týsdagur 26. oktober 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
VÍF kom aftur
aftur í aftur
Hondbóltur: Vestmenningar fingu
tey bæði stigini, sum áskoðararnir
væntaðu og kravdu av teimum,
men leingi vórðu trúgvu áskoðar-
arnir hildnir á pínubeinkinum
Sámal Joensen, VÍF
VÍF — H71 27-26 (13-17)
JÁKUP MORK
VIF hevði framman und-
an hesum dystinum vunn-
ið á allari mótstøðu, og
hóast tað onkuntíð hevur
staðið nógv á, so varð ikki
væntað, at hoyvíkingarnir
fóru at gera tær stóru
timar í hesum dyst-
Unga H7I liðið
til tíðir víst gott
spæl, men seinasta viku-
skifti vóru tær hólvaðir
igjøgnum av stranding-
um, so flestu áskoðararnir
mundu vænta ein tryggan
zur til hermaliðið
Tað varð eisini heima-
liðið. sum byrjaði dystin
betur, men miðskeiðis í
tyrra hálvleiki tóku hoy-
víkingarnir brádliga dik á
seg, og brådliga høvdu
teir fingið eina leiðslu
upp á 5 mál. Serliga var
tað hesa løtuna Annfinnur
N. Debess, sum gjørdi
nógv um seg hesa lotuna.
Innan fyri 4 minuttir
hevði hann skotið 3 mál.
og tá restin av liðnum eis-
im fylgdi vid, kundi hoy-
víkingarnir fara til hálv-
leiks við einari leiðslu
upp á 4 mál.
sl
re
Treiskir
vestmenningar
Vestemenningarnir hava
longu vist, at eingin dyst-
ur er taptur, fyrr enn sir-
enan hevur ljóðað fyri
seinastu ferð, og í seinna
hálvleiki byrjaðu teir eis-
ini beinan vegin at skava
av leiðsluni hjá hoyvík-
ingum. At hoyvíkingar
samstundis fingu 2 mans
útvístar hevði eisini við
sær, at vestmenningarnir
fingu betri rásarúm.
Eftir at VIF hevði strítt
seg upp á liðini á hoyvík-
ingunum, fylgdust liðini
seinasta korterið av dyst-
inum, og hóast vestmenn-
ingar meginpartin av tíð-
ini vóru Í og 2 mál
frammanfyri, so leikadi
sera hart á í báðum end-
um. Tá Í minuttur var eft-
ir at leika, høvdu hoyvík-
ingarnir enn eina ferð
javnað út, og spurningur-
in var so, um vestmenn-
ingarnir megnaðu at svara
aftur.
Tað gjørdu teir, men tað
var ikki fyrr enn í allar
seinastu sekundunum, at
hetta gjørdist veruleiki
Harald Bjørgvin vard
leiktur leysur. og fagnað-
urin var stórur, tá hann
ósvíkaliga trygt setti bólt-
in í netið.
Sámal enn einaferð
Hjá vestmenningum var
tað sum ikki einaferð
Sámal Joensen, sum var
tann stóri málslúkurin. 10
bankaði hann bóltin inn í
netið, og tað tykist vera
sera trupult hjá mótstøðu-
liðunum at byrgja fyri, tá
hann lyftir stóra kroppin
upp frá og sveiggjar høgra
armi.
Hjá hoyvíkingum var
tað ikki nakar einstakur
leikari, sum skaraði fram-
úr, men var talan um eitt
gott lidavrik, sum tó vísti
seg at vera akkurát ov lít-
ið. Liðið megnaði tó at
vaska stórtapið frá sein-
asta vikuskifti av sær, og
hóast teir mugug metast
at vera dekan ov Gstød-
ugir i spæli sinum, so
kann væl verða, at teir
fara at gera fortreð fyri
okkurt av oddaliðunum.
