Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RA EN NE NE ø tidindabladid BE im Ein glaður reiðari frammanfyri nýggja flaggskipið í førovska fiskiflotanum. Í næstu viku kemur nyggi nótabáturin hjá Ejler Jacobsen til Føroyar Nr. 206 - 29. oktober 1999 og í fyrstu syftu fer hann at fiska svartkjaft. Hann skal fiska fyri heilar 35 milliónir um árið fyri at bera seg, men tað stúrir reiðarin ikki fyri Nú kemur tað nýggja flagg- skipið hjá Ejler Jacobsen Størsta og stáligasta skipið í føroyska fiskiflotanum verður doypt í morgin, og í næstu viku kemur tað til Fóroyar. Royndartúrin sigldi tað 18,5 míl og tað tekur 2.500 tons AKI BERTHOLDSEN Mitt í komandu viku verður ein søguligur dagur í før- oyskari fiskivinnusøgu. Ti tå kemur nakad so sjåldsamt sum eitt nybygt føroyskt fiskifar i føroyska flotan. At talan so harafturat er um eitt tað ståsiligasta og mest nýmótans fiskiskipið yvirhøvur, ger ikki dagin minni søguligan. Tað er sjálvandi nýggja, nótaskipið, sum Ejler Jac- obsen, reiðari í Havn, bygg- ir í Noregi. Byggingin hevur gingið væl skjótari enn væntað so at skipið kann latast eigar- anum næstan ein mánaða fyrr enn upprunaliga ætlað. Og tá ið hon er komin til landið, verður hon uttan samanbering stásiligasta, mest nýmótans og effektiv- asta fiskiskip, sum nakran- tíð hevur siglt undir før- oyskum flaggi Og í stødd eru tað eisini fá, sum hava kunna lagt hana afturum, og nú á døg- um er eingin stórri. Navn í morgin Nýggi báturin hjá Ejler Jac- obsen verður doyptur í morgin. Og hann fær navnið Krúnborg. Og sum gamla Krúnborg, er hann eisini svartur við eini breiðari, hvítari strípu. Fyrst í komandi viku verður so kósin sett í móti Føroyum og reiðarin væntar Krúnborg á Havnina mitt í vikuni. So skal ymisk útgerð takast umborð, áðrenn farið verður til fiskiskap. Eitt nú skulu teir hava trol og nótir umborð, tí tað er alt føroysk framleiðsla frá Vónini í Fuglafirði. Í fyrstu syftu gongur leið- in norðureftir at fiska svart- kjaft. Men annars skal eisini skipið fiska annan uppsjóv- arfisk, sild, makrel og lodnu Ejler Jacobsen sigur, at nýggja Krúnborg var roynd- artúr 12. oktober og hann er sera væl nøgdur vid av- rikið. — Alt riggaði av tí allar fínasta, sigur hann. Og ferð- in, hon var einki minni enn 18,5 mil. 120 milliónir Skrokkurin á Krúnborg er bygdur í Póllandi, og har varð eisini nýggi motorurin settur. Tá ið tað arbeiðið var lið- ugt í mai, varð hann sleip- aður til Noregs, har hann varð gjørdur liðugur. Krúnborg líkist nógv nýggja nótabátinum hjá klaksvíkingum, Christiani í Grótinum. Men hon er væl breiðari enn klaksvíksbáturin og tekur tí munandi meir. Krúnborg lastar 2.500 tons. Hon er 74,25 metrar long, og tað er nakrar sentimetrar longri enn Christian í Grót- inum. Men hon er 14 metrar breið og tað er 1,4 metur breiðari enn Christian, sum er 12,6 metrar breiður. Motorkraftin í Krúnborg er øgilig. Hon hevur motor uppá heilar 7.500 hestar og tað eru hesir hestarnir, sum geva henni eina ferð uppá góðar 18 míl. Ejler Jacobsen sigur, at tað hevur sera stóran týdn- ing at nótabátarnir sigla skjótt, tí tað gongur skjott at fylla teir og tað ræður um at brúka so stutta tíð sum gjørligt til sigling, ístaðin fyri at fiska. Men harafturat verður fiskurin nógv betri, tá ið tíðin er so stutt frá tí at hann er fiskadur, til hann verður avreiddur. Somuleiðis er framkomin køliskipan um- borð, so alt í alt verður fisk- urin av tí besta. Umframt at fiska við nót, er Krúnborg útgjørd til at fiska við flótitroli. Sostatt verður hon eitt av- bera effektivt og fjølbroytt fiskifar. Men tad krevst eisini, skal Ejler Jacobsen megna at svara hvørjum sitt vid henni. Tí nýggja Krúnborg kostar heilar 120 føroyskar milliónir. — Sostatt skal hon fiska fyri einar 135 milliónir um árið fyri at hon skal bera seg. Skipið var upprunaliga fíggjað í Noreg. Men síðani hevur Realurin her heima yvirtikid fíggingina. Tað verða einir 14 mans við Krúnborg í fyrstu syftu, men møguliga verða teir bara 12 seinni Eitt skip sum nýggja Krúnborg kann leggja eina øgiliga nøgd uppá land. Roknast kann við, at eitt slíkt kann fiska eini 60.000 tons um árið, um tað gongur sum ætlað. Ejler Jacobsen byggir bátin saman við Norðmonn- um, sum eiga 30% í honum. Hann sigur, at Krúnborg skal fiska fyri einar 35 milliónir fyri at hon skal bera seg. Men tað stúrir hann heldur ikki fyri. Tí hó- ast prísurin er ógvuliga 6- javnur, eru nøgdirnar so mikið stórar, at tað skuldi borið væl til. M.a. vísir hann á, at gamla Krúnborg fisk- aði fyri yvir 30 milliónir, hóast hon ikki fiskaði svart- kjaft. Og ikki minst svart- kjafturin fer at gera stóran mun hjá nýggju Krúnborg. Nú Ejler Jacobsen fær sína nýggju Krúnborg, kann staðfestast, at hann var ikki ein av teimum vinnulívs- monnum, sum settust at bíða eftir at samgongan bleiv útreiðrað við einum uppskotið um endurnýgg- ing av fiskiflotanum. — Skuldi eg havt bíðað eftir ti, heyði eg heldur ikki fingið nakað skip, sigur hann. Hann sigur, at fortreyt- irnar broytast so skjótt, at tað ráddi um at bera skjótt at. — Tá ið prísurin á ídnað- arfiski var í topp, vóru so nógvar ætlanir frammi um at byggja nótaskip, at vóru tær settar í verk, hevði alt ov lítið blivið í part. Men tær allarflestu duttu niður- fyri aftur, og tí er framvegis grundarlag fyri einum skipi sum Krúnborg. — Tað, sum bjargaði hes- um bátinum var sostatt tað, at prísurin lækkaði so nógv aftur, tí tað gjørdi, at nógvar skipsætlanir fóru niðurfyri, sigur Ejler Jacobsen. Nýggja Krúnborg, sum kemur til Føroya í komandu viku, verður størsta, effektivasta og mest nýmótans fiskiskip í flotanum. Varð sáttmálin ikki gjórdur, tá ið hann varð gjórdur, kom heldur on gin bátur, sigur Ejler Jacobsen