Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ungir føroying- ar uttanlands at venja Fótbóltur: Komandi dagarnar fáa 3 ungir føroyingar høvi til at royna, hvussu tað er at verða yrkisleikari á einum liði í bestu ensku fótbólts- deildini JÁKUP MORK Sunnudagin fóra 3 ungir naríkir føroyskir fot- landin- har teir í nakrar dagar ulu royna, hvussu tað er at vera yrkisleikari Talan er um teir tríggjar havnarmenninar, Andrew av Fløtum og Bárð Mort- ansson úr HB. og mál- verjan hjá toftamonum, Magnus Poulsen. Leiðin hjá teimum trimum gonur til Watford, har teir komandi dagarnar skulu venja saman við ungdómsliði felagsins. Watford er annars ikki nakað nýtt felag fyri før- oyingar, tí sum flestu okkara helst minnast, so var tað eisini hjá Watford, at teir báðir, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni, vóru og vandi fyri tveimum ár- um síðani. Tað ferðina lá felagið á odda í triðbestu ensku deildini, men síðani hetta er nógv hent. Steðgurin í næstbestu deildini var ikki drúgvur, tí eftir eitt ár á hesum stødi, telist Watford i dag millum fel- øgini í fremstu ensku deildini, Premier League. Hetta er ikki fyrstu ferð at Watford roynir slíka himmalsferð, tí í 80-un- um gjørdu teir júst tað sama, og var venjarin tá, eins og nú, Graham Tayl- or. Hesin hevur verið umvegis Aston Villa og enska landsliðið, men at Elton John aftur hevur tikið um endan i genum, er Taylor aftur síggja, har tað heila ev bóltsleikarar av síðani byrjaði. Spæla ikki fyri nekrum sáttmála Ætlanin við ferðini er fyrst og fremst, at ungu leikararnir skulu fáa høvi til at royna tilveruna sum yrkisleikarar í nakrar dag- ar, og er talan sostatt ikki um nakra royndarvenjing, har nakar sáttmáli stendur upp á spæl. Jákup í Stórustovu, sum hevur fingið ferðina í lag, er sera fegin um, at tað er gjørligt at geva ungum føroyskum leikarum henda møguleikan. Sam- stundis leggur hann aft- urat, at feløgini hava verið sera beinasom hesum við- víkjandi, og hava tey m.a. lænt Watford spæliloyvini hjá leikarunum, um so er, at teir fáa møguleikan at leika við onkrum dystum hjá liðum felagsins. Eisini leggur Jákup dent á, at 6gjørligt heyði verið at framt tiltakið utt- an munagóða hjálp frá teimum stuðlum, sum eru við í ætlanini. Stuðlarnir, sum talan er um, eru For- oya Sparikassi, Trygging- arfelagið Føroyar, Føroya Shell og Atlantic Airways. Andrew og Bárður koma aftur til Føroya týs- dagin 16., ímeðan Magn- us kemur aftur á landið fríggjadagin 19. í hesum mánaðinum. Orsøkin til at Magnus kemur aftur nak- að seinni er tann, at mál- mansvenjingin í felagnum er ødrvisi skipað, og er tað sostatt ikki tí, at felagið hevur serligan áhuga í Magnusi tíðindablaðið S08s'2/UrN Nr. 213 - 9. NOVEMBER 1999 Klæmint Isaksen í ålopi fyri Fleyr, meðan klaksvíkingarnir av ollum alvi royna at blokera, men t 5 að rakk kortini ikki nóg langt allíkavæl, Fleyr vann dystin, og er ti trygt á odda í landskappingini Útlendingarnir hava stora ávirkan Flogbóltur: Tað var um reppið, at Mjølnir koppaði Fleyr í fyrra hálvleiki, men teir høvdu ikki eydnuna við sær. Men báðir útlendingarnir fingu víst, at teir eru sína vekt verdir í gulli Mjølnir-Fleyr 0-2 (21-18, 18-21, 5-7 17-21, 13-21) SVEINUR TRÓNDARSON Tey bæði stóru liðini í mansflogbólti brustu saman í Klaksvík um vikuskiftið, og ikki nóg mikið við tí, so var talan eisini um fyrsta dystin millum teir báðar út- lendingarnar, sum eru komnir fyri at vera vid i landskappingini Ursliid var, at rumenin Romica og Fleyr drógu tað longra stráðið móti jugo slavanum Iic og Mjølnir í einum! dysti, har tann