Málskjúttar:
VIF: Sámal Joensen 10
(3). Agnar Joensen 4, Ingi
Olsen 4, Martin Humm-
eland 4, Harald Bjørgvin
3, Petur F. Joensen 2
H71: Olaf Vestergaard 6
(3). Annfinnur N. Debess
5, Tróndur Vatnhamar 5,
Rene D. Olesen 4, Halgir
D. Olesen 3, Eydun H.
Højgaard 2, Einar Brim-
tes I ;
Brotskøst: VIF 3, H71 5
Utvisingar: VIF 4, H71
4
Dómarar: Hjalmar Pet-
ersen og Kristian Joensen
tíðindablaðið
Hondbóltur: Tað
vóru málverjarnir
hjá báðum liðun-
um, sum áttu
størsta heiðurin
sunnudagin, í
einum dysti, har
nógv mistøk
vórðu framd, og
har 6 av brots-
køstum vórðu
misnýtt
Kyndil — Nestin
14-13 (6-4)
JÁKUP MØRK
Undan hesum dysti vóru tað
helst fleiri, sum høvdu
roknad við, at talan fór at
vera um sanna málveitslu,
har Kyndil fór at vinna ein
sannførandi sigur á grann-
unum úr Neistanum.
Tad gjørdist tó rættuliga
skjótt greitt, at talan í
hvussu so er ikki. fór at
verða um nakra málveitslu.
13. minuttir vórðu leiktir,
áðrenn Kyndil fekk sítt
fyrsta mál, men við tað at
Neistin bert hevði fingið |
mál áðrenn hetta, kom hesin
málturkurin ikki at kosta
kyndilskvinnunum sigurin.
Málverjarnir
áttu dystin
Samanlagt vórðu einans 27
mál skotin í dystinum, og
vóru tað fyrst og fremst
málverjarnir hjá liðunum
báðum. sum vóru orsøkin til
hetta. Helena Dam byrjaði
í Neistamálinum, og tað
varð beinan vegin greitt, at
i8
Talan var ikki um ein málríkan dyst, men spenningur var
Nr. 203 - 26. oktober 1999
Tepur sigur til Kyndil
leingi um hvor fór at vinna dystin. Kyndil dróg kortini
longra stráðið og vann við einum mál
Kyndlakvinnurnar høvdu
við at fáa bóltin framvið
henni. Í hinum endanum
syrgdi Marita Hermansen
fyri, at Neistakvinnurnar
ikki kundu gera sær dælt av
hesum, við tað at hon so
sanniliga eisini stóð seg
væl. Neistaliðið má sigast
at vera sera væl fyri. hvat
málverjum viðvíkur. Nakað
inn í seinna hálvleik kom
Hildur Sørensen á vøllin
fyri Helenu, og hennara
avrik stóð einki aftan fyri
tað hjá hinum báðum mál-
verjunum. Harafturat hevur
Neistin eisini Oluvu at dúva
uppá, so tað er ikki á hesum
oki. at orsøkin til fáu stig-
ini skal finnast.
Um dystin er annars at
siga, at hóast Kyndil heyði
fatur í longra endanum
meginpartin av dystinum,
so megnaði Neistin alla tíð-
ina at hanga í, og eitt skifti
megnaðu tær at stríða seg
upp á javnleik, men so
gingu kreftirnar aftur und-
an, og at enda streyk Kyndil
avstað við ollum. Neistin
mundi tó aftur í aftur. men
tá tær fingu seinasta málið.
var minni enn hálvur min
uttur eftir at leika, so tá var
ov seint hjá teimum at gera
nakað.
Nógv mistøk
Vert er at leggja til merkis,
at liðini bæði framdu eina
rúgvu av tekniskum mis-
tókum, og varð hetta eisini
orsøk til, at ferðin á spæli
num ongantíð gjørdist hin
stóra. Serliga vóru tað neist-
akvinnurnar, sum ofta
tveittu bóltin burtur í støð
um, har tær als ikki vóru
pressaðar. Annars var Kat
in á Neystabø aftur at síggja
á netstaliðnum, men tað var
tyduligt, at hon framvegis
er darvað av skadanum,
sum hon fekk mikudagin.
