Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 26. oktober 1999 tíðindablaðið = Yvirfriðingar- nevndin er dómstólur Jógvan Ósá, sýslumaður, er ikki samdur við Dan R. Petersen, tá hann sigur, at yvirfriðingarneyndin hevur ódemokratiskt vald. Hann heldur tvórturímóti, at hon tryggjar óhefta viðgerð av óllum málum JOHN JOHANNESSEN Yvirfridingarnevndin er ein bremsa, ið skal forða kommunum, løgtinginum og ødrum at leika f, sum tey vilja. Dómarin er føddur limur i nevndini, og skal hann tryggja, at gegnið altíð er í lagi í nevndini, so vid- gerðirnar eru óheftar. Tí eiga avgerðir hjá nevndini ikki at kunna kærast. Hetta sigur Jógvan Oså, fyrrverandi sýslumaður í viðmerking til samrøduna, Sosialurin heyði vid Dan R. Petersen i farnu viku i sam bandið við fyrispurning til umhvørvismålarådharran viðvíkjandi = vatnorkuút- byggingunum hjá SEV. Roknast sum dómstólur Dan R. Petersen vísti í sam- røduni á, at yvirfriðingar- nevndin kann roknast sum ein statur í statinum, orsak- að av, at avgerðirnar hjá henni hvorki kunnu kærast til dómstólarnar ella lands- ins myndugleikar. Men júst tað, at hvoki løgting ella kommunur kun nu blanda seg í avgerðir hjá yvirfriðingarneyndini, metir Jógvan Oså sum ein stóran fyrimun við henni. Hetta, heldur hann, tryggjar óhefta og sakliga viðgerð. Jógvan Osa vísir í sama sambandi á, at yvirfriðing- arnevndin kann metast sum ein dómstólur. Ein dómstól- ur, ið er skipaður av einari óheftari, politiskt valdari nevnd, har sorinskrivarin er føddur formaður. Tiskil dugir hann ikki at sklja, at Dan R. Petersen sigur yvirfriðingarneyndina vera ódemokratiska. Yvirfridingarnevndi virkar eftir lógini, og eru politikarar énøgdir við lóg- ina, kunnu teir bara broyta hana, sigur Jógvan Oså. Eyka trygd Eg meti yvirfriðingar- nevndina sum eina eyka trygd móti politska valdin- um. Og gott dómi um, at hetta veruliga er soleiðis. er byggingin av ferjuleguni á Gomlurætt Jógvan Osá vísir á, tað var Yvirfridingarnevndin, ið fekk borið so í bandi, at ferjulegan varð gjørd á Gomlurætt í staðin fyri mitt í Kirkjubø. Hann greiðir frå, at politiska valdið ynskti at gera eina ferjulegu í Kirkju bø til sambandið við Sand- oynna, og eisini varð farið so langt, at onkur politikari kom vid uppskoti um at brúka múrin sum ifyllu í ferjuleguna. Júst hetta dómi sýnir okkum, hvussu týdningar mikið tað er, at Yvirfriðing- arnevndin er óheft av polit- iska myndugleikanum og, at avgerðir hennara ikki kunnu kærast Jógvan Oså sigur, at fólk eiga ikki at seta spurning við gegnið hjá yvirfriðing- arnevndini. Hann vísir á, at formaðurin í nevndini, sor inskrivarin, í hvørjum ein- støkum føri metir um gegn ið hjá limunum, og heldur hann onkran av limunum vera Ogegnugan í einstøkum fórum, setir hann onkran annan at taka stóðu í ávísa málinum Vanlig mannagongd er til dømis, at limir sunnan fjørds taka avgerðir norð anfjørðs og limir norðan fjørds taka avgerðir sunnan fjørds, sigur hann Eg haldi, at Dan R. Pet ersen hevur misskilt okkurt. tá hann sigur, at yvirfriðing arnevndin er ein statur í stat inum. Tvørturim6ti tryggj ar hon, at