leygardagur 23. oktober 1999síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 202 - 23. oktober 1999
Nakrir FM-vinnarar í fótbólti 1999
B36 vann kappingina í 4. deild
Ítróttin finnur tú
í Sosialinum
www.sosialurin.fo
Argjagentur vunnu kappingina fyri gentur 12-14
Todi moti Jåkupi i Parkini
Fótbóltur: Hesaferð er líkt til, at báðir føroysku spælarar-
nir verða á vøllinum. AGF skal spæla í Viborg
Sunnudagin verður føroysk
uppgerð í Itrottarparkini i
Keypmannahavn. FC
Keypmannahavn fer at
spæla ímóti Herfølge, og
tað merkir samstundis, at
Todi Jónsson og Jákup
Mikkelsen koma at standa
yvir fyri hvørjum øðrum.
Somu feløgini hittust í
Parkini fyri nókrum vikum
síðani, men tá var Todi
Jónsson leikbannaður eftir
reytt kort, og Jákup Mikk-
elsen var tí einasti føroyski
spælarin å vøllinum, tå Her-
følge óuppiborið vann dyst-
in 1-0.
Hesaferð er líkt til at báðir
spælararnir verða á vøllin-
um. Jákup Mikkelsen eigur
plássið í Herfølge-målinum,
og í løtuni er landsliðsmál-
verjin frískur og væl fyri.
Tað er Todi Jónsson eisini,
og tá hann er tað, plagar
hann at byrja í álopssinnaða
leiklutinum á vinstra mið-
vølli.
Enn hevur Todi Jónsson
ikki skorað í donsku lands-
kappingini í ár, og hann
hevur ongantíð gjørt mál
móti Jákupi Mikkelsen, hó-
ast teir hava spælt nakrar
ferðir móti hvørjum øðrum.
Hinvegin hevur Jákup
Mikkelsen gjørt mál móti
FC Keypamannahavn. Tað
var seinasta kappingarár, tá
Jákup skoraði við brots-
sparki í Parkini.
Oli í Viborg
Tað hevur gingið væl hjá
Herfølge í superliguni í år,
medan FCK ikki hevur
fingið tað byrjanina, sum
teir høvdu droymt um. Her-
følge liggur saman við
Brøndby og AB á odda i
superliguni, meðan FCK
liggur sum nummar 8.
Hóast støðuna á stigatalv-
uni er FCK nógv tað stórra
felagið, og teir hava eisini
nógv fleiri áskoðarar til sin-
ar dystir. Seinasta mána-
kveld setti áskoðarartalið á
Herfølge Stadion met, tá tað
var røttu megin tey 3.000.
Vanliga hevur FCK millum
tríggjar og fýra ferðir so
nógvar áskoðarar til ein
vanligan heimadyst hjá sær.
Og tað verða tað eisini, tá
dysturin millum FCK og
Herfølge verður spældur
sunnudagin kl. 15.00
Oli Johannesen og AGF,
sum mikukvøldid duttu nið-
ur um niðurflytingarstrik-
una, spæla sunnudagin i Vi-
borg, har heimaliðið er
greiður favorittur. Viborg
byrjaði kappingina í ár sera
væl, men seinastu umførini
hava teir havt andróður, og
liggja nú sum nummar 7.
Men Viborg er eitt gott
lið, sum AGF fer at fáa stór-
ar trupulleikar við. Hinveg-
in er stødan hjá AGF nú so
vandamikil, at spælararnir
vita, at teir mugu skaffa sær
stig so at siga hvønn dyst,
um teir skulu berja seg upp
år nidurflytingarvandanum.
ek