leygardagur 23. oktober 1999síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TE
Nr. 202 - 23. oktober 1999
tidindabladid
Spennandi lokaluppgerð
í høllini á Hálsi
Hondbóltur: Ferð er nú komin á hondbóltslandskappingina, og um vikuskift-
ið tørna teir bláu og teir grónu saman í Høllini á Hálsi
JÁKUP MORK
Hjá monnunm man spenn-
ingurin fyrst og fremst vera
tengdur at, hvussu úrlslitið
verður, tá lokaluppgerð
verður á Hálsi, har Kyndil
og Neistin skulu leika. Bæði
liðini hava higartil vunnið
sær 2 stig fyri 2 dystir, og
bæði hava tey tapt fyri vest-
menningum. Talan er iva-
leyst umt ein dystur, har alt
kann henda. Liðini bæði
longu víst, at tey megna at
spæla góða hondbólt, men
higartil hevur spælið ikki
verið nóg støðugt.
Í hinum báðum dystunum
er talan í báðum fórum um
topp ímóti botni. StIF og
VIF skulu á heimavelli taka
ímóti ávíkavist KIF og H71,
og vil alt annað enn greiðir
sigrar til heimaliðini í hes-
um báðum dystum, verða
ein sensation. StlF hevur
bert hevur leikt ein dyst hig-
artil, men tað var ikki stutt-
ligt at vera hoyvíkingur
seinasta vikuskifti, tá H71
legði rygg til stórtap. VÍF
hevur longu leikt 3 dystir,
og 2 teirra vóru framman-
undan mettir at vera rættu-
liga torførir. Enn hevur tó
eingin megnað at knógvað
teimum, og ikki kann vænt-
ast, at unga H71 liðið fær
givið teimum 'stórvegis
mótstøðu.
Spenningurin
tengdur at Vestmanna
Hjá kvinnunum verða 2
dystir leiktir hetta vikuskifti
Hjá kvinnunum er, eins og
hjá monnunum, lokalupp-
gerð ímillum Kyndil og
Neistan, men ikki kann
roknast við, at spenningurin
verður hin sami. Kyndils-
kvinnurnar tykjast vera væl
fyri, og væntast kann, at tær
strúka avstað við báðum
stigunum.
Størri spenningur er helst
knyttur at dystinum i Vest-
manna, har VIF og Stjørnan
skulu royna seg. Heimaliðið
hevur higartil fingið 4 stig
fyri 3 dystir, og hóast tær
Neistin hevur nakað at prógva eftir niðurtúrin móti
VIF mikudagin, og tað verður Kyndil, sum stendur
fyri skotum
taptu ímóti Kyndli, so tykj-
ast tær at verða betri fyri,
fyri hvørt umfar, sum líður.
Stjórnan hevur bert leikt I
dyst higartil, og vunnu tær
tá móti verandi føroya-
meistarunum úr Kyndli.
Stjórnan tykist vera væl fyri
í ár, hópurin er styrktur
nógv við teimum báðum
útlendsku leikarunum.
Megnar Stjørnan eisinin
at vinna dystin í Vestmanna,
fer ivaleyst longu nú at
verða tosað um eitt møgu-
ligt føroyameistaraheitid,
men VIF ætlar helst ikki, at
so skal verða.
duga ímóti Fram, sum er sterkasta boðið móti Fleyr
Mynd: Alvur Haraldsen
Flogbóltur: Havnaliðini bresta sam-
an um vikuskiftið og TB skal vísa at
sigurin móti Mjølni ikki var av tilvild
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá hetta vikuskiftið er farið
afturum fer at bera til at gera
sær eina mynd av hesum
kappingarárinum, hóast tal-
an bert er um annað umfar í
landskappingini.
Hjá monnunum snýr tað
seg um tveir dystir hesaferð,
og annar er ein topp dystur,
meðan hin er botndystur.
Stordystur í Gundadali
Í toppinum stendur stíði
millum Fleyr og Fram, og
havnafeløgini bæði eru eftir
øllum sólarmerkjum at
dóma tey, sum skulu kapp-
ast um meistaraheitið.
Seinasta vikuskiftið vann
Fram á Mjølnir, sum tó
verður styrkt við útlendsk-
um leikara seinni í ár, og
Fleyr, sum eftir øllum at
dóma eisini hevur fingið
fatur á munagóðum styrki,
vann á SI.
Tí verður við spenningi
hugt at dystinum í Gunda-
dalshøllini, sum verður
sunnudagin.
I Sørvågi verður botn-
dystur millum SI og IF. SI
stóð seg illa í fyrsta dystin-
um ímóti Fleyr, men leiðar-
arnir sum standa aftanfyri
liðið vænta, at tað verður
munandi ødrvisi nú SI skal
spæla å heimavølli.
Um tad fer at eydnast at
vinna á meistarunum úr
Fuglafirði torir eingin at
spáa um, tí liðið er broytt
frá seinasta kappingarári, og
sum ikki einaferð, so er frá-
fallið í drúgva og meira
royndara endanum.
Fuglfirðingar eru heldur
ikki væl fyri teir koma til
Sørvågs av tí at teir hava
mist fleiri leikarar Tí er
væntandi, at talan verður
um ein spennandi dyst
leygardagin.
TB skal vísa vegin
Hjá kvinnunum er størsti
spenningurin um dystin á
Giljanesi leygardagin.
TB skal vestur í Vágarnar
at spæla móti Drátti, og hes-
aferð skulu tvørågentur
visa, at tað ikki var av til-
vild, at tær vunnu dystin
móti Mjølni seinasta viku-
skiftið.
