mikudagur 19. januar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 19. januar 2005
19
Beint sum eitt før-
oyskt listakjak var við
at taka dik á seg, fekk
tað enn einaferð ein
frammaná av firtnum
høvundum og per-
sónligum aggi. Tí er
tað í tøkum tíma, at
føroyingar fáa eitt
forum, sum kann
sparka kjakið upp á
eitt støðið, har tað
hevur eina framtíð,
sigur Kim Simonsen,
blaðstjóri á nýggja
mentanartíðarritinu
m Outsider
MENTAN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Vit hava sæð tað fyrr - alt
ov ofta. Beint sum ferð er
við at koma á eitt kjak um
listarliga dygd, verður tað
køvt av firtnum høvundum
og teirra láturligu pástand-
um um, at ummælarar eru
skuffaðir rithøvundar, ella
lesararbrøvum, har persón-
ligt agg køvir øll kjak-
elvandi sjónarmið.
Sambært Kim Simonsen
er ein av orsøkunum, at vit
í Føroyum ongantíð av álv-
ara hava megnað at skapa
eina siðvenju fyri einum
framhaldandi
mentanar-
ligum kjaki. Fólk antin tora
ella vilja ikki seta orð á síni
sjónarmið alment. Tá so
onkur umsíðir ger tað kort-
ini, er tað sum at bresta eina
bumbu, har alt kemur út í
senn við tí úrsliti, at kjakið
verður so persónligt og
kompromisleyst, at ongin
hættar sær at halda fram.
Outsider torir
Á nýggja tíðarritinum tora
tey at siga, hvat tey halda
vera gott, og hvat tey halda
vera óbrúkiligt. Tey taka
sær rætt til bert at prenta
tað besta av tí skaldsliga
tilfarinum, sum verður sent
inn, soleiðis at ein debut á
Ousider skal metast sum
ein slag av góðskustempli
av listarligari dygd. Longu
nú hevur blaðstjórnin fing-
ið hópin av tilfari - eisini
slíkum, sum ikki verður
prentað, tí dygdin ikki er
nóg góð.
– Ein av trupulleikunum í
føroyska listakjakinum er,
at tey sum eftirlýsa erligum
ummælum, ikki sjálvi tora
at vera erlig. Slíkt ber illa
til at taka í álvara. Vit á
Outsider eftirlýsa eisini
kritiskum
og
erligum
ummælum, og tí gera vit
eisini nakað við tað við at
skapa
eitt
forum
fyri
teimum. Vit eru ikki bangin
fyri at finnast at, og tola tí
eisini tey høgg, sum uttan
iva fara at verða vend móti
okkum, sigur Kim.
At tað finnast bøkur, sum
eru betri enn aðrar, merkir
ikki, at Kim og hini á Out-
sider fara at stimbra eitt
kjak um kanon. Eftir teirra
tykki er kanon fyri fólk,
sum ikki duga at hugsa
sjálvi.
Bókmentasøgan
hevur lært okkum, at í
listini finst onki standard-
mát, men fyri tað kanst tú
væl stinga eina kós út fram
móti onkrum, har tín fak-
liga bakgrund og estetiska
kensla sigur tær, at okkurt
áhugavert er við at henda.
Fangað í
hampuligheitini
Sambært nýggja tíðarritin-
um hendir tað áhugaverda
uttanfyri, har undirvøkst-
urin ofta gerst so tjúkkur, at
hann ikki rúmast innanfyri.
Blaðið fer at savna seg um
samtíðina og tað, sum
hendir í listini á tí internati-
onala økinum. Og føroysk-
ar bókmentir mugu, kanska
fyri fyrstu ferð, finna seg í
at verað vigaðar á somu
skál, sum tær bestu í heim-
inum.
Tað finnast undantøk,
men sambært Kim er heild-
in av føroyskum bókment-
um fangaðar í eini idyllisk-
ari hampuligheit, sum rest-
in av heiminum slapp sær
úr einaferð í 1800 talinum.
Føroyskir høvundar mugu
tora at taka tað ljóta, nú-
tíðina og tað persónliga inn
í bøkurnar, men tað krevur
eisini nakað nýtt av før-
oyskum lesarum.
– Føroyingar duga ikki
nóg væl at lesa bøkur, tí teir
eru uppaldir til at halda tað
privata vera meir áhuguvert
enn tað persónliga. Før-
oyskar bókmentir hava alt
ov leingi verið merktar av
eini siðsøguligheit ella eini
minnismentan, sum hvørki
megnar at hyggja út um seg
sjálvan, tíansheldur taka
lesaran við sær út í tað al-
heimsliga. Føroyski lesarin
sær tað tí alt ov ofta sum
sína fremstu uppgávu at
royna at finna út av, um
hetta ella hatta "passar" ella
ikki, ella at gita seg fram
til,
hvørjir
persónarnir
munnu vera, sigur Kim,
sum eftirlýsir høvundar, um
duga at sleppa tí privata og
heldur royna at mana fram
hugmyndir um tað alheims-
liga í tí persónliga, sum vit
millum annað síggja tað í
(post) modernistisku tra-
ditiónini. Gjørdi vit tað,
dugir Kim ikki at síggja
nakra forðing fyri, at før-
oyskar bókmentir eisini
kundu gjørt seg galdandi í
millum tær fremstu í heim-
inum
Outsider verður ikki eitt
bókmentasøguligt tíðarrit,
men eitt, ið heldur leggur
seg eftir at síggja saman-
hang í fortíðini hjá bók-
mentum uttan at gerast
offur fyri mentanarkonser-
vativismu. Málið er ongan-
tíð at koma fram, men
allatíðina at vera á ferð
saman við bókmentunum.
Livandi heimasíða
Klók av royndum hevur
blaðstjórnin á Outsider sett
sær fyri at brúka orkuna
uppá innihaldssligu dygd-
ina í blaðnum, heldur enn
dýrt prent og útgávutítt-
leika. Kim Simonsen hevur
fyrr verið við í líknandi út-
gávum, men ásannar, at tað
fíggjarliga ofta er trupult at
hóra undan. Tey flestu før-
oysku mentanartíðarritini,
eitt nú Brá og Bragi, góvust
eisini sum frá leið, og hetta
hevur eisini gjørt sítt til, at
tað hevur verið trupult at
hildi fast í eini samanhang-
andi føroyskari siðvenju í
mentanarkjakinum. Vænt-
andi kemur Outsider út
einar tvær ferðir um ári við
200 síðum, men ætlanin er
at heimasíðan skal virka
sum eitt livandi kjakforum,
sum allatíðina verður dag-
ført við nýggjum innsløg-
um. Eftir bert fáum døgum
hevði
heimasíðan
hjá
Outsider havt 2000 vitjanir,
so okkurt bendir á at blaðið
er við at ogna sær ein les-
araskara, longu áðrenn tað
er komið út fyrstu ferð.
Fyrsta pappírsútgávan av
Outsider verður á gøtuni í
mars mánað.
Nýtt tíðarrit:
Gevur listakjakinum eitt spark
Sambært blaðstjóranum á Outsider, er meginparturin av føroyskum bókmentum fangaðar í eini idylliskari hampulighet, sum restin av heiminum slapp sær úr einaferð í 1800 talinum