mikudagur 19. januar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 19. januar 2005
17
Stjórin á Oljufyrisit-
ingini, Sigurð í
Jákupsstovu eigur at
vera ein nøgdur
maður í hesum døg-
um. Hann hevur eftir
stutta og væl valda tíð
megnað at fáa eina
spildurnýggja útbjóð-
ing til at leita eftir
olju og gassi á land-
grunninum frá hond-
ini, soleiðis at bæði
oljufeløg og myndug-
leikar kunnu vera
nøgdir. Tað týdning-
armesta við útbjóð-
ingini er at tryggja
sær eina so góða leit-
ing sum gjørligt. Og
tað er hetta úrslitið av
2. útbjóðing skal
endurspegla sigur
maðurin, ið stendur á
odda fyri oljufyri-
sitingini
2. ÚTBJÓÐING
Jan Müller
Á samkomu á Hotel Før-
oyum seinnapartin mána-
dagin vórðu sjey nýggj
leitiloyvi handað tilsamans
8 oljufeløgum. Hetta eru
aðru ferð í Føroya søgu, at
slík loyvi at leita eftir olju
og gassi á landgrunninum
verða latin. Fyrru ferðina
var í ár 2000. Hóast færri
feløg buðu hesaferð, so má
kortini sigast, at vónirnar til
at finna olju í nýggju leiti-
økjunum eru stórar. Ein av
høvuðspersónunum
til
handanina av leitiloyvunum
hesaferð var stjórin á Olju-
fyrisitingini,
Sigurð
í
Jákupsstovu. Hann hevur
alla orsøk til at vera fegin.
2. útbjóðing kann sigast at
vera hansara sveinastykki
sum stjóri á Oljufyrisiting-
ini. Og skulu vit ganga eftir
úttalilsunum frá oljufeløg-
unum, so hevur nýggja and-
litið í føroysku oljufyrisit-
ingini klárað sína uppgávu
til eitt ug. Lagt varð út við
eini nominering, sum gav
eitt sera áhugavert úrslit og
endin var ein tillutan av
loyvum, sum veruliga kann
fáa oljuleitingina við Før-
oyar í gongd aftur. Vit hava
spurt Sigurð í Jákupsstovu,
hvussu hann sjálvur heldur
tað hevur gingist við hesum
arbeiðinum!
– Eg haldi, at tað hevur
gingið væl við allari út-
bjóðingini. Vit fingu um-
sóknirnar 17. november og
høvdu fund við feløgini frá
fyrstu viku í desember og
hava síðani havt eitt ávíst
samskifti
við
feløgini.
Longu fyri jól høvdu vit
nøkunlunda greitt, hvar
loyvini fóru at liggja. Og
hetta endaði so við, at
loyvini kundu latast 17.
januar. So tað hevur stórt
sæð gingið væl.
Sigurð í Jákupsstovu
hevur eisini ta fatan, at
feløgini eru nøgd. Tað var
so ikki tann sama kapping-
in sum í fyrsta umfari.
Hóast øll feløgini ikki hava
fingið sín fyrsta prioritet,
so hava tey øll fingið loyvi,
og stórt sæð heldur hann, at
øll feløgini eru nøgd.
Uppá fyrispurning hvør
munurin er millum hesa og
tí fyrstu útbjóðingina sigur
Sigurð í Jákupsstovu, at
loyvini nú fevna um eitt
nógv størri øki. Øll loyvini
eru eisini inni á basaltinum,
meðan tey í fyrstu útbjóð-
ingini vórðu fokuserað
uppá landssynningshornið,
har einki basalt er. Har varð
leitað eftir leiðum, sum
líktust
oljukeldunum
á
bretska økinum.
Stjórin á Oljufyrisitingini
viðgongur, at stóra olju-
fundið í bretskum øki hevur
havt nakað av týdningi fyri
útbjóðingina, tí nøkur av
feløgunum hava havt kunn-
leika til fundið, men tað var
so ikki alment kent, áðrenn
rundan lat aftur.
Sigurð í Jákupsstovu er
annars sera fegin um, at
fleiri nýggj feløg eru komin
inn á Føroyaøkið og sipar
hann her til ChervonTexa-
co, OMV og Geysir. Tó
ikki minst til ChevronTexa-
co, sum hevur sera drúgvar
royndir á Atlantsmótinum,
og tað at felagið hevur gjørt
eitt fund hinumegin markið
kann fáa týdning fyri før-
oyska økið.
