Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 26. oktober 1999 tíðindablaðið S 8 r tes 1 7 Fram fekk »ikki eitt bein til jørdina« i topp- dystinum i Gundadali sunnudagin. Fleyr vann ruddiliga 2-0 og tad var eingin, sum kundi seta spurnartekin við sigurin. Fram var nógv merkt av, at Rúni, orsakað av skaða, spældi sum libero Mynd: Alvur Haraldsen Fram fekk ein lúsing frá Fleyr Flogbóltur: Spenningur kom ongantíð í toppdystin í Gundadalshøllini sunnu- dagin. Fram var merkt av skaðum, og tað sást ímóti einum sera væl leikandi Fleyrliði SVEINUR TRÓNDARSON Dysturin millum havnafel- øgini bæði Fram og Fleyr, gjørdist eitt satt vónbrot. Tey, sum høvdu væntað sær ein spennandi dyst fóru vónbrotin aftur til húsa, tí tað var ikki skuggin av spenningi í dystinum, sum tíverri var alt ov nógv merktur av at teir bestu leik- ararnir hjá Fram hava skað- ar at dragast við. Nevnast kann, at Rúni og Ingvard báðir eru skaddir, og fáa ikki spælt fult og heilt.. Hjá Rúna hevði skað- in við sær, at hann spældi libero, og tað merkir, at hann bara var inni í verjuni, og saknar eitt lið ikki ein slíkan góðan mann sum Rúna, so er ein øgilig breidd í hópinum. Sera flótandi spæl Nýggja spælskipanin, sum varð tikin í nýtslu í føroysku landskappingini fyri góðari viku síðani ger, at tað er meir enn sjáldan, at eitt lið tapur t. d. 21-0. Men tá munurin millum liðini er meiri enn seks mál, er talan um stóran og greiðan mun. Undan dystinum sunnu- dagin var væntandi, at Fleyr fór at vera favorittur. Kort- ini var mett, at dysturin kundi fara at gerast javnur, tí við so góðum leikarum sum Ingvardi, Rúna og Jens Hera er Fram eitt sera gott lið. Hjá Fleyr gekk haraftur- ímóti upp á stás.Spælið gekk sera flótandi og ul tíðir var spurningur um reina niðurspæling av Framliðn- um, sum tyktist alt meira mótleyst. Tað, sum var mest avger- andi í dystinum var, at mót- tøkurnar hjá Fleyr riggaðu einastandandi væl. Liðið spælir við tveimum móttókuspælarum og ikki kann sigast annað enn, at Jan og Klæmint gjørdu Tummasi Ola uppgåvuna sum hevari munandi lættari at fara til. Hann stroyddi um seg vid góðum bóltum, og kom- binatiónirnar vóru nógvar. Rasmus spældi sín lívs dyst Spælið var sum sagt rætti- liga einvegis. Tummas Óli Mortensen hevdi ein stak góðan dag sum hevari, og tad hevdi danin i fleyr Rasmus B. Madsen eisini. Hann var ótrúliga beinrakin i ålop- inum, og tað var ikki meir enn at tað kom fyri at hann misbrúkti ålopsmøguleikar. Hetta er uttan iva tann besti dyssturin, sum Rasm- us hevur leikt á Fleyrliðnum síðani hann kom til Føroya tíðliga í 1997. Rasmus er stórur maður, og tað er ikki ókent fyri- brigdið at stórir menn hava fyrimun í álopinum í flog- bólti! At hann saman við Stein- ar Eirikstoft dugdi væl at bremsa álopinum hjá Fram gjørdi bara heildarmyndina enn betur. Fram hevði tað torført Sum sagt var munurin stór- ur. Spælið Må Fleyr gekk skjótt og væl, og tað gav teimum eisini neyðuga dirvi til at satsa eitt sindur í serv- uni. Neyvar og harðar servur gjørdu arbeiði hjá móttóku- leikarunum hjá Fram tor- ført. Kortini skal staðfestast at Rúni gjørdi eitt einastand- andi gott arbeiði í mGttøk- uni, hóast tað ikki bar nevn- iverdugan åvøkst í stigum. Jens Heri var ikki bein- leiðis heppin í fleiri støðum tá bólturin t. d. rullaði eftir netkantinum og datt niður egnu megin heldur enn at fara yvirum. Romica skal styrkja um liðið Sum nevnt í leygardags- blaðnum er ein rumenskur venjari