seinni var nógv meira eyðsýndur enn tann fyrri. Um fólk halda, at tað var tí, at klaksvíkingarnir hava verið hepnari enn havna- menninir og fingið ein betri spælara, so fara tey skeiv, tí umframt tað, at teir eru sum nátt og dagur av lyndi, so eru teir eisini tað sum leik arar. Teir spæla á heilt hvor sínum plássi, men far ikki skeivur. Teir spæla fyri at vinna. Báðir tveir. Nic í staðin fyri Poulsen A liðnum hjá Mjølni hevur tað verið so seinasta tíðina, t tað hevur verið Trygvi sum hevur drer ið hjá Mjølnir Hann hevur nógv tær drúgvastu royndirnar, og hevur ongantíð verið bangin fyri at taka ábyrgd í dystin- um. Men leygardagin var púra viðvent í holuni. Borko Ilic spældi á kantinum, og satt at siga mundi hann sláa eini 90 prosent av bóltunum hjá Mjølnir. Og illa ber til at siga, at orsøk var at skifta taktikk, tí Borko vann alt. sum hann nart við í byrjanini av dyst inum, men smátt um smátt fór hann at mødast. Tað er nú heldur ikki so logið at ein maður, sum Ilic mødist, tí ongantíð áður er ein maður við so stórum eldhugi gongur upp í spæli, sæddur í fóroyskum flog- bólti. Trygvi hevði úr at gera at halda jugoslavanum, sum ferð eftir ferð østi seg um avgerðir hjá ótryggu dóm- arunum. Mjølnir fall saman Hóast tað var Mjølnir, sum byrjaði best, so vóru teir óhepnir í fleiri avgerandi støðum. Dómararnir hovdu, sum sagt íkki ein hepnan dag, og tað sást til tíðir aftur á spælinum. Kortini eiga Fleyr leik- ararnir rós uppiborið fyri hugburðin meðan harðast leikaði á, tí av tí, at leikar arnir hildu seg burtur frá keglinum vunnu teir meira enn teir taptu. A Fleyrliðnum var Rom- ica ikki so eyðsýndur sum Hic hjá Mjølni. men rum- enin vann hvønn tann ein asta bólt hann slóg. Harum- framt fekk hann. sum dyst- urin leið, fatur á Ilic í blok- aduni og tað var í veruleik anum tað, sum avgjørdi dystin Ti tá seinni -hålvleiku byrjaði sást, at Fleyrleikar arnir, tilvitað ella ikki, spældu eftir Ilic, og áðrenn klaksvíkingar vardu tað, var hann troyttur Restin av Mjølnir liðnum kláraði ikki at forða fyri, at Klæmint Isaksen og Jan Hentze stórt sæð gjørdu sum teir vildu, og tí endaði dysturin við at Fleyr vann. Blandaðar kenslur A báðum liðum sást greitt, at tveir nýggir leikarar vóru við. Hópin av tekniskum feilum, vóru í samanspæli- num, og serliga trupult var hjá Fleyr at fáa Romica við í leikin. Sum dysturin leið gekk samanspælið betur, og móti endanum sást, at Rom- ica á Fleyrliðnum er eins góður styrkur og Ilic á Mjølnirliðnum Eitt annað er eisini, at hini liðini nú mugu gera sær greitt, at Mjølnir nú er eitt sterkt lið. Ilic er eitt arbeiðs- grev, sum fær nógv burturúr og tí skulu øll liðini vara seg tá tey spæla móti Mjøln- ir, sum annars ikki hevur fingið eina so góða byrjan í ár Tað er tí av góðum grund- um, at vit síggja fram til dystirnar hjá hesum báðum liðum í framtíðini, tí vid at fáa hesar báðar útlending- arnar til Føroya at spæla, hava tey bæði stóru liðini í føroyskum flogbólti víst á gongdar leiðir fyri at gera føroyskan flogbólt meira áhugaverdan. At jugoslavarnir hjá klaksvíkingum - í hondbólti og flogbólti - hava heitari blóð. ger bara søguna enn stuttligari. Tí ongantíð áður hava klaksvíkingar verið so harðmæltir sum hesaferð, og tað er stuttligt at verða við til. Tí var tað við blandaðum kenslum at Hic metti dystin aftraná at liðugt var Leikararnir hjá okkum gera ov nógvar persónligar feilir. Tí missa vit so nógv stig, sum vit ikki eiga at missa. Tá tað er komið upp á pláss fer at síggja munandi betri út, og vit kunnu gott geva teimum kapping næstu ferð vit spæla móti teimum