Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 26. oktober 1999 tíðindablaðið 1 5 S Í Aki Olsen fann stórspælið fram, og var við sjey málum í fyrra hálvleiki beinleiðis orsøkin til, at Neistin klár- aði at hanga í. Við trimum teimum fyrstu málunum í seinna hálvleiki forðaði hann Kyndli at sleppa enn long- ur frá enn tey fýra málini teir vóru frammanfyri undan hvíldini Mynd: Álvur Haraldsen Spenningur til sein- asta minutt Hondbóltur: Kyndilsmenn høvdu bara sær sjálvum fyri at takka, at teir ikki bundu um posan tá teir hóvdu møguleikan. Neistin fótaði sær og gjørdi júst tað sama, sum vestmenningar gjørdu móti Neistanum mikukvøldid Kyndil-Neistin 23-24 (13-9) SVEINUR TRÓNDARSON Ein lærir so leingi ein livir, sigur eitt orðafelli, og tað er nakað um tað. Mikudagin spældi Neistin móti vestmenningum í høll- ini á Hálsi og í steðginum vóru teir frammanfyri við fýra málum. Kortini vendi dysturin púrasta í seinna hálvleiki, og tá liðugt var, hevði VIF vunnið dystin I dag var hålvleiksstødan 13-9 til Kyndil, og alt bendi å ein rimiliga lættan sigur til Neistan, sum als ikki fekk skil á spælið. Men eftir steðgin vendi Neistin dystinum púrasta. Teir fingu fatur á Kyndli og móti dystarenda smogdi Neistin sær framum við tí eina málinum, sum gjørdi at Neistin vann grannaupp- gerðina í Havn. Aki Olsen í hopla Aðrenn hetta kappingarárið byrjaði var staðfest, at Neistin uttan iva fór at vera eitt av tugnu liðunum í ár, samstundis sum onkur ávar- aði um, at júst tilgongdin tilgongdin hjá Neistanum kundi gerast teirra størsti trupulleiki. Leikararnir kendu ikki nóg væl hvønn annan áðr- enn kappingin byrjaði, og tá so er, verður trupult at fáa eitt lið at arbeiða saman sum ein heild. I seinna hálvleiki miku- kvøldid riggaði einki, og henda gongd sá út til at fylgja Neistanum inn í dyst- in sunnudagin. Tað gekk meiri enn strilt- ið at fáa gongd á álopsspæl- 10, og var tað ikki fyri spæl- andi hjálparvenjaran, Aka Olsen, so var illa statt við Neistanum. Tí av teimum níggju málunum, sum Neistin fekk í fyrra hálv- leiki, skoraði hann seks. Og tað, sum eisini eigur at vera hugstoytt hjá Neista- venjaranum er, at lið hans- ara í tveimum hálvleikum - seinna mikudagin og fyrra sunnudagin - bert megnaði at skjóta 14 mál! Nógvir tekniskir feilir Hóast talan, sum vera man var um eina spennandi grannauppgerð, so er tað kortini ein veruleiki, at dyst- urin ikki verður mintur fyri tekniskt spæl á høgum stigi Tá hugsað verður um, at liðini bæði eru í fremra enda av fyrstu deild, so er tað ov galið, at so nógvar feilav- leveringar vera gjørdar. I løtum runnu leikararnir sum fluga í fløsku tí á veg í álop varð bólturin mistur, og so vendi grindin. Millum annað kom tað fyri fleiri ferðir, at leikari tveitti bólt beint í hendurnar á mótstøðumanni, uttan at vera trýstur til tað, og tað er ov galið tá talan er um lið í ovastu deildini. Ungu menninir koma seg Hjá Kyndli er nokk at taka í dagarnar eftir ein slíkan ósigur. Leikararnir vístu í fyrra hálvleiki ein dystar- anda, sum ikki var at fara skeivur av. At verjuuppstillingin hjá teimum bláu gav teimum grónu í so rúmar ræsur, er ein onnur søga, men teir dugdu í hvussu er at gera sær dælt av tí í fyrra hálv- leiki. Er tað hugstoytt at síggja, hvussu