týsdagur 26. oktober 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5
|
Nr. 203 - 26. oktober 1999
tidindabladid
"scan
Viðmerking:
Nationala frælsi kemur at
kosta i ti persónliga frælsinum
Vilja tit fullveldi, so takið tað sum menn. Alt annað fer at líkjast einum
biddaraveldi, segði Jóannis Eidesgaard m.a., tá ið aðalorðaskifti var um
Hvítubók
Upprunaliga kemur fyri
brigdið hvítbók úr Ong
landi, har tað verður kallað
White Paper. Hetta er ein
djuptøkin og objektiv frå-
greiðing um eina politiska
ætlan, sum stjórnin ætlar at
seta í verk. Henda hvítbók
in, sum er til viðgerðar í dag
hevur nakrar itøkiligar trup
ulleikar fyri at liva upp til
fakligu krøvini, sum eru til
eina hvítbók. So vit loyva
okkum ar seta spurnartekin
við, um Hvítabók veruliga
er ein hvítbók?
Fyri tað fyrsta, tí at hon
ikki er nóg djúptøkin og
heldur ikki nóg objektiv til
at lýsa ætlanina hjá sam-
gonguni fyri einum før-
oyskum fullveldi. Her verð
ur í rættiliga nógvum fórum
farið lætt yvir nøkur viðurs
kifti, sum eisini eftirfylgj-
andi kjakið millum m.a. bú-
skaparfrødingar er talandi
dómi um. Men tað, sum
verri er, er, at onnur viður-
skifti als ikki verða tikin
upp á tungu, sum veruliga
hava áhuga fyri tað fólk,
sum seinni skal taka eina
stóðu. Einki verður gjørt
burtur úr, hvønn tydning eitt
fullveldi og ein minkandi
ríkisstuðul fær fyri vanliga
føroyska húski ella fyri før-
oysku vinnuna. Arbeiðs-
bólkurin sigur, at teir hava
avmarkað setningin til ikki
at fevna um hetta - mest
sannlikt tí, at teir ikki hava
havt neyðugu tíðina at ráða
yvir.
Gaman í nógv verður
gjørt burtur úr, hvussu m.a.
gjaldsjavnin fær tað, tá rík-
isstuðulin minkar. Sjálvsagt
hevur hetta tydning, men í
vanliga kjakinum millum
manna, sum nú rættiliga er
byrjað, er ikki gjaldsjavnin
tann, sum liggur fremstur.
M.a verður sagt, at í 80-
unum høvdu vit ein våna-
ligan gjaldsjavna, men fólk
flest livdu í sús og dús. Í
90-unum høvdu vit ein góð-
an gjaldsjavna, men 17% av
okkara fólki stakk í sekkin
og fór av landinum. So
gjaldsjavnin einsamallur er
ikki allur sannleikin og
heldur ikki tann sannleikin,
sum vanligi føroyingurin
leitar eftir. Og ein vånaligur
gjaldsjavni eitt einstakt år
kann verða fylgja av skila-
góðum buskapartiltøkum.
Við vøkrum talvum og
simuleringum í alskyns lit-
um kunnu fólk velja ymisk-
ar støddir fyri biiskaparvøk-
stri og skiftistíð og upp á
no time, so hava tey úrslitið
á talvuni í snøggari Power
Point uppseting. Í saman-
bering við hetta søluframtak
fyri føroyskum fullveldi
hevði sjålvt faldarin hjá
Javnaðarflokkinum um
Sjálvstýrislógina, og sum
tjóðveldismenn skírdu far-
valadufaldarin ongan møg-
uleika. Har hava tit lært
meira kommunikatión enn
Vit.
Onnur orsøkin til, at Hvit-
abók ikki lýkur krøvini til
eina hvítbók er, at lands-
stýrismaðurin møguliga fyri
at tekkjast andstøduni ella
fyri at avvápna andstøduna
hevur víðkað arbeiðssetn-
ingin til eisini at taka møgu-
leikar við, sum liggja mill-
um fullveldið og verandi
heimastýrislóg. Hetta hevur
sum so einki við hvítbóka-
arbeiðið at gera, og tí kundi
verið áhugavert at fingið at
vita, hví hetta skuldi takast
við, serliga tá hugsað verður
um, hvussu ókvalifiseraðar
niðurstøðurnar eru í hesum
partinum?
>Hetta krevur grundlóg-
arbroyting, og tá tað ikki er
sannlíkt, at danir vilja frem-
ja eina slíka, verður ikki
gjørt meira burtur úr hesum
møguleika«. Hetta er ein so
grunn nidurstøda, at ein
næmingur sjálvt í 9. flokki
hevdi fingið eina viðmerk-
ing frá tí nærlagda lærara-
num.
Hvítabók ger greitt, at tað
eru trý viðurskiftu, sum eru
orsøkin til fullveldistil-
gongdina: Løgtingid er
hægsti myndigleiki í for-
oyskum viðurskiftum, og
henda heimild kann íkki
takast aftur. Løgtingslågir
skulu ikki víkja fyri fólka-
tingslógum. Føroyskir
myndugleikar fåa greida
heimildir til víðkaðar møg-
uleikar til at gera avtalur við
onnur lond.
