týsdagur 26. oktober 1999síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
1
h
Nr. 203 - 26. oktober 1999
Góði Jákup, lítli beiggi…
Mamma, babba og Annika
Hjartaliga tillukku við 20 ára degnum
Sjónvarp Foroya og
Tjóðveldisflokkurin
í fullveldisdansi
Fullveldismálið sá dagsins
ljós í Sjónvarpi Føroya. Tað
byrjaði við, at ein sjónvarps-
maður varð settur burturav til
at gera eina avdúkandi send-
iróð um bankamålid. Djúpt
borandi tilfar, væl kannaði
skjól og avdúkandi nidurstød-
ur, vórðu varpaði inn í før-
oyskar stovur, har hyggjarar
gjørdust alt meira misnøgdir
við framferðina í bankamáli-
num.
Við hesum sendingum fekk
sjónvarpsmaðurin eina lopfjøl
inn í føroyskan politikk. Hann
varð valdur inn á ting við
dyggari undirtøku, sum mað-
urin, ið hevði avdúkað ein
danskan stórbanka og eina
danska stjórn. — Hvat meira
kann ein tjóðveldisveljari
ynskja sær?
Men helst hevur henda
sjónvarpssendiróð — saman
við ødrum sendingum —
kostað nakað nógv, tí eftir at
fullveldislandsstýrið hevði
sitið við ræðið í eitt ár, mundi
Sjónvarp Føroya farið á hús-
agang.
Hetta gav Tjóðveldisflokk-
inum eitt gott høvi til at takka
Sjónvarpinum fyri seinast.
Landsstýrismaðurin ið umsit-
ur sjónvarpsmál, tjóðveldis-
maðurin Signar á Brúnni, gav
Sjónvarpi Føroya peningin, ið
stovninum tørvadi. Hetta
varð gjørt, hóast heimild
ikki var til tað.
Men hesa ferð varð eingin
avdúkandi og djúpt borandi
sending varpað inn í føroysk-
ar Stovur, ti nu var túrurin
komin til Sjónvarpið, at siga
Tjóðveldisflokkinum "takk
fyri seinast".
Og tøkkirnar halda fram!
Mikukvøldid var sendingin
Krosskast á skránni. Í hesi
sending vísti sjónvarpsstjórin
seg sum semingsmann, hvors
høvudsuppgåva var at finna
ein meiriluta í uttanlands-
nevndini fyri einum samráð-
ingaruppleggi mótvegis døn-
um.
Í uttanlandsnevndini eigur
Sambandsflokkurin tvey um-
boð, harav annað teirra er
næstformaður. Men Sam-
bandsflokkurin var ikki boð-
in við í Krosskast. Kann or-
søkin vera, at floksins sjón-
armið liggja ov langt frá full-
veldinum ? Ella var tað
kanska tí, at Sambandsflokk-
urin ikki passaði inn í heild-
armyndina ?
Javnaðarumboðini í send-
ingini (Hans Pauli Strøm og
Atli Dam) skulu eiga rós fyri
teirra greiðu stóðu. Ja sjálvt
tá ið semingsmaðurin (Trønd-
ur Djurhuus) bjóðaði seg til
at sløkkja projektørarnar i
sjónvarpsstovuni, varð stóða
teirra óbroytt.
Men endamálið við send-
ingini var heilt greitt. Sjón-
varp Føroya takkaði Tjóð-
veldisflokkinum fyri seinast,
við at draga Javnaðarflokkin
inn til samráðingar fyri opn-
um sjónvarpsskíggja. Sam-
bandsflokkurin, sum sambært
nýggjari veljarakanning hev-
ur fólksins stuðul, skuldi
haldast uttanfyri.
Eg vil tí spyrja Trønd Djur-
huus, sjónvarpsstjóra, um
hann kann greiða føroya fólki
frá, hvør orsøkin var til, at
Sambandsflokkurin ikki varð
boðin við í Krosskast?
Heðin Mortensen
løgtingsmadur
tíðindablaðið SOS
Frøken C.M.D
Uden mad og drikke, duer xx ikke. Nú gongur niður av
bakka.
Heilsan starvsfelagir
Góði Christian Martin Dam
Hjartaliga tillukku vid 40
åra degnum tann 21. okt.
Takk fyri mangar góðar løt-
ur.
Tín elskaða Lolita
Góði Niels Pauli
Hjartaliga tillukku við 18
ára degnum 25. okt.
Heilsan mamma og babba
Góða allarbesta Katarina
Hjartaliga tillukku við 7 ára
degnum 25. okt. Alt tað
besta.
Ynskir beiggi tín Karsten
Góða Ann Mari!
Hjartaliga tillukku við 14
ára fødingardegnum.
Ynskja vit oll,
Sverri og lítlibeiggin
Góði elskaði Petur Hans
Hjartaliga tillukku við 18
ára degnum ið var tann 22
okt. Alt gott framyvir.
Heilsan títt elskaða kríð
P.S. Endiliga kanst tú taka
koyrikortið
Góði Herman-abbi
Tillukku á 55 ára degnum.
Gleði meg til tú og omma
koma at vitja.
Ynskir Birgit
Eg og foreldur mini takka hjartaliga øllum sum á ymiskan
hátt gleddu okkum á konfirmationsdegnum 28. mars 1999.
Ingun Thorsteinsson
|4
|:
Nú verður tað.
Heilsan, hinir ið ikki sleppa við
Fe ferm nd
nøvnag) 5 ferðir um vikuna
GEVIÐ GÆTUR:
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 25,- kr.
í J frímerkjum, 2 krossadum kekki
fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum
lepan og gjald í avgreiðsluni á Argjavegi 26, millum
kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á
miðdegi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið
annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið
ávísan dag.
J Týsd. J Mikud. J Hósd. 0 Fríggjad. J Leygard.
Tekstur:
MYNDINA AFTUR: Minnist til at skriva navn og
bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein
frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn
tann ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76, 110 Tórshavn
Merkið bjálvan: > NOVN NÚ<