fríggjadagur 29. oktober 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið SOS"
Nr. 206 - 29. oktober 1999
Barnagarðslóg uttan pedagogar
Ein barnagarðslóg verður í løtuni
fyrireikað, men Foroya Pedagogfelag
er ikki eftirspurt í arbeiðinum. Og tað
heldur forkvinnan í felagnum vera
logið.
- Eg kundi hugsað mær at vita,
hvør ráðgevin hjá landsstýriskvinnuni
er, um tað ikki eru vit, sigur Carita
Bjørklund
TURIÐ KJOLBRO
Foroya Pedagogfelag vil
lava at vita, hvussu
Dam å Neystabo.
ndsstýriskvinna í al
og heilsumálum.
d nýggju føroysku barna-
garðslógini, ið er á veg, ætl-
at tryggja børnunum
mennandi tilboð, góðar
karmar og dygd. Tískil lýsir
felagið í hesum døgum i
stórum heilsíðulýsingum í
bløðunum við nøkrum
spurningum, ið eru sera
áhugaverdir og viðkomandi
í sambandi við lóggávuna
- Endamálið við lýsingini
er at fáa í lag eitt orðaskifti
um viðurskifti hjá børnum
Talan er um at gera eina
lóggávu og vit vita oll, at
lógir verða ikki broyttar so
hissini, fyrst tær eru sam-
tyktar. Fyri at nýggja for-
oyska barnagarðslógin
verður so góð sum møgu-
ligt, mugu vit hava eitt orða-
skifti um hana. Vit fara inn
í eina nýggja øld um stutta
tíð og lógin skal fevna um
komandi ættarlið. sigur
Cartta Bjørklund. forkvinna
í Foroya Pedagogfelag
Ikki eftirspurd
Hóast Foroya Pedagogfelag
varar av teim nógvu
hundrað starvsfólkunum. ið
hvønn dag eru um tey
nógvu hundrað dagstovna-
børnini kring landið, veit
felagið lítið og einki um ar-
beiðið við at gera nýggju
lógina. Tað kann tykjast ikki
sért logið, tá ið hugsað
verður um, at arbeiðsbólkar
dag og dagliga verða settir
at viðgera, útgreina og gera
Foroya Pedagogfelag vil hava at vita, um politiskur vilji
er til staðar at gera dygdargóðar iløgur í samfelagið,
neyniliga bórnini. Felagið saknar eitt orðaskifti, nú ein
nýggj barnagarðslóggáva er á veg. Savnsmynd
tilmæli um hetta og hatta,
og at hesir bólkar altíð eru
mannaðir við fólki. ið vara
av økinum.
- Felagið og nakrir peda-
gogar hava verið til hoyr-
ingar í Almanna- og heilsu-
málastýrinum ein dag. Hetta
ásetir fyrisitingarlógin. Eg
veit í grundini ikki, hvussu
arbeiðið við at gera lógina
verður skipað, men eg havi
frætt, at tá ið arbeiðið er
liðugt, fáa vit tað til um-
mælis. Vit halda sjálvsagt,
at tað als ikki er nøktandi.
Tá ið ein lóg verður
smíðað, er neyðugt at
brúka ta tíð, sum er neyðug
fyri at fáa hana nóg góða.
Somuleiðis er umrådandi,
at serfrød-ingar eru vid,
uttan mun tl, hverja
lóggávu vit tosa um. Tá ið
skúlalógir verða gjørdar,
eru lærarar vid, tá ið
búskaparlógir verða gjørd
ar, eru buskaparfrødingar
við, og tí eiga pedagogar
sjálvandi at vera við at gera
eina barnagarðslóg.
- Mær kunnugt er
ætlanin at lógin skal koma
í gildi 1. januar, og tí kundi
eg hugsað mær at fingið at
vita frá Helenu Dam á
Neystabø, hvor hennara
ráðgevi er, um tað ikki eru
Vit.
Stórt ynski
Í áður nevndu lýsing hjá
Føroya Pedagogfelag,
verður víst á viðurskifti, ið
tryggja børnum eina góða
barnagarðslóggávu og ein
góðan barnagarðsdag.
- Tað er sera umráðandi.
at nýggja lógin tekur hesi
viðurskifti til eftirtektar. Eg
stúri fyri, at fleiri mál verða
tvinnað saman, tá ið lógin
verður smíðað. Eitt nú at
hugsað verður fíggjarkarm-
in og at fyrilit verða tikin.
um gkið verður lagt út til
kommunurnar. Tað hevur
verið eitt stórt ynski frá
Føroya Pedagogfelag í fleiri
ár at fáa eina barna-
garðslóggávu, vit hava sjálv
arbeitt við málinum í fleiri
år, og hava sett okkum i
samband við landsstýrið
hesum viðvíkjandi. Tveir
mánaðir eru eftir av árinum
til lógin eftir øllum at dóma
skal í gildi, og tað er at
skunda sær ov nógv í einum
so tydningarmiklum
arbeiði.
Tá ið tað av fyrstan tíð
hoyrdist, at ein føroysk
barnagarðslóggáva skuldi
gerast, var uppá tal, at ein
arbeiðsbólkur skuldi setast
at gera eitt álit. Men hóast
Føroya Pedagogfelag síðan
hevur heitt á Almanna- og
heilsumálastýrið, er einki
frætt um arbeiðsbólkin. Vit
royndu at fáa ein viðmerk-
ing frá Aibritt á Plógv, fyri-
sitingarstjóra í Almanna- og
heilsumálastýrinum, ígjár,
um hvussu arbeiðið við lóg-
gåvuni er lagt til rættis, men
hon var upptikin á fundi all-
an dagin.
