týsdagur 26. oktober 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið SIS
Nr. 203 - 26. oktober 1999
Fara til Ong-
lands í dag
Fótbóltur: Ungu klaksvíkingarnir,
sum hava verið í Svendborg fara
nú til Onglands at venja vid QPR
Teir báðir Kl-spælararnir,
Heðin á Lakjuni og Rógvi
Jacobsen, fara í dag til
London, har teir skulu
venja við |. deildarliðn-
um Queens Park Rangers
í 10 dagar
Heðin og Rógvi hava
vant í Svendborg farnu
tvær vikurnar, og sunnu-
dagin vóru teir til dyst í
Svendborg. har heimalið-
ið tapti. heili 4-1 fyri
Hvidovre
Jan Allan Muller
spældi ikki við hjá Svend-
borg. tí hann stríðist fram-
vegis við skaðan, hann
fekk, tá hann spældi í Før-
oyum í summar.
Ætlanin var, at bæði
Heðin og Rógvi skuldu
spæla við Svendborg rest-
ina av fyrru hálvu, men
teir kundu ikki fáa spæli-
loyvi í Danmark orsaka
av nýggjum ásetingum
hjá DBU ek
FCK-læknin
fær av at vita
Fótbóltur: Thomas Rytter, liðfel-
agi hjå Toda, er f ødini inn å lækn-
an hjå FCK
Liðfelagin hjá Toda Jóns
son, Thomas Rytter, legg-
ur harðliga eftir læknan-
um í FC Keypmanna-
havn, eftir at hann umsíð-
ir hevur fingið staðfest.
hvat honum feilar í lúsk-
uni
Thomas Rytter hevur í
meira enn eitt ár havt
trupulleikar við lærkrik-
anum, og hóast hann
hevur spælt onkran dyst
fyri FCK hetta tíðarskeið.
er hann ongantíð vorðin
heilt frískur.
Eftir eina kanning, sum
var gjørd á Ríkishospit-
alinum í síðstu viku, vísti
tað seg, at Thomas Rytter
hevur lúskubrokk, sum
kann fáast av vegnum við
einfaldari skurðviðgerð.
Rytter, sum hevur verið
upp á tal til danska lands-
liðið. hevur tí gingið
skaddur í óneyðuga langa
tíð.
— Hetta er sera óprofes-
sionelt av FC Keyp-
mannahavn, sigur hann
millum annað í samrødu
við danska Ekstra-Blaðið.
Skaðin, sum Thomas
Rytter nú fer at fáa skurð-
viðgerð fyri í Týsklandi,
er júst tann sami, sum
Todi Jónsson stríddist við
í eitt ár. Tá var stødan
akkurát lík tí hjá Rytter.
Todi gekk óneyðuga
leingi skaddur, áðrenn tað
umsíðir var staðfest, hvat
í grundini feilti honum.
Tá tað var staðfest, var
Todi skurdvidgjørdur, og
kundi byrja at venja fåar
vikur aftanå.
Tá segði læknin í FCK,
at framyvir fóru teir at
ansa væl eftir, at slíkt ikki
kundi koma fyri seg aftur.
Men sambært Thomas
Rytter hevur tað gingið
illa við hesum. Læknin í
FCK sigur, at teir hava
gjørt sítt arbeiðið til lítar.
ek
Vinn eina ferð til
Wembley
Fótbóltur: Sosialurin og Atlantsflog luta burtur eina ferð til landsdystin á
Wembley millum Ongland og Skotland, sum verður tann 17. november. Hetta
er seinni kvalifikationsdystur millum londini um hvørt teirra skal við til EM-
endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia í summar
SVEINUR TRÓNDARSON
Seinastu tíðina hava allir
lesarar hjá Sosialinum havt
møguleika at geva sína at-
kvødu til hvor skal gerast
ársins leikari í føroyskum
fótbólti.
I atkvødusedlinum hevur
staðið, at vit fara at kasta
lut um ein vinning, sum er
ein fótbóltsferð út í heim.
