týsdagur 26. oktober 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 26. oktober 1999
tíðindablaðið
Føroyar í kalda krignum
So er hon komin Svartab6k,
og fleiri munnu nú hava lis-
ið hana.
Bókin er sera væl úr
hondum greidd, og eg má
siga, at ikki væntaði eg, at
hon skuldi bergtaka meg so
nógv, at eg ikki fekk lagt
hana frá mær aftur.
Eg minnist alla hesa tíð-
ina og tað endaleysa kjakið
um NATO-stødina (Loran-
stødin á Eiði hoyrdi vid,
varð nevnd í einum eyka-
setningi). Men nú sær tú alt
svart upp á hvítt, tær tørvar
ikki endaleysar grundgev-
ingar, og taka ímóti ófanta-
ligum skilaleysum, skuld
setingum og brigsli. Her er
alt útgreinað.
Føroyar eru ikki longur
nakrar neyðars fátæksligar
oyggjar, sum liva av náði
frá dønum. / 1960 bedømte
de amerikanske myndighe-
der Færøerne strate giske
betydning som værende, på
mange områder, på lige fod
med Island og samme år
blev Færøernes potentielle
værdi bedømt som værende
lig med Grønlands.
Nei, tað finnast ongar
beinleiðis rokningar, sum
siga í krónum og oyrum,
hvussu nógv danir hava
fingið fyri hesar neyðars
oyggjar. Tað hevði eg held-
ur ikki væntað, men sterkar
ábendingar. Annars sigur
hesin setningur mær alt.
Takkað verið Tjóðveldis-
flokkinum, serliga leiðari-
num Erlendi Paturssyni,
sum áhaldandi ger vart við,
tað út av lagi vánaligu stóðu
fiskimadurin er komin í,
vilja amerikumenn hjálpa
føroyingum við einum láni
til at endurnýggja skipaflot
an fyri at stødga Tjóðveld-
isflokkinum, og harvið
skapa trygg politisk vidur-
skiftir fyri teir.
Hesum seta danir seg
ímóti. Teir vilja ikki. at før-
oyingar skulu halda, at tað
loysir seg at gera uppreistur
(Teir vísa til Klaksvíksstríð-
ið). Eisini vilja teir brúka
peningin, til at stýra útvikl-
inginum. Danir vilja ikki
t.d. at Oyggjarvegurin skal
vera 5,5m. sum føroyingar
vildu. Hann skuldi bara vera
3m. breiður, og heldur íkki
vildu teir gera vegin longur
enn til sjålva NATO-stød-
ina. So smáligir vóru teir
altso.
I 1958 fær teirra stuð-
ulsflokkur eitt rimmar val.
Tríggjar løgtingslimir aftur-
at, og nú ber til. Formaður
Javnaðarfloksins kann
koma heim við einum neyð-
arsligum válgarabita (í mun
til tann góða vålgara), og
sum ein annar gandakallur
fær hann henda sama bita
(fólkapenstónin og 60 mill.
kr. grunnurin) at vaksa og
glógva. Tað er ikki NATO
støðin, ið er gevarin, men
heimastýrislógin, sum nú
verður umdoypt til Frælsis-
brævið Mikla. Danir geva
hetta, ti teir eru so bláoy gd-
ir, onkur sigur flennandi,
býttir. Eisini verður gjørt
vart við, at formaður floks-
ins er ein sannur meistari at
fáa pening úr Danmørk fyri
púra einki, og flokkurin
kann nú sita tryggur í sæti.
Tað er hann, sum skal stýra
í Føroyum. Kemur tað til
skarpskeringar = hverjum
hann skal halda við, flokki-
num ella Føroyum. Velur
hann flokkin. Somuleiðis
um valið stendur millum
Føroyar og Danmark. Hann
velur Danmørk, tí uttan
hana er hann einki.
