mikudagur 19. januar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 12 - 19. januar 2005
VINNUKRONIKKIN
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Tíðindi um at fiskaarbeiðs-
pláss eru niðurløgd í Vági
og í Hvalba frættust í sein-
astu viku. Politikkarar úr
øllum ættum vóru ikki
seinir at geva boð uppá
hvussu Suðuroyggin skal
hjálpast uppá føtur aftur.
Tað er møguligt, at okkurt
kann gerast at bøta um
støðuna. Men eg eri ikki
optimistiskur. Í dag liggur
Suðuroyggin 2 tímar ov
langt burturi.
Søguliga perspektivið
Í allari Verðini henda broyt-
ingar. Hvønn dag, og til
allar tíðir. Skjótari í dag
enn nakrantíð. Summar
regiónir (økir) hava fram-
gongd eina tíð, men so
kemur stígur í. Tað kunnu
vera nógvar grundir til tess.
Einaferð, í gamla bónda-
samfelagnum, var Suður-
oyggin einasta oyggj í Før-
oyum, har tað var møguligt
at dyrka tað korn, sum
skuldi etast har. Í dag er
yvirhøvur eingin, sum velt-
ir korn í Føroyum. Tá í tíð-
ini var Hvalba størsta bygd
í Føroyum (Vit rokna
Havnina frá, sum yvirhøvur
onga jørð átti, hon var
handils-, umsitingar- og
tingstaður). Tí Hvalba átti
jørð, meira enn 96 merkur.
Í dag liva færri fólk av
landbúnaði í Føroyum, enn
tað tá vóru íbúgvar í
Hvalba. Og uttan studning
hevði neyvan mjólk ella
kjøt verið framleitt her á
landi í dag. Tá, í bóndasam-
felagnum var jørð fortreyt
fyri lív og framleiðslu.
Tíðir broytast
So kom slupptíðin. Fólka-
talið vaks í stórbygdunum.
Hesar bygdir lógu har, sum
havnirnar vóru, og har sum
lendi var tøkt til traðir. Ein
klassi av ognarleysum vaks
fram. Vágur, Trongisvágur,
Skálafjørður, Vestmanna,
Fuglafjørður, Klaksvík. .
Tvøroyri var eina tíð næst-
størsta bygd í Føroyum,
aftaná Havnina. Mortensen
og Thomsen vóru stór
nøvn. Men tað mesta fór
fallitt í 30-unum. Tað vóru
eisini ringar tíðir yvirhøvur
í Føroyum tá.
Seinni gjørdist fiskivinn-
an meira fjølbroytt. Fesk-
fiskatrolarar, kraftblokka-
skip, ídnaðartrolarar, línu-
skip. Eina tíð var næstan
flakavirki í hvørjari bygd,
sum hevði meira enn 350
íbúgvar. Tað var ein góð tíð
fyri størru bygdirnar. Men
seinastu 40-50 árini hava
smábygdir í útoyggjum og
onnur pláss í "útjaðaran-
um" verið í javnari aftur-
gongd.
Nútíðin er viðbrekin
Í dag er samfelagið eitt
annað. Bóndasamfelagið er
farið, slupptíðin er farin,
flakavirkistíðin er farin.
Fólk seta onnur og nýggj
krøv til samfelagið; bústað,
arbeiði og møguleikar at
velja. Samfelagið setir onn-
ur krøv til fólk, útbúgving
og førleika. Passa hesi krøv
saman?
Í dag eru Føroyar at kalla
eitt øki, har miðjan, centrið,
trívist nøkurlunda; meðan
útjaðarin, periferiin, trívist
illa. Men hvat er periferi? Í
dag hongur allur tann norð-
ari parturin av Føroyum
heilt væl saman. Nakrar út-
oyggjar tó undantiknar.
Sandoyggin er so toluliga
uppií. Men Suðuroyggin er
tað einasta stóra problemið.
Hví? Frástøða, ferðatíð,
fólkatal og -samanseting,
men kanska eisini komm-
unustrukturur og sundur-
lyndi?
Føroyar eru sum heild
eitt lítið, kanska heldur eitt
mikroskopiskt, øki. Við-
brekið í allar mátar. Krepp-
an fyri 10-15 árum síðani
setti síni djúpu spor.
Ymsar royndir,
smá úrslit
Í 60-unum og 70-unum
fingu nógv virkir góðan
stuðul frá "Egnsudviklings-
fonden". Landið stuðlaði
uppá ymsar mátar. Loysnin
var "Bygdamenning", sum
øll tosaðu og skrivaðu um.
Vegir, streym, tunlar, brýr
og keiir. Men rákið í út-
jaðaranum er ikki vent.
Afturgongdin í periferiini
heldur fram. Tað kann
kanska best lýsast við
fólkatalinum, sum er úrslit-
ið av ótalligum faktorum,
sum hava virkað saman og
móti hvørjum øðrum í
langa tíð. Framgongd hava
tey pláss, sum hava arbeiði,
útbúgving,
mentan
og
møguleikar at bjóða. Aft-
urgongd er har sum hesi
ting ikki eru fáanlig. Í
myndunum eru tað lang-
tíðartendensirnir, sum eru í
kikaranum.
