týsdagur 9. november 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Sær rættiliga svart út hjá
tíðindablaðið S
Bel mr
Nr. 213 - 9. NOVEMBER 1999
føroysku flakatrolarunum
Tað eru nú greið-
ar ábendingar
um, at toskakvot-
an í Barentshav-
inum verður
skerd heilt mun-
andi komandi ár.
Hinvegin kunnu
eini 100.000 tons
meiri fiskast av
makreli
AKI BERTHOLDSEN
Tað er stórur vandi fyri, at
tað næsta ár verður eitt
rættiligt bakkast hjá teimum
stóru, føroysku flakatrolar-
unum, sum royna eystan-
fyri
Ti nú eru rættiliga stór
útlit fyri, at komandi ár
verða kvoturnar hjá teimum
munandi skerdar.
Hetta er greitt, eftir at
tann ráðgevandi nevndin
hjá ICES hevur havt fund í
Keypmannahavn.
Ráðgevandi nevndin hev-
ur fund tvær ferðir um árið
at viðgerða støðuna hjá
stovnunum undir ICES.
Um várið eru tað stovn-
arnir undir Føroyum, Is-
landi, umframt svartkjaftur,
norðhavssild 0.2., sum er til
vidgerdar
Og å heystfundinum eru
tað so stovnarnir eystanfyri,
í Norðsjónum, Biskayavik-
ini, vestanfyri Bretsku
Ak! BERTHOLDSEN
J.F.K. Trol í Klaksvík er
eitt av feløgunum, sum
hevur stóran á huga í
kvotunum í Barentshav-
inum við tað, at tey hava
flakatrolararnar = Skála-
berg og Sundaberg
Tað eydnaðist ikki at
fáa orðið á sjálvan reiðar-
an, Hanus Hansen.
Men á J.F.K. Trol sigur
Jákup Sólstein, sum eisini
er formaður í Føroya
Reiðarafelag, at tað sær
ógvuliga dapurt út, um
tað, sum ráðgevandi
nevndin hjá ICES sigur,
verður tikið 100% til eft-
irtektar. Sjålvur ivast
hann ikki í, at talan verður
um ein munandi niður-
Tað er onki at ivast í, at kvoturnar í Barentshavinum verða munandi skerdar komandi ár, ella komandu árini. Og tað fer
at raka teir stóru flakatrolararnar sera hart. Í lótuni er kvotan 480.000, men hon verður nógv lægri komandu árini
Oyggjarnar, umframt makr-
elurin, sum stóða skal takast
til.
Munandi niðurskurður
— Á fundinum var staðfest,
at stovnarnir í Barentshav-
inum eru rættiliga illa fyri
nú, ikki minst toskastovn-
urin, sigur Hjalti í Jákups-
stovu, stjóri á Fiskirann-
sóknarstovuni, sum júst er
afturkomin úr Keypmanna-
havn av fundinum í ráðgev-
andi nevndini hjá ICES.
Hann vísur á, at Noreg og
skurð í botnfiskakvotuni í
Barentshavinum.
Men hann væntar ikki, at
kvotan verður skorin so
nógv, sum ICES, sigur skal
til, fyri at byggja stovnin
skjótt uppaftur.
Noreg og Russland hava
sett sær fyri, at gýtingar-
stovnurin av toski í Barents-
avinum ongantíð skal fara
niður um 500.000 tons.
Men ICES metir hann
bara til 250.000-300.000
tons.
Skal gýtingarstovnurin
byggjast upp aftur á
500.000 tons uppá eitt ár,
kunnu ikki meiri enn
110.000 tons fiskast næsta
år - i mesta lagi.
Men skal menningin
drýggjast yvir trý ár, kunnu
Russland hava sett sær fyri
at bera so í bandi, at gýt-
ingarstovnurin ongantíð
kemur niður um 500.000
tons.
--Men stovnsmetingin,
sum nú er gjørd, vísir, at
stovnurin er ikki meiri enn
250.000-300.000 tons.
Tvs, at hann er 200.000 -
250.000 tons minni, enn
londini bæði hava ásett at
vera minstamarkið.
Ráðgevandi nevndin hjá
ICES hevur so víst á,
hvussu nógv kann fiskast,
Klára seg ikki við
minni kvotu enn nú
Verður kvotan minni, verður neyðugt at geva flakatrolarunum aðrar møguleikar
260.000 tons av toski fisk-
ast í Barentshavinum kom-
andi ár. Í ár er kvotan
480.000 tons.
Formaðurin í reiðarafel-
agnum sigur, at hann hevði
varhugan av, at stødan var
vånalig. Men at tad var so
ringt, grunadi hann kortini
ikki.
Hann sigur, at hann vænt-
ar ikki, at nidurskurdurin
verður so stórur, sum ICES
nevnir sum ringasta føri.
--Men hann ivast ikki í, at
niðurskurðurin verður stór-
ur. Og tað fær álvarsligar
avleiðingar fyri teir før-
oysku flakatrolararnar, tí
kvotan, sum teir hava er
avgjørt á minstamarkinum,
sum er.
I år er botnfiskakvotan
um tad skal eydnast at
byggja gýtingarstovnin upp
aftur á minstamarkið uppá
500.000 tons.
— Og har er nidurstødan,
at skal tað eydnast at menna
gýtingarstovnin upp á
500.000 tons uppá eitt ár,
ber tað ikki til at fiska meiri
enn í mesta lagi 110.000
tons komandi ár, sigur
Hjalti í Jákupsstovu.