alt fer reiðiliga fram, sigur Jógvan Oså, sum ikki vil gera beinleiðis viðmerkingar til útbygging- ina hjá SEV, at Jógvan Osá, sýslumaður er als ikki samdur við Dan R. Petersen, tá hann sigur, at yvirfriðingarneyndin er em statur í statinum = Eg havi vonir fyri semju Fyrst í november fer Hvítabók og fullveldismálið í uttanlandsnevndina. Formaður nevndarinnar, Hergeir Nieslen, væntar eina drúgva viðgerð, men hevur vónir fyri breiðari semju JOHN JOHANNESSEN I dag hevur uttanlands- nevndin fund um uppskot Sambandsfloksins um veg- leiðandi fólkaatkvøðu áðr- enn landsstýrið fer til Dan- markar at samráðast við donsku stjórnina um broyt- ingar í ríkisrættarligu støðu Føroya. Formaðurin í uttanlands- neyndini, Hergeir Nielsen, væntar hetta mál at verða skjótt avgreitt. Hann vísir á, at málið væl og virðiliga varð vidgjørt í tinginum herfyri, og væntar hann, at limirnir í uttanlandsnevnd- ini fara at hava somu stóðu til málið, sum teir høvdu í tinginum. Harafturat vísir hann, at tað í uppskoti Sam- bandsfloksins verður skotið upp, at vegleiðandi fólka- atkvødan skal haldast 7. desember, og tískil er neyð- ugt at avgreiða málið sum skjótast. Samráðast í ár Men fyrst í november verð- ur Hvítabók og fullveldis- ætlanin á skránni hjá uttan- landsnevndini. Hetta er eitt ógvuliga álvarsamt mál, og tí væntar Hergeir Nielsen, at viðgerðin í uttanlands neyndini fer at taka eitt sindur longri tíð enn vanligt er fyri onnur mál. Men hóast viðgerðin fer at taka tíð, so hevur maðurin við endan á borðinum í uttanlandsnevndini góðar vónir fyri at finna eina breiða semju flokkana mill- um. Hann vísir á, at Mið- flokkurin longu tekur undir við fullveldisætlanini, og tí- skil er eftir at fáa Javnaðar- flokkin við. Eg veit, at tað verður ein trupul og drúgv viðgerð, men undirtøkan hjá Javnað- arflokkinum fyri fullveldis- ætlanini er víðkað, og tí rokni eg við, at tað fer at bera til at fáa eina breiða semju. Eftir viðgerðina í uttan- landsnevndini skulu føroy- ingar koma vid einum sam- ráðingaruppleggi til donsku stjórnina. Og danska stjórn- in hevur meldað út, at hon ynskir at fáa fýra vikur at fyrireika seg í, frá hon hevur fingið samráðingarupplegg- ið, til samráðingarnar kunnu byrja. Tískil er spurning- urin, um tað fer at bera til at fara undir samráðingar í ar. Eg vænti, at viðgerðin í uttanlandsnevndini fer at taka um ein månad. Tiskil skuldi tað borið til at komið Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, væntar sær at fáa breiða semju fyri fullveldisætlanini við einum samráðingarupp- leggi til donsku stjórnina einaferð fyrst í desember Tískil trúgvi eg, at tað fer at bera til at fara undir sam ráðingarnar í ár, men tað fer at ríða um snærið, sigur for- maðurin í uttanlandsnevnd- mi. ENM-Bilverkstadur BBR-Service i Gøtudali 620 Runavik Tlf. 441888 Tlf. 449111 Vit skifta og avbalansera dek 4 kumHo Es ÆÐ N N TIRES BÆ Bilverkstaðið Bilverkstaðið v/ Jóhan Beder v/ Magnus Onghamar 530 Fuglafjørdur á Kambsdali Tlf. 444978 Tlf. 444943 Autoshine Bilverkstaðið 700 Klaksvík v/ Símin Pauli Berg Tlf. 457474 480 Skåli Tlf. 441209