Stendur ikki mát
Javnaðarflokkurin hevur
sett sær júst somu mál í okk-
ara uppskoti til eina Sjálv-
stýrislóg. Og vit halda okk-
um vera komnar á mál uttan
at fara yvir um ánna eftir
vatni. |
Javnaðarflokkurin hevur
gjørt sínar egnu løgfrødis-
ligu kanningar av, hvat
krevst fyri, at Sjávlstýris-
lógin kann setast í verk.
Hesar peika á, at um polit-
iskur vilji er til staðar, so
ber væl til - enntá eisini utt-
an eina grundlógarbroyting.
Ein sáttmáli, gjørdur av
landsstýrinum og donsku
stjórnini, samtyktur í Løg-
tinginum og í Fólkatingin-
um og lýstur í altjóðasam-
felagnum, so er ikki neyð-
ugt við einari grundlógar-
broyting. Men tað er greitt,
at treytin fyri hesum er, at
talan verður um ein prag-
matiskan og smidligan pol-
itiska vilja, har allar funda-
mentalistiskar vanahugsanir
eru jarðaðar
So her er okkara stutta
nidurstøda, at Hvítabók
snøgt sagt ikki stendur dis
tansina, tá tað snýr seg um
skipanir millum fullveldið
og heimastýrið. Tað var
munandi betur fyri hennara
trúvirði, at hesi viðurskiftu
als ikki vórðu umrødd. Og
um landsstýrismaðurin
heldur, at hann við hesum
vinstrahonds niðurstøðum
hevur avvápnað okkum, so
fer hann rættiliga skeivur
I hesum sambandi fari eg
at spyrja landsstýrismannin,
hvussu nógv ella hvorjar
vartar av hesum tilfari allir
1vítbókarithóvundarnir
lava skrivað. Eru tey oll
samd í hesum niðurstøðum,
ella eru tað nøkur teirra,
ivørs leiklutur bert er at
finna í fylgiskjólunum, sum
eru løgd við?
Harnæst fari eg somu-
eiðis at spyrja landsstýris-
mannin, hvussu nógvar
pengar fullveldisætlanin
hevur kostað til dags dato?
„Hetta er ein amboðs-
kassi, sum eisini andstødan
kann brúka< nøkulunda so-
leiðis hevur landsstýrismað-
urin ferð eftir ferð sagt.
Myndin er góð, men hyggja
vit niður í henda góða am-
boðskassa, so finna vit ikki
nógv amboð, sum vit kunnu
brúka. Gaman í, har er ein
bittong at bíta okkurt av við,
ein sag at kappa okkurt við,
eitt kúbein at bróta okkurt
við, ein vinkulslípari um tað
er okkurt, sum er serliga
torført at kappa sundur og
niðast ein sleggja til at
knúsa tað seinasta við. Men
har eru eingi amboð, sum
tú byggir nakað upp við -
og heldur einki waterpass
ella vinkul sum sigur, um
tað er beint ella skeivt. Jú,
forrestin har liggur ein for-
leingjari, so tað sær út til,
at orkan framhaldandi eisini
skal koma uttanifrá.
Annars eru nógvir áhuga-
verdir partar í Hvítubók,
sum uttan iva framhalds-
deildirnar og miðnámini
kunnu fáa gleði av. Her
hugsi eg um partarnar um
Føroya søgu, um smátjóðir,
um altjóðarætt og ikki at
gloyma Búskaparpartin og
Fyristingarpartin, sum týð-
iliga vísir, hvussu ótrúliga
stór kontaktflatan er millum
Føroyar og Danmark, og
sum vit ikki vanliga hugsa
um.
Orsøkin til
aðalorðaskifti
Neyvan nakað orðaskifti
hevur fingið so nógva um-
rødu frammanundan, sum
hetta vit hava í dag. Fyrst
um nær tað skuldi verða, og
síðan nær tað íkki skuldi
verða, og síðan um tað, sum
væntast skuldi, at hetta
orðaskiftið skuldi føra til
Ikki er tað heldur smávegis
vónir, nógv fólk og eisini
fjølmiðlar hava til hetta
orðaskiftið Onkur vælmein-
andi hevur hildið, at hetta
orðaskiftið skuldi leiða til
ta stóru semjuna um fram
tíðar ríkisrættarligu støðu
okkara
Og tað er kanska rímiligt
at halda, at nøkur viðurskifti
verða meira klårløgd i ein-
um slíkum orðaskifti, og at
vøllurin verður týðiligari
kritaður upp. Her og har
standa partarnir við sinum
ymisku sjónarmiðum. Og
kanska verður tað meira
sjónligt at síggja, hvat tað
fer at krevja av pørtunum,
um ein semja skal gerast,
ella um ein hvítur pílur skal
skjótast eftir henni.
