Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

HøGnt MOHR Smuglari í varðhald Hin 33 ára gamli maðurin, ið varð handtikin fyri rús- evnissmugling tórsdagin á flogvøllinum, varð dagin eftir varðhaldsfongslaður. Fyribils í eina viku, meðan málið verður fyrireikað til rættarviðgerð. Maðurin hevdi 80 gramm av hassji og 5 gramm av kokaini uppi á sær. Tá ið talan er um slíkar nøgdir, verður hildið, at málið kemur undir tað, ið kallað verður, »gerandislig mål«. Dómur fellur væntandi í vikuni ella fyrst í komandi viku. 813 kanning Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin kannaði løgreglan 519 bílar. Teir 65 av førarunum fáa væntandi bót. I 30 fórum vóru ljósini ikki í lagi, og 6 bilførarar dugdu ikki at nýta mjørkaljósini rætt. Atta fólk »gloymdu« at spenna seg í trygdarfetilin, meðan heili 31 førarar heldur ikki mintust til at hava koyrikortið hjá sær. Fýra bilar vóru ikki rætt skøddir og ein bilførari var als ikki koyriførur. Hann verður nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Súni Vinther sigur, at løgreglan fer at halda fram við kanningunum, men at hann vónar, at brotini á ferðslulógina fara at fækkað. Hálka í Havn Sera hált var í Havn í vikuskiftinum. Fríggjamorgunin var sum á flundrubaki í erva, og aftur á kvøldi legðist svartakálk á vegir og í tún. Frætt er, at nógv lógu endalong friggjakvøldid, tá farið varð til gongu í býin. Kortini er ikki frætt um skaðar, elvdir av hálku. Bil- skaðarnir hava neyvan heldur verið mangir og álvar- samir, tí heldur ikki um slíkar er frætt á løgreglustødini. Suni Vinther, stødleidari, gleðist um, at serliga bilførarar eftir øllum at dóma hava ansað sær og øðrum á vanda- mikla svartakálkinum. Herverk og húsaófriður Í miðbýnum í Havn er partur av gongugøtuni grivin upp. Í sambandi við arbeiðið eru nógv ferðsluskelti sett upp á økinum. Hesi skelti hava unglingar havt til frægd at flyta, so onki høpi var í fráboðanunum. Løgreglan fekk hendur á hesum argapisunum og onkur teirra kann vænta sær bót. Stak friðarligt hevur annars verið í Havn um viku- skiftið. Kortini eru eisini ólukkulig mál, sum stinga seg upp dagliga, og løgreglan noyðist at taka sær av. Aftur hesaferð varð løgreglan boðsend til húsaófrið og aftur hesaferð noyddist løgreglan at taka sær av fólki, ið knappliga gjørdust sinnissjúk. Hesi vórðu innløgd á sálardeild 2 á landssjúkrahúsinum. Posttaska horvin Tíðliga mánamorgunin hvarv ein taska hjá einum post- manni í Havn. Taskan, ið hekk fremst á róðrinum á postprutlinum, var horvin tá postmaðurin skuldi fara víðari, eftir at hava verið við innskrivaðum brævi á Grønlandsvegi. I taskuni vóru m.a. pengar, lyklar og koyrikort. Taskan er døkk á líti, og á henni stendur >Skarabeo<. Málið er meldað til løgregluna í Havn. tidindabladid S Nr. 213 - 9. NOVEMBER 1999 vanlukku Doyði í bats- Fyrrverandi sjómansskúlastjórin í Klaksvík, Frans Jacobsen, doyði friggjadagin á Gøtuvik. Av ókendur orsókum fór hann á land í báti sínum. Líkið varð funnið lægarmorgunin úti undir Lambarætt Gøtuvik leygardagin. Pílurin vísir á leið, hvar vanlukkan hendi Mynd: HOGNI MOHR Ein bátsvanlukka kravdi fríggjadagin eitt mannalív. Talan er um hin 74 ára gamla Frans Jacobsen úr Nordagøtu, sum fríggja- morgunin var farin á flot. Á veg inn á Gøtuvik fór hann á land í áttamannafari sínum nakað innanvert Mjóvanes. Staðið verður nevnt úti und- ir Lambarætt Funnu líkið leygar- morgunin Løgreglan í Runavík fær fyrstu fráboðanina um til- burðin klokkan 16.05. Sagt verður, at fleiri bátar longu tá eru og leita í økinum. Um sama mundið kemur vakt- arskipið Tjaldrið av tilvild á leiðina við útróðrarbáti- num Brandi á sleip. Teir á Tjaldrinum boða løgreglu og marinustød frá, at vrak- restir av einum træbáti eru sæddar. Marinustødin send- ir donsku sjóverjutyrluna í luftina, og hon hongur yvir vanlukkustaðnum o.u. hálv- an tíma. Lýst verður við ljóskastara av tyrluni, men onki úrslit spyrst burturúr tí leitingini. Seinni á kvøldi halda froskmenn av Tjaldrinum seg síggja líkið av Frans á botni, men teir mettu tað ikki vera ráðiligt at fara nið- ur, tí uppgangurin var so nógvur. Bíðað varð til leyg- armorgunin, og tá eydnaðist at fáa hendur á líkið, sum ikki hevði flutt seg úr van- lukkustaðnum. Virkin til deyðadagin Frans Jacobsen var kønur á sjónum. Fleiri ár var hann við trolara eins og hann sigldi úti. Hann var skips- se førari og mong år lærari å sjómansskúlanum í Havn. Seinni varð hann stjóri á sjómansskúlanum í Klaks- vík. Hetta starvið røkti hann til hann fór frá vegna aldur. Fráfarin gjørdist hann sera virkin í forminnisfel- agnum í Gøtu. Hann legði nógva orku í kenda for- minnisbýlingin í Norða- Jens Kristian Vang gøtu, har m.a. Gótutróndur sigst hava búð. Um summ- arið plagdi Frans at vísa ferðafólki gomlu húsini, og hegnisliga greiða teimum frá søgum, ið hava samband við forna staðin. Sjómaður var Frans Jacobsen til hann doyði á Gøtuvik. Sagt verð- ur, at hann var á floti hvørja ferð høvi beyðst.