8
Næsta ellisheimið
verður bygt í Havn
- Eingin løgtingssamtykt ligg
ur aftanfyri tilmælið, men út frá tórvsmetingini vit hava, fari eg at mæla løgtinginum til í
langtidariløguætlanini at leggja upp fyri at byggja eitt ellisheim í Norðstreymoy nú og tað næsta í Suðurstreymoy,
í < Jo . 8. - - « på ”
sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum
Turi KJøLBRO
Ymiskt er.
tørvurin er
hvussu stórur
á ellis og røkt-
arheimsplåssum kring land-
10. og
ymiskt, hvussu væl fyri
ymsu økini eru fyri at bjóða
teimum eldru eitt búpláss á
eldri árum. Í sambandi við.
at eldraár sum ollum kunn-
ugt er í ár. er komið fram.
at Sandoyggin hevur í lut-
falli til íbúgvaratalið størsta
talið á eldri fólki og sam-
stundis lægsta bíðilistan.
meðan Suðurstreymoy hev-
ur í mun til íbúgvaratalið
lægsta talið á gomlum fólki.
men longstu bíðilistarnar.
Mett verður, at eini 600
fólk bíða eftir at sleppa inn
á ellis- og røktarheim um-
framt sambýli kring alt
tað er somuleiðis
landið. Nøkur ganga iva
leyst aftur á fleiri listum,
men tey flestu standa á bíði-
lista í økinum, har tey
búgva
Ein uppgerð. sum Sigvald
Kristiansen, fyrrverandi
kommunulækni á Skála og
nú limur í Fyrireikingar-
nevndini fyri Eldraárið í
Føroyum, vísir, hvussu
nógv eldrabúpláss eru fyri
hvort øki sær, og hvussu
stórur tørvurin er á hesum
plássum. Við árslok seinasta
ár búðu 44.667 fólk í
Føroyum, harav vóru 6150
fólk yvir 65 ár. Í alt eru 327
búpláss á ellis- og røktar-
heimum umframt sambyl-
um og á øllum bíðilistunum
standa 644 fólk. Talan er
sostatt um 971, ið hava og
bíða eftir búplássi. Tað svar-
ar til gott 2 % av fólkatal-
inum.
Verri útlit í Havn
Stødan í Havn vísir, at gom-
ul fólk hava verri útlit fyri
at finna eitt nøktandi bú-
pláss á eldri árum enn fólk
aðra staðni í landinum, hó-
ast har eru lutfalsliga fleiri
yngri fólk at taka sær av
teimum. Tískil er ikki so
løgid, at landsstyriskvinnan
f almanna- og heilsumålum,
Helena Dam å Neystabø,
hevur borid uppå mål, at
næsta ellisheimið eftir tað í
Norðstreymoy, verður bygt
í Havn.
- Í langtidariløguætlanini
havi eg mælt til, at tað næsta
verður bygt í Havn. Og tá
tosa vit um ein tíðarkarm
uppá tvey ár. Eingin løg-
tingssamtykt liggur aftanfyri
tilmælid, men út frá tørvs-
metingini vit hava, fari eg at
mæla løgtinginum til i lang-
tíðaríløguætlanini at leggja
upp fyri at byggja eitt í
Norðstreymoy nú og tað
næsta í Suðurstreymoy, sigur
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í almanna-
og heilsumálum.
Ein stór óvissa er inni í
myndini. Enn er eingin út-
melding komin, sum sigur,
hvussu býtið skal vera mill-
um land og kommunu, tá ið
tað snýr seg um fígging av
bygging og rakstri av ellis-
og røktarheimum. Ein
arbeiðsbólkur verður settur
í hesum døgum, sum skal
geva landsstýriskvinnuni eitt
tilmæli um, hvussu býtið
verður, og á Glavsøku næsta
ár skal tilmælið verða
liðugt.
Leingi at bíða
Vit tosa sostatt um nøkur
ár, til gomul fólk í Norð-
streymoy og Suður-
streymoy kunnu gera sær
vónir um at kunna flyta á
ellisheim.
- Tað er tíverri long tíð
at bíða. Kommunuálitið
leggur upp til, at kommun-
urnar åtaka sær størri figgj-
arliga ábyrgd hesum við-
víkjandi, og koma vit hesa
somu niðurstøðu, er møgu-
leiki fyri, at havnarfólk fáa
eitt ellisheim fyrr, um
kommunan fíggjarliga er
fór fyri tí, sigur Helena
Dam á Neystabo.
Í Norðstrey moy situr ein
bygginevnd og fyrireikar
bygging av ellis- og røkt-
arheimi í økinum. Byrjað
verður at byggja í komandi
ári. men enn vita hvorki
kommunurnar í Norð-
streymoy ella landsstýris-
kvinnan í almannamálum,
hvussu nógv ávíkavist
kommunur og land skulu
rinda.
Sandoyar sýsla hevur
sum sagt størsta prosenttal-
ið av teimum, ið eru yvir
65 ár. Ikki minni enn 18,1%
av fólkatalinum í oynni er
yvir 65 ár. Á bidilista standa
1,9% av teimum, ið eru yvir
65 ár. Í Suðurstreymoy er
stóðan tann øvuta. Har eru
bert 10,7% yvir 65 ár, men
18,7% av teimum, ið eru
yvir 65 ár, bíða eftir
búplássi.