Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 9. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið S0S/2 17 Hølvadar av í Klaksvík Silcoutub Flogbóltur: Kvinnurnar hjá Mjølnir nýttust ikki langa tíð at knúsa eitt uppgev- andi Fleyrlið, sum avgjørt einki hevði at bjóða uppá uttan nervar og ósaman- hangandi spæl Mjølnir-Fleyr 2-0 (21-13,21-9, 21-11, 21-6) SVEINUR TRÓNDARSON Undan vikuskiftinum varð mett á hesum síðum, at dysturin í Klaksvík millum kvinnurnar hjá Mjølni og Fleyr fór at gerast ein spennandi av slagnum. Men so var ao avgjørt ikki. Dysturin fekk slagsidu beinanvegin, tå Mjølnir visti havnakvinnum hvar skápið skuldi standa og so var ikki meira at skriva heim um frá tí dystinum. Hyggja vit at settunum, so endaði fyrsta sett við so stórum settmuni, sum 21-13 til Mjølnir. Liðskiparin hjá Mjøini, Marjun Kalsø sigur, at hon ikki var so illa nøgd við spælið í hesum settin- um, tí tá var eitt sindur av kapping um bóltarnar, men tá talan er um annað, tiðja og fjórða sett, tá var einki at gera hjá Fleyr. — Vit vóru so nógv betri enn tær, at har var einki at gera, sigur Marjun staðfest- andi, og vísir serliga á, at Fleyr hevði stórar trupul- leikar av móttøkuni. Annað sett endaði heili 21-9. Tey bæði settini í seinna haYlvleiki endaðu åvikavist 21-11 og 21-6, so tað sæst tyduliga, at talan var um ein ruddiligan av- smurning. Otrúliga vánaligt Tað er væl skilligt, at leik- ararnir á Fleyrliðnum vóru púra fyri ongum aftaná dystin. Eingin fataði hvat var hent, tí so vánaligt spæl, sum líðið vísti leygardagin eigur - og má - ikki undir nøkrum umstødum koma fyri. Tað kann gera tað sama, at fleiri av spælarunum eru ungir og hava lítlar royndir, men tað eigur ikki at vera ein av spælarunum sum er í tva um at tað skal berjast um hvønn tann einasta bólt. Hetta sást yvirhøvur einki til á Fleyrliðnum, so uttan at taka nakað frá Mjølnir, sum hóast vánaliga mót- stóðu helt damipum uppi. Har var als einki høpid i spælinum hjá Fleyr. Mót- tøkurnar fóru í allar ættir, so Mariann ýster mátti renna sum fluga í fløsku fyri at fáa fatur á teimum, og fekk hon bóltin upp tilhev- aran, so varð hann sligin í netið av onkrum leikara, sum ikki rættiliga visti hvør skuldi taka ábyrgdina av miseruni. Foyar havnagentur Sum vera mann, so vóru tað nakrar heldur enn ikki foyar kvinnur vit fingu orð á aft- aná dystin. Sótu, sum vóru tær farnar í sjokk, og tað lýsti langan veg, at tær vistu væl >hvat klokkan hevði sligið<. Alt var galið. Móttóku- rnar, verjuspælið álopið - alt. Har var púra einki høpid í nakrastaðni, søgdu tær, næstan bleikar í høvdinum. tær vóru fullgreiðar um, at tað tær høvdu avrikað á vøllinum tað var verri enn vánaligt, og tað eigur at síggjast í einum harðari inn- satsi á venjingarvøllinum. Pascu Romica fær sostatt nóg mikið at takast við, tí har er ikki so lítið at rætta upp á. Hann hevur ikki havt teir stóru møguleikarnar at venja við kvinnunum áðr- enn dystin í Klaksvík. Leik- ari og venjari høvdu bara verið saman tvær ferðir til venjing, og tf kann vónast, at innsatsurin verður betur næstu ferð. Tað skal kortini skoytast uppí, at venjarin hjá Mjølnir ikki hevur havt stórt meiri tíð enn venjarin hjá Fleyr, og tískil er tað eingin um bering fyri vánaliga spæl inum hjá Fleyr, og tí er at roknað við at hatta, sum hendi í Klaksvík var ein einsamallur fusari Eingin ósigraður eftir Undan vikuskiftinum var tað