Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 26. oktober 1999 tíðindablaðið 13 Mn od Annika Ljósstein er flutt aftur til Foroya og hevur uttan iva styrkt munandi um liðið hjá Stjórnuni savnsmynd Stjórnan kemur við fullari ferð Hondbóltur: Klaksvíksgenturnar tykjast verða sera væl fyri í ár, og longu nú eru tær at síggja ovast á stigatalvuni VÍF — Stjórnan 25-31 (11- 14) JÁKUP MORK Framman undan hesum kappingarárinum varð nógv tosað um, at kvinnuliðið hjá klaksvíkingum fór at verða at sera tungt at syfta í vetur. Nú kappingin er farin í gongd, og liðið hevur leikt 2 dystir, er eisini líkt til, at hesi orð fara at standa sína roynd. Í øllum førum hevur liðið nú 4 stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar, og mót- stødulidini = hava verið åvikavist føroyameistarar- nir og steypavinnararnir frå undanfarna kappingaråri. Settu seg å dystin beinan vegin Tað gjørdist skjótt greitt, at klaksvíksgenturnar ikki ætl- aðu sær longu leiðina heim- aftur, uttan at hava fylt sær stigaposan áðrenn fráferð- ina. Eftir at Jacklin Durhuus heyði lagt VIF fram um i fyrsta minutti, varð hon mansvard restina av dyst- inum, og hetta ørkymladi vestmannagenturnar somik- ið nógv, at tær ongantíð fingið glid á spælið, tað sum eftir var av dystinum. Jacklin fekk bert eittans mál, tað sum eftir var av dystinum, og hóast loana gjørdi sína skyldu, sum van- ligt, so var hetta ikki nóg mikið til at koppa Stjórnuni. Sum sagt kom ongantíð rættuligt glið á spælið, og liðið framdi eisini eitt hav av tekniskum feilum. Har umframt hendi tað fleiri ferðir, at skotið varð á mál- verja ella træverk, tá vest- mannagenturnar vóru komnar igjøgnum verjuna, og tá soleiðis er, gerst tað aloftast sera torført at vinna ein hondbóltsdyst. Góður styrkur Stjórnan hevur flestum kunnugt styrkt sær munandi um liðið til hetta kapping- arárið. Umframt leikandi venjaran, Vesna Tomajek, hevur liðið eisini fingið fat- ur á landsfelaga hennara, Andryana Milodanovic, og má hetta sigast at vera stórur fongur fyri stjørnulidid. Andryana, sum leikti á høgra vongi, var sera sterk í verjuspælinum, har hon fullkomuliga setti Nicolinu Joensen út av spælinum, umframt at hon var ósvika- liga trygg, tá mál skuldu skjótast. Hon fekk 6 mál úti frá vonginum, og harum- framt var hon upphav til fleiri av teimum brotskøst- um, sum venjari hennara kundi senda í netið. Stjórnan fekk heili 10 brotskøst í dystinum, og eft- ir at Annika Ljósstein heyði brent í sínari fjórðu roynd, skeyt leikandi venjarin hini 6, og sótu tey øll í netinum. FM-favorittar? Enn er nakað tíðliga at út- nevna ein nýggjan føroya- meistara, men veðrur hugt eftir teimum úrslitum, sum stjórnan hevur fingiði hig- artil, er torført at ímynda sær, at tær ikki verða á ov- astu rók, tá alt verður gjørt upp um einar 5 mánaðir. Breiddin í hópinum er rættuliga stór, og við tað at fleiri sera góðir skjúttar eru á liðnum, ber illa til hjá mót- stødulidnum at taka nakran einstakan leikara burtur úr dystinum, við at nyta mans- verjing. Umframt tær báðar út- lendsku kvinnurnar, hevur liðið eisini fingið ein sera stóran styrk, við tað at Ann- ika Ljósstein nú er flutt heim aftur at búgva. Framman undan hevur liðið eisini somikið frægar leik- arar sum Simonu Hansen, Anna K. Samson og Joan M. Joensen, so uttan at und- irmeta týdningin, sum restin av liðnum hevur, kann i øll- um fórum staðfestast, at tal- an er um eina ødiliga skot- styrki, sum helst eigur at borga fyri nógvum málum. Enn eru veikleikar í verjupartinum, men við miðvísari venjing ber eisini til at bóta um hetta, so mítt boð er, at hondbóltskvinn- urnar úr Klaksvík, gera fót- bóltsmonnunum bragdið eftir og fara at hava greip- una í varveitslu komandi summar. Jacklin ov nógv at siga? Vestmannakvinnurnar hava áður víst, at kunnu megna at spæla, hóast Jacklin ella loana verða tiknar burtur úr spælinum, men sunnudagin var sera týðuligt, at tær saknaðu Jacklin, tá álop skuldu byggjast upp. Iva- leyst er hetta nakað, sum tær eiga at gera meira