viðurskiftunum við Finland. Samstundis sum tað gerst munandi torførari yvirhøvur at fáa nakrar loysnir, eftirsum einhvør um- røda av álendskum fullveldi tykist at økja um politiska mótviljan mótvegis álendskum áhugamálum í Helsingfors. Øll polititisk umrøda av sjålvstyrisvidurskiftum ber tí dåm av einum sterkum politiskum sjålv- sensuri. Eitt slag av „álandisering“, ið minn- ir ikki sørt um tað „finlandisering“, ið eyð- kendu varligu politisku kós Finlands mót- vegis Sovjetsamveldinum undir kalda krig- num. | Ge Tá starvstid mín her á Alandi er av um hålvt annad år flyta familja min og eg heim- aftur til einar Føroyar, ið kanska og vónandi hava tikið við fullveldinum. Men undir øllum umstødum verður tað til eitt land, ið politiskt er munandi frælsari enn tað, sum eg í løtuni búgvi í. Mikkjal Helmsdal, Áland