týsdagur 9. november 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 9. NOVEMBER 1999
tíðindablaðið =
Alt RAPAði hjá
Hondbóltur: VB kvinnurnar máttu taka til takkar við fyrsta ósigrinum hetta
kappingarárið, tá tær sunnudagin vóru á vitjan í Vestmanna
JÁKUP MORK
VÍF — VB 30-25 (12-9)
Aðrenn dysturin byrjaði,
var tó væntandi, at talan
kundi gerast um eina sera
spennandi uppgerð ímillum
tvey av teimum liðum, sum
royna at hanga í himmals-
ferðini hjá Stjórnuni.
Verjan ri
Talan varð tó ongantíð um
tann heilt stóra spenningin
henda dagin, og størsta ein-
staka orsøkin til hetta var,
at verjan hjá VIF riggaði so
at siga perfekt fyrstu løtuna.
Ur Vestmanna frætta vit, at
genturnar hava gjørt nógv
fyri at betra um ver juspælið
seinastu tíðina, og at hetta
hevur givið úrslit var sjón
fyri søgn sunnudagin.
Harumframt heyði Marj-
un ein sera góðan dag í mál-
inum, har hon fleiri ferðir
bjargaði, tá vágsgenturnar
royndu seg við skotum úti
frá. |
Hevoi álopssælið hjá VIF
riggad eins væl og verju-
spælið fyrstu løtuna, høvdu
vágbingarnir ivaleyst fingið
bank, men soleiðis var hóast
alt ikki. og var storsta ors-
økin til hetta, at rættuliga
nógvir tekniskir feilir vóru
í álopsspælinum. Vest-
mannagenturnar hava tó Io-
anu og Jacklin á liðnum, og
við nøkrum einmansavrik-
Ioana Rapa skoraði saman við Jacklin Djurhuus tveir triðingar av málunum, sum VÍF fekk móti VB. Næstu -
um kundu tær syrgja fyri,
at VIF fekk eina rímuliga
trygga leiðslu rættuliga tíð-
liga í dystinum.
Hildu fast
Sum dysturin leið, gjørdist
alsamt meira greitt, at vest-
mannagenturnar høvdu fult
tamarhald å støduni. Mun-
urin var so at síga alla tíðina
eini 3-5 mál, og tá VB ta
einu ferðina fekk minkað
hendan niður í 2 mål, gjørdu
vestmannagenturnar skjótt
av, og skutu 2 mál á rað.
VB kom ongantíð nærri
sigrinum enn hesi bæði
málini, og at enda sá tað
eisini út til, at tær sjálvar
mundu ásanna hetta. Regina
royndi tað hon var ment at
venda dystinum, men eg
loyvi mær at siga, at VB
allarhelst heyði fingið meira
burturúr, um hon helt seg
til at spæla á einum plássi.
Meginpartinum av dystin-
um reikaði hon runt allan
vøllin, men alla staðni varð
hon loftað av verjuni, tá hon
so royndi at bróta igjøgnum
verjuna.
Tað átti heldur ikki at ver-
ið neyðugt hjá Reginu at
roynt so nógv sjálv, tí liðið
hevur hóast alt fleiri aðrar
góðar leikarar, so sum
Guðrið Mortensen, Rannvá
Augustinussen og 3*Kross-
lá. Eftir mínum tykki verða
hesar tiknar alt ov lítið við í
spælið, við tað at venjarin
roynir somikið nógv í sjálv-
drátti.
Rapa nógv mál
Tá liggur betri fyri hjá leik-
andi VIF venjaranum, Ioanu
Rapa. Persónliga heyði hon
stórri úrtóku enn Regina,
men hon megnar eisini at
spæla viðleikarar til skot, tá
verjan hjá mótstóðuliðnum
tekur sær ov væl at henni.
Eisini hevur hon eitt kanón
hart skot, og eins í seinasta
ár man hon verða eitt gott
boð upp á besta málskjúttan
í deildini. Sunnudagurin var
ein av heilt góðu døgum
hennara, og eftir at hon
hevði skotið seg heita,
kundi hon nærum einsamøll.
gera av við VB liðið.
VIF er tó meira enn bert
Rapa, og bæði Jacklin og
Fríða fingu væl burtur úr
framman fyri VB málinum.
Eisini legði tú henda dagin
serliga væl til merkis Nico-
linu, sum stóð seg sera væl
í verjupartinum.
Samanumtikið má sigast,
at VÍF virkaði betri sum lið,
og at tær tískil kundu vinna
ein hampuliga tryggan sigur
á vágsgentunum
Stjórnurnar
eru næstar
Komandi vikuskifti heldur
VIF frí, ímeðan VB sum tær
seinastu, skulu royna seg
móti Stjørnuni. Neyðugt
verður helst hjá vágsgent-
a VB
unum at taka annað skinn
um bak, um tær skulu
megna hesa uppgávuna.