Fullvæl veit eg, at Håkun
Djurhuus sigur í tínginum,
at tú kann mótmæla. Hann
tegir, ið samtykkir USA
vildi, at føroyingar skuldu
fáa innlit í málið, men danir
vildu tað ikki. Og so kundu
sambandsflokkarnir brúka
tað til egið gagn og kjafta
slit.
Mangur vid mær man
minnast, tå 10 formadur
Javnaðarfloksins ferð eftir
ferð brigslaði Karsten Hoy
dal í tinginum, at hann
hevði skálað uppi í Mjørka-
dali. Eins ofta mátti so Kar-
sten upp at avnokta tað
Hetta menti ikki tingarbeiði.
Vandi fólk við at í unginum
var bara rukkuliv, sum ein
tók til.
Tað ringasta av ollum var
at føroyingar fóru at trúgva.
at bara tann rætti maðurin
varð sendur til Danmørk so
kom hann aftur til Føroyar
við einum posa av pengum
Einki er so ósatt sum tað
Tey sum hildu, at Ríkis
umboðið bara var ein pynti-
dukka, fær annað at hoyra í
Svortubók. I NATO-máli-
num er tað Ríkisumboðið,
sum hevur alla makt í For-
oyum.
Svartabók er lítið og sera
grunt vidgjørd í miðlunum.
Tora tit ikki at viðgera hana,
men sjálvandi sigur eisini
hon, at vit mugu hava full-
veldi í Fóroyum.
Steinbjørn B. Jacobsen
Sjaålvstyrislogin besta uppskotið
“
Eftir at vit føroyingar hava
skift orð og tingast um rík-
isrættarligu viðurskiftini í Í
1/2 ár, mann og mann ímill-
um, í fjølmidlunum og á
løgtingi, so er nú við at
tekna seg ein mynd burtur
úr øllum tí nógva tilfari,
sum komið er undan kavi.
Fólkið vrakar fullveldið.
Fullveldisuppskotið hjá
samgonguni = verður í
verandi líki vallað viðmælt
av Føroya fólki á eini fólka-
atkvødu, tó tað bert fær fulla
undirtøku frá veljarum
Tjóðveldisfloksins - og
kanska illa nok tað, tí tað
skilst á eldri tjóðveldisfólk-
um, at tey kenna seg eisini
ótrygg.
Veljarar Fólkafloksins og
Sjálvstýrisfloksins siga í
stóran mun nei. Hetta kanst
tú eisini lesa út frá seinastu
veljarakanningini.
Sambandsflokkurin er
størsti vinnarin í atkvødum
i løtuni, hóast hann hevur
flutt seg munandi í ríkis-
rættarmálinum. Og Javnað-
arflokkurin er eftir øllum at
dóma væl yvireins við sína
veljarar, tá hann tvíheldur
um sítt >uppskot til sjálv-
stýrislóg< og noktar at fara
út úr ríkisfelagsskapinum
við Danmark her og nú.
sum samgongan hevur skot-
ið upp.
Tað eru helst nakrar
greiðar orsøkir til, at Føroya
fólk og nú helst eisini okk-
ara fólkavaldu politikarar á
Løgtingi ásannar, at full-
veldisuppskotid hjå sam-
gonguni fer at fella við
følkaatkvøduna, um tað
kom so langt:
l.Prísurin fyri fullveldið
her og nú kann gerast ov
høgur.
.Fullveldid er fyrsta og
kanska mest avgerandi
stigid til loysing, sjålvt
um hettar verður kávað út
59)
yvir. Meirilutin a
fólkinum ynskir íkki
loysing, men meira
sjálvstýri.
3.Ein fullveldisproklama-
tion her og nú - og so
afturdeligering til, umsit-
ing av og gjaldan frá døn-
um er ikki meira greið
ábyrgd enn verandi skip-
an, og er ikki veruligt
fullveldi.
4. Sjålvstyrismålini, vit seta
okkum, kunnu heilt ella
nærum heilt rókkast uttan
at fara úr ríkisfelagsskapi-
num.