Fólkatalið,
ovasta myndin
Landið er í hesum myndum
so einfalt sum gjørligt býtt
upp í fimm høvuðsøkir: 1:
Suðuroyggin, 2: Tórshavn
ella høvuðstaðarøki, sum
eisini er vaksið við komm-
unusamanlegging,
3:
Klaksvíkarøkið, 4: Skála-
fjarðarøkið ella sunnari
partur av Eysturoynni, og
so 5: Restin (Sandoy, Vág-
ar, Norðurstreymoy, Norð-
ureysturoy og partar av
Norðoyum.
Har er eitt økið sum skar-
ar framúr. Høvuðsstaðurin
er vaksin úr 8.000 í 1960
uppí næstan 19.000 í dag.
Bert eitt annað øki hevur
eina lítla framgongd, og tað
er Skálafjørðurin. Alt hitt
stendur at kalla í stað ella
minkar. Tað er eisini gald-
andi fyri landsins næst
størsta bý Klaksvík, sum
hevur havt eina lítla fram-
gongd, men sum fekk eitt
ordans høgg í 90-unum.
Men tað fingu hini økini
eisini. Suðuroy er í dag tað
minsta av hesum økjum.
Procentbýtið
millum økini
Myndin í miðjuni
Henda mynd vísir somu
økir og sama tíðarskeið.
Men her verða tær lutfals-
ligu broytingarnar, for-
skjótingarnar í stødd mill-
um økini, tiknar fram. Aftur
er eitt øki, sum vísir seg
øðrvísi. Havnin hevði í
1960 eini 23 % av fólkinum
í Føroyum, og tað var í
2003 vaksið til næstan 40
%. Restin ella periferiin
minkar mest, úr 30 niður í
gott 20 %. Tann serligi
tendensurin í hesum báðum
økjum árunum 2000-03,
kemst mest av broytingum í
kommunuskipanini.
Ein onnur
samanbering
Niðasta myndin
Í myndini er fólkatalið í
økjunum sett til indextal
100 í 1960, og so ber til at
seta samlaða fólkatalið í
Føroyum inn at samanbera
við (’Tilsamans’). Eitt fyri-
brigdi verður klárt drigið
fram á hesi mynd: kreppan
í 90-unum. Hon setti síni
spor allastaðni, eisini í
høvuðsstaðnum. Tá var aft-
urgongd um alla linjuna.
Men myndin vísir eisini, at
bert tvey økir hava havt ein
vøkstur, sum liggur oman
fyri meðal, og tað eru aftur
Havnin og Skálafjørðurin.
Her kemur eisini klárt
fram, at kreppan ella aftur-
gongdin í Suðuroy ikki er
nakað nýtt fyribrigdi.
Tvær viðmerkingar,
at enda
Eg skilji væl at tingmenn úr
Suðuroy berjast fyri at bøta
um vinnukorini í oynni.
Spurningurin er um teir
brúka krútið rætt? Men,
sum Henrik Old, at krevja
alla nevndina í Framtaks-
grunninum frá, tað er púra
burturvið. Fyri tað fyrsta tí
at løgtingsmenn skulu ikki
blanda seg inní, hvussu
virkir, sum ’landið’ kanska
eigur part í, verða rikin.
Kann ein suðringur hesa-
ferð fáa nevndina frá, so
verður tað ein klaksvíking-
ur ella havnamaður næstu
ferð. Tað næsta er, at Fram-
taksgrunnurin er ikki ein
økismenningargrunnur, ella
’egnsudviklingsfond’ sum
vit høvdu einaferð. Navnið
er faktisk rættiliga misvís-
andi. Tað er ikki nakar
grunnur, sum pengar kunnu
øysast úr til ymisk vælger-
andi endamál. Tað er eitt
"venture-felag", eitt vinnu-
rekandi felag, sum hevur
kapital og ekspertisu at
bjóða. Meta teir í ’grunnin-
um’ at eingin vón er fyri
stavn fyri ávísum felag -
líkamikið um tað liggur í
Havn ella Hvalba - so er tað
teirra uppgáva at siga
stopp. Kravið mátti heldur
verið at fingið ein nýggjan
’egnsudviklingsfond’.
Hin viðmerkingin er, at
nokk liggur Suðuroyggin
tveir tímar av leið, tí hugt
verður at tí frá miðøkinum.
Men - skal tað vera fiskur -
so liggur Suðuroyggin eis-
ini tveir tímar nærri fiska-
marknaðinum í Skotlandi
og á meginlandinum. Ann-
ars hevur oyggin ongar
serligar fyrimunir at bjóða í
dag, (gott at eg ikki eri
politikari, puha)
Keldur: Árbók fyri Føroyar. Føroya
Landsstýri og Hagstovan. Ymisk ár
Suðuroyggin hevur eitt kroniskt problem