Sjálvur vænti eg eisini, at
tær kunnu geva Stjórnuni
ein skarpan gang har suðuri,
tí at leika ímóti einum ein-
um VB liði á ávíkavist
heima- og utivølli er sum
nått og dagur. Skulu tær
gera sær vónir um eina góða
endastødu verður tó eisini
neyðugt at fáa stig á útivelli,
og henda partin av uppgáv-
uni hava tær ikki megnað
nóg væl higartil.
VIF tykist at vera eitt lið
í stóðugari menning, og
kunnu tær fáa alt at svinga,
kann væl verða at tær enda
rættuliga ovarliga, tá av-
tornar. Á fremsta plássi
verður tað helst ikki, men
tær verða ivaleyst millum
teirra, sum koma at berjast
um heiðursmerki komandi
vár.
VIF: loana Rapa 14 (3),
Jacklin Durhuus 6, Frida Jo-
hannesen 4, Eydna Johann-
esen 2, Nicolina Joensen |,
Oluvå Poulsen 1, Angelie
Joensen 1, Berghild Skúva
dal 1
VB: Regina Rådo 12 (4),
Arnleyð Krosslá 4, Sélrun
Krosslå 4, Gurið Mortensen
3. Eyðbritt Krosslá 2
Brotskest: VIF 4. VB 5
Utvisingar: VIF 4. VB 3
Dómarar: Hanus Kúrberg
og Hans Thomassen
ferð VÍF-kvinnurnar skulu í dyst, skulu tær spæla ímóti Stjórnuni, sum hevur vunnið allar sínar dystir higar-
til í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
z
i år
Såmal Joensen hevur av ålvara gjørt vart vid
1
savnsmynd
Sum væntad
Hondbóltur: VÍF vann ein trygg-
an sigur í grannauppgerðini móti
kollfirðingum sunnudagin, og ligg-
ur framvegis einsamalt á odda
JÁKUP MORK
VÍF — KÍF 36-24 (19-13)
Ofta verður tikið til um
grannauppegerðir, at tá tal-
an er um slíkar kann alt
henda. Hetta var tó ikki
væntandi sunnudagin, tí
meðan heimaliðið heyði
fingið fulla årtøku burtur
úr sínum dystum, so
heyði ongantíð bragdað
hjá Kollfirðingunum.
Stórur munur
Tað gjørdist eisini beinan
vegin greitt, at stórur
munur var á liðunum báð-
um, og ikki vóru leiktir
meira enn 10 minuttir, so
høvdu vestmenningarnir
vunnið sær eina trygga
leiðslu.
Hóast ferðin á spælin-
um ikki var hin heilt
stóra, so stóð ongantíð hjá
vestmenningunum at
halda fast um leiðsluna.
Heldur var tað soleiðis at
dragnaði millum liðini,
og tað sást eisini á spæli-
num hjá kollfirðingum, at
teir ongantíð trúu rættu-
liga upp á, at teir kundu
skala vestmenningarnar.
Hjá vestmenningum
var tað sum ikki einaferð
Sámal Joensen, sum serl-
iga gjørdi um seg. ll
ferðir langaði hann bóltin
í netið hjá mótstøðuliðn-
um, og tað tykist ikki
verða nøkur vón fyri at
rókka honum, tá hann
lyftir langa bulin upp frá,
og smekkar til.
Høvdu kollfirðingarnir
havt nakað líknandi vápn,
so hevði helst staðið betur
til hjá teimum, men teir
hava so at siga onga skot-
hóttan, og ger hetta upp-
gávuna hjá mótstøðuliðn-
um alt ov lætta. Ilt er at
siga, hvaðani ein styrkur
skal koma til kolifirðing-
arnar, men tað tykist púra
greitt, at endin verður gal-
in, um so er einki verður
gjørt.
Millum favorittarnar
Frammanundan hesum
kappingarárinum varð
mett, at talan helst fór at
verða um eina sera
spennandi og javna kapp-
ing, men higartil tykist
tað, sum verður talan um
tvidyst ímillum strand-
ingar og vestmenningar.
Kappingarårid er tó
ungt, og tað kann sjålv-
andi vær verða, at bæði
Neistin og Kyndil taka
sær um reiggjSum gongd-
in hevur verið higartil, so
tykist tað tó soleiðis, at
tey bæði havnarliðini
skulu dystast um 3. pláss-
ið, imedan VIF og StiF
skulu dystast um gullið.
Fyrsti partur i hesum
stríðnum verður á Skála
komandi sunnudag, verð-
ur tað uttan iva spennandi
at síggja, hvussu leikur
fer tá hesir báðir risarnir
bresta saman.
VÍF: Sámal Joensen 11
(1), Martin Hummeland
9, Johnny Joensen 5, Ingi
Olsen 5, Agnar Joensen
3, Harald Bjørgvin 2,
Ragnar Zachariasen I
KÍF: Vagnur Johannesen
6, Petur Martin Johansen
6 (2), Finn Heri Johanne-
sen 3, Petur Martin Poul-
sen 3, Jákup Dam 3,
Kristjan Madsen 2. Egil
Steintórsson I
Brotskest: VÍF 3 3, KÍF 3
Útvísingar: VÍF 5, KÍF
3
Dómarar: Hanus Kúr-
berg og Hans Thomassen
5