— Men skulu trý ár brúk-
ast til at menna stovnin í,
kann kvotan verða 260.000
tons komandi ár.
hjá føroyingum í Barents-
havinum 15.000 tons, og
tey eru býtt sundur ímillum
teir fimm trolararnar, Skála-
berg, Sundaberg, Enniberg,
Vesturvón og Akraberg.
— Kvotan kann ikki verða
minni. So verður hon skerd,
fara teir avgjørt ikki at klára
seg. Tí hóast kvotan í ár er
á minstamarkinum, hevur
prísurin verið so avbera
góður, at tað er ikki vænt-
andi, at hann fer uppaftur
komandi ár Tvs, at verður
kvotan skerd - og verður
hon enntá skorin so nógv,
sum útlit eru- verður neyð-
ugt at skipini sleppa at fiska
okkurt annað fyri at fáa
rakstur í.
Men hvørjir møguleikar-
nir kunnu vera, veit hann
Ongir adrir møguleikar
Hann sigur, at eisini hinir
stovnarnir eystanfyri eru
rættiliga illa fyri.
Bæði hvat hýsu og upsa
viðvíkur, verður mælt til
munandi niðurskurðir.
Og bæði kongafiskurin
og svartkalvi eru so illa fyri,
at mælt verður til at tað slett
ikki verður fiskað av honum
yvirhøvur, uttan tað, ið
verður fingið sum hjáveiða
í samband við annan fiski-
skap
Samanumtikið merkir
ikki.
Nú er tað ein spurning-
ur um politiskar samráð-
ingar ímillum Noreg og
Russland, sum gera av,
hvussu stórar kvoturnar
verða.
Annars heldur hann, at
føroyingar hava ein
trumf, og tað er svart-
kjafturin.
— Russarar hava stóran
áhuga í okkara svartkjafti,
men hava teir onki at lata
afturfyri, kunnu teir held-
ur ikki vænta nakað ser-
ligt frá okkum.
So alt í alt er tað eisini
ein samráðingarspurning-
ur ímillum Russland og
Føroyar, sum verður av-
gerandi fyri, hvussu stød-
an verður í Barentshav-
inum.
Norðmenn eru mangan
skuldsettir fyri at lækka
føroyskar kvotur prosent-
vis, tå i heildarkvotan
lækkar, men tad hevur
gingið meiri strilti at
hækka hana aftur.
Men tað heldur Jákup
Sólstein hevur rættað seg
nú, so akkurat tí stúrir
hann ikki so illa fyri verð-
ur langtíðaravleiðingin av
eini kvotalækking nú.
hetta, at verður fiskiskap-
urin eftir toski skerdur so
munandi, sum útlit eru til,
eru ikki møguleikar at fara
í annað fiskari eystanfyri
ístaðin.
Stovnarnir yvirmettir
Stjórin á Fiskirannsóknar-
stovuni sigur, at tað eru
fleiri orsøkir til, at útlitini
fyri fiskiskapi í Barents-
havinum brádliga eru blivin
so døpur.
— Tað er ongin ivi um, at
stovnarnir hava verið yvir-
mettir hesi seinastu árini.
— Ein grund til tað er, at
umstødurnar at gera so
neyvar = stovnsmetingar,
hava ikki verið so góðar,
sum tað átti at verið.
— Eitt nú sluppu norð-
menn ikki í russiskan sjógv
at gera kanningar í eini tvey
ár.
Stórur niðurskurður
Fara russarar og norðmenn
at halda fast um málsetn-
ingin um, at gýtingastovn-
urin av toski í Barents-
havinum skal varðveitast á
500.000 tonsum, verður tal-
an um ein rættiliga stóran
niðurskurð í kvotunu.
Tí í ár er toskakvotan í
Barentshavinum 480.000
tons.
Spurningurin er bara,
hvussu skjótt londini seta
sær fyri at byggja stovnin
uppaftur á 500.000 tons.
So er tað spurningurin,
hvørjar avleidingarnar
verða fyri føroysku flaka-
trolararnar.
Tað er ongin ivi er um, at
skerjingin verður stór.
Men spurningurin er eis-
ini, hvussu myndin verður í
longdini.
Ti føroyingar hava leingi
funnist hvassliga at norð-
monnum, fyri at verða rask-
ar skerja føroysku kvotur-
nar eystanfyri prosentvís, tá
ið heildarkvoturnar verða
lækkaðar.
Men hinvegin hevur tað
gingið nógv meiri strilti at
fáa tær føroyska partin
hækkaðan aftur, tá ið heild-
arkvotan hækkar aftur.
100.000 tons afturat
Sær tað svart út í Barents-
havinum, er stødan heldur
frægari hjá makrelinum.
Nidurstødan er, at stovn-
urin av makreli er hampiliga
væl fyri.
Kortini heldur ráðgevandi
nevndin, at veiðitrýstið er
heldur høgt.
— Tað kemst mest av, at
londini eru ikki samd um
eina felags, hvussu fiski-
skapurin skal stýrast.
M.a. eru Føroyar ikki
heilt eru komnar upp í sam-
starvið við ES og Noreg,
sum strandaland.
Men harafturat ger tað
seg galdandi, at russarar
fiska makrel uttanfyri 200
fjórðingar og sum hjáveiði
undir Fóroyum.
Tilsamans elvir hetta til,
at veiðitrýstið er eini 20%
ov høgt.
Men tilgongdin er so
mikið góð, at hóast mælt
verður til at minka veiði-
trýstið, heldur nevndin, at
kvotan næsta ár kann hækk-
að 100.000 tons, so at hon
verður 605.000 tilsamans,
sigur Hjalti í Jákupsstovu.