týsdagur 9. november 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 9. NOVEMBER 1999
1900 fóroyin gar í kór
Danmark er er deeeejligt land!
NICLAS JOHANNESEN
Shu bi duga. Tað prógva teir
til fulnar hesa løtuna, 1900
føroyingar syngja ,,Dan-
mark er et deeeejligt land“
av fullum lungakapasiteti.
Her sigra báðir partar. Shu
Bi Dua við teirra parodiska
sangi um nakað so álvarsligt
sum ozonlagið. Føroyski á-
hoyrarin við at taka tjúkku
sjålvironiina til sin.
Tað er friggjakvøld á
Hålsi. Her er millennium
veitsla og promillan varierar
frá , Heyyyy! eg eri í góðum
lag“ til „eg minnist onki“.
„Dav, dav, dav, dav... det
er ikke genialt, men det er
ærlig talt“. Tað bera tvætl.
Tað reina gass. Men intelli-
gent, kortini. Ja, snilt. Ban-
alt og genialt, um tú vilt.
Ongin í danska kongarík-
inum dugir betur enn Shu
Bi Dua at taka eina klisjé,
snara henni í egnum raspi,
tíðindablaðið S
og so fáa eitt heilt fólk at
eta rættin.
Soleiðis er bólkurin vorð-
in donsk fólkaogn, og við í
keypinum eru 18 oyggjar í
Norðuratlantshavi. Minnist
sjálvur, hvussu eg sum ung-
ur keypti Shu Bi Dua og sat
og lurtaði eftir „Erik Den
Røde" og sanginum um
Askepot”.
Utgåvurnar hava altíð
ljóðað serstakliga væl. Og
soleiðis er eisini hetta
kvøldið á Nabb. Shu Bi Dua
er eitt knallgott orkestur.
Bassur og trummur klistra
saman og pumpa pulsin 6-
svitaliga beinrakið út í salin.
Nýggi guitarleikarin spælir
framúr væl. Hetta vísir hann
eitt nú, tá hann syngur uni-
sont við eini jazz-solo mið-
skeiðis í konsertini.
Og so er tað Michael
Bundesen, maðurin við tí
deiliga væl klingandi rødd-
ini. Uttan Bundesen var Shu
Bi Dua meinginsleyst. Ikki
tí hann syngur so væl, men
tí hann tykist so fantastiska
trúverdigur. Hann hevur
skálkin aftan fyri oyra og
hansara tóni er aldrin hersk-
in. Júst sum tekstirnir hjá
Shu Bi Dua. Teir kunnu
saktans skriva sangir, ið
onkursvegna snúga seg um
stórar alheims trupulleikar,
men teirra missión er ikki
at siga fólki, hvat er polit-
iskt rætt ella skeivt. Shu Bi
Dua gevur fólki rættin at
flenna at øllum — eisini sær
sjálvum.
Dygga føroyska innlit í
danskt mál ger, at Shu Bi
Dua kunnu eksporterast til
Føroya og mýkja føroyskar
låturvøddar. Tað gjørdu teir
til UG friggjakvøldid í
Tórshavn.