áveg til Fleyr. Pascu Romica skal venja liðini hjá Fleyr, og skal um- framt tað eisini spæla við á besta liðnum hjá Fleyr. Hetta er íkki eiti á fongur hjá Fleyr, sum ger høvuds- stadarfelagid til avgjørt bes- ta boð upp á eitt meistara- heitið - eisini hóast klaks- víkingar gera júst tað sama. Við sigrinum sunnudagin staðfesti Fleyr sína støðu sum oddalið í landskapp- ingini í flogbólti. Teir hava fyrstu dystirnar víst, at teir eru væl betri fyri enn teir vóru t. d. í fjør, og at teir eru avgjørt besta boð upp á ein meistara. At enda, eiga dómararnir í dystinum sunnudagin at fáa tvey orð á vegnum. Sum oftast verður funnist at dømingini, men ungu sør- vingarnir skulu eiga, at teir leiddu dystin á fyrimyndar- ligan hátt. ÍF mundi lumpa Fleyr Flogbóltur: Fleyrkvinnurnar vóru um at snáva í fyrsta dystinum á ár- inum. ÍF er væl fyri og vann fyrsta sett móti Fleyr SVEINUR TRÓNDARSON Av tí at meistaradeildin hjá kvinnum íkki er full- mannað vóru Fleyrkvinn- urnar ikki til >arbeiðis< seinasta vikuskiftid tá restin av kappingini ann- ars byrjaði. Tær høvdu frí, og byrj- aðu ikki kappingarári fyrr enn sunnudagin, tá tær tóku móti IF. Nýtt lið Og tað var við ikki sért av spenningi, at Fleyr- kvinnurnar fóru á vøllin, tí talan er í roynd og veru um eitt heilt nýtt lið. Fleiri av teimum, sum í fjør vóru fastir fúsur á liðnum eru givnar, men í teirra stað eru komnir nýggir ungir leikarar. Flestu hava kortini roynt meistaradeildar- flogbólt áður, og ti byrjað tær ikki púra á berum. Sum vera mann skal eitt broytt lið hava stundir at spæla seg saman, og um tað var tað sum gjørdi tað er óvist, tí tað var IF, sum byrjaði best í Gund- adali sunnudagin. Tær løgdu hart út og trýstu Fleyr frá byrjan, og tær megnaðu eisini at koma so mikið frá Fleyr, at havnagenturnar ikki fingu fatu á teimum aftur. Helen á Lakjuni er ein einsatandandi góður flog- bóltsleikari og roynist IF sera drúgv. Saman við Randi Lars- en er Helen berandi tann berandi parturin av ÍF liðnum. Fara uttan iva at fáa fleiri stig Fyrsta setti fóru fuglfirð- ingar avstað við, og úrsl- itið gjørdist 21-18. I ødrum setti gjørdi Fleyr bart. Tær skuldu, um tær ikki skuldu vera aftanfyri við hálvleik vinna annað sett, og tað var júst tað tær gjørdu. Ikki var tað lætt, tí ÍF kvinnurnar fylgdu væl við í øðrum setti, og gjørdu sítt ítarsta fyri at forða Fleyr at vinna. Kortini gjørdust tær ov stuttar, og setti endaði við 21-19 sigri til Fleyr. Í tie-brekaranum aftaná var Fleyr av sonnum vakna úr dvala og áðrenn ÍF vardi vóru tær aftanfyri 6-0. Fyrri hálvleikur var nú avgjørdur til fyrimuns fyri Fleyr. Settu ferð á Tá farið varð undir annan hálvleik var Fleyrliðið sum hamskift. Tær høvdu avgjørt, at ÍF ikki skuldi endurtaka bragdið frá fyrra hálv- leiki, og tær koyrdu á motorin frá byrjan. Teresa Fjalsbak byrjaði at serva í triðja setti, og tå hon gavst var stødan 13-0 til Fleyr! Vid hesari servirødini hjå Teresu var settid i grundini avgjørt og restin var ein avgreiðsluspurn- ingur. Seinasta setti endaði eisini við sigri til Fleyr, sum sostatt vann dystin móti IF 2-0, men tó ikki uttan at berjast. At ÍF nú hevur tapt báð- ar teir fyrstu dystirnar merkir ikki, at tær verða >prúgelknápe< í meist- aradeildini hjá kvinnum av sær sjálvum. Tær hava spælt móti Drátti og móti Fleyr, og hóast tap, hava tær víst, at dugur er í teimum. Tær hava vunnið sett í báðum dystunum, og í fyrsta dystinum var um reppið, at tær koppaðu vágagent- unum.