„Ein tilætlað, hóvlig fram-
ferð, sum greiðir fyri-
treytirnar fram til eitt
møguligt fullveldi um 15-
20 ár, um føroyingar tå
ynskja at taka fullveldi,
tða er tryggari leið at fara.
6.Fólkið ynskir realpolitik
- ikki romantiskar prokla-
matiónir.
Her standa vit so nú I 1/2
ár farið, øll orka nytt til full-
veldið og fá ella nærum
eingi politisk framstig alla
hesa tíð, og so er vandi fyri,
at politiska gulleggið hjá
samgonguni verður ótrogið.
Skal nú ikki alt detta á
gólvið, so má ein breið
semja gerast á Løgtingi,
hvar helst allir flokkar
standa aftanfyri. Er hetta
gjørligt? Teir tríggir stóru
flokkarnir, Fólkaflokkur.,
Javnaðarflokkur, Sam-
bandsflokkur kunna helst
hn
semjast í hesum máli og eis-
ini við teir báðar minnu
flokkarnar, men kann Tjóð-
veldisflokkurin semjast við
nakran annan flokk í hesum
máli, sum stødan er nú? Tað
vil nærmasta framtíð vísa.
Landsstýrismaðurin í
sjálvstýrismálum er vorðin
fjaðursárur, hann tulkar alt,
sum hendir nú, til sín fyri-
mun. Hann sigur, tað er fín
uppbakking av fullveldi-
num, tá 39% eru fyri, 61
ímóti??? Aðrir úr sama
flokki siga, at teir flyta seg
ikki ein tumma í ríkisrætt-
armálinum?
So nú má okkurt henda,
sum kann loysa upp hesa
fastlæstu støðuna.
Javnaðarflokkurin á tingi
eigur sjálvandi at samráðast
við aðrar flokkar um hetta
stóra mál, men hann eigur
undir ongum umstødum at
taka undir vid fullveldispro-
klamatiónini. Loysnirnar
skulu finnast innan fyri rik-
isfelagsskapin.
Javnaðarflokkurin hevur
tað besta uppskotið, sum
liggur ímillum sambands-
uppskotið og fullveldisupp-
skotið. Javnaðarfólk standa
nærum samd aftanfyri
floksleiðslu og tingbólk í
hesum máli, og alt týðir upp
á, at veljaraskarði floksins
bakkar upp um hesa støðu
Javnaðarfloksins. Ein stórur
meiriluti av Foroya fólki úr
nærum øllum politiskum
flokkum ynskir: meira
sjálv innanfyri ríkisfelags-
skapin. Og tað var og er
politikkur Javnaðarfloksins,
sum ikki eigur at verða
sleptur.
Vil Tjóðveldisflokkurin
ikki vera realistiskur og
flyta seg, so verður tað heslt
neyðugt at greiða semjur
uttan tann flokkin, men tá
fyriliggur ein onnur stóða.
Best var, um allir seks
flokkar á tingi nú vístu
ábyrgd og virdu fólkaræðið
í hesum stóra máli, so ein
loysn varð funnin, ið allir
flokkar og harvið vónandi
alt Føroya fólk kundi tíkið
Wrangler-skógvar
undir við. Tí hetta er framtíð
okkara vónandi alt Føroya
fólk kundi tikið undir við
Tí hettar er framtíð okkara
og ikki minni eftirkomarar
okkara, sum verður lagt til
rættis, og tað er annað og
meira enn ideologisk små-
mál, ið tað umræður.
Nú skal tað visa seg, um
tað, at standa saman, er okk-
um givið í heila taki, ella
skaldið framvegis hevur
rætt Alt ella einki« poli-
tikkur er sera vandamikil
politikkur
Birgir Mohr, Sandi
fært tu hjå okkum
|
Handilskjarnin
| N. Finsensgøta 8 + Tlf. 317919
www.handilskjarnin.fo