Kyndil vann dystin, og
ognaði sær harvið 2 tydn
ingarmikil stig í toppstríð
num. Neistakvinnurnar
vístu hinvegin, at tær kunnu
bíta frá sær, og so leingi
sum stríðsviljin er til staðar,
kunnu tær vísa tenn ímóti
liðum, sum á pappírinum
tykjast nógv sterkari.
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte K. Sørensen
4 (3), Ann Hansen 3, Palma
Petersen 2, Rakul N.
Joensen 2, Jensia Petersen
2, Jórun Ludvig I
Neistin: Inga F. Danberg 6
(2), Birita Wardum 3, Bjørg
Patrursson 1, Katrin å
Neystabø 1, Marjun Jógv-
ansdóttir 1, Gunnleyg Berg
|
Brotskøst: Kyndil 7.
Neistin 4
Utvisingar: Kyndil 1,
Neistin 2
Dómarar: Pole Hansen og
Svend Olsen
Neistin fær styrk úr
Rumenia
Hondbóltur: Samstundis sum Flogbóltsfelagið Fleyr fær venjara úr Rumen-
ia, fær Neistin styrk til kvinnuligi úr rumeskum hondbólti
SVEINUR TRÓNDARSON
Talið av útlendskum hond-
bóltsleikarum í føroysku
kappingini økist alsamt.
Stjørnan, VB, VIF og
Kyndil hava oll útlendskar
leikarar á liðum sínum í
bestu kvinnudeildini, og tað
er eingin loyna, at tað eru
leikarar, sum gera mun -
stóran mun.
Lotte Sørensen hevur um
nakar togað Kyndil upp á
tindin í føroyskum hond-
bólti, og í fjør gjørdi loana
Rápa tað sama við VIF lið-
ið, sum gjørdist steypavinn-
ari við at vinna finaluna á
SUF.
I Klaksvik hava teir
fingið tveir útlendingar til
byin, og hóast tær enn ikki
hava vant so leingi við
nýggju lidfeløgum sínum.
so eru tær greiður styrkur
fyri stoltleikan hjá klaks-
víkingum á hondbóltssíðuni
Neistin ger tað sama
Í morgin kann so eisini
Neistin stilla seg upp í skar-
an av liðum, sum hava útl-
endskar leikarar.
Tá flogfarið lendir i
morgin fær Neisin vitjan av
einum 29 ára gomlum
hondbóltsleikara úr Rum-
enia, sum kemur til landið
tyri at vísa síni hondbólts-
kynstur.
Tað hevur gingið heldur
enn ikki striltid at fáa upp-
lýsingar um hondbóltsleik-
aran, men sum skilst hevur
venjarin hjá HB, lon Geol-
gau, verði millumgongu-
maður fyri Neistan eins og
hann var tað fyri Fleyr.
Spælt í fyrstu deild
Sum sagt hevur gingið
striltið at fingið upplýsingar
um letkaran, men vit hava í
hvussu er fingið uppspurt,
at leikarin hevur leikt í
rumensku fyrstu deildini
Frá Neistanum frættir
Sostalurin, at felagið hevur
eitthvørt må
staðfest. at
gerast um kvinnulidid skal
hanga við í toppinum.
Kvinnuliðið er í einum
aldursskifti í løtuni, og ber-
andi kreftirnar á liðnum eru
sera ungir leikarar. Aldurs-
skifti sæst í løtuni aftur á
avrikunum og fyri at forða
at Neistin missir takið í
toppinum hevur nevndin
gjørt av at taka hetta stigi.
Um leikarin verður ver-
andi í Føroyum og hvussu
leingi hongur alt saman við
tí sum hon dugir at vísa á
hondbóltsvellinum frætta
vit frá Neistanum