eitt lið steðgar upp. so eigur tað harafturímóti at vera gleðiligt hjá teimum, sum vara av Kyndli at vita, at teir eiga nógvar ungar leikarar, sum framtíðin kann byggjast á. Ein teirra er Regin Pet- ersen, sum hevur eitt avsett, sum ger at ein trýr at hann hevur veingir. Hann meira flýgur enn loypur, og tað er ein fragd fyri eyga at síggja, tá hann fer upp frá. Fjálturin fór við teimum Sum sagt bendi einki á, at Neistin fór at vinna dystin fyrr enn í seinna hálvleiki. Yvirskriftin - um Neistin tapti - var funnin fram, men hon skuldi broytast! Men vit skuldu næstan tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik áðrenn vend kom i. Kyndil var frammanfyri við trimum tá Neistin vakn- aði og við tveimum málum frá Heina Joensen og einum frá Aka Olsen, vóru teir aft- ur inni í dystinum. Hvat tað var sum gjørdi, at Neistin aftur fekk fatur á Kyndli er ikki so lætt at siga, men tað er ein sann- roynd, at tá Hans Aki Dal- Christiansen fekk triðju út- vísingina misti verjan hjá Kyndli nógv. Ikki oll vóru so samd í dómunum frá teimum báð- um Pola Hansen og Svend Olsen, men dømt er dømt, og soleiðis verður tað. Neistin var drúgvara lið- ið, og meir er ikki at siga. Kyndil: Hans Aki Dal- Christiansen 5, Regin Pet- ersen 4, Hannis Wardum 4. Janus Einar Sørensen 4. Uni Wardum 2, Niels Viggo Niclasen 2, Róar Nielsen I. Rúni Poulsen I Neistin: Aki Olsen 11, Heini Joensen 5, Kári Mort- ensen 3, Aki Mørk 3, Finnur Hansson 2 Brotskest: Kyndil 4, Neist- in 5 Utvisingar: Kyndil 3 Diskvalifikaton: Kyndil | Dómarar: Pole Hansen og Svend Olsen ins leikárar uveljast! . | samband vid at stor gallaveitsla verður hildin leygar- dagin 30. oktober 1999, skipar Sosialurin fyri atkvoðu- greiðslu, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um, hverji vóru bestu leikarar og dómarar í foroyskum 1. deildarfótbólti í farna kappingarári Atkvødur kunnu latast okkum við at útfylla atkvødu- seðilin niðanfyri, og senda okkum hann á fax nr. 314720 ella við posti til Tíðindablaðið Sosialurin, postsmoga 76, 110 Tórshavn. Eisini ber til at senda okkum atkvoður við telduposti á fotboltÆsosialurin.fo. Drigið verður millum innkomnu atkvødurnar, og hepni vinnarin fær ein túr til fótbóltsdyst uttanlands Vinnararnir av atkvoðugreiðsluni verða avdúkaðir á galla- veitsluni, og skulu atkvødurnar tískil vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. oktober 1999 á miðdegi ÁRSINS LEIKARI EJ) Frounuunoue * …eenuenee Kvinnur : Menn : gerererseererneneernereenrnernerererenVV : ARSINS MALVERJI | : Kvinnur | : Menn stel FORNORETRSSRRGSNSSRUGN URNE DRED sex ) ÅRSINS MIDVALLARLEIKARI 2 Kvinnur Menn CE EET EET TTT RA KEE Gere…… V ÅRSINS ÅLOYPAR Er Kvinnur FNG0NBRNDEEUEN GS ig Menn Kvinnur Menn gø | : ARSINS VENJARI VE) : Kvinnur : ; Menn : LL40) ; ARSINS DÓMARI! te Navn. 1. Bust HA Bygd/byur - — Tlf. ' ' ' LI LI LI ' ' LI LI LI ' LI ' LI ' ' LI ' ' LI ' ' LI ' ' ' ' Li ' LI LI ' LI ' LI ' ' LI ' ' LI ' ' ' ' ' ' ' ' ' LI ' i ' ' ' LI LI ' ' # LI I i i ? : LI LI LI i ' ' ' ' ' ' ' LI ' ' LI LI LI ' ' ' ' ' ' t ' ' LI ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' LI LI LI ' ' ' ' ' ' ' ' É ' ' ' LI ' ' ' ' ' ' LI ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' ' LI LI ' ' ' ' ' ' -