Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 29. oktober 1999 Í trunkanum við skúlarnar royna bórnini at sleppa snikkaleys fram við bilunum og inn á skúlaókið, meðan foreldur við eymligum eygnabrái tryggja sær, at júst teirra elskaða barn kom undan HØGNI MOHR Nú er myrkt um morgnar- nar, tá ið farið verður frá húsum. Sólin kemur íkki undan kavi fyrr enn út ímóti klokkan níggju. Í Tórshavn tysa menniskju og bilar í øllum aldrum og støddum úr trongum getum og ským- ligum skotum. Til arbeiðis og í skúla. Hesa = avgerandi lotu stendur alt brádliga í einum roki. Ikki tað at siga, gongu- breytirnar eru nærum fólka- tómar. Men tað, sum ikki er á gongubreytunum, er á vegunum. Bilar og bussar so langt eygað ber. Við vega- mótini kemur mangan steðgur í, og skalt tú sleppa um hávatenn og ferðsluljós sum skjótast, hjálpir at verða eitt sindur frekur og djarvur. Og nógvir bilførar- ar í Havn eru djarvir. Nógv verður lagt fyri til tess at fáa avkomið rættstundis í skúla. Lærdómur barnanna hevur týdning fyri framtíðina. Um átta tíðina eru bilar og børn umsíðir savnað við skúlarnar. Og hóast tíðliga á morgni bilar hugflognum onki. Steðgað verður í báð- um síðum. Summi eru so beinasom at rulla upp á gongubreytirnar, so ótolni bilførarin aftanfyri sleppur ímillum bíðandi bilarnar. Nógvir bilar standa við full- um ljósum; tað er jú myrkt. Ur hesum trunka royna børnini at sleppa snikkaleys inn á skúlagkið, meðan for- eldur við eymligum eygna- brái tryggja sær, at júst teirra elskaða barn kom undan hendan morgunin. Og tað gongur fínt! Góð hagtøl Leiðarin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Jón Kragesten heldur orsøkina vera, at allir bilførarar vita, at her eigur ein at ansa sær. — Vit kunnu kanska bera saman við breiðar og væl upplýstar vegir, har ongin vandi tykist vera. Har henda vanlukkur, kanska júst tí bil- førarar kenna seg tryggar, sigur hann Hagtølini fyri fólkaskaðar millum børn, á veg í og úr skúla, eru góð. So góð, at til ber at siga, at nærum onki er at vísa á. Og Ráðið fyri Ferðslutrygd ætlar, at varð- veita hetta góða nullið. Við tíðindablaðið = Born og bilar Hóast vandar í ferðsluni, eru hagtólini fyri persónsskaðar í sambandi við skúlagongd sera góð framhaldandi tilráðingum og áheitanum. Jón Kragesten heldur, at tiltak løgreglunna eitt ári, tå løgreglumenn stóðu við skúlarnar í tysingartíðini, var sera gott, og hann vónar at tað verður endurtikið. Serliga tí løgreglan í slíkum fórum kann eygleiða og skráseta vanligastu brølarar- nar, sum bilførarar gera. Eitt tiltak, sum leidarin å Ferðslutrygd fegnast um, er, at Føroya Sparikassi í ár fer at lata øllum børnum i 1. - 3. flokki eitt endurskin fyri onki. Talan er um eitt av teimum smørtu bondunum við karalási, ið børnini kunnu festa um tjúkkan. Slík samstørv millum vinnu og ferðslutrygd heldur Jón Kragesten hava stóran týdn- ing. Nú varð stórur dentur lagdur á, at tað er myrkt um morgnarnar. Men hóast vit ganga ímóti upp aftur myrk- ari tíðum, er ljós í eygsjón. Sunnunáttina fer summar- tíðin úr gildi, og klokkan verður flutt ein tíma aftur. Komandi viku verður sostatt ljósari í fyrru tysingartíðini, tá børnini fara í skúla. Heilt ljóst verður kortini ikki sum frálíður, og tískil er betur at binda enduskinið um heilan legg, hvønn morgun. Jón Kragesten, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd z I samband við at verk- staðsleiðari okkara Óli Niclassen hevur 25 ára starvsdag, vilja vit hervið bjóða til móttóku í dag frá kl. IS til 18. Dj D.B. Bilar J. Broncksgøta 15 * Tlf. 310600