við undir venjing. Eg eri í hvussu so er vísur í, at hetta ikki er seinastu ferð, at Jacklin verður mansvard allan dyst- in. Tó kann ikki roknast við, at Fríða verður hildin eins væl í teimum komandi dyst- unum, og hevur hetta í øll- um fórum vestmannagent- unum eina dimension aftur at í ålopssdælinum. Tað tænur eisini vest- mannagentunum til heiðurs, at tær ongantíð góvu skarv- in yvir, men í staðin royndu at stríðast ímóti yvirmaktini í allar 60 minuttirnar. Hug- burðurin til uppgávurnar er ein stórur partur av spælin- um, og megnar VIF fram- haldandi at vísa sama stríðs- vilja, fara tær í hvussu so er at skava sær hampuliga nogv stig saman. Málskjúttar: VIF: loana Rapa 9 (2), Andrea Nielsen 4, Nikolina Joensen 4, Eydna Johanne- sen 2, Angelie Jógvansdóttir 2, Jacklin Durhuus, 2, Fríða Johannesen 1, Oluvå Poul- sen Í Stjórnan: Vesna Tomajek 8 (6), Annika Ljósstein 6 (3), Andryana Milodanovic 6, Joan M. Joensen 4, Anna K. Samson 4, Simona Han- sen 2, Jastrid Gullaksen I Brotskøst: VIF 2, Stjørnan 10 Utvisingar: VIF 5, Stjørnan 5 Dómarar: Hjalmar Peter- sen og Kristian Joensen Venjarin kom sá og vann Hondbóltur: Saman við Poul Ják- upi Poulsen megnaði Jónleif Sól- sker at venda einum hóttandi tapi StÍF — KÍF 22-20 (8-11) JÁKUP MORK Tað sást ikki á avrikinum á Skála leygardagin, at talan var um eina uppgerð ímillum verandi føroya- meistararnar og liðið, sum av mongum verður spátt at vera niðurflyting- arevni. Kollfirðingarnir góvu nevnliga vertunum ein skarpan gang, og vid eitt líuð sindur meira av hepni, høvdu teir fingið bæði stígini við sær til Kollafjarðar. Vóru alla tíði frammanfyri Kollfirðingar settu seg á dystin frá fyrsta bríksli, og hóast talan ikki var um tað stóra hondbóltsspæl- ið, so megnaðu teir sera væl at halda strandingar frá fatinum. Jákup Dam var rættu- liga í hopla fyrstu løtuna, og skeyt hann ikki færri enn 4 av 5 teimum fyrstu målunum hjå kollfirding- unum. Hjá strandingunum riggadi snøgt sagt einki, og hóast teir royndu hver í sínum lagi, so eydnaðist tað ongantíð at fáa spælið at hanga saman. Kollfirð- ingarnir stríddust hinveg- in allir sum ein, og sá hetta eisini leingi út til at geva úrslit. Leingi hildu teir fast um leiðsluna, og tá góðir 10 minuttir vóru eftir at leika, vóru teir á odda 20-16. Málverjin tók alt Seinasta vikuskifti sat venjarin hjá StIF, Jónleif Sólsker, á beinkinum all- an dystin, og sum skilst, so ætlar hann sær at spæla sum minst sjálvur hetta kappingarárið. Sunnudagin hann eisini beinkinum, dysturin byrjaði dystin á men sum leið, og tað gjørdist alsamt sjónligari, at her fór at verða galin endi, gjørdi Jónleif av, at fara á vøllin. Eisini gjørði hann av, at geva Johan Danielsen ein túr á beink- in, og hesar báðar útskift- ingarnar skuldu vísa seg at hava alstóran týdning fyri endaliga úrslitið. Jónleif gjørdi helming- in av seinastu 8 málunum hjá strandingunum, og eftir at Poul Jákup Thom- sen kom í málið at standa, fingu kollfirðingarnir ikki so mikið sum eitt mál. So hvort, sum strandingarnir komu nærri kollfirding- unum, minkadi sjålvsål- itið hjá gestunum, og h6- ast teir ýttu eitt time out tá 5 minuttir vóru eftir at leika, fingu teir ikki steðga strandingunum, sum nú koyrdu á við full- ari ferð. Jónleif setti sjálv- ur teir báðar senastu seymirnar í kistuna hjá KÍF, sum sostatt at enda mátti sanna, at tað er lítil nytta í at vera á odda so at siga allan dystin, tá alt verður tveitt fyri borð seinastu løtuna. Strandingar mugu hin- vegin taka annað skinn um bak, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at endurvinna FM heitið. Málskjúttar: StIF: Artur Johansen 7 (2), Marius Joensen 5, Jónleif Sólsker 4 (2), Kristian Petersen 2, Bent Djurhuus 1, Alexander Johansen 1, Sveinjørn Poulsen 1, Leivur Just- inusen I KIF: Jåkup Dam 7, Petur Martin Poulsen 5, Petur Martin Johansen 3 (2). Egil Steintórsson 3, Jón- álvur Johannesen 2 | Brotskøst: StIF 5, KIF 2 Utvisingar: StIF 2, KIF 5 Burturvísingar: KÍF I Dómarar: Hanus Kúr- berg og Hans Thomassen