Hóast sjálvt talið av olju-
feløgum hevur verið av-
markað, so vísir stjórin á
Oljufyristingini kortini á,
at tað hava eisini verið
feløg úti á síðulinjuni, sum
fylgja væl við gongdini í
Føroyum. – Tey halda
kanska, at økið sum nú er
er ov lítið búgvið og ov
nógv "frontier", men vit
høvdu samband við fleiri
feløg undir 2. útbjóðing,
sum høvdu stóran áhuga.
Um leitingin, sum fer fram
komandi árini, fer at hava
positiv úrslit við sær, so fer
hon eisini at draga onnur
feløg til.
Vit spurdu eisini Sigurð í
Jákupsstovu, hvussu gong-
ur við at tilrættaleggja teir
fýra brunnarnar, sum eru
eftir frá 1. útbjóðing og um
nakað er um tosið, at hesir
brunnar møguliga skulu
flytast til onnur øki og entá
fækka, um talan verður um
nógv dýrari brunnar á
basaltinum. Til tað sigur
hann, at dialogur er í
gongd. Feløgini tosa sína-
millum um, hvørjir møgu-
leikar eru at semjast um, og
hvussu tey møguliga kunnu
fara saman um eitt nýtt ar-
beiðsprogram
í
einum
øðrum loyvi. Tað samskift-
ið fer fram í løtuni og er
Oljufyrisitingin kunnað um
tað.
Uppá fyrispurning um
tað kann koma hartil, at
brunnar verða fluttir inn á 9
ára loyvini sigur Sigurð í
Jákupsstovu, at tey í fyrisit-
ingini hava hugt eftir, hvat
loyvini og lógin gevur
møguleika fyri. Og tað tey
eru komin fram til er, at
kunnu tey semjast við olju-
feløgini um at flyta ein
brunn frá einum seks ára
loyvi til eitt nýggju ára
loyvi í 1. loyvisumfari, so
er tað gjørligt. Tað er einki í
lógini, sum forðar tí. Tað,
sum man skal leggja seg
eftir er, at vit skulu tryggja
okkum, at vit fáa eina so
góða leiting í Føroyum sum
gjørligt leggur hann afturat.
Hóast fleiri feløg frá 1.
útbjóðing ikki eru við í
nýggja
umfarinum,
so
heldur Sigurð í Jákupsstovu
ikki, at tað nýtist at tulkast
sum at tey hava mist áhug-
an fyri økinum. Sjálvandi
vil tað vera okkurt felag,
sum velur nýggjar og aðrar
loysnir, men neyvan eru øll
hesi feløgini á veg út úr
økinum.
Sigurð í Jákupsstovu
hevur verið leiðari á Olju-
fyristingini í gott og væl
eitt hálvt ár. Hetta er so
hansara fyrsta veruliga
stóra uppgáva, og sum tað
skilst, so hevur hann sam-
an við sínum fólkum klárað
hesa uppgávu væl. Vit
spurdu hann, hvussu væl
fyri Oljufyrisitingin er við
fólki til at klára tær upp-
gávur, sum liggja fyri
framman. Hann sigur, at tey
sjálvandi ikki klárar nýggj-
ar sparingar, men leggur tó
aftrat, at manningin á tí
kombineraðu Oljufyrisit-
ingini og Jarðfrøðissavnin-
um er góð og fult kvalifi-
serað at taka sær av teimum
uppgávum, sum fyriliggja í
løtuni. Tað er ikki neyðugt
við fleiri fólkum sum nú er.
Men kemur ein til eina
støðu, har brunnar skulu
borast
ella
framleiðsla
kemur uppá tal, so er greitt,
at brúk verður fyri fleiri
fólkum.
Mugu tryggja
eina so góða
leiting sum
gjørligt
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini her saman við
umboðum fyri tey trý nýggju feløgini á landgrunninum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Eisini umboð fyri tey nýggju oljufeløgini á Føroyaøkinum møttu til hátíðarløtuna. Her saman við stjóranum í Oljufyrisitingini
Mynd: Jens Kristian Vang