Men hvat er eitt aðalorða-
skifti? Vit hava havt nøkur,
síðan vit fingu nýggju
stýrisskipanina, m.a. um
samferðsluútbyggingar.,
uttanríkismál, = almanna-
viðurskifti og eisini onnur,
og hava hesi orðaskifti verið
ein rød av meira og minni
áhugaverdum røðum. Fram
hava verið sett sjónarmið,
viðmerkingar og spurning-
ar, sum fyri ein part hava
fingið viðmerkingar og svar
afturímóti. Men aloftast
hevur tosið verið fram við
hvørjum øðrum, og ymisku
sjónarmiðini hava hingið í
luftini. Og stóri spurning-
urin er, um nøkur viðurskifti
verða meira avkláraði?
Eingin nidurstøda verður
gjørd eftir slíkt orðskifti og
eingin atkvødugreidsla og
einki vidkomandi uppskot
til samtyktar.
Men skrúða vit tíðina eitt
gott ár aftur, so finna vit
orsøkina til, at vit hava hetta
orðskiftið. Tá setti Mið-
flokkurin, sum treyt fyri at
taka undir við at geva lands-
stýrinum sítt vælsignilsi til
at fara undir samráðingar-
nar fyri at skipa Føroyar
sum eitt fullveldi, at eitt
aðalorðaskifti skuldu verða
um Hvítubók. Og tað er júst
treytin fyri at fáa Miðflokk-
in við upp í loysingarkórið,
sum í dag og í morgin verð-
ur gingin á møti.
Fingurin í jørðina
Í einari sending fyri eini tíð
síðani í útvarpinum, har ein
kundi spyrja nøkur skilafólk
um alt millum himmal og
jørð, segði ein av vismonn-
unum okkurt líknandi sum,
at politiska ætlanin um før-
oyskt fullveldi appeleraði til
tær positivu kenslurnar,
Jr
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins
meðan ætlanirnar, sum gin-
gu annan veg, sjálvsagt
gjørdu tað mótsatta, t.v.s.
negativt. Eg ivist ikki i, at
svararin i úrvarpsstovuni
hevði rætt í hesum. Full-
veldi, sjålvstødug, natio-
nalur stoltleiki, flaggstong
i New York, ambassadur,
eru positiv lagað hugtøk,
meðan varsemi, tryggleiki
og umhugsni eru í hesum
samanhangi negativ lagaði
orð. Uttan iva er tað so, men
tess stórri ómak og tess bet-
ur argumentir skulu kritikk-
ararnir tí hava. Og kritikk-
ararnir eru í hesum føri and-
stødan. Og tað er nú eina-
ferð soleiðis, at tað er trup-
ult og lítið spennandi, um
ikki at broyta positivar ken-
slur, so at fáa hesi somu fólk
at síggja veruleikan við øll-
um sínum gráu og keðiligu
eyðkennum. Tað er altíð
trupult at fáa fólk í einum
fullveldisrúsi at stinga fing-
urin í jørðina.
Men leikluturin hjá and-
støduni er at vera kritikkar-
ar, og tað er trygdin fyri, at
talan ikki verður um heila-
vasking, men at øll viður-
skifti so vítt gjørligt koma
við, áðrenn endaligu stødu-
takanina. Og hesa uppgávu
må andstødan átaka sær, hó-
ast hon als ikki hevur um-
sitingarligu ella fíggjarligu
møguleikarnir, sum sam-
gongan hevur. So í útgangs-
tødi er javnvágin sera skeiv,
men vit mugu tó royna sum
frægast.
Og eingin átti at verið
glaðari fyri andstøduna enn
júst samgongan, sum á
henda hátt eigur at fáa eittt
kvalifiserað mótspæl. Tað
er á henda hátt, at vit tryggja
eina nøkunlunda demokrat-
iska tilgongd. Tí hevur tað
verið lítið skiljandi, at and-
stødan og serliga Føroya
Javnaðarflokkur hevur møtt
slíkari viðferð í hesum kjak-
inum
Landasvíkjarar
>Landasvíkjarar< og >quis-
lingar< eru nøkur av spjøld-
run-um, sum hava verið
hongd um okkara háls. Er
hetta tekin um eina samgon-
gu, sum ikki tolir ov nógvar
atfinningar, tí grundarlagið
er so skinklandi, ella er
hetta ein ábending um tað,
sum koma skal? Og hvussu
ber tað til, at framsøguf6k-
ini fyri tær positivu kenslur-
nar, sum útvarpssendingin
umrøddi, samstundis fara til
tad lægsta, sum kann drag-
ast fram í einum orðskifti?
Hvussu kunnu somu fólk
samstundis standa fyri hæg-
sta og lægsta felagsnevn
ara? Alt meðan nakrir oysa
gall og gor yvir okkum, so
verður av somu fólkum
appelerað til semjur? Vána-
ligt utgangsstødi fyri semju
søkjandi politikki, tað má
sigast.
Apropos >blóðpengar<.
sum eisini er vanligt ordaval
hjå tjédveldismonnum, tå
teir umrøda farnar javnað
armenn, so man tað verða
fyrstu ferð, at ein samgonga
framhald á síðu 24
UP