Nú er avgjørt hvagar leið-
in liggur og nær farið verð-
ur
Í sambandi við tveyara
kavalifikatiónsdystirnar til
EM-endakappingina, sum
verður í Hollandi og Belgia
í summar, hevur eydnuguð-
innan lagað tað soleiðis, at
Ongland og Skotland skulu
hittast í tveimum sínámill-
um dystum.
Fyrri dysturin verður á
Hampden Park 14. ella 15.
november, meðan tann
seinni verður leiktur á mæta
Wembley itrottarvøllinum í
London 17. november.
Vinnarin fer
til Wembley
Tå tann seinni dysturin fer
av barkastokki verður tað
vid einum lesara av Sosial-
inum sum eygnavitnið.
Sostalurin og Atlantsflog
eru nevniliga gingin saman
um at burturluta eina ferð
fyri ein til landsdystin mill-
um Ongland og Skotland,
sum verður á Wembley tann
17. november.
SE
Skotar, sum klóraðu seg upp á annað plássi í okkara bólki í EM-undankappingini hesaferð, skulu í november
Sosialurin og Atlantsflog
gjalda ferðina til og uppi-
hald í tveir dagar í London,
og útvega sjálvsagt eisini
atgongumerki til dystin.
Ein dystur, sum hevur so
stóran áhuga millum áskoð-
ararnar at meiri enn ein
million fólk vildu ogna sær
atgongumerki.
Drigið millum
tey sum atkvøda
Tey, sum eru við í kapp-
ingini um atgongumerkini ,
eru tey, sum hava sent inn
atkvødusedilin til Sosialin.
Lutur verdur bara tikin
millum teir atkvødusedlar,
sum eru gyldugir. Tad vil
siga, at seðlar, sum eru inn-
sendir í spølni verða tiknir
frá og eru ikki við í lutak-
astinum.
Sosialurin treytar sær, at
teir atkvødusedlar, sum eru
við í lutakastiinum eru ori-
ginalsedlar.
Gallakvøldid verður i
høllini i skúlanum í Hoy-
dølum friggjakvøldid og tå
vera bestu leikararnir kosn-
ir. Tá verður eisini almanna-
kunngjørt hvor tann hepni
vinnarin er, sum sleppur at
hyggja at dystinum á
Wembley.
Fyri at atkvødusedlarnir
kunnu vera vid i lutakastin-
um, skulu seðlarnir vera
okkum í hendi í seinasta
lagið fríggjadagin á mid-
degi.
spæla tveir kvalifikatiónsdystir móti bretum. Tann seinni verður á Wembley tann 17. november og ein lesari
hjá Sosialinum sleppur við til tann dystin
savnsmynd
Venjarin hjå Mjølni komin
Flogbóltur: Jugoslaviski venjarin hjá Mjølnir, Borko Ilic, er komin til landi.
og sáttmálið er undirskrivaður fyri tað sum eftir er av kappingarárinum
SVEINUR TRÓNDARSON
Mjglnir hevur fingið nýggj-
an venjara. Í seinastu viku
skrivaðu vit, at 25 ára gamli
jugoslavin Borko llic,
skuldi taka við venjara-
starvinum hjá Mjølni, sam-
stundis sum hann skal spæla
við mansliði felagsins.
Nú er venjarin komin, og
sáttmáli er undirskrivaður
partanna millum, sum sigur,
at Iic verður venjari hjá
Mjølni tað sum eftir er av
árinum.
Ilic skal venja oll liðini
hjá Mjølni frå 16 árum og
uppeftir.
Samstundis
sum hann
skal venja eldru liðini skal
Nic eisini spæla við meist-
aradeildarliðnum hjá
Mjølnirmonnunum og tað
fer hann at gera fyrstu ferð
um vikuskiftið og sum tað
sømir seg, verður fyrsti
dysturin á heimavelli.
Hjá Mjølni kemur hetta
stak væl við, tí teir liðið
hevur ikki verið so væl
mannað higartil í ár, og tað
tapti fyrsta dystin móti
Fram. Hvussu nú fer at
gangast veldst um hvussu
Nic klårara seg.