týsdagur 9. november 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 9. NOVEMBER 1999
tíðindablaðið
»On the Scene« - leikhúsið á Gamla Meiarínum
>Hin fullkomni jafningi<
ella >The Perfect Equal<
fekk sterka móttøku til
frumførdsluna í Reykjavik
í januar í år. Ummælini vóru
sera góð, og aftaná tjúgu
sýningar høvdu heili 5000
fólk sæð leikin. Og nú kem-
ur leikhúsið >On the Scene<
hendavegin. Tað er Gríma
sum hevur bjóðað íslendska
leikbólkin higar at spæla á
Gamla Meiarínum í Tórs-
gøtu, mikudagin 10. okto-
ber kl. 20.00 å enskum, og
hósdagin 11. oktober kl.
20.00 å islendskum.
Einmansleikur - men
ikki sum vanligt
Talan er um einmansleik, og
Felix Bergsson hevur allar
fimm leiklutirnar. Men kort-
ini er ikki talan um ein-
mansleik soleiðis sum vit
vanliga kenna hugtakið -
hetta er ikki bert frásøgn.
Leikarin hevur m.a. ein film
sum mótleikara, og haraft-
urat hava ljós, ljóð, og
skaldskapur og tónleikur
stóran leiklut. Saman skapa
tey umstødur, har alt kann
henda. Broytingar fara fram
fyri eygunum á áskoðaru-
Hin fullkomni javnlikin
Hetta er sógan um fimm íslendingar. Teir eru á ymsum aldri, og úr ymsum samfelagsbålkum, men
eitt hava teir allir til felags: Teir eru allir samkyntir. Hetta er fyrsti íslendski leikur nakrantíð, ið
er um samkynt í Reykjavík
num, onkuntíð uttan at hann
varnast hvat hendi - og inni
í øllum hesum trína teir
fimm menninir, tær fimm
lagnurnar fram.
Kundi fyri tað verið í
Føroyum
Eins og i Føroyum, hava
samkynt í Íslandi altid liva
í loyndum. Men fyri tjúgu
árum síðani stovnaðu ís-
lendsk samkynt ein felags-
skap, og sum nú er hava tey
samkyntu sera góðar um-
støður. Fyri tveimum árum
síðani varð lóg um skrásett
paralag sett í gildi av
Alginginum, og samstundis
kom lóg, ið setti forboð fyri
mismuni á samkyntum og
hinskyntum. Og eftir øllum
at dóma fer eisini lóg at
koma skjótt, ið loyvir sam-
kyntum at ættleiða børn.
Kortini eru tey, eins og
fles aðrastaðni, iki væl lýdd.
Eins og hjá okkum, so
kenna øll hvønnannan, slat-
ur gongur skjótt, og tað ber
ikki so væl til at krógva seg
burtur, sum í stórbýnum
uttanlanda. Samkyntir
menn úti á bygdunum noyð-
ast ofta at flyta heiman, teir
flestu enda í Reykjavík,
men fleiri kenna seg eisini
noyddar at rýma av landi-
num. Jú, tað kundi fyri tað
verið í Føroyum.
Og tað er hetta, ið leikurin
tekur upp: Viðurskiftini í
einum landi sum hevur góð-
ar lógir - men er fult av for-
dómum.
Einastandandi ummæli
Sum nevnt er hetta fyrstu
ferð at trupulleikarnir hjá
íslendskum samkyntum
hava verið viðgjørdir á palli,
og aftan á frumsýningina
varð nógv kjak í fjølmidl-
unum um vidurskiftini hjá
teimum samkyntu. Fólk
vóru tó á einum máli um, at
leikurin var eitt framúr av-
rík. Islendsku ummælarar-
nir skrivaðu m.a.:
»Ein tydningarmikil leikur..
Felix ger fimm sera ymisk
fólk livandi og åhugaverd,
og fær teg at broyta tina
åskodan um samkynt - kort-
ini uttan at prædika.. Høvdu
bara fleiri sjónleikarar verið
so djarvir<.
Radio 1
>Soleiðis ber til at gera ein-
mansleik til spennandi og
heilskapaðan sjónleik...
Nýtslan av filmi og ljóði er
meistarliga samanbundin
við leikaran á pallinum«
Morgunblaðið
»Ofta flennur tú í kíki, men
har eru eisini løtur av svár-
ari pínu... Eg havi ongantíð
sæð ein leik, har sjónleikari
og filmur rigga so væl sam-
an«.
DV
Tað er Felix Bergsson sum
hevur skrivað leikritið og
spælir. Leikstjóri: Kolbrún
Halldórsdóttir. Pallmynd:
Magnus Sigurdarson.
Filmsleikstjóri: Kristofer D.
Petursson. Tónleikur Karl
Olgeirsson. Ljóssetari:
Johann B. Palmason, og
búnar: Maria Olfsdóttir. Aft-
aná sýningarnar í Havn fer
»Fullkomni Javnlikin« til
Tromsø, sidani til London,
og endar so aftur i Reykja-
vik.
Syningarnar å Gamla
Meiarínum verða sum nevnt
á tveimum málum: Miku-
dagin 10. oktober verður
>The Perfect Equal« sýndur
á enskum, og hósdagin 11
oktober. >Hin fullkomni jaf-
ningi< á íslendskum
Opel Astra 1,6i stw
Toyota Corolla 1,6
Ford Escort
Ford Sierra
Opel Ascona
Mazda 323
Toyota Carina
Ford Escort
Ford Sierra
Volvo 760
Toyota Carina
Opel Record
Toyota Carina
Nissan Sunny
Nissan Sunny Aut
Suzuki Swift Gli
Toyota Hiace Diesel
Toyota Crown Diesel
Toyota Camry 2,0 Gli aut
Opel Astra 1,6i club stw
Honda Accord 2,0 EX
BRÚKTIR BILAR
Reyður | okt-92
Hvítur | jun-87
Gráur |} aug-87
Svartur | sept-87
Hvítur jul-88
Reyður | aug-87
Reyður | mai-87
Hvítur 87
Reyður | aug-89
Svartur | mar-88
Gráur
Gráur | mar-87
Bláur
Grønur
Svartur
Reydur 86
Hvitur
Hvitur
Reydur | okt-97
Gråur okt-91
Gråur
87
Bruktbilasølan hjå
mm vw P/f Esmar Simonsen
Tel. 44 44 05 * Fax 44 46 29
81.000 | 72.000,-
15.000
22.000 15.000,-
25.000 15.000,-
15.000 4.600,-
35.000 | 30.000,-
20.000 12.000,-
20.000,-
32.000 | 25.000,-
26.000 16.700,-
60.000 | 48.000,-
15.000
25.000 14.900,-
29.900 19.900,-
15.000 9.600,-
35.000 | 25.000.-
38.000 | 29.000.-
135.000
32.000
40.000
125.000.
24.600.-
34.000.-