bara Fleyr, sum ongan dyr heyði tapt, men soleiðis er ikki statt longur. Tískil er kappingin eisini vórðin nógv javnari enn hon eitt nú var í fjør, og tað er bara at gleðast yvir sum áskoðari. Hóast tað er í so tíðliga enn at siga nakað um meist- araheitið, so er skulu vit beinanvegin staðfesta, at Mjølnir aftur í ár verður tað fremsta boðið upp á ein meistar ár. Hóast mótstøðan var ring sunnudagin, so vóru klaksvíksgentur so nógva ferðir betri enn Fleyr, at talan var í veruleikanum um einvegis ferðslu. Kunnu tær halda mótin- um og ferðini uppi, so verða tær toførar at halda afturi ar. bis TD Mjølnirkvinnurnar i ålopi og tað var so at siga næstan líkamikið hvat Mjølnir gjørdi í endanum av dy stinum. Alt sum tær tveittu yvirum netið eftir Fleyrgentunum før i gólvið og gav Mjølnir stig. Talan var um ein knús- andi sigur til Mjølnir, sum Fleyr eigur at gera alt fyri at vaska av sær alt fyri eitt 1 kom víðari Hondbóltur: Mótstóðuliðið hjá Stjórnuni í EHF-Cup hevur nú spælt seg ífjórðingsfinaluna Rumenska hondbóltsfel- agið Silcotub Zalau, sum í síðsta mánaði spældi Europa-Cup dystir í Klaksvík, hevur nú spælt seg í 1/4 finalurnar í EHF- Cup. Hetta gjørdi felagið sunnudagin, tá tær vunnu seinna dystin móti pólska liðnum Sosnia Gliwice. Dysturin endaði 25-23 til Silcotub, og tá fyrri dyst- urin, sum varð spældur í Póllandi, endaði við javn- leiki 25-25, var tað rum- enska liðið, sum kom víð- ari. Enn er ikki greitt, hvørji tey átta liðini í fjórðingsfinalunum eru, tí summir dystir verða spældir komandi viku- skiftið. Men tey átta lið- ini, sum skulu kappast víðari í hesi Europa-Cup kappingini, fara at spæla fjórðingsfinalurnar í mars mánaði komandi ár. Tað var eyðsýnt, tá Silcotub spældi í Klaks- vík, at talan var um eitt framúr gott lið, og nú hava rumensku kvinnur- nar spælt seg fram millum tey átta bestu liðini í hesi kappingini. Silcotub hev- ur fleiri ferðir áður verið í fjórðings- og hálvfinal- um í Europa-Cup kapp- ingum, og í 1996 vunnu tær EHF-Cup, sum tær aftur í ár luttaka í. M6tstødulidini = hjá mansliðunum hjá StÍF og VÍF eru bæði útsligin úr Europa-Cup kappingun- um. ek Kolling álvars- ligan skaða Hondbóltur: Vandi er fyri, at danski hondbóltsspælarin Janne Kolling hevur fingið krossbands- skaða Nú er líkt til at Janne Kolling ikki verður við, tá HM í kvinnuhondbólti verður í Danmark og Nor- egi um tríggjar vikur. I EHF-dysti fyri norska felag sítt, Tertnes, fekk hon sunnudagin álvar- saman skaða í knæið. Tað var tá hon hevði gjørt sítt fjórða mál í dystinum, sum var spældur í Frede- rikshavn, at hon lendi skeivt. Hon varð borin av vøll- inum, og í skiftirúminum kundi ein lækni vekja ill- grunan um, at okkurt helst varð hent krossbandi í øðrum knænum. Ein nærri kanning fer seinni í vikuni at vísa, um talan veruliga er um so álvar- saman skaða. Janne Kolling, sum hevur spælt í Føroyum., hevur føroyskan mann, og tey eru nú í Randers. har tey fara at verða kom- andi dagarnar, meðan bíð- að verður eftir at gjørligt verður at kanna knæið nærri. 3l-ára gamla Janne Kolling er mest royndi danski landsliðsspælarin. Hon hevur spælt 232 landsdystir og hevur verið við í øllum EM og HM endaspølunum síðani 1990. Hon hevur vunnið gull í EM, HM og OL. Dysturin millum Frede- rikshavn og Tertnes end- adi vid, at Tertnes vann og spældi seg i fjórðings- finalurnar í EHF-Cup. ek Lesið ítróttin á netinum www.sosialurin.fo 7