Síðani tann dystin hevur
TB mist Guðrið, sum er far
in aftur til Danmarkar, og
tað er missur í munar
Dráttur er, hóast sigurin
á Kambsdali seinasta viku-
skifti, heldur ikki væl fyri,
men tað er eingin ivi um at
tær fara at gera sítt ítarsta
fyri at leggja TB forðingar
í vegin.
I Havn fær Fleyr vitjan
av IF, og tað verður eisini
hugt við spenningi at tí dyst-
inum.
Fleyr hevur mist studuls-
leikarar í ár, og tað merkist,
at leikarar, sum Rúna
Hentze og Anna Dalsgaard
ikki eru tøkar longur. Kort-
ini eigur eitt felag sum Fleyr
at hava spælarar tøkar at
seta við tá eldru leikararnir
fella frá.
Hjá IF er stødan haraft-
urímóti tann, at tær eru ný-
uppfluttar í meistaradeild-
ina, og tær royna tí av øllum
alvi at fáa fótin fyri seg í
bestu deildini.
Liðið er, hóast tapið sein-
asta vikuskiftid, ikki heilt
fyri ongum, tí tær hava
frægar leikarar á liðnum.
Ein av teimum, sum
gjørdist meistari við Mjøln-
ir í fjør er Helen á Lakjuni,
og hon er ein teirra, sum
ikki gevur upp fyrr enn
dysturin er liðugur.
Hvussu tað fer at gangast
fara vit at hoyra um týs-
dagin
Fleyr fær rum-
enskan venjara
Flogbóltur: Gongur alt sum ætlað,
kemur 31 ára gamli Pascu Romica
til Føroya at vera venjari hjá Fleyr
SVEINUR TRÓNDARSON
Um nakrar heilt fáar dag-
ar, kemur tann 31 ára
gamli rumenski flog-
bóltsleikarin Pascu Rom-
ica til Foroya.
Endamálið við ferð
hansara her er, at hann tað
sum eftir er av árinum
skal venja liðini hjá flog-
bóltsfelagnum Fleyr, um
framt at hann skal spæla
við besta mansliði felags-
ins.
Hetta er eitt gamalt
ynski sum nøu gongur út,
tí tað hevur líka síðani
kinverski venjarij Chang,
leiddi Fleyr til tvey meist-
araheitið á rað. verið eitt
ynski um enn einaferð at
royna við útlendskum
venjara.
Tað er eingin loyna, at
nógvir spælarar eru farnir
av landinum seinnu árini,
og tað er tí ikki eiti á
styrkur at fáa útlendskar
leikarar higar til lands at
styrkja um heimligu
kappingina.
Rosa Jacobsen, for-
maður í Fleyr, sigur við
Sosialin, at tað er ætlanin,
at Romica skal venja øll
tey eldru liðini hjá fel-
agnum tað sum eftir er av
kappingarárinum.
— Tað hevði verið ynsk-
iligt, at hann eisini vandi
nøkur av teimum yngru
liðunum, men tað fáa vit
at síggja. Tað eru máls-
ligar forðingar fyri at
hann beinleiðis kann fara
undir at venja tey yngru,
men so er tað eisini ein
tíðarspurningur. Vit hava
høllina eitt ávíst tímatal,
og tí vera vit noydd at
flyta onkra venjing hjá
teimum yngru út í onkra
fimleikahøll, sigur Rosa
Jacobsen.
lon Geolgau
millummaður
Tað er ikki neyðugt at
siga føroyingum, at tað
eru nógvir útlendskir leik-
arar i føroysku fótbólts-
HB venjarin Ion Geol-
gau hevur verið mill-
umgongumaður hjá
Fleyr til Pascu Romica
kappingini. Í HB er ein
rumenskur venjari, og tað
er um hann, at Fleyr hev-
ur fingið samband við
Pascu Romica.
Klæmint Ísaksen hevur
verið vøddamikjari hjá
fyrsta liði hjá HB, og
hann hevur onkuntíð tos-
að vid lon um at fáa sam-
band við onkran eystur-
lending, sum hevur hug
at koma til Føroya at vera
venjari.
Fyri stuttum fekst so
samband vid Pascu Rom-
ica og tað visti seg, at
hann hevði hug at royna,
og áðrenn ov long tíð er
Klæmint Isaksen
fráliðin er hann væntandi
í Føroyum.
Tað er kortini eitt sind-
ur trupult at fáa øll viður-
skifti upp á pláss, og tí
kemru Romica ikki fyrr
enn nú.
Spælt við
Steaua Bucarest
Nýggi venjarin hjá Fleyr
er ikki hver sum helst.
Sum nevnt framman-
fyri er hann 31 åra gamal,
og hann hevur m.a. spælt
vid Steaua Bucarest, tå
teir spældu i Champions
League.
Hann hevur å yngri år-
um leikt vid å ymsum
rumenskum unglinga-
landslidum, og m.a. hevur
hann verid vid å U-18
liðnum og U-21 lands-
liðnum hjá Rumenia.
Romica hevur leikr í
samfull ellivu ár í bestu
rumensku flog bóltsdeild-
ini, og tað sigur ikki so
lítið tá havt verður í huga,
at Rumenia eins og flestu
av hinum eystanlondun-
um eru sera frammalaga
í altjóða flogbóltshepi.
Romica hevur eisini
gingið á High-School og
hevur har havt flogbólt
sum linjugrein.
Sum sagt er í fyrsta
umfari ætlanin, at Romica
skal venja Fleyrliðini tað
sum eftir er av hesum
kappingarárinum. Um
hann eisini skal vera venj-
ari hjá Fleyr næsta ár
verður